Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. mars 2017Nr. 31
Kunngerð um broyting í kunngerð um undantak frá eftirlønarlógini fyri persónar, ið arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan
(Treytir fyri frítøku o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 165 frá 19. desember 2013 um undantak frá eftirlønarlógini fyri persónar, ið arbeiða uttanlands hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Stk. 6. Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður einans roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn við leypandi útgjaldingum.”
2. § 1, stk. 7 verður strikað.
3. Í § 2, stk. 1 verður “lívrentan er inngoldin til eftirlønarveitara” broytt til: “eftirlønarinngjald er latið eftirlønarveitara”.
4. Í § 2, stk. 3 verður “inngjald til lívrentu” broytt til: “eftirlønarinngjald fyri árið frammanundan, umframt møguligar salduupplýsingar”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 28. mars 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)