Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 36 4. apríl 2017
Kunngerð um serliga skipað skúlatilboð
Við heimild í § 2, stk. 6 og § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 30. apríl 2015, í § 2, stk. 6 og § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 30. apríl 2015 og í § 2, stk. 5 og § 17, stk. 6 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 15. mai 2014 verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Serliga skipað skúlatilboð á miðnámi er eitt miðnámsskúlatilboð eftir loknan fólkaskúla, ið er ætlað teimum næmingum, sum eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini.
Útbúgvingartíð, bygnaður og innihald
§ 2. Vanliga útbúgvingartíðin til serliga skipað skúlatilboð er ásett til í mesta lagi fýra ár.
§ 3. Serliga skipað skúlatilboð verður lýst og útgreinað í námsskipan fyri tilboðið.
Stk. 2. Námsskipanin skal lýsa bygnað, samleika, endamál, tímatal, innihald, førleikamál, eftirmeting og próvtøku.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir námsskipan fyri serbreytina í rundskrivi.
Eftirmeting og serbreytarprógv
§ 4. Eftirmeting verður framd sambært námsskipanini og einstaklingslæruætlan.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger leist til einstaklingslærætlan.
§ 5. Eftir lokið skúlaskeið fær næmingurin serbreytarprógv við skjalprógvaðu førleikunum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger frymil til serbreytarprógv.
Upptøka
§ 6. Ein upptøkubólkur umboðandi útbúgvingarstovnin, Sernám og Almannaverkið viðger umsóknir til serliga skipað skúlatilboð á miðnámi.
Stk. 2. Upptøkubólkurin ger tilmæli til leiðara útbúgvingarstovnsins, ið tekur endaligu avgerðina um upptøku.
Stk. 3. Tilmælið frá upptøkubólkinum tekur støði í § 1 og í upptøkukrøvum, sum eru ásett í námsskipanini.
Starvsfólk
§ 7. Útbúgvingarkrøvini til starvsfólk á serbreytini er námsfrøðilig útbúgving eitt nú læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella hægri útbúgving innan sernámsfrøðiliga økið og hóskandi yrkisfakligar førleikar.
Gildiskoma
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja í skipanini skúlaárið 2016/2017 ella seinni.
Mentamálaráðið, 4. apríl 2017
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)