Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. mars 2017Nr. 27
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir gulllaksi á føroysku landleiðunum í 2017
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 3, 4, 6 og 15, § 9, stk. 2, § 32, stk. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi á føroysku landleiðunum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017.
Heildarkvota
§ 2. Heildarkvotan av gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2017 er 11.700 tons.
Skipan av fiskiskapinum
§ 3. Loyvt er í mesta lagi 6 trolarum at reka beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi við troli.
Stk. 2. Loyvi til fiskiskap, sambært stk. 1, verða latin eigarum av teimum 6 trolarunum, sum í 2016 høvdu fiskiloyvi til beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi á føroysku landleiðunum. Er veiðiloyvið flutt á annað fiskifar, verður loyvi til fiskiskap latið hesum fiskifari.
Stk. 3. Fiskiskapur, sambært stk. 1, verður skipaður við felagskvotu.
Fiskiloyvi
§ 4. Beinleiðis fiskiskapur eftir gulllaksi er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Hjáveiða
§ 5. Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi kann samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli. Hjáveiðan av øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, 2. pkt. kann hjáveiðan av svartkjafti vera upp til 25% av vektini í hvørjum háli, tó ongantíð meira enn 15% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin.
Stk. 3. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um hjáveiðan er størri enn tey í stk. 1 og 2 ásettu hámørk.
Undirmálsfiskur
§ 6. Í hvørjum háli kunnu í mesta lagi 5% av vektini av veiðuni fyri túrin vera undirmálsfiskur. Gulllaksur, sum er undir 28 cm til longdar, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur.
Reiðskapur
§ 7. Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi er ikki loyvt at nýta trol við meskum smærri enn 70 mm.
Stk. 2. Loyvt er at brúka dupultan posa, har meskastøddin á uttara posanum er minst 140 mm.
Stk. 3. Loyvt er at brúka gjarðir ella rundstroppar. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 50% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Frástøða millum gjarðirnar skal minst vera 100 cm.
Aðrar ásetingar
§ 8. Fiskifør, ið royna beinleiðis eftir gulllaksi, sambært hesi kunngerð, kunnu ikki skifta høvuðsveiðu á sama túri.
§ 9. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 10. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 11. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið byrjar fiskiskap.
2) Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 føroyska tíð, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Skipið skal boða frá beinanvegin, tá tað gevst at fiska.
Revsing
§ 12. Brot á §§ 4-8 og 11 í hesi kunngerð verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður revsaður tann, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 9 ella 10.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt, sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum latið sambært § 4 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2017.
Fiskimálaráðið, 28. mars 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn fiskiskapurin byrjar.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12.00 UTC dagin eftir.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
|
|
|
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast beinanvegin, skipið gevst at fiska.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |