Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. mars 2017Nr. 28
Kunngerð um fiskiskapin hjá skipum undir norskum flaggi í føroyskum sjógvi í 2017
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, 6, 7 og 13, § 9, stk. 2, § 10, stk. 6, § 25 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, § 6 í løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 80 frá 8. mai 2003 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap eftir botnfiski, svartkjafti og makreli í føroyskum sjógvi við skipum undir norskum flaggi samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Noreg.
Kapittul 2
Fiskiskapur eftir botnfiski
§ 2. Loyvt er skipum undir norskum flaggi at royna í føroyskum sjógvi eftir hesum fiskasløgum og nøgdum í 2017:
1) Longa, blálonga: 2.000 tons.
2) Brosma: 1.700 tons.
3) Upsi: 567 tons.
4) Onnur fiskasløg: 800 tons.
Stk. 2. Kvotan, sambært stk. 1, nr. 4, kann bert fiskast sum hjáveiða í fiskiskapi eftir botnfiski.
Stk. 3. Tá fiskað verður sambært stk. 1, kunnu í mesta lagi 12 fiskifør vera til fiskiskap í senn.
Hjáveiða
§ 3. Í fiskiskapi sambært § 2 skal samlaða hjáveiðan av øðrum fiskasløgum enn longu, blálongu, brosmu og upsa, til eina og hvørja tíð ikki vera meira enn 25% av allari veiðuni umborð. Tó kann hjáveiðan vera upp til 30% fyri hvørt samdøgur. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni sambært § 2, stk. 1, nr. 4.
Reiðskapur
§ 4. Fiskiskapurin, sambært § 2, kann bert fara fram við línu ella gørnum, tó er loyvt at veiða upsa við troli.
Stk. 2. Veiða við bummtroli er ikki loyvd. Partroling er ikki loyvd. Loyvt er bert at royna við einum troli í senn.
Stk. 3. Í beinleiðis veiðu eftir upsa er loyvt, í 8 teimum aftastu metrunum, at nýta 135 mm í posanum. Beinleiðis veiða eftir upsa merkir, at meira enn 50% í hvørjum háli er upsi.
Stk. 4. Tvørmátið á tráðnum í posanum, 8 teir aftastu metrarnar av trolinum, eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan, millumstykkið, skal ikki vaksa í ummáli úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvirpartinum og undirpartinum skulu vera eins. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvirpláturnar og undirpláturnar eru eins. Ummálið í forkanti á posanum má ikki vera víðari enn afturkanturin á millumstykkinum. Loyvt er at sneiða 3 teir aftastu meskarnar inneftir.
Stk. 5. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt:
1) at knýta tilfar, ið bara verður fest framman og á síðurnar á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit,
2) at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis, at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk.
Stk. 6. Tað er ikki loyvt at brúka gjarðir, rundstroppar, tó er loyvt at hava eina gjørð, lyftistropp, í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan.
Merking av reiðskapi
§ 5. Allar boyur á faststandandi ella drívandi reiðskapi, so sum línureiðskapi og gørnum, skulu vera merktar við kallibókstavunum og havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari.
Kapittul 3
Fiskiskapur eftir svartkjafti
§ 6. Fiskifør undir norskum flaggi kunnu fiska upp til 34.800 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2017.
Stk. 2. Í mesta lagi 28 fiskifør í senn kunnu vera til fiskiskap sambært stk. 1. Harumframt kunnu upp til 15 fiskifør leita eftir fiski uttan fyri høvuðsleiðina, sum til eina og hvørja tíð er ásett av føroyska fiskiveiðieftirlitinum.
Fiskileiðir
§ 7. Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3.
Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°50'00"N, 07°11'00"V
2) 62°53'00"N, 06°40'00"V
3) 62°50'00"N, 06°10'00"V
4) 62°43'00"N, 05°38'00"V
5) 62°32'00"N, 05°02'00"V
6) 62°25'00"N, 04°15'00"V
7) 62°19'00"N, 04°00'00"V
8) 62°01'00"N, 04°00'00"V
9) 61°17'00"N, 04°56'00"V
10) 60°26'00"N, 06°10'00"V
11) 60°26'00"N, 06°32'00"V
12) 60°35'00"N, 06°35'00"V
13) 61°23'00"N, 07°30'00"V
14) 61°25'25"N, 08°01'00"V
15) 61°32'48"N, 08°20'30"V
16) 61°49'00"N, 08°41'50"V
17) 62°00'00"N, 10°00'00"V
18) 62°40'00"N, 10°00'00"V
19) 62°40'00"N, 08°00'00"V
20) 62°50'00"N, 07°11'00"V
Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°50'00"N, 07°57'00"V
2) 61°03'00"N, 07°57'00"V
3) 61°15'30"N, 08°16'00"V
4) 61°13'20"N, 08°42'12"V
5) 61°00'00"N, 09°11'00"V
6) 60°48'40"N, 09°25'00"V
7) 60°24'00"N, 09°07'00"V
8) 60°50'00"N, 07°57'00"V
Reiðskapur
§ 8. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
§ 9. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.
Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.
Kapittul 4
Fiskiskapur eftir makreli
§ 10. Loyvt er skipum undir norskum flaggi at fiska 4.979 tons av makreli í føroyskum sjógvi í 2017. Hendan kvotan kann eisini fiskast í norskum sjógvi og í altjóða sjógvi í NEAFC skipanarøkinum.
Stk. 2. Umframt kvotuna í stk. 1 kunnu skip undir norskum flaggi fiska 45.029 tons av norsku makrelkvotuni í føroyskum sjógvi í 2017.
Stk. 3. Í mesta lagi 15 fiskifør kunnu vera til fiskiskap, sambært stk. 1 og 2, í senn.
Reiðskapur
§ 11. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli, mugu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð fyri skip, sum veiða makrel
§ 12. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 13. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.
§ 14. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til eina og hvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
§ 15. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta verða gjørt beint eftir støddarskiljing.
Kapittul 5
Ymiskar ásetingar
Leiðir
§ 16. Fiskiskapur, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, samanber tó § 7.
Stk. 2. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu harumframt halda seg til ásetingarnar um friðað øki og reiðskap í §§ 9 a og 9 b í løgtingslógini og § 1 í kunngerð um friðað øki fyri troling, og eru eisini fevnd av §§ 8, 9, 11 og 12 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, og § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES londum.
Loyvi
§ 17. Fiskifør undir norskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum Noreg hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum.
Hjáveiða í fiskiskapi eftir svartkjafti og makreli
§ 18. Í fiskiskapi eftir svartkjafti ella í fiskiskapi eftir makreli skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
Ungfiskur
§ 19. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meira enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Í beinleiðis veiðu eftir upsa skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli, ikki vera meiri enn 30% í tali. Upsi, ið er minni enn 55 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 3. Í beinleiðis veiðu eftir blálongu skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Blálonga, ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 4. Í beinleiðis veiðu eftir longu skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Longa, ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 5. Í beinleiðis veiðu eftir brosmu skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Brosma, ið er minni enn 50 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 6. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1-5, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.
§ 20. Sambært § 35, stk. 3 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísar veiðihættir á ávísum leiðum á landleiðunum, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 2 vikur hvørja ferð.
Minstamát á fiski
§ 21. Fiskur, ið ikki stendur hesi mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur:
1) Toskur, Gadus morhua, 40 cm.
2) Hýsa, Melanogrammus aeglefinus, 37 cm.
3) Reyðsprøka, Pleuronectes platessa, 40 cm.
4) Lálla, Glyptocephalus cynoglossus, 28 cm.
5) Tunga, Microstomus kitt, 30 cm.
6) Kalvi, Hippoglossus hippoglossus, 45 cm.
7) Sild, Clupea harengus, 22 cm.
8) Glaskvoysa, Lepidorhobmus whifflagonis, 25 cm.
9) Laksur, Salmo salar, 60 cm.
10) Hvítingur, Merlangius merlangus, 30 cm.
