Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. mars 2017Nr. 29
Kunngerð um elektroniskar fráboðanir fyri fiskifør undir norskum og íslendskum flaggi í føroyskum sjógvi
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, § 32, stk. 2, § 36, stk. 2, § 40, stk. 1, nr. 1 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 2. juni 1995, løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 133 frá 9. august 1997, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 58 frá 27. apríl 2001, løgtingslóg nr. 80 frá 8. mai 2003, løgtingslóg nr. 106 frá 17. august 2009 og løgtingslóg nr. 107 frá 3. november 2016, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð er galdandi fyri fiskifør og før undir norskum og íslendskum flaggi, sum hava loyvi frá føroyskum myndugleikum at fiska, umskipa og taka ímóti fiski í føroyskum sjógvi.
Elektroniskar fráboðanir
§ 2. Fiskifør og før, sambært § 1, skulu senda fráboðanir sambært §§ 4-10 í hesi kunngerð elektroniskt til Vørn umvegis fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan í flagglandinum.
Stk. 2. Áðrenn komið er í føroyskan sjógv, skal skipari á fiskifari, sambært § 1, tryggja sær, at farið er útgjørt við fjarskiftisútgerð og forriti til at senda fráboðanir, sambært hesi kunngerð, sjálvvirkandi, harundir, at Vørn kann móttaka elektronisku fráboðanirnar, og at farið móttekur váttan fyri móttøku frá Vørn umvegis flagglandið. Yvirlit yvir fráboðanir, fevndar av hesi kunngerð, er lýst í skjali 1.
§ 3. Áðrenn komið er í føroyskan sjógv, skal skipari á fiskifari, sambært § 1, tryggja sær, at fiskifarið er útgjørt við virkandi fylgisveina eftirlitsútgerð, vessel monitoring system, sum sendir knattstøðufráboðanir við upplýsingum um samleika hjá farinum, knattstøðu, kós og ferð, umframt klokkutíð, tá mátingarnar eru gjørdar. Fiskiskapur kann ikki byrja, fyrr enn skipið hevur fingið váttan frá Vørn um, at fylgisveina eftirlitsútgerðin, og fjarskiftisútgerðin og forrit, sambært § 2, stk. 2, virka.
Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE
§ 4. Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu, áðrenn komið verður í føroyskan sjógv, senda fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE. Fráboðanin skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 2 í somu raðfylgju, sum ásett í skjølunum, og fráboðanin skal gjølla greina veiðuna umborð, tá fiskifarið kemur í føroyskan sjógv.
Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 1 tíma, áðrenn komið verður í føroyskan sjógv.
Fráboðan um dagliga veiðu og virksemi í hesum sambandi, DCA
§ 5. Fiskifør, sambært § 1, sum hava loyvi at fiska í føroyskum sjógvi, skulu senda dagliga veiðifráboðan, ið gjølla greinar veiðuna og virksemið í hesum sambandi hjá farinum, DCA. Fráboðanin skal hava upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 3.
Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast minst eina ferð um samdøgrið, eftir at fiskifarið eigur at hava sent fráboðan, sambært § 4, COE, ella fráboðan sambært § 7, DEP. Fráboðanin skal sendast í seinasta lagi kl. 23:59 UTC. Fráboðanin skal innihalda upplýsingar um alla veiðuna, sum er veidd millum kl. 00:00 og 23:59 UTC.
Stk. 3. Um farið byrjar nýggjan túr innan sama samdøgur, sum ein fráboðan sambært stk. 1 er send, skal nýggj fráboðan sendast áðrenn kl. 23:59 UTC.
Stk. 4. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast eina ferð um samdøgrið, hóast eingin veiða er síðan seinastu fráboðan.
Stk. 5. Fráboðan, sambært stk. 1, skal altíð sendast áðrenn:
1) fráboðan um, at fiskiskapurin er endaður, COX, sambært § 8,
2) fráboðan um, at komið er á eftirlitsstað, CON, sambært § 9,
3) fráboðan um komu í havn, POR, sambært § 6.
