Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. mars 2017Nr. 32
Kunngerð um broyting í kunngerð um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin
§ 1
Í kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 um eyðmerking og fráboðan av fíggjarkontum við tilknýti til útheimin, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 14 verður orðað soleiðis:
“§ 14. Máliskan Meginbanki merkir ein stovnur í einum Rættardømi, sum sambært lóg ella almennari góðkenning er evsti myndugleiki eftir sjálva stjórnina, og sum gevur út løgskjøl, sum verða sett í umfar sum gjaldoyra. Hesin bankin kann vera ein stovnur, sum er sundurskildur frá stjórnini, uttan mun til um rættardømið heilt ella lutvíst eigur hann.”
2. § 19, stk. 2 verður strikað.
3. § 39, stk. 2 verður strikað.
4. Í § 54, stk. 1 verður eftir “hesum” sett: “, uttan so at tann Fráboðandi fíggjarligi stovnurin:
1) einans bókar Kontur, sum eru undantiknar,
2) er eitt dótturfelag, sum ein sovorðin Fráboðandi fíggjarligur stovnur eigur einsamallur, og sum ikki bókar aðrar Fíggjarligar kontur enn ognarlutirnar hjá hesum stovni, ella
3) er ein Íløgueind, har øll eginogn og skuld er fevnd av § 21, stk. 1, nr. 3, 2. pkt.”
5. Í § 102, stk. 2 verður aftan á “Fráboðandi fíggjarligur stovnur” sett: “, sum skal skrásetast eftir § 54”.
6. § 106, stk. 1-3 verða orðað soleiðis:
“Persónar, sum fráboðast skal um, skulu upplýsa føroyskt p-tal ella v-tal fyri tí fráboðanarskylduga at nýta í sambandi við fráboðanina. 1. pkt. er eisini galdandi fyri Eindir við Persónum við ræði, sum eru Persónar, sum fráboðast skal um.
Stk. 2. Í fyrsta umfari verður p-talið upplýst. Hevur viðkomandi ikki p-tal, verður v-talið upplýst.
Stk. 3. Fyri feløg, grunnar, felagsskapir, deyðsbúgv og líknandi, sum hvørki hava p-tal ella v-tal, verður annaðhvørt latið p-talið hjá formanninum ella hjá øðrum persóni, sum hevur rætt at virka vegna Eindina ella Persónin, sum fráboðan skal latast um.”
7. Skjal 1 til kunngerð nr. 11 frá 19. februar 2016 verður orðað sum ásett í skjali 1.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 28. mars 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Hesi lond verða mett sum Luttakandi rættardømir frá álmanakkaárinum 2016 at rokna:
1) Anguilla 2) Argentina 3) Barbados 4) Belgia 5) Bermuda 6) British Virgin Islands 7) Bulgaria 8) Cayman Islands 9) Curacao 10) Danmark 11) Estland 12) Finnland 13) Frakland 14) Gibraltar 15) Grikkaland 16) Grønland 17) Guernsey 18) India 19) Isle of Man 20) Italia 21) Írland 22) Ísland 23) Jersey 24) Kekkia 25) Kolumbia 26) Korea
| 27) Kroatia 28) Kypern 29) Letland 30) Liechtenstein 31) Litava 32) Luxembourg 33) Malta 34) Meksiko 35) Montserrat 36) Niðurlond 37) Niue 38) Noreg 39) Portugal 40) Póland 41) Rumenia 42) San Marino 43) Seychelles 44) Slovakia 45) Slovenia 46) Spania 47) Stóra Bretland 48) Suður Afrika 49) Svøríki 50) Turks & Caicos Islands 51) Týskland 52) Ungarn
|
Hesi lond verða mett sum Luttakandi rættardømir frá álmanakkaárinum 2017 at rokna:
1) Albania 2) Andorra 3) Antigua & Barbuda 4) Aruba 5) Avstralia 6) Belize 7) Brasilia 8) Cook Islands 9) Costa Rica 10) Eysturríki 11) Ghana 12) Grenada 13) Indonesia 14) Ísrael 15) Japan 16) Kanada 17) Kili
| 18) Kina 19) Kuwait 20) Malaisia 21) Marshall Islands 22) Mauritius 23) Monako 24) Nauru 25) New Zealand 26) Rusland 27) Saint Kitts & Nevis 28) Saint Lucia 29) Saint Vincent & the Grenadines 30) Samoa 31) Saudi Arabia 32) Schweiz 33) Sint Maarten 34) Uruguay
|
Landsstýrismaðurin kunngerð á hvørjum ári í seinasta lagi 1. apríl dagførda listan yvir Luttakandi rættardømir.
Listin verður eisini dagførdur á heimasíðuni www.taks.fo”