Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 20-04-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 34 frá 20. apríl 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

20. apríl 2018Nr. 34

Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018

(Kvota og atgongd í ES sjógvi)

§ 1

Í kunngerð nr. 194 frá 29. desember 2017 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 28. februar 2018, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “7.500 tons av kvotuni í ES sjógvi” broytt til: “kvotan í ES sjógvi”.

 

2.    Í § 4, stk. 4, 2. pkt. verður “15.672 tons” broytt til: “21.500 tons”.

 

3.    Í § 4, stk. 4, 3. pkt. verður “7.500 tonsini” broytt til: “10.000 tonsini”.

 

4.    Í § 5, stk. 1, 2. pkt. verður “, ES sjógvi” strikað.

 

5.    § 5, stk. 1, 3. pkt. verður strikað.

 

6.    § 5, stk. 2 verður strikað.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 20. apríl 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Rógvi Reinert (sign.)