Stk. 6. Tá eftirlitsmyndugleikin boðar frá, at hann kemur umborð at fremja eftirlit, skal fráboðanin sambært stk. 1 altíð sendast, áðrenn myndugleikin kemur umborð.
Stk. 7. Upplýsingarnar, sambært blokk B í skjali 2, nr. 3, skulu skrásetast fyri hvørt hál, setu ella kast og skulu skrásetast, so hvørt sum setan, hálið ella kastið er liðugt. Til ber at skráseta fleiri enn eitt hál, setu ella kast samstundis. Hálið, setan ella kastið byrja, tá ið reiðskapurin fer í sjógvin og endar, tá ið hann kemur umborð aftur á farið. Fiskifør, ið royna við línu ella gørnum, kunnu tó skráseta sambært blokk B fyri hvørt samdøgur undir einum.
Fráboðan um komu í havn, POR
§ 6. Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og siglir í havn, uttan at fara úr føroyskum sjógvi, skal senda fráboðan um komu í havn, POR. Fráboðanin um komu í havn skal hava upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 4.
Stk. 2. Fráboðan, sambært stk. 1, skal sendast í minsta lagi 2 tímar frammanundan komu í havn. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er umborð.
Stk. 3. Um fiskifar, sambært stk. 1, siglir úr havn fyri at fara úr føroyskum sjógvi, uttan ætlanir um at byrja fiskiskap aftur í føroyskum sjógvi, er ikki neyðugt at senda fleiri fráboðanir.
Fráboðan um at sigla úr havn, DEP
§ 7. Fiskifar, sambært § 1, sum siglir úr føroyskari havn við ætlan um at fara til fiskiskap í føroyskum sjógvi, skal senda fráboðan um at sigla úr havn, DEP. Fráboðanin skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 5.
Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast í seinasta lagi 2 tímar eftir, at farið er úr havn, og altíð áðrenn fiskiskapurin byrjar. Fráboðanin skal sendast uttan mun til, um fiskifarið hevur lagt veiðu upp ella ikki.
Fráboðan um, at fiskiskapur endar, COX
§ 8. Fiskifar, sambært § 1, sum gevst at fiska og ætlar sær at sigla úr føroyskum sjógvi, skal senda fráboðan um, at fiskiskapur endar, COX. Fráboðanin skal hava upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1. og 6.
Stk. 2. Fráboðanin, sambært stk. 1, skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn siglt verður úr føroyskum sjógvi. Fráboðan skal altíð sendast, áðrenn fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON, sambært § 9, er send.
Fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON
§ 9. Fiskifar, sambært § 1, sum sambært aðrari kunngerð er álagt at sigla til eftirlitsstað, tá siglt verður í føroyskan sjógv ella úr føroyskum sjógvi, skal sigla til eitt av teimum í skjali 4 nevndu eftirlitsstøðum, og senda fráboðan hesum viðvíkjandi, CON.
Stk. 2. Fráboðanin, CON, sambært stk. 1, skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1 og 7, og skal sendast sambært teimum tíðarfreistum, sum eru ásettar í kunngerðini, sum áleggur fiskifarinum at sigla til eftirlitsstað.
Stk. 3. Fiskifar, sum landar í føroyskari havn, skal tó ikki boða frá sambært stk. 1.
Stk. 4. Fiskifar, sum eftir fráboðan sambært stk. 1 fær boð frá Vørn um at sigla beinleiðis á fiskileið ella úr føroyskum sjógvi, skal tó ikki sigla til eftirlitsstað sambært stk. 1.
Fráboðan um umskiping og móttøku av veiðu, TRA
§ 10. Fiskifar, sambært § 1, við loyvi at umskipa, sum skal lata veiðu, skal senda fráboðan um umskiping av veiðu, TRA. Fráboðanin skal sendast, í seinasta lagi 24 tímar, áðrenn umskipingin kann fara fram.
Stk. 2. Far, sambært § 1, við loyvi at taka ímóti veiðu, sum skal taka ímóti veiðu frá fiskifari, skal senda fráboðan um móttøku av veiðu, TRA. Fráboðanin skal lastast í seinasta lagi 1 tíma eftir, at veiðan er umskipað.
