29. mars 2017Nr. 30
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
(Broytt kvota sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska)
§ 1
Í kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2016 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 24. februar 2017, verður í § 2, stk. 1 “184.330 tons” broytt til: “255.807 tons”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 29. mars 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)