Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 22-03-2002
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2002 A - Hefti 9 A frá 22. mars 2002
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

21. mars 2002Nr. 24

 

 

Kunngerð

 um

 flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar innanoyggja

 

Við heimild í §§ 7 og 8 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya hevur landsstýrið ásett:

§ 1. Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutnings- ella ferðaendurgjald eftir reglum í hesi kunngerð til persónar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært sjúkrahúslógini.

Stk. 2. Flutnings- ella ferðaendurgjald verður veitt í samband við flutning millum bústað ella uppihaldsstað og viðgerðarstaðið.

Stk. 3. Flutningur skal fara fram við tí eftir umstøðunum bíligasta, fullgóða flutningsfari.

§ 2. Flutningur við sjúkrabili ella øðrum flutningsfari verður veittur persónum, har støðan ger flutning neyðugan.

Stk. 2. Val av flutningsfari skal gerast í samráð við sjúkrahúsverkið.

§ 3. Endurgjald fyri ferðaútreiðslur verður latið fyri útreiðslur størri enn 800 kr. í einum kallendaraári.

Stk. 2. Endurgjald verður veitt fyri ferðing við almennum flutningsfari ella samsvarandi upphædd.

§ 4. Heimild er at veita sjúklingum undir 18 ár endurgjald fyri fylgjara eftir § 3.

§ 5. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til landsstýrisstýrismannin innan 4 vikur aftaná, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Almanna- og heilsumálastýrið, 21.mars 2002

 

 

Sámal Petur í Grund, (sign.)

landsstýrismaður

 

/Turid Arge, (sign.)