Stk. 3. Fráboðanin, TRA, sambært stk. 1 og 2, skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 2, nr. 1. og 8.
Váttan fyri móttøku av fráboðan, RET
§ 11. Móttøka av fráboðanum eftir hesi kunngerð verður sjálvvirkandi váttað við einari talgildari váttanarfráboðan, RET. Um fráboðanin er rætt fráboðað, verður hon harafturat váttað sum góðkend, ACK. Um fráboðanin ikki sjálvvirkandi verður váttað ella ikki kann góðkennast, verður sjálvvirkandi fráboðan send um, at fráboðanin ikki kann góðkennast, NAK. Fráboðanin, RET, skal innihalda upplýsingar, sum nærri ásett í skjali 7.
Stk. 2. Fráboðanir, sambært hesi kunngerð, eru ikki móttiknar, fyrr enn fráboðanin er góðkend við afturmeldingini ACK.
Rættingar og afturtøkur av fráboðanum
§ 12. Til ber at rætta fráboðan sambært § 5, DCA. Til ber einans at rætta í fráboðanini til kl. 12:00 UTC dagin eftir, at fráboðanin varð send. Tað ber ikki til at rætta fráboðanina eftir, at fráboðan um, at fiskiskapur steðgar, COX, er send, ella eftir, at fráboðan um komu í havn, POR, er send.
Stk. 2. Til ber at taka aftur fráboðanir sambært § 4, COE, § 6, POR, § 7, DEP, § 8, COX, § 9, CON og § 10, TRA, við at senda nýggja fráboðan við frámerki um afturtøku. Frámerki um afturtøku merkir, at fyrra fráboðanin verður strikað. Fráboðanin um afturtøku skal hava sama fráboðanarnummar, RN kodu, sum fráboðanin, sum ætlanin er at taka aftur, hevur. Síðan verður nýggj fráboðan send við nýggjum fráboðanarnummari.
Stk. 3. Til ber einans at taka aftur ella rætta fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE, sambært § 4, áðrenn komið er inn í føroyskan sjógv. Til ber einans at gera rættingar um veiðinøgd, OB.
Stk. 4. Til ber einans at taka aftur fráboðan um komu í havn, POR, sambært § 6, áðrenn komið er í havn.
Stk. 5. Til ber einans at taka aftur fráboðan um at sigla úr havn, DEP, sambært § 7, áðrenn fiskiskapurin byrjar.
Stk. 6. Til ber einans at taka aftur fráboðan um, at fiskiskapur steðgar, COX, sambært § 8, áðrenn siglt verður úr føroyskum sjógvi.
Stk. 7. Til ber einans at taka aftur fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON, sambært § 9, áðrenn komið er til eftirlitsstaðið.
Stk. 8. Til ber einans at taka aftur fráboðan um umskiping og móttøku av veiðu, TRA, sambært § 10, áðrenn umskipingin er byrjað.
Tekniskt brek
§ 13. Um tekniskt brek er á útgerð, sambært § 2, skal Vørn hava boð um støðuna, sum síðani samskiftir um fráboðanir við viðkomandi flagglandsmyndugleika sambært avtalu millum londini.
Stk. 2. Farið kann ikki byrja nýggjan túr, fyrr enn útgerðin, sambært § 2, aftur er virkin.
Revsing
§ 14. Brot á §§ 2-5, § 6, stk. 1 og 2, §§ 7-10 og § 13, stk. 2 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóggávu.
Stk. 2. Er brotið framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.
Gildiskoma
§ 15. Kunngerðin fær gildi fyri fiskifør undir norskum flaggi, sum fiska í føroyskum sjógvi, dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kunngerðin fær gildi fyri fiskifør undir íslendskum flaggi, sum fiska í føroyskum sjógvi, 1. juli 2017.
