Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Almannamálaráðið
  • Útgávudagur: 19-01-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 4 frá 19. januar 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

19. januar 2018Nr. 4

Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum

(Tillaging av viðbót til fyritíðarpensjón)

§ 1

Í kunngerð nr. 150 frá 28. november 2017 um áset­ing og javning av almannaveitingum, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 2, stk. 3, nr. 2 verður “kr. 71.928,00” broytt til: “kr. 62.184,00”.

 

2.    Í § 2, stk. 3, nr. 4 verður “kr. 64.944,00” broytt til: “kr. 57.804,00”.

 

3.    Í § 2, stk. 4, nr. 2 verður “kr. 23.340,00” broytt til: “kr. 31.332,00”.

 

4.    Í § 2, stk. 4, nr. 4 verður “kr. 20.280,00” broytt til: “kr. 29.496,00”.

 

5.    Í § 2, stk. 5, nr. 2 verður “kr. 22.032,00” broytt til: “kr. 30.540,00”.

 

6.    Í § 2, stk. 5, nr. 4 verður “kr. 17.688,00” broytt til: “kr. 27.864,00”.

§ 2

Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við februar 2018.

Stk. 2. Árligu veitingarupphæddirnar í § 1, nr. 1-6 verða við útgjald í 2018  býttar við 12 og faldaðar við 11.

Stk. 3. Fyri stakan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum 23. desember 2017, tá løgtingslóg nr. 171 frá 20. desember 2017 um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum kom í gildi er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., er árliga viðbótin kr. 71.928,00.

Stk. 4. Fyri giftan fyritíðarpensjónist, ið hevur fingið tillutaða hægstu fyritíðarpensjón, og sum 23. desember 2017, tá løgtingslóg nr. 171 frá 20. desember 2017 um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum kom í gildi er búsitandi í Danmark ella í Grønlandi sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a. er árliga viðbótin kr. 64.944,00.

 

 

Almannamálaráðið, 19. januar 2018

 

Eyðgunn Samuelsen (sign.)

landsstýrismaður

/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)