Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. januar 2012Nr. 4
Kunngerð um avhending av skyldueintøkum til Landsbókasavnið í Søvnum Landsins
Við heimild í § 31 og § 32, stk. 1-3 í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn verður ásett:
§ 1. Skyldueintøk verða, sambært §§ 24 og 26 í lógini, avhend Føroya landsbókasavni.
Stk. 2. Avhendingin fer fram so hvørt ella við fyrstkomandi mánaðarbyrjan januar, mars, mai, juli, september, november eftir framleiðslu.
Stk. 3. Føroya landsbókasavn kann gera frávik frá stk. 1 og 2 og áseta aðrar tíðarfreistir.
Stk. 4. Gevst tann, ið skal avhenda tilfar, við virksemi sínum, skal skylduavhendingin latast inn alt fyri eitt.
§ 2. Føroya landsbókasavn varðveitir í minsta lagi eitt av sínum eintøkum á tryggum staði. Landsbókasavnið ger sjálvt av, hvussu hini eintøkini verða nýtt.
§ 3. Skyldueintøkini skulu vera soleiðis frágingin og merkt, at tað eyðsýniliga verður upplýst, hvat talan er um, og hvør avhendarin er.
Stk. 2. Skyldueintøkini skulu latast Føroya landsbókasavni fullfíggjað og óskalað. Húsar, kápur o.a., ið hoyrir til útgávuna, skulu fylgja við.
Stk. 3. Við avhendingini skal fylgja eitt fullfíggjað yvirlit í tveimum eintøkum, har upplýst verður, hvørji skyldueintøk verða avhend, í hvussu nógvum eintøkum og nær. Er talan um smáprent, sum t.d. faldarar og líknandi, er bert neyðugt at upplýsa tal. Yvirlitið skal síðani innihalda váttan um, at alt, ið eftir lógini og kunngerðini skal avhendast, er tikið við. Váttanin skal verða undirskrivað av tí, ið avhent hevur, ella øðrum í hansara stað.
Stk. 4. Er talan um útgávur, ið eru tøkar á netinum, skulu hesar fráboðast Føroya landsbókasavni so hvørt. Landsbókasavnið ger av, hvussu avhendingin í slíkum førum fer fram.
§ 4. Tá ið skyldueintøkini eru móttikin og gjøgnumgingin, sendir Føroya landsbókasavn tí, ið avhent hevur, kvittan fyri móttøkuna. Vantar eitthvørt, sendir landsbókasavnið áheitan um at fáa tað, ið vantar, sendandi.
Stk. 2. Verða avhendingarskyldug eintøk ikki útvegað landsbókasavninum, kunnu hesi verða keypt fyri rokning hjá tí, sum hevur avhendingarskylduna.
Stk. 3. Framleiðslu- og flutningskostnaðin av avhendingarskyldugum eintøkum ber útgevarin, sbr. § 29 í løgtingslóg um bókasøvn.
§ 5. Tilfar, ið kemur undir avhendingarskyldu, er ásett í fylgiskjali nr. 1.
§ 6. Í teimum førum har landsbókasavnið metir, at tað hvørki hevur mentanarligan ella granskingarligan týdning, at prentluturin o.a. verður goymdur, kunnu avhendu eintøkini verða beind burtur.
Stk. 2. Tilfar, ið ikki kemur undir avhendingarskyldu, er ásett í fylgiskjali nr. 1.
Stk. 3. Tilfar, ið er framleitt í Føroyum fyri útlendskan útgevara og við útlendskum marknaði fyri eyga, er ikki avhendingarskyldugt.
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 20. januar 2012
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Leivur Harryson (sign.)
Fylgiskjal 1
Avhendingarskylda
Prentað tilfar: | |||||
Avísir, árbøkur, bløð, bóklingar, bøkur, faldarar, ferðaætlanir,
| flogseðlar, framleiðslulýsingar framskorin kort, frágreiðingar, kort, leikskráir, lýsingar, myndir,
| nótar, plakatir, postkort, príslistar, roknskapir, skráir, sølutilfar, tíðarrit,
| o.a. líknandi tilfar, sum landsbókasavnið metir um. | ||
Mikroformútgávur: Mikrofiche og mikrofilmar.
| Fotografiskar útgávur: Dias, pappírsmyndir og punktskriftútgávur.
| Ljóðupptøkur: Fløgur, ljóðbond og plátur.
| Sjónbond: Filmbond, sjónbanda-diskar, sjónbond og spælifilmar.
| ||
Samansettar útgávur: Samansetingar av tveimum ella fleiri av omanfyri nevndu sløgum av útgávum. | |||||
Talgildar útgávur: Disklar, fløgur og útgávur, ið bert eru tøkar á netinum. | |||||
Tilfar, sum ikki kemur undir avhendingarskyldu: | |||||
Atgongumerki, brævbjálvar, brævpappír, edv-skráir, innbjóðingar, kortspæl, lutaseðlar, merkiseðlar, oyðubløð, pakkitilfar,
| peningaseðlar, serprent, skrivipappír, spæliplátur, steinprent og onnur eittblaðslistaverk, virðisbrøv, visittkort, | lokalar ellar aðrar serútgávur av tíðarritum og bløðum, ið hava sama tilfar, sum er í einum høvuðsblaði, o.a. líknandi tilfar, sum landsbókasavnið metir um. |
| ||