Fiskimálaráðið, 28. mars 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Yvirlit yvir fráboðanarsløg
Slag av fráboðan | Koda | Frágreiðing |
Fiskiskapur byrjar | COE | Fráboðan um veiðu umborð, áðrenn komið verður í føroyskan sjógv |
Daglig veiða og virksemi í hesum sambandi | DCA | Fráboðan við nágreiniligum upplýsingum um dagligu veiðuna |
Sigla í havn | POR | Fráboðan um, at farið siglir í føroyska havn |
Sigla úr havn | DEP | Fráboðan um, at farið siglir úr føroyskari havn og heldur á at fiska |
Veiða við enda | COX | Fráboðan um nøgd av veiðu umborð, og at farið gevst at fiska og siglir úr føroyskum sjógvi |
Sigla til eftirlitsstað | CON | Fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, áðrenn siglt verður í føroyskan sjógv á fiskileið ella úr føroyskum sjógvi |
Umskiping | TRA | Fráboðan um, at farið ætlar at lata ella taka ímóti veiðu |
Afturmelding | RET | Váttan um, at fráboðanin er send. Ein fráboðan er ikki móttikin hjá eftirlitsmyndugleikanum, fyrr enn skipið hevur móttikið váttan um, at fráboðanin er góðkend “ ACK”. |
Skjal 2
Fráboðanir
1) Upplýsingar og uppseting av dátum, sum verða nýttar í samskiftinum millum fiskiveiðieftirlitsmyndugleikar (FMC)
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Frágreiðing: |
Upplýsingar, sum flagglandið hjá fiskifarinum gevur, tá ein fráboðan verður send víðari til Vørn | |||
Frá | FR | K | Landakodan hjá partinum, sum sendir fráboðan (sí skjal 3) |
Nummar á fráboðan | RN | K | Einstaka fráboðanarnummarið |
Dagseting fyri fráboðan | RD | K | UTC dagseting av fráboðan frá FMC (YYYYMMDD) |
Tíðaráseting fyri fráboðan | RT | K | UTC tíðaráseting av fráboðan frá FMC (HHMM) |
Nummarið á fyrru fráboðanini | RX | K | Um ein fráboðan verður rættað ella strikað, skal nummarið á viðkomandi fráboðan skrivast í henda teig |
FMC frámerki | FM | K | FMC frámerki, sum lýst í avtaluni landanna millum |
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Adressa | AD | K | Adressukoda FRO |
Kallimerki | RC | K | Altjóða kallimerki hjá viðkomandi fari |
Dagseting fyri fráboðan | DA | K | UTC dagseting av fráboðan frá FMC (YYYYMMDD) |
Tíðaráseting fyri fráboðan | TI | K | UTC tíðaráseting av fráboðan frá FMC (HHMM) |
Skipari | MA | K | Navn á skipara |
Raðnummar | SQ | K | Raðnummar á fráboðan frá fari til flagglandið í viðkomandi álmanakkaári |
Slag av fráboðan | TM | K | Slag av fráboðan lýst í 3-stavskodu (sum lýst í skjali 1) |
2) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar, COE
Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikarnar
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Frágreiðing: |
Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini | |||
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Slag av fráboðan | TM | K | Slag, “COE” |
Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan | |||
Breiddarstig | XT | K | Breiddarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) |
Longdarstig | XG | K | Longdarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) |
Veiða umborð, slag, rund vekt | OB | K | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO koda (SN). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. (WT) |
Mett breiddarstig | LT | K | Breiddarstig, har ætlanin er at byrja fiskiskap, í desimalum (WGS84) |
Mett longdarstig | LG | K | Longdarstig, har ætlanin er at byrja fiskiskap, í desimalum (WGS84) |
Mett dagfesting | PD | K | Dagfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (YYYYMMDD) |
Mett tíðarfesting | PT | K | Mett UTC tíðarfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (HHMM) |
Beinleiðis veiða | DS | K | Fiskaslagið, sum ætlanin er at veiða, lýst í FAO slagkodu (bert ein koda) |
Øki | RA | V | ICES øki, har ætlanin er at byrja fiskiskap |
3) Fráboðan um veiðu og virksemi í hesum sambandi, DCA
Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Viðmerking: |
Blokk A |
|
| Hesin partur inniheldur upplýsingar fyri allan dagin |
Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini | |||
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Slag av fráboðan | TM | K | Slag, “DCA” |
Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan | |||
Virksemi | AC | K | Virksemi skipsins (Kodur – sí skjal 6). REL skal nýtast fyri før, ið pumpa úr reiðskapi hjá øðrum fari. SET skal nýtast av førum, ið fiska við gørnum ella línu, tá førini seta. Blokkur B er ikki kravt, um virksemið er ANC, DRI, STE ella SET. |
Makkari | PA | K1) | Kallimerki á makkara, tá ið talan er um partroling |
Blokk B |
|
| Hesin partur inniheldur upplýsingar fyri hvørt einstakt hál, setu ella kast |
Blokk dagfesting | BD | K | UTC dagfesting fyri byrjan av hálinum, setuni ella kastinum (YYYYMMDD) |
Blokk tíðarfesting | BT | K | UTC tíðarfesting fyri byrjan av hálinum, setuni ella kastinum (HHMM) |
Breiddarstig við byrjan | LT | K | Breiddarstig, við byrjan av fiskiskapi, í desimalum (WGS84) |
Longdarstig við byrjan | LG | K | Longdarstig, við byrjan av fiskiskapi, í desimalum (WGS84) |
Byrjanarøki | ZO | K | Zone of (LT /LG) (ISO-3 landakoda fyri Føroyar, Noreg og Ísland ) |
Slag av troli | GS | K2) | 1 = trol 2 = dupult trol 3 = trídupult trol ella fleiri |
Fiskireiðskapur | GE | K | FAO reiðskapskoda |
Reiðskapsbrek | GP | K3) | 1 = einki á/í 2 = net er skrædnað 3 = sprongt trolið 4 = hol á trolposa 5 = mistur reiðskapur 6 = annað |
Breiddarstig við enda | XT | K | Breiddarstig við enda á háli, setu ella kasti í desimalum (WGS84) |
Longdarstig við enda | XG | K | Longdarstig við enda á háli, setu ella kasti í desimalum (WGS84) |
Tíðarlongd | DU | K | Longd á fiskiatgerð í minuttum |
Pumpa frá | TF | K4) | Kallimerki á farinum, ið pumpað verður frá |
Fiskiatgerð (nøgd av nýttum reiðskapi) | FO | K5) | Samlað tal av húkum ella samlað longd av gørnum, ið er sett. |
Undirslag | SS | K6) | Undirslag (subspecies) sambært skjali 5. |
Fiskaslag í rundari vekt | CA | K | Samlað fiskað nøgd í rundari vekt, sum er fiskað í fiskiatgerðini (íroknað undirmálsfisk). FAO slagkoda (SN). Rund vekt í kilogram (WT). |
4) Fráboðan um komu í havn, POR
Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Viðmerking: |
Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini | |||
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Slag av fráboðan | TM | K | Slag, “POR” |
Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan | |||
Nøgd av veiðu umborð greinað á fiskaslag og vekt | OB | K | Nøgd av veiðu umborð greinað á fiskaslag í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) |
Nøgd av landaðari ella ikki landaðari veiðu greinað á fiskaslag og vekt | KG | K | Nøgd av veiðu greinað á fiskaslag (íroknað undirmálsfisk). FAO slagkoda (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) |
Havn | PO | K | Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) |
Landingarstað | LS | K7) | Navn á keypara ella aðrar upplýsingar, ið lýsa júst hvar á havnarlagnum, landað verður (ikki meiri enn 100 stavilsi) |
Mett dagseting | PD | K | Mett dagseting fyri komu í havn (YYYYMMDD) |
Mett tíðarfesting | PT | K | Mett UTC tíðarfesting fyri komu í havn (HHMM) |
5) Fráboðan um at sigla úr havn , DEP
Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Viðmerking: |
Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini | |||
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Slag av fráboðan | TM | K | Slag, “DEP” |
Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan | |||
Havn | PO | K | Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) |
Dagfesting fyri fráferð | ZD | K | UTC dagfesting fyri fráferð úr havn (YYYYMMDD) |
Tíðarfesting fyri fráferð | ZT | K | UTC tíðarfesting fyri fráferð úr havn (HHMM) |
Veiða umborð | OB | K | Nøgd av veiðu umborð við fráferð. FAO slagkoda (SN) í rundari vekt í kilogram (WT) |
Virksemi fyri farið | AC | K | Hvat slag av virksemi, ið farið ætlar at fara undir “Høvuðsvirksemi hjá farinum”, sum lýst í skjali 6 |
6) Fráboðan um, at fiskiskapur endar, COX
Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Viðmerking: |
Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini | |||
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Slag av fráboðan | TM | K | Slag, “COX” |
Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan | |||
Nøgd umborð greinað á fiskaslag í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) | OB | K | Nøgd umborð greinað á fiskaslag í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT)) |
Havn | PO | V | Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) |
7) Fráboðan um at sigla til eftirlitsstað, CON
Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Viðmerking: |
Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini | |||
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Slag av fráboðan | TM | M | Slag, “CON” |
Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan | |||
Eftirlitsstað | CP | M | Navn á eftirlitsstaði, sí skjal 4 |
Breiddarstig | XT | K | Breiddarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) |
Longdarstig | XG | K | Longdarstig, tá sent verður, við desimalum (WGS84) |
Mett dagfesting | PD | M | UTC dagfesting, tá ið skipari væntar av vera á eftirlitsstaðnum (YYYYMMDD) |
Mett tíðarfesting | PT | M | UTC tíðarfesting, tá ið skipari væntar av vera á eftirlitsstaðnum (HHMM) |
8) Fráboðan um umskiping, TRA
Uppseting á fráboðanunum, sum verða sendar millum fiskiveiðimyndugleikar
Dátulutur: | Koda: | Kravt / Valfrítt | Viðmerking: |
Upplýsingar, sambært skjali 2, nr. 1, sum verða sendar saman við fráboðanini | |||
Upplýsingar, sum skiparin sendir til eftirlitsmyndugleikan í flagglandinum, og sum verða sendar víðari til Vørn: | |||
Slag av fráboðan | TM | K | Slag, “TRA” |
Dátulutirnir niðanfyri eru serstakir fyri hetta slag av fráboðan og skulu fyllast út av skiparanum og sendast til fiskiveiðieftirlitsmyndugleikan | |||
Veiðinøgd umborð | OB | K | Veiðinøgd umborð flokkað eftir fiskasløgum í FAO kodu (SN) og í rundari vekt í kilogram (WT) |
Nøgd á landaðari ella ikki landaðari veiðu greinað á fiskaslag og vekt | KG | K | Veiðinøgd flokkað eftir fiskasløgum (íroknað undirmálsfisk). FAO slagkoda (SN). Veiðan skal gerast upp í rundari vekt í kg. (WT) |
Breiddarstig | XT | Breiddarstig, tá fráboðanin verður send, við desimalum (WGS84) | |
Longdarstig | XG | K9) | Longdarstig, tá fráboðanin verður send, við desimalum (WGS84) |
Mett dagfesting | PD | K10) | Mett UTC dagfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (YYYYMMDD) |
Mett tíðarfesting | PT | K11) | Mett UTC tíðarfesting, tá ætlanin er at byrja fiskiskap (HHMM) |
Umskipað til | TT | K12) | Kallimerkið hjá móttakaraskipinum |
Tikið ímóti frá | TF | K13) | Kallimerkið hjá skipinum, sum letur veiðu |
