Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 27-03-2018
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 28 frá 23. mars 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. mars 2018Nr. 28

Kunngerð um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski, sum broytt við kunngerð nr. 35 frá 26. apríl 2018

Við heimild í § 49, stk. 2, § 50, stk. 2 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Landing í Føroyum

§ 1. Nevndu fiskasløg eru fevnd av kravinum um at øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum:

1)   Blálonga.

2)   Brosma.

3)   Gulllaksur.

4)   Havtaska.

5)   Heystgýtandi sild.

6)   Hvítingur.

7)   Hýsa.

8)   Hummari.

9)   Kalvi.

10) Kongafiskur.

11) Liri.

12) Longa.

13) Makrelur.

14) Norðhavssild.

15) Reyðsprøka.

16) Skøta.

17) Steinbítur.

18) Svartkalvi.

19) Svartkjaftur.

20) Toskur.

21) Tunga.

22) Upsi.

Stk. 2. Øll veiða skal landast um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.

Uppboðssøla av veiddum fiski

§ 2. Í minsta lagi 25% av allari veiðu, umroknað til runda vekt, hjá føroyskum fiskifari í einum ári skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Undantikin hesi treyt er veiða av rættindum keypt á uppboðssølu sambært §§ 14-18 í løgtingslógini.

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir um ósløgdan fisk, sløgdan fisk við høvdi og sløgdan fisk uttan høvd.

Stk. 3. 1) Ásetingin í stk. 1 fevnir um fiskasløgini í § 1, stk. 1, tó ikki nr. 8, hummari.

Stk. 4. Tað áliggur uppboðssøluhaldara at gera formliga reglugerð fyri uppboðssølur. Reglugerðin skal vera tøk alment og góðtikin av Fiskimálaráðnum.

Revsireglur

§ 3. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildiskoma

§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2018. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 179 frá 29. desember 2017.

Stk. 2. Fyri 2018 verður uppgerðin fyri sølupartin á uppboðssølu gjørd fyri tíðarskeiðið 1. apríl til 31. desember 2018.

Stk. 3. 1) § 1, stk. 1, nr. 19 er ikki galdandi í tíðarskeiðinum 27. apríl til og við 14. juni 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 23. mars 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)



1) Broytt við kunngerð nr. 35 frá 26. apríl 2018.