Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 27-03-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 29 frá 27. mars 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

27. mars 2018Nr. 29

Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2018

Við heimild í § 5, stk. 2, § 28, stk. 1, § 39, stk. 1, nr. 2, 3 og 4, stk. 2, nr. 2 og 10, stk. 3, § 44, stk. 1, og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:

Virkisøki

§ 1. Kunngerðin skipar beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018.

Heildarkvota

§ 2. Heildarkvotan av gulllaksi í føroyskum sjógvi í 2018 er 11.700 tons.

Skipan av fiskiskapinum

§ 3. Loyvt er í mesta lagi 6 trolarum at reka beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi við troli.

Stk. 2. Loyvi til fiskiskap, sambært stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði fiskiloyvi til beinleiðis fiskiskap eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi. Eingin rættindahavari kann í 2018 fáa útskrivað fiskiloyvi til fleiri skip, enn hann hevði í 2017.

Stk. 3. Fiskiskapur, sambært stk. 1, verður skipaður við felagskvotu.

Fiskiloyvi

§ 4. Beinleiðis fiskiskapur eftir gulllaksi er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.

Stk. 2. Bert persónar og feløg, ið lúka treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9, og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kunnu fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.

Stk. 3. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir gulllaksi, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á heimasíðuni hjá Vørn.

Stk. 4. Fiskiloyvi til at fiska sambært hesi kunngerð er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5 í løgtingslógini.

Hjáveiða

§ 5. Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi kann samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur ikki vera meira enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli. Hjáveiðan av øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu vektini av veiðuni í hvørjum háli.

Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1, 2. pkt. kann hjáveiðan av svartkjafti vera upp til 25% av vektini í hvørjum háli, tó ongantíð meira enn 15% av vektini av veiðinøgdini tilsamans fyri túrin.

Stk. 3. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um hjáveiðan er størri enn tey í stk. 1 og 2 ásettu hámørk.

Undirmálsfiskur

§ 6. Í hvørjum háli kunnu í mesta lagi 5% av vektini av veiðuni fyri túrin vera undirmálsfiskur. Gulllaksur, sum er undir 28 cm til longdar, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur.

Reiðskapur

§ 7. Í beinleiðis fiskiskapi eftir gulllaksi er ikki loyvt at nýta trol við meskum smærri enn 70 mm.

Stk. 2. Loyvt er at brúka dupultan posa, har meskastøddin á uttara posanum er minst 140 mm.

Stk. 3. Loyvt er at brúka gjarðir ella rundstroppar. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 50% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan. Frástøða millum gjarðarnar skal minst vera 100 cm.

Aðrar ásetingar

§ 8. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu á sama túri bert royna beinleiðis eftir gulllaksi.

§ 9. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.

§ 10. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.

§ 11. Tað er ikki loyvt at blaka ella sleppa fiski útaftur.

Fráboðanir

§ 12. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:

1)   Fráboðan um, at fiskiskapurin byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið byrjar fiskiskap.

2)   Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 føroyska tíð, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.

3)   Skipið skal boða frá beinanvegin, tá tað gevst at fiska.

Revsing

§ 13. Brot á § 4, stk. 1, §§ 5-8 og 11-12 í hesi kunngerð verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 9 ella 10.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.

Gildistíð

§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2018.

 

 

Fiskimálaráðið, 27. mars 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)

 

 

 

Skjal 1

 

Fráboðanir til Vørn

 

Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.

 

 

1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn fiskiskapurin byrjar.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar

(Catch on Entry)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hagar skipið fer til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða umborð

OB

Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12.00 UTC dagin eftir.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið har skipið er til fiskiskap

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.

Samlað veiða umborð

TC

Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg.

Dagfesting

DA

Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy)

Klokkutíð

TI

Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m)

Viðmerkingar

RE

Viðmerkingar

 

 

3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast beinanvegin skipið gevst at fiska.

 

Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:

Dataelement

Koda

Frágreiðing

Fráboðan

TM

COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit)

Raðnummar

SQ

Nummar á fráboðanini

Loyvisnummar

LC

Nummar á fiskiloyvi

Beinleiðis veiða

DS

Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir

Radio kallimerki

RC

Kallimerki hjá skipinum

IMO nummar

IM

IMO nummar á skipinum (um tøkt)

Túranummar

TN

Túrur hjá skipinum í hesum árinum

Skip

NA

Navn á skipinum

Skipari

MA

Navn á skiparanum

Havnarkenningarnummar

XR

Havnarkenningarnummar hjá skipinum

Veiðiøki

RA

Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi

Breiddarstig

LA

Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send

Longdarstig

LO

Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send

Veiða

CA

Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg.