Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mai 1992Nr. 45
Kunngerð um brunaverju og brunatrygd, sum broytt við kunngerð nr. 88 frá 9. november 1999
Yvirlit
Kap I
1. Almennar ásetingar
2. Brunatøkniligar skiljingar
Kap II
3. Fráleikar
4. Eldverjuveggir og brunadeildarveggir
5. Rýmingarleiðir
6. Bjargingarviðurskifti
7. Húsalutir og klæðingar í brunaligum høpi
Kap III
8. Einbýlishús - sethús
9. Íbúðarhús í fleiri hæddum
10. Gistingarhús
11. Sjúkrahús og røktarheim o.a.
12. Samkomuhús
13. Undirvísingarhøli o.t.
14. Dagstovnar
15. Handlar og sølubygningar
16. Skrivstovuhøli o.t.
17. Ídnaðar og goymslubygningar í einari hædd
18. Bilhús
19. Landbúnaðarbygningar
Kap IV
20. Eldstaðir og skorsteinar o.a.
20.2. Eldstaðir
20.3. Samband millum eldstað og skorstein
20.4. Skorsteinar
21. Luftrásir
22. Innleggingar og veitingar
Kap V
23. Brunatøkniligar innleggingar
Kap VI
24. El-skipanir og -innleggingar
25. Eldstaðir til gass o.t.
Kap VII
26. Revsing
27. Undantaksloyvi
28. Kæra
29. Kunngerðin kemur í gildi
Við heimild í § 25 stk. 1 í løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a. hevur landsstýrið fyrisett:
I Kapittul
Almenn viðurskifti.
1. Skylda um byggimálsviðgerð.
Í sambandi við at kommunalur byggimyndugleiki veitir byggiloyvi, hevur hann skyldu til at gera eina meting av øllum byggimálum og seta tey krøv, ið neyðug eru at tryggja, at almennar ásetingar um brunatrygd verða fylgd. Er talan um eldhættislig virki o.a.m., sum koma undir reglurnar í § 21. stk. 1, í lógini skal kommunali byggimyndugleikin, áðrenn byggiloyvi verður givið, útvega sær loyvi frá Brunaumsjón landsins.
1.2. Almennar ásetingar.
1.2.-1 Allar byggingar skulu útinnast og innrættast á slíkan hátt og vera úr tílíkum tilfari, at tær geva nøktandi trygd fyri eldi, og at eldurin ikki breiðir seg á egnum grundøki, innanhýsis og til grannabyggingar. Byggingar skulu geva fólki, sum eru inni, góða trygd og góðar møguleikar at sleppa til rýmingar út, tá eldur er í. Góðar umstøður skulu vera at sløkkja eld og at bjarga fólkum út.
a. Byggingar skulu fremjast við atliti til ta nýtslu, teir eru ætlaðir til, soleiðis at ásetingar kunnu herðast, t.d. har talan er um bygningar, ið skulu nýtast av rørslutarnaðum, í sambandi við krøv um rýmingarleiðirnar, og har serligur eldhótti er.
1.2.-2 Viðvíkjandi bygningsflokkunum, sum eru greinaðir í ásetingunum í III kapittli verða krøvini í 1.2.-1 um brunatrygd vanliga roknað sum lokin, tá bygt og innrættað er sambært tí grein, sum hoyrir til tann ávísa bygningsflokkin.
1.2.-3 Bygningar, sum bygningsflokkingarnar í III kapittli ikki fevna um, skulu, í tann mun tað er sambærligt, lúka krøvini í teimum ávísu greinunum viðvíkjandi vídd á brunaeind, eldvanda, rýmingarviðurskiftum, sløkkingarmøguleikum o.ø.
1.2.-4 Byggingar, sum ikki koma undir greinirnar í III kapittli og ikki beinleiðis kunnu javnstillast við tær, skulu viðvíkjandi brunatrygdarligu krøvum, verða viðgjørdar sambært ásetingum frá Brunaumsjón landsins.
1.2.-5 Viðvíkjandi eld- ella spreingikvæmum virkjum, bygningum og goymslum, verður víst til løgtingslóg nr. 78 frá 12. juni 1986 um eldsbruna o.a.
1.2.-6 Ásetingarnar í kunngerðini eru galdandi fyri:
1) a. Nýggja bygging.
b. Umbygging av/ella bygging afturat húsum.
c. Broyting í innrætting ella nýtslu av bygging, sum er, og sum hevði komið undir hesi kunngerð, um hon var nýbygging.
d. Byggingar, sum eru, tá ið tær einstøku reglurnar beinleiðis heimila hetta.
2)
a. Fastar konstruktiónir og virki, sum eftir fyritreytunum í kunngerðini og í trygdarligum høpi, eru at skilja sum bygging.
b. Flytandi konstruktiónir, eitt nú tjøld, bátar, vognar ella tílíkt, tá ið nýtsla teirra sum bygging ikki bert er fyribils.
c. 1) Tangar, kranar, flutningsbrýr, pallar, áskoðarapallar, skýli og aðrar konstruktiónir, í tann mun tað er náttúrligt, tá ið hugsað verður um almennan tryggleika, skil, heilsu ella onnur viðurskifti, sum kunngerðin er ætlað at røkja.
3) Byggingar, sum eru, mugu ikki við broyting, um-/ella afturatbygging, hækkan ella á annan hátt verða broyttar, soleiðis at tær stríða ímóti galdandi reglum ella, um so skuldi verið, fara at stríða enn meira ímóti hesum reglum, enn tær longu gera.
4) Skulu byggingar, sum eru, verða umvældar ella broyttar so nógv, at øll byggingin yvirhøvur verður endurnýggjað (høvuðsumbygging), skal arbeiðið verða gjørt soleiðis, at byggingin sum mest samsvarar við tær reglur, ið galda fyri nýbygging. Bý- og bygda(r)ráð kunnu gera av, hvat ið metast skal at vera høvuðsumbygging.
2. Brunatøkniligar skiljingar.
2.-1 Brunatøkniligu merkingarnar um tilfarsflokkingar, bygningslutir o.a.:
DS 1028.2 um gjøgnumheilar (masivar) hurðar.
DS 1052.1 um brunatrekleika fyri húsalutir (tó ikki hurðar).
DS 1052.2 um brunatrekleika fyri hurðar.
DS 1057.1 um byggitilfar sum ikki brennur.
DS 1063.1 um tekningartilfar.
DS 1063.2 um gólváleggingartilfar.
DS 1065.1 um byggitilfar úr flokki A og B.
DS 1065.2 um klædning úr flokki 1 og 2.
– eru góðkendar sum lýst í skjali nr. 1.
2.-2 Hitastøðug mineralull og takljósplátur, ið lættliga bráðna, eru góðkendar sum lýst í skjali nr. 1.
2.-3 Slanguskáp, sum vatn altíð stendur til, er at skilja sum lýst í 23.2.-4 og í vegleiðing nr. 15 frá Brunaumsjón landsins.
2.-4 Ávaringarskipan er at skilja sum lýst í vegleiðing nr. 24 frá Brunaumsjón landsins.
2.-5 Sjálvvirkandi sprinklaraverja er eins og skipan, sum er gjørd, sýnað og røktað sambært reglunum í DS 431 viðvíkjandi sjálvvirkandi sprinklaraverju í bygningum, og sambært reglugerðum hjá Brunaumsjón landsins um sprinklaraverju. Sjálvvirkandi sprinklaraverja skal vera soleiðis háttað, at sløkkiliðið kann verða fráboðað.
2.-6 Innanhýsis rør til eldsløkkivatn, roykop, útgonguljós og neyðljós skulu vera sambært ásetingunum í 23. um brunatøkniligar innleggingar
2.-7 Sjálvvirkandi brunaávaringarskipan er skipan, sum er gjørd, kannað og hildin sambært reglugerðum um tílíkt, góðkendar av Brunaumsjón landsins. Sjálvvirkandi brunaávaringarskipan skal vera soleiðis háttað, at sløkkilið eisini kann verða fráboðað.
2.-8 Brunaeind er at skilja sum eitt ella fleiri rúm, ið eru skilað frá øðrum rúmum ella bygningum við húsalutum, sum svara í minsta lagi til BD- húsalut 60. Ein brunaeind kann í mesta lagi vera í tveimum hæddum.
2.-9 Brunadeild er at skilja sum ein ella fleiri brunaeindir, ið eru skilaðar frá øðrumdeildum ella bygningum við húsalutum, sum svara í minsta lagi til BS- húsalut 60.
2.-10 Brunanøgdin er øll hitanøgdin tilsamans, roknað í MJ pr. m2 gólv, frá øllum sum kann brenna, eitt nú vørur á goymslu, innbúgv, bygningslutir og tilfar.
2.-11 Á skjali nr. 1 eru dømi sýnd um bygningslutir, klædningar o.a., sum brunatrygdarliga í høvuðsheitum nøkta brunateknisku krøvini, ið kunngerðin setur.
II Kapittul
Felags ásetingar.
3. Fráleikar.
3.-1 Bygningar og partar av bygningum skulu í brunatrygdarligum sambandi, í minsta lagi móti grannaogn, øðrum bygningum á sama grundøki og móti miðjunum á gøtum og vegum, halda fráleikar sum fyriskrivað í hesi grein, sjálvt um aðrir fráleikar eru nevndir í byggisamtyktum.
3.-2 Fráleikar í hesi grein skulu mátast vatnrætt. Fráleiki er stytsta strekkið millum eini hús ella part av tí til grannamark ella aðra bygging á sama grundøki.
3.-3 Har bygningar eru nærri grannamarki, miðjuni á gøtum og vegum enn 2,5 m, skulu teir veggir, ið horva móti grannamarki og vegi gerast við eldverjuveggi sambært 4. um eldverjuveggir og brunadeildarveggir.
3.-4 Eldverjuveggir, ið eru t.d. bygdir í mark skulu tryggjast soleiðis, at eigari, hvørki heilt ella lutvíst, kann broyta ella taka hann niður, og at tað ikki verða framdar nakrar broytingar viðvíkjandi eldverjuvegginum uttan serstaka byggimálsviðgerð.
3.-5 Byggifráleikar skulu vera í minsta lagi sambært galdandi byggisamtyktum.
3.-6 Bygningar við klædningi ella tekju sum eldur lætt festir í, skulu vera minst 10 m burtur frá grannamarki, vegmiðju og øðrum bygningum.
3.-7 Takskegg, vindskeiðir, vindfang og tílíkir smáir partar av bygningi, gjørdir úr tilfari sum kann brenna, kunnu vera 2 m frá grannamarki og vegmiðju.
3.-8 Bygningar á sama grundstykki roknast sum ein bygningur viðvíkjandi sundurskilingum í brunaeindir og brunadeildir, tá fráleikin millum tveir bygningar er minni enn fráleikin samanlagdur, sum eigur at vera millum tílíkar bygningar.
4. Eldverjuveggir og brunadeildarveggir.
4.1. Útinning.
4.1.-1 Eldverjuveggur er veggur gjørdur í minsta lagi sum BS-veggur 120 og á slíkan hátt, at hann, tá eldur er í, varðveitir styrki, skap og støðufesti óbundin av teimum bygningslutum, hann annars er bygdur saman við og hann skal kunna verða standandi, sama um húsið øðrumegin við brennir ella verður tikið niður. (t.e. eisini óbundin av grannabygningum).
4.1.-2 Brunadeildarveggur er veggur gjørdur í minsta lagi úr BS- húsaluti 60 og er støðugur eins og ásett í -1.
4.1.-3 Eldverjuveggir og brunadeildarveggir skulu gerast minst 30 cm upp um tekju, ið er næst, mált vinkulrætt á tekjuna.
Kamburin skal vera úr sama tilfari, sum sjálvur veggurin er úr. Kamburin skal vera inndekkaður á haldgóðan og brunatryggan hátt.
4.1.-4 Brunadeildarveggir kunnu í staðin fyri brandkamb, eins og nevnt í -3. gerast við 1 m breiðari ál fram við vegginum (báðumegin) úr BD-húsaluti 60 ella 0,5 m breiðari ál úr BS-húsaluti 60. Eldverjandi bygningsluturin skal vera væl festur í veggin og næstu sperrurnar.
Byggjast skal tætt upp undir tekjuna, tekjupláturnar ella taksteinarnar.
4.1.-5 Krav um brandkamb sambart -3. og -4. á brunadeildarveggi í húsum við kjallara og einari hædd kann verða slept.
4.1.-6 Tekja, ið horvir móti grannamarki, vegmiðju ella miðju á gøtu skal ikki hella meiri móti markinum, enn at hon er minst 2,5 m frá markinum, mált vatnrætt ovast á brandkambinum. Er eingin brandkambur ella fráleikin ikki nóg stórur, skal takkonstruktiónin gerast í minsta lagi sum BD-bygningslutur 60 til 2,5 m í minsta lagi frá grannamarkinum.
4.1.-7 Eldverjuveggir og brunadeildarveggir skulu, har teir ganga inn í útveggir úr BS-konstruktión, verða samanbygdir við teir. Har teir ganga inn í útveggir úr BD-konstruktión, skulu eldverjuveggir og brunadeildarveggir byggjast tætt út til innsíðuna á húsaklædninginum.
4.1.-8 Syllar, lektir, stólpar ella tílíkt, ið verður lagt uppat ella framvið einum eldverjuveggi ella brunadeildarveggi, skal vera minst 23 cm frá vegginum mótsettu megin. Hesin fráleiki kann verða settur til 11 cm, tá talan er um endatræ á langbitum, undirsløgum, sperrum og tílíkum. Millum tílíkan stórvið, ið verður bygdur inn í ein felags eldverjuvegg ella brunadeildarvegg hvør sínu megin frá, skal eisini vera 11 cm. Lektir kunnu leggjast tvørtur yvir brunadeildarvegg, sum ikki hevur brandkamb. Millum lektirnar skal vera tilfar sum liggur fast og trygt og sum ikki kann brenna.
4.1.-9 Skorsteinar, luftrásir, rør og aðrar veitingar mugu ikki byggjast inni í eldverjuveggir og brunadeildarveggir á slíkan hátt, at sjálvur veggurin ikki til fullnar heldur kravið um brunamótstøðu og brunatrygd.
4.2. Op í eldverjuveggi og brunadeildarveggi.
4.2.-1 Op í eldverjuveggi kunnu einans verða gjørd við serligum loyvi, og tá í mesta lagi undir hesum treytum:
a) Op til luftrásir í útveggi í mesta lagi 600 cm2 stór við sínamillum fráleika uppá minst 1,5 m. Í opunum skulu vera faststoyptar ristir, úr tilfari sum ikki kann brenna, og ikki bráðnar tá hitin verður í minsta lagi 850oC. Ristin skal annars ikki kunna latast upp.
b) Ljósop í útveggi, í mesta lagi 0,5m2 stórt, við 0,6 m sínamillum fráleika fjalt og tætt við í minsta lagi t.d. føstum innstoyptum, krossarmeraðum, minst 6 mm tjúkkum, tráðglasi ella innmúraðum “glasbyggisteini“ (F-húsalutur 30).
c) Hurðaop í mesta lagi 1 m breitt og 2,3 m høgt afturlatið og tætt við í minsta lagi BS-hurð 60.
d) Op til kaðlar skulu í hvørjum einstøkum føri gerast heilt tøtt og brunatrygg millum brunadeildir.
4.2.-2 Op í brunadeildarveggjum og í skilagólvum skulu vera afturlatin og tætt við hurð ella tílíkum í minsta lagi sum BD-hurð 60. Op til kaðalveitingar og luftrásir og aðrar veitingar skulu vera afturlatin og tætt, soleiðis at brunadeildarveggurin ikki missir brunatrygdarligar eginleikar.
4.3. Eldspjaðandi forðingar.
4.3.-1 Um vandi er fyri at eldur kann breiða seg – tá nøktandi fráleiki ikki er millum brunadeildir, t.d. har hús eru samanbygd soleiðis, at tað inni í hornagripa, har eisini brunadeildarveggur er – skal útveggur í gripanum gerast sum í minsta lagi BS-húsalutur 60, soleiðis at eldur kann ikki breiða seg yvir í minsta lagi 2,5 m næst brunadeildarvegginum.
4.3.-2 Um bygningur báðumegin brunadeildarvegg er í ymiskum hæddum, skal takið yvir lægra partinum vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 60 uttan op minst 5 m frá hægra partinum. Hetta er ikki galdandi, um hægri bygningur hevur vegg við ongum opi og hann er úr BS-húsaluti 60 yvir lægra partinum.
4.4. Trygging og merking.
4.4.-1 Eldverjuveggir bygdir um mark og sum eru felags, skulu tryggjast soleiðis, at eigarar, hvørki heilt ella lutvíst, beina burtur ella broyta hann á nakran hátt, uttan at eigararnir eru samdir og brunamyndugleikarnir hava givið serstakt loyvi. Treytir viðvíkjandi felags eldverjuveggi skulu tinglýsast á avvarðandi ognum, áðrenn bygt verður.
4.4.-2 Um samanbyggingar gera, at eldverjuveggur ikki sæst uttan á bygningum, kunnu krøv verða sett um merki, sum kunnu vísa t.d. sløkkiliðsfólki, hvar veggurin er. Tílíkar merkingar skulu vera sambært DS 734 um trygdarskelti.
5. Rýmingarleiðir.
5.1. Almennar ásetingar.
5.1.-1 Rýmingarleiðir eru gangir, gonguøki og trappur, sum tryggja at fólk inni í bygningum, í skundi kunnu koma sær til trygt stað niðri á lendi uttandura og haðani sleppa burtur. Lyfta, rullutrappa og tílíkt eru ikki rýmingarleiðir.
5.1.-2
a) Til og frá lendi ella túni, skal um úthurð verða gongt til og frá íbúðareind heilsu-, virkis-, undirvísingar- og skrivstovubygningum o.t. eftir skráum ella hallandi gólvi. Har tað ikki ber til at gera gólv og tún við halli kunnu gerast trappur.
b) 1) Atkomu- og rýmingarviðurskifti skulu í størstan mun gerast við atliti til børn og fólk, sum eru rørslutarnað, og fólk, sum hava ilt við at staðkunna seg. Hurðar skulu vera í minsta lagi 9M.
c) Gangir, tún og gólv, sum hella, skulu eins og trappur verða umgird t.d. við hondlista, sum er 80-90 cm yvir trappuforkanti og rimaverki, sum ikki hevur víðari loddrøtt glopp enn 12 cm.
d) Trapputrin ella partur av trappu, sum hevur minni “grund“ enn 20 cm verður ikki roknað sum rýmingarleið.
e) Beinar høvuðstrappur í rýmingarleiðum skulu hava “grund“, sum er minst 28 cm.
f) Frí hædd yvir neyðtrappu og trappu í rýmingarleið skal vera minst 190 cm.
5.1.-3 Rýmingarleiðir skulu vera skilligar at síggja og greiðar og mugu ikki nýtast til annað endamál enn fólkaferðslu. Tó kunnu gangir nýtast ella innrættast til annað endamál, sum tó ikki økir um eldførið, brunavandan ella ørkymlar endamálið við rýmingarleiðunum. Gangir, sum eru longri enn 50 m skulu skilast sundur við tættum, sjálvafturlatandi hurðum.
5.1.-4 Veggir og loft í rýmingarleiðum skulu í minsta lagi klæðast við tilfari úr flokki 1. Tó kunnu partar av veggi klæðast við tilfari úr flokki 2, í mesta lagi 1,2 m upp frá gólvi.
5.1.-5 Tilfar at leggja á gólv og trappur í rýmingaleiðum skal lúka krøvini í DS 1063.2.
5.1.-6 Millum trappur í somu rýmingarleið skal vera í mesta lagi 50 m. Í skúlum og bygningum, har rørslutarnað ofta kunnu vitja og har byggiháttur og skap á bygningi tala fyri tí, eigur hesin fráleiki at gerast stytri.
5.1.-7 Smogur í bygningum ella millum bygningar, portur og tún við girðingum um, skulu lúka krøvini sambært -1, -2, -3 og -4. Bygningslutir kring smogur, trongar og tílíkt, sum eru rýmingarleiðir skulu vera eins og í ásetingunum fyri trappurúmi og gangir og 5.2.-6.
5.2. Rýmingarviðurskifti.
5.2.-1 Brunaeind, ikki størri enn 150 m2 til í mesta lagi 50 fólk, skal hava hurð út til gang, sum hvønn sín veg leiðir til 2 sjálvstøðugar útgongdir. Fráleikin millum hurðina í brunaeindini til næstu útgongd skal vera í mesta lagi 25 m.
5.2.-2 Brunaeind størri enn 150 m2 til í mesta lagi 50 fólk skal hava í minsta lagi 2 hurðar út til gang, sum víst á í -1., ið eru beint við endarnar hvør sínumegin á brunaeindini. Fráleikin úr tilvildarligum stað í brunaeindini til næstu hurð skal vera í mesta lagi 25 m.
5.2.-3 Brunaeind til fleiri enn 50 fólk skal hava minst 2 rýmingarleiðir beint við endarnar hvør sínumegin í brunaeindini, ið eru sjálvstøðugir heilt út/niður á lendi uttandura. Fráleikin úr tilvildarligum stað í brunaeindini til næstu hurð til rýmingarleið sambært -7 skal vera í mesta lagi 25 m. Dyr í brunaeindum, rýmingarleiðir og hurðar í rýmingarleiðum skulu vera tilsamans minst 1 cm breiðar fyri hvørt fólkið, sum brunaeindin er roknað til. Breiddin á rýmingarleiðum skal býtast javnt millum sjálvstøðugu rýmingarleiðirnar.
5.2.-4 1) Í brunaeind við ongari hurð beinleiðis út á lendi, skal fyri hvørji ásett 10 fólk, sum eindin er ætlað til, vera í minsta lagi eitt bjargingarop, tó ikki brunaeind háttað sum í -3.
5.2.-4 Ásetingarnar í -1 og -2, 1. punktum, galda ikki fyri brunaeind við hurð beinleiðis út til lendi.
5.2.-6 Úr smogum, umgirdum gørðum og líknandi økjum, sum eru umgird av bygningum ella eini hvørjari bygging, skal vera minst 1 útgongd sambært -7. Lýkur byggingin kring smogur og umbygdar garðar (urtagarðar) og tún o.t. ikki í minsta lagi ásetingarnar um brunaeindir og brunadeildir, sum svarar til ta ávísu byggingina, skulu tílík øki hava minst 2 sínamillum sjálvstøðugar útgangir í hvør sínum enda, soleiðis at øll, ið nýta bygningin, á tryggan hátt kunnu sleppa burtur frá bygningum og økjum.
5.2.-7 1) Útgongd, ið svarar til -1, -3, og -6, er í minsta lagi 9M breið og 195 cm høg hurð út í tún, hurð til trappurúm og hurð til gang í aðrari brunaeind ella brunadeild, haðani gongt er beinleiðis út á lendi ella til sjálvstøðugt trappurúm, haðani tað slepst burtur.
5.3. Trappur og trappurúm.
5.3.-1 Trappa, sum er rýmingarleið, skal vera sambært hesum ásetingum:
a) Uttandura skal trappa ganga heilt niður á lendi og skal hon vanliga vera úr tilfari, sum ikki kann brenna.
b) Innandura skulu trappur vera úr tilfari, sum svarar til BS-húsalut 30.
c) Trappur innandura kunnu tó vera úr tilfari, sum kann brenna, har gólvið í ovastu hædd ikki er meiri enn 5,5 m (2 hæddir) omanfyri lægsta jørðildi.
5.3.-2 Trappur, sum koma undir -1 b og c, – undantikið atkomutrappa frá svalagangi (altangangi) í húsum í tveimum hæddum – skulu vera í trappurúmum við hurð beinleiðis út á lendi, tó møguliga um vindfang (durur). Trappurúm skal vera sjálvstøðug brunadeild. Veggir í trappurúmi kunnu vera uttan brandkamb, men tó byggjast tætt upp undir tekjuna.
5.3.-3 Í bygningum har gólvið í ovastu hædd er meiri enn 10 m (4 hæddir) oman fyri lægsta jørðildi, skal ikki vera gongt millum trappurúm og kjallara. Tó kann samband vera um dur, sum er opin út ella er ótætt rimaður (luftslúsa).
5.3.-4 Í bygningum har gólvið í ovastu hædd er meiri enn 15 m (6 hæddir) oman fyri lægsta jørðildi og í bygningum har stigar hjá sløkkiliðum ikki røkka upp til bjargingaropini, skal úr øllum hæddum, uttan mun til lendisviðurskifti annars, vera atgongd til trygdartrappu. Í trappurúminum skal vera rør til sløkkivatn eins og ásett í 23.1 Brunamyndugleikarnir kunnu herða krøvini til tílíkar bygningar.
5.3.-5 Trygdartrappa skal vera í sjálvstøðugum trappurúmi hagar einans er gongt úttani frá, um luftslúsu og um svalagang. Hurð millum trygdartrappurúm og luftslúsu skal vera í minsta lagi BD-hurð 30 og skal ikki kunna læsast. Millum kjallara og trygdartrappurúm kann einans vera gongt um luftslusu. Í trappurúminum má ikki vera evni ella tilfar, sum kann brenna, uttan hondlisti.
5.3.-6 Luftslúsur skulu vera soleiðis háttaðar:
a) Djúpdin út og inn má mest vera 2 x breiddina við útveggin.
b) Luftslúsa omanfyri lendi skal í allari breiddini vera opin út oman fyri rimaverk, sum skal vera til 120 cm omanfyri gólvi.
c) Opini í luftslúsum kunnu rimast í mesta lagi soleiðis, at 5 % av opinum verður fjalt.
5.3.-7 Í trappurúmi við vindeygum skal fyri hvørja hædd vera vindeyga, ið fólk kunnu koma framat, og sum kann latast upp ella lúka krøvini sambært stk. 8.
5.3.-8 Trappurúm, ið ikki hava vindeygu (loddrøtt vindeygu) skulu vera soleiðis háttað:
a) Ovast í trappurúmi skal vera roykop beinleiðis út, við lemmi ella lúku, sum Brunaumsjón landsins kann góðtaka. Roykopið skal vera í minsta lagi 1 m2. Upplatingarskipanin skal vera næst inngongdini, og skal altíð lættliga kunna handfarast, við handfangi á sjónskum stað, skilliga merkt “Roykop“ sambært DS 734, við ikki minni enn 25 mm høgum stavum.
b) Millum trappuvangar skal í minsta lagi vera 20 cm, uttan so at innbygt rør er til at veita sløkkivatn sambært 23.2.
5.4. Dyr í rýmingarleiðum.
5.4.-11) Hurðar í rýmingarleiðum skulu í einum taki kunna latast upp innanífrá í rýmingarleiðini uttan at nýta lykil ella nakað amboð. Hurðahandtøk skulu vera umleið 1 m yvir gólvi.
5.4.-2 Hurðar við tvinnum síðuhongdum hurðabløðum skulu hava upp- og afturlatingarbúnað, ið er soleiðis háttaður, at bæði hurðabløðini latast upp, tá trýst verður á tær ella tá ein við einum taki togar niðureftir eitt handfang ið er 1,6 m yvir gólvinum (pasquil). Tílíkur búnaður má ikki gera sjálvafturlatandi hurðaskipanir óvirknar.
5.4.-3 Hurðar millum rýmingarleiðir og høli, ið rúma fleiri enn 150 fólkum skulu lata upp út í rýmingarleiðina og hava í minsta lagi 1 m breitt op umframt ásetingarnar í 5.2.-3.
5.4.-4 Dragihurðar, snarihurðar, skipanir ið kunnu halda fólki aftur ella telja fólk, t.d. við kassaapparat í handlum og viðurskifti annars, sum eru soleiðis háttað, at fólk verða tarnað, verða ikki roknað sum rýmingarleið uttan so, at serlig góðkend tiltøk eru, sum tryggja, at rýmingarleiðirnar á allan hátt eru fullgóðar.
5.5. 1) Gangir
5.5.-1 Gangir, ið eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir. Hurðar millum gangir og búrúm, tilhaldsrúm, skrivstovuhøli og tílík rúm, kunnu hóast ásetingarnar undir viðkomandi bygningsflokkingum vera í minsta lagi eins og BD-hurð 30-M. Hurðar inn til goymslur og tílík rúm skulu tó vera í minsta lagi BD-hurð 30.
5.5.-2 Hurðar mugu einans verða hildnar í upplatnari støðu við sjálvvirkandi hurðaafturlatingarskipan.
6. Bjargingarviðurskifti.
6.1. Bjargingarop.
6.1.-1 Bjargingarop eru vindeygu, lemmar og dyr í útveggi og tekju, har fólk kunnu bjargast út, og har eisini bjargingarfólk kunnu sleppa inn.
6.1.-2 Sløkkiliðsfólk skulu kunna sleppa framat bjargingaropum, t.d. við stigum. Rimar, vindfang, sólskermar o.a. mugu ikki vera ein forðing fyri at síggja ella nýta bjargingarop.
6.1.-3 Bjargingarop skulu lættliga og uttan nakra forðing kunna latast upp og skulu kunna standa víðopin, so slepst um tey bæði út og inn.
6.1.-4 Bjargingarop skulu vera í minsta lagi 60 cm høg og 50 cm breið. Tó skal hædd og breidd tilsamans vera ikki minni enn 150 cm. Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop minni enn 200 cm, kann hæddin á sjálvum bjargingaropinum vera 50 cm. Er hæddin frá lendi upp til bjargingarop í tekju meri enn 9 m, skal hæddin á sjálvum bjargingaropinum vera ikki minni enn 80 cm.
6.1.-5 Í bygningum, har tað er hægri enn 9 m millum lægsta jørðildi og bjargingarop í ovastu hædd, skulu bjargingarop í øllum hæddum, uttan í tekju, vera dyr, vippuvindeygu, síðuhongd vindeygu, lúkur ella dragivindeygu við opum í minsta lagi sum ásett í -4.
6.1.-6 Frá gólvi upp til undirkant á bjargingaropi skal ikki vera hægri enn 120 cm.
6.1.-7 Á loftum har gólvið er hægri enn 5,5 m (2 hæddir omanfyri) lægsta jørðildi, skulu bjargingarop í tekjum og kvistum, vera soleiðis háttað og sett, at tað, mált vatnrætt frá takskeggi inn til niðara kant á bjargingaropi, ikki er longur enn 1,4 m. Hevur opið sama hall sum tekjan (takvindeygu), skal innandura vera í minsta lagi 20 cm vindeygakarmur, ella trin ikki hægri enn 80 cm yvir gólvinum og í mesta lagi 40 cm niðanfyri bjargingaropinum.
6.2. Øki til sløkki- og bjargingararbeiði.
6.2.-1 Atgongd ella innkoyring skal vera til bygging og skulu hesar viðvíkjandi legu, leið, breidd og hædd vera lagaðar eftir viðurskiftunum á staðnum og eftir nýtsluni av bygninginum.
6.2.-2 Møguleiki skal vera hjá sløkkiliðunum við stigum og neyðugum bjargingaramboðum at koma fram at bjargingaropum. Framvið bygningum har bjargingarop eru meir enn 9 m oman fyri lægsta jørðildi, skal vera hóskandi slætt øki til bjargingartiltøk, uttan so at bygningurin er soleiðis háttaður, at frá hvørjari brunaeind er gongt til trygdartrappu.
6.2.-3 Tílík bjargingarøki skulu vera 4 m breið og eisini vera framman fyri t.d. altanum svalum og karnappum og yvirhøvur í fráleika frá bygningum soleiðis at stigar og annað kann nýtast best. Økið eigur ikki at hella meir enn 1:20. Tilkoyringarleiðirnar skulu vera einar 3 m breiðar og hava fast undirlendi. Vegur og øki til bjargingar skal hóska til amboðini hjá sløkkiliðnum.
6.2.-4 Portur og tílíkar forðingar til bjargingarøki kunnu einans læsast eftir serligari avtalu við kommunalu brunamyndugleikarnar.
7. Húsalutir og klædningar í brunaligum høpi.
7.1. Alment.
Húsalutir og partar av bygningum skulu festast og byggjast soleiðis saman, at konstruktiónin í brunatekniskum sambandi er ikki verri enn tað sum krevst av tí einstaka bygningslutinum.
7.2. Berandi konstruktiónir.
7.2.-1 Berandi konstruktiónir, eitt nú útveggir, skilaveggir, súlur, langbitar, undirsløg og tílíkt, skilagólv, svalar o.a., skulu í minsta lagi lúka niðanfyri settu krøv. Kjallarar og ovastaloft, sum kunnu nýtast, verða at rokna sum hæddir, tá ið tað er meiri enn 2 m millum loft og gólv.
7.2.-2 Berandi konstruktiónir í húsum í einari hædd, sum ikki eru størri enn 500 m2, skulu vera í minsta lagi sum BD-húsalutur 30, og í minsta sum BD-húsalutur 60 í húsum størri enn 500 m2.
7.2.-3 Bygningar í einari hædd við lættari takkonstruktión við roykopum, javnt býtt yvir alla tekjuna, uppá ikki minni enn 5 % av tekjuni, nýtast ikki at lúka krøvini í -2. Bygningar størri enn 500 m2 skulu kortini hava berandi konstruktiónir, sum halda í minsta lagi í 30 minuttir, um tað, sum borið verður, er meir enn 200 m2 av tekjuni, og 60 minuttir, um borið verður meir enn 500 m2 av takkonstruktiónini.
7.2.-4 Bygningur, sum er kjallari og 1 hædd, skal hava berandi konstruktiónir í ovaru hædd eins og ásett í -2. og -3. Skilagólvið og grundin skal vera BS-húsalutur 60. Berandi konstruktiónir skulu hava minst eins góða brunadygd sum tað, ið verður borið.
7.2.-5 Bygningur, sum er meiri enn 1 hædd, og har ovasta gólvið er ikki hægri enn 12 m omanfyri lægsta jørðildi, skal hava berandi konstruktiónir og skilagólv til og við gólvið í ovastu hædd, í minsta lagi sum BS-húsalutur 60.
7.2.-6 Í bygningi, har gólvið í ovastu hædd er hægri enn 12 m omanfyri lægsta jørðildi, skulu ovastu 12 metrarnir, hava berandi konstruktiónir til og við skilagólv í ovastu hædd, sum í minsta lagi svara til BS-húsalut 60 – roknað frá gólvinum í ovastu hædd. Berandi konstruktiónir og skilagólv í hæddunum niðanfyri skulu vera í minsta lagi úr BS-húsaluti 120. Skilagólv og konstruktiónir, sum einans bera einari hædd, skulu vera í minsta lagi úr BS-húsaluti 60.
7.2.-7 Ovasta hædd í bygningum skal í minsta lagi vera úr BD-húsaluti 30.
7.3. Ikki berandi veggja- og loftskonstruktiónir.
7.3.-1 Ikki berandi útveggir í bygningum við einari hædd (og kjallara), skulu í minsta lagi vera úr BD-húsaluti 30.
7.3.-2 Ikki berandi útveggir í bygningum við meiri enn einari hædd (umframt kjallara), skulu vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 60.
7.3.-3 Veggir og húsalutir, sum venda móti ovastalofti og tílíkum ikki-búrúmun, skulu vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 30. Umframt skulu takrúm (ovastaloft) og vaðingar soleiðis háttað:
a) Takrúm (ovastaloft) størri enn 600 m2 skulu fyri hvørjar 400 m2 í “gólvvídd“ skilast sundur í minsta lagi við veggi, sum svarar til BD-húsalut 60, klæddur við tilfari úr flokki 1. Tílíkur veggur skal um gjørligt, byggjast omaná annan skilavegg sambært 4.1.-7 og 7.1.
b) Vaðingar ella tílík opin gjøgnumgangandi rúm, skulu út fyri brunaligum skilaveggi, tó í mesta lagi fyri hvørjar 25 m skilast sundur við í minsta lagi BD-húsaluti 60. Samanbyggjast skal sambært 4.1.-7 og 7.1.
7.3.-4 Niðurhongd loft, eins og niðurheingingarskipanir, skulu vera úr tilfarsflokki A. Skilaveggir skulu ganga upp um niðurhongda loftið, tætt upp undir skilagólv ella takkonstruktión, ið skulu lúka krøvini í 7. Klæðing á vegg og undir loft omanfyri niðurhongda loftið, skal lúka krøvini um klæðing fyri tað ávísa hølið.
7.3.-5 Niðurhongd loft, sum ikki lúka krøvini í -4., mugu einans vera gjørd, eftir at serstakt loyvi er givið í hvørjum einstøkum føri.
7.3.-6 Niðurhongt loft er loftklæðing, har gloppið omanfyri er meir enn 4 cm og tilsamans størri enn 1 m3. Termoplastiskt og lívrúnnið bjálvingartilfar er í hesum sambandi at rokna sum glopp.
7.4. Tekjur.
7.4.-1 Tekjur skulu vera soleiðis háttaðar og úr slíkum tilfari, at tær brunaliga eru hóskandi tryggar.
7.4.-2 Tekingartilfar skal vera brunatrygdarliga hóskandi sambært DS 1063.1.
7.4.-3 Viðvíkjandi ervaljósum, ið ikki tola hita, eru hesi víddar- og fráleikakrøv galdandi:
a) Víddin á ervaljósi má samanlagt ikki vera størri enn 15 % av allari tekjuni.
b) Hvørt ervaljós má ikki vera størri enn 15 m2.
c) Millum ervaljós skal vera eitt strekki við fastari tekju sum í minsta lagi svarar til breidd ella longd á tí størra ervaljósinum næst við. Fráleikin nýtist tó ikki at vera størri enn 4,5 m.
d) Smá ervaljós eins og takvindeygu, kunnu standa í trunka við minni fráleika enn ásett í petti c), tá samlaða økið ikki verður størri enn 15 m2.
7.4.-4 Bygningar, við einans einari hædd, kunnu hava tekju úr tilfari, ið er elddovið, og sum ikki tolir hita meiri enn 700C. Tílíkar tekjur skulu í hvørjum einstøkum føri hava serstaka góðkenning frá Brunaumsjón landsins.
7.5. Klæðing á vegg og undir loft.
7.5.-1 Bygningar, sum hava 2 hæddir og høga reising, skulu klæðast uttan við tilfari í minsta lagi úr flokki 2. Stoyptur kjallari, klæddur uttan við tilfari úr flokki 1, er ikki íroknaður. Vindtætt klæðing skal vera úr tilfarsflokki A ella ikki lakari enn tilfar úr flokki 1.
7.5.-2 Bygningar, ið hava fleiri enn 2 fullar hæddir omaná kjallara, skulu klæðast uttan við tilfari, í minsta lagi úr flokki 1. Uttast kann veggurin klæðast við regnverjandi tilfari (plátu), sum í minsta lagi er úr tilfarsflokki A. Vindtætt klæðing skal vera úr tilfarsflokki A.
7.5.-3 Útveggur á bygningum, har gólvið í ovastu hædd er ikki hægri enn 15 m (6 hæddir) omanfyri lægsta jørðildi, kann lutvíst verða klæddur við tilfari úr flokki 2, tá tað í mesta lagi er 20 % av øllum útvegginum, og tá klæðingin loddrætt er ikki meir enn 50 % av hvørjari hædd.
7.5.-4 Veggir og loft innandura skulu vanliga klæðast við tilfari úr flokki 1. Brunamyndugleikarnir kunnu í serstøkum førum seta lakari krøv um hetta. Brunadygdin á vegg- og loftflatu kann javnsetast ella samanberast við klæðingar.
7.5.-5 Brunaverjandi máling kann ikki nýtast til jarn, timbur og plátur úr lívrunnum tilfari, í staðin fyri brunagóðkendar húsalutir, uttan at serstøk góðkenning í hvørjum einstøkum føri er fingin frá Brunaumsjón landsins.
7.6. Bjálvingartilfar.
7.6.-1 Bjálvingartilfar skal vera gjørt úr tilfari, sum ikki kann brenna. Konstruktiónir og húsalutir við bjálvingartilfari, sum kann brenna ella er gjørt úr lívrunnum tilfari, kunnu einans nýtast, eftir at serstøk góðkenning er fingin frá brunamyndugleikunum.
7.6.-2 Bjálvingartilfar úr selluplast og úr øðrum góðkendum lívrunnum tilfari, kann uttan aðra góðkenning nýtast í hesum førum:
a) Í veggjum millum skins og hold við betong ella laðaðum steini báðumegin.
b) Undir betonggólv niður á lendi.
c) Á tekjur sum eru í minsta lagi úr BD-húsaluti 30 og eru ikki størri enn 100 m2.
7.6.-3 Tílík bjálving á veggir kann nýtast uttandura á betonghúsum, sum eru ikki hægri enn 3. hæddir íroknað kjallaran ella eru háttað eins og tilskilað í 7.5.-1. Bjálvingin, skal vera føst og samanhangandi í plátum ella rullum og skal klæðast við tilfari, ið ikki er lakari enn tilfar úr flokki 2. Í samkomuhølum og rýmingarleiðum má ongastaðni nýtast bjálving í húsalutum ella klædningur úr sellupast ella tílíkum tilfari.
III Kapittul
Bygningsflokkingar.
8. Einbýlishús - sethús.
8.1. Almennar ásetingar.
Einbýlishús og tvíhús, raðhús, randahús, hús í trunka og tílík við 1 hædd við ella uttan kjallara høgari (450) reising ella lofti hægri enn 2 m, ella hús við 2. hæddum umframt kjallara, skulu í brunatrygdarligum sambandi vera háttað soleiðis sum fyriskrivað í hesi grein. Sethús og einbýlishús, í kommunum har góðkend almenn byggisamtykt er galdandi, kunnu byggjast sambært staðbundnum reglum, um trygdarstøðið samanumtikið verður einsgott, um bygt verður sambært hesi kunngerð.
8.2. Brunaeind og brunadeild o.a.
8.2.-1 Hvørt einbýlishús skal vera sjálvstøðug brunaeind. Hús størri enn 400 m2 í bruttohæddarvídd skulu skilast sundur í brunaeindir.
8.2.-2 Í húsum við 2 hæddum og kjallara, skal kjallarin vera sjálvstøðug brunaeind. Skilagólvið yvir kjallara, eins og berandi konstruktiónir inni í kjallara, skulu vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 60. Trappa millum kjallara og ovaru hæddina skal skilast frá aðrari hæddini við í minsta lagi BD-húsaluti 60 og við hurð, sum í minsta lagi er BD-hurð 30. Í húsum við 2 hæddum og t.d. høgari reising og kjallara skal skilagólvið yvir kjallara vera úr BS-húsaluti 60. Kjallarin skal tá vera sjálvstøðug brunadeild, skilaður frá ovaru hæddunum við BD-hurð 60 og skilagólvið millum 1. og 2. hædd skal vera í minsta lagi BD-húsalutur 60.
8.2.-3 Einbýlishús, ið eru nærri hvørjum øðrum enn 5 m, skulu skilast hvørt frá øðrum við veggi, sum er í minsta lagi sum BS-húsalutur 60 ella BD-húsalutur 90. Tílíkir veggir, sum horva hvør móti øðrum skulu hava fullgóða brunaliga dygd upp undir tekjuna.
8.2.-4 Sambygd einbýlishús ella hús nærri hvørt øðrum enn 5 m skulu fyri hvørjar 1200 m2 (bruttohæddarvídd, kjallari ikki íroknaður) í gólvvídd skilast sundur við eldverjuveggi gjørdur eins og ásett í 4.
8.2.-5 Berandi konstruktiónir, útveggir, skilaveggir, súlur, langbitar, bjálkalag og tílíkt umframt skilagólv skulu í minsta lagi vera úr BD-húsaluti 30.
8.2.-6 Ikki berandi útveggir skulu vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 30.
8.2.-7 Veggja- og loftkonstruktiónir móti ovastalofti, vaðing og tílíkum ikki-búrúmum skulu í minsta lagi klæðast við tilfari úr flokki 2, og bjálvast við bjálvingartilfari sum ikki kann brenna, ella vera úr BD-húsaluti 30.
8.2.-8 Tekjur skulu vera sum ásett í 7.4.. Tróður ella annar tílíkur vindtættur klædningur á tekju, skal í minsta lagi vera úr tilfari úr flokki 2.
8.2.-9 1) Veggur millum garasju (bilhús) og onnur rúm og skilagólv millum garasju og ovaru hædd, skal vera í minsta lagi úr BD-húsaluti 60. Dyr mugu ikki vera millum garasju og búrúm. Tó kann BD-hurð 30 vera millum garasju og forrúm til búrúm.
8.2.-10
a) 1) Skilagólv yvir garasju ella bilskýli skal í minsta lagi vera úr BD-húsaluti 60.
b) Gólv í garasju ella í bilskýli skal altíð hella úteftir og vera úr tilfari, sum ikki kann brenna. Skilagólv skal í minsta lagi vera úr BS-húsaluti 60.
8.2.-11 Loftkonstruktión móti ovastalofti yvir garasju ella bilskýli, og skilaveggur millum garasju sambygd við sethús, skal í minsta lagi vera úr BD-húsaluti 60 um so er at ovastaloftið yvir garasjuni og yvir sjálvum sethúsunum ikki er skilað sundur hvørt frá øðrum við BD-húsaluti 60.