11) Stórur kongafiskur, Sebastes marinus, 30 cm.
12) Trantkongafiskur, Sebastes mentella, 30 cm.
13) Blálonga, Molva dipterygia, 60 cm.
14) Longa, Molva molva, 60 cm.
15) Brosma, Brosme brosme, 40 cm.
16) Langasporl, Coryphaenoides rupestris, 40 cm.
17) Gulllaksur, Argentina silus, 28 cm.
18) Havtaska, Lophius piscatorius, 50 cm.
19) Upsi, Pollachius virens, 45 cm.
20) Svartkalvi, Rheinhardtius hippoglossoides, 35 cm.
21) Makrelur, Scomber Scombrus, 30 cm.
Stk. 2. Veiðan av undirmálsfiski fyri hvønn túr skal ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Tó kann veiðan av undirmálsmakreli vera upp í 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Umrokningarfaktorar
§ 22. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu, umframt ásetingarnar í kunngerð um umrokningarfaktorar, hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,20.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,80.
4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.
5) Flak, uttan skræðu og bein: 2,80.
6) Fiskamjøl: 5,11.
Útblaking
§ 23. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Fiskireiðskapur
§ 24. Kemur skip inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir.
Umskipingar
§ 25. Sambært § 10, stk. 5 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd.
Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC reglum hesum viðvíkjandi.
Eftirlitsstøð
§ 26. Fiskifar, sum fiskar sambært hesi kunngerð, skal, tá fiskiskapur endar og áðrenn farið verður úr føroyskum sjógvi, boða frá og sigla til eitt av niðan fyri nevndu eftirlitsstøðum:
1) ALFA 62˚00’0 N, 05˚30’0 V
2) BRAVO 60˚45’0 N, 06˚30’0 V
3) CHARLIE 62˚00’0 N, 08˚30’0 V
4) DELTA 62˚45’0 N, 07˚30’0 V
5) ECHO 60˚16’0 N, 06˚30,0 V
Stk. 2. Fráboðan, sambært stk. 1, skal sendast samsvarandi ásetingunum í kunngerð um elektroniskar fráboðanir fyri fiskifør undir norskum og íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi og skal sendast, í seinasta lagi 2 tímar og í fyrsta lagi 12 tímar, áðrenn fiskiskapur endar.
Stk. 3. Fiskifar, sum landar í føroyskari havn, skal tó ikki sigla til eftirlitsstað ella boða frá til eftirlit sambært stk. 1.
Stk. 4. Fiskifar, sum eftir fráboðan sambært stk. 1 fær boð frá Vørn um at sigla beinleiðis úr føroyskum sjógvi, skal tó ikki sigla til eftirlitsstað sambært stk. 1.
Fráboðanarskyldur
§ 27. Fiskifar undir norskum flaggi, sum hevur loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, sambært hesi kunngerð, skal boða frá samsvarandi ásetingum í kunngerð um elektroniskar fráboðanir fyri skip undir norskum og íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi.
Kapittul 6
Revsireglur og gildiskoma
Revsing
§ 28. Brot á §§ 3-5, 7-9, 11-13, § 14, 2. pkt, §§ 15-18, § 19, stk. 6, § 21, stk. 2, §§ 22-24 og 26 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður revsaður tann, sum umskipar uttan loyvi, sambært § 25, ella ikki ger eftir boðum ella fylgir boðum sambært § 14, 1. pkt.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Stk. 4. Sambært § 45, stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur fiskiloyvið, verður brot staðfest á § 20. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 3 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 29. Henda kunngerð kemur í gildi 15. apríl 2017 og fer úr gildi 31. desember 2017.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fara úr gildi:
1) kunngerð nr. 35 frá 8. mars 1995 um norska fiskiveiðu á ytru landleiðini eftir makreli, og
2) kunngerð nr. 47 frá 9. apríl 2003 um norska botnfiskaveiðu á ytru landleiðini.
Fiskimálaráðið, 28. mars 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Skitsa av rist og ristseksjón
Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.
Ristseksjón
Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.