Havn | PO | K14) | Havnarkoda (ISO alpha-2 landakoda + 3-stavilsis havnarkoda) grundað á UN/LOKODA (the United Nations Code for Trade and Transport Locations) |
Skjal 3
ISO-3 landakoda
Øki | ISO-3 Landakoda |
Íslendskt øki | ISL |
Norskt búskaparøki | NOR |
Fiskiverndarøkið við Svalbard | XSV |
Fiskiverndarøkið við Jan Mayen | XJM |
Økið við Svalbard | XSI |
Skagerakk | XSK |
ES sjógvur | XEU |
Russiskt øki | RUS |
Grønlendskt øki | GRL |
Føroyskt øki | FRO |
NEAFC skipanarøkið | XNE |
NAFO skipanarøkið | XNW |
CCAMLR skipanarøkið | XCA |
Skjal 4
Listi yvir føroysk eftirlitsstøð
Navn á eftirlitsstøðum | Knattstøður |
ALPHA | 62°00'N - 005°30'V |
BRAVO | 60°45'N - 006°30'V |
CHARLIE | 62°00'N - 008°30'V |
DELTA | 62°45'N - 007°30'V |
ECHO | 60°15'N - 006°30'V |
Skjal 5
Listi yvir undirheiti á fiskasløgum at nýta í SS teiginum í DCA-fráboðanini
Undirheitiskoda | Slagkoda | Navn | Vísindaligt navn |
FRO01 | NSI | Norðhavssild | Clupea harengus
|
FRO02 | HSI | Heystgýtandi sild | Clupea harengus
|
Skjal 6
Høvuðsvirksemi hjá skipinum
Koda | Allýsing |
ANC | Liggja fyri akker |
DRI | Liggja og reka |
FIS | Fiska* |
GUD | Verjuskip |
HAU | Hála |
PRO | Framleiða |
REL | Pumpa veiðu úr reiðskapi hjá øðrum fiskifari |
SCR | Rannsóknarferð |
SET | Seta reiðskap |
STE | Í sigling |
TRX | Umskipa |
INW | Kroka/liggja fyri veður |
SEF | Leita eftir fiski uttan at fiska |
OTH | Annað |
*Høvuðsvirksemi í DCA-fráboðan er altíð FIS, um farið tekst við fiskiskap.
Skjal 7
Móttøkufráboðan, RET
Snið at nýta í samskifti millum fiskiveiðieftirlitsmyndugleikar, FMC
Data Element: | Code: | Kravt/valfrítt | Frágreiðing: |
Móttøkustað, adressa | AD | K | Alpha-3 ISO landakoda hjá móttakarastaði |
Avsendari | FR | K | Alpha-3 ISO landakoda hjá avsendara av afturmeldingfráboðan |
Kallimerki | RC | K | Kallimerki á farinum, sum fráboðanin snýr seg um |
Raðnummar | SQ | K 15) | Raðnummar á fráboðan frá farinum í viðkomandi álmanakkaári |
Slag av fráboðan | TM | K | Fráboðanarslag: “RET” fyri móttøkufráboðan |
Støða fyri móttøku | RS | K | Koda, sum vísir, um fráboðanin er góðkend (ACK) ella ikki góðkend (NAK) |
Feilkoda | RE | K 16) | Nummar, sum vísir slag av feilkodu |
Nummar á undanfarnari fráboðan | RX | K17) | Nummar, sum er tikið úr undanfarnu fráboðan |
Nummar tikið úr móttiknu fráboðan | RN | K | Nummar, sum er tikið úr fráboðan |
Dagfesting | DA | K | UTC dagfesting fyri móttøkufráboðan (RET) (YYYYMMDD) |
Tíðarfesting | TI | K | UTC tíðarfesting fyri móttøkufráboðan (RET) (HHMM) |
Viðmerking | MS | V | Viðmerking, sum er valfrítt at leggja afturat |
1) Bert krav, um talan er um partroling.
2) Bert kravt fyri trolfiskiskap.
3) Bert kravt, um tað eru trupulleikar.
4) Bert kravt, tá pumpað verður frá øðrum fiskifari.
5) Bert kravt fyri fiskiskap við gørnum ella línu.
6) Bert kravt, um dátuluturin AC er FIS og veiðan FIS inniheldur nakað av sløgunum, sum eru lýst í skjali 5.
7) Bert kravt, um landað verður.
8) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan.
9) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan.
10) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan.
11) Valfrítt í fráboðan sum móttakandi skip senda eftir umskipan.
12) Bert krav í fráboðan frá skipinum sum letur veiðu.
13) Bert krav í fráboðan frá skipinum sum tekur ímóti veiðu.
14) Krav fyri skipið sum letur, um umskipað verður við land.
15) Einans krav, um SQ er latið fyri fráboðanina frá farinum.
16) Einans krav, um tað eru villur í móttiknu fráboðanini.
17) Einans krav, um RX er latið fyri móttiknu fráboðanina.