8.2.-12 Einbýlishús skulu eisini lúka ásetingarnar í 7.1. um sambygging og ásetingarnar í 7.3.-4, 7.3.-5 og 7.3.-6 um niðurhongd loft, og ásetingarnar í 4 um eldverjuvegg.
8.3. Klæðingar.
8.3.-1 Uttan og innandura skulu veggjaklæðingar og vindtætt klæðing í ongum førum vera úr tilfari, sum brunaliga ikki er eins gott og klædningur úr flokki 2..
8.3.-2 Á veggir og undir loft sum eru skilagólv yvir garasjum og bilskýlum, skal vera klætt við í minsta lagi tilfari úr flokki 1.
8.4. Bjargingarviðurskifti.
8.4.-1 Búðstaðarhøli og køkar skulu hava dyr beinleiðis út ella bjargingarop samb. 6.1.. Hæddir upp til bjargingarop samb. 6.1.-6 kunnu mátast frá føstum innbúgvi t.d. borði, ið stendur undir bjargingarvindeygunum. Borðplátan skal tá vera minst 50 cm breið.
8.4.-2 Kravið um bjargingarop – ella vindeyga eins og ásett í -1. kann verða fráfallið, um tað ávísa rúmið hevur beinleiðis samband við í minsta lagi 2 onnur rúm, sum hava bjargingarop og sum ikki standa í sambandi hvørt við annað.
8.4.-3 Tilkoyringarvegir og øki til bjargingar skal vera eins og ásett í 6.2..
8.5. Fráleikaviðurskifti.
8.5.-1 Einbýlishús og garasjur, úthús, vakstrarhús, bilskýli og onnur skýli, ið eru bygd í sambandi við tey, skulu við atliti til fráleika o.a. vera eins og ásett niðanfyri. Fyri einbýlishús bygd á økjum ætlað til onnur endamál, eru ásetingarnar í 3. galdandi.
8.5.-2 Fráleikar verða máldir eins og ásett í 3.-3 og 3.-8.
8.5.-3 Einbýlishús kunnu uttan serstøk brunalig tiltøk verða bygd 2,5 m ella longur frá grannamarki, ella miðjuni á vegi og gøtu.
8.5.-4 Takskegg, vindskeiðir, skjól ella vindfang og tílíkir bygningslutir, eins og nevnt í -3.-7, kunnu vera 2 m frá marki og miðjuni á vegi ella gøtu.
8.5.-5 Einbýlishús og garasjur, úthús, vakstrarhús, bilskýli og onnur skýli bygd nærri grannamarki enn 2,5m skulu hava veggir, ið horva móti markinum, sum í minsta lagi lúka krøvini í 8.2.-3 og 8.2.-4.
8.5.-6 Hóast ásetingarnar í -5. kann á einum grundøki, uttan serlig tiltøk móti grannamarki, í sambandi við einbýlishús byggjast 1 av teimum í -5. nevndu smáu húsum treytað av at:
a) Bygningurin í mesta lagi er 50 m2. Tvey, ella fleiri enn tvey tílík (út)-hús roknast sum eitt, tá sínámillum fráleiki teirra er minni enn 2,5 m.
b) Bygningurin einans í einari síðu stendur í mark ella nærri tí enn 2,5 m. Í sambandi við stak einbýlishús kann tó í einum horni á grundstykkinum vera bygt í tvey mark.
c) Garasja bygd nærri einbýlishúsum enn 1 m, á sama grundstykki, verður skilað frá einbýlishúsunum eins og ásett í 8.2.-9.
d) Úthús, vakstrarhús o.t. bygd nærri einbýlishúsum enn 1 m, og á sama grundstykki, verða skilað frá einbýlishúsunum við BD-húsaluti 30.
8.5.-7 Bilskýli ella onnur skýli kunnu byggjast fast í einbýlishús á sama grundstykki uttan serstøk brunatrygdarlig tiltøk. Bilskýli er skýli við tekju og veggjum við í mesta lagi trimum síðum. Fjórða síðan (endin) skal vera heilt opin.
9. Íbúðarhús í fleiri hæddum.
9.1. Almennar ásetingar.
Íbúðarhús og tvíhús við fleiri enn 2 sjálvstøðugum íbúðum, skulu gerast sambært ásetingunum í hesi grein og almennu krøvunum í 3. til 7. við teimum herðingum og slakingum, sum eru í hesi grein.
9.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a.
9.2.-1 Ein bústaðareind skal vera sjálvstøðug brunaeind. Bústaðareind størri enn 150 m2 skal skilast sundur í brunaeindir og vera sambært 2.-8.
9.2.-2 Skilaveggir og skilagólv millum íbúðareindir skulu í minsta lagi vera úr BS-húsaluti 60.
9.2.-3 Fyri hvørjar 500 m2 av bruttohæddarvídd skal skilast sundur í brunadeildir.
9.2.-3 Bygningar, har gólvið í ovastu hædd er ikki hægri enn 5,5 m (2 hæddir) omanfyri lægsta jørðildi, kunnu hava berandi veggir og skilagólv millum bústaðareindir, hóast ásetingarnar í 7.2.-5, úr BD-húsaluti 90.
9.3. Klæðingar.
9.3.-1 Klæðingar undir loft í bygningum, har gólvið í ovastu hædd er hægri enn 5,5 m (2 hæddir) omanfyri lægsta jørðildi, kunnu vera úr tilfari úr flokki 2, hóast ásetingarnar í 7.5.-4.
9.3.-2 Innandura veggjaklædningur í bygningum har gólvið í ovastu hædd ikki er hægri enn 22 m (8 hæddir) omanfyri lægsta jørðildi, kann vera úr tilfari úr flokki 2, hóast ásetingarnar í 7.5.-4.
9.4. Rýmingarleiðir.
9.4.-1 Rýmingarviðurskifti í íbúðarhúsum skulu vera eins og ásett í 5.1., 5.3. og 5.4. og sambært ásetingunum í hesi grein.
9.4.-2 Ikki fleiri enn 4 íbúðareindir í hvørjari hædd mugu vera út til trappu, sum ikki er trygdartrappa.
9.4.-3 Ásetingarnar í 5.3.-3, um samband millum kjallara og trappurúm, eru ikki galdandi fyri bygningar har hvør íbúðin hevur svalu, sum horvir út móti bjargingarøkinum.
9.4.-4 Bygningar, har samband millum íbúðareind og trappu skal vera um luftslúsu, sambært 5.3.-4, kunnu tó hava samband millum íbúðareindir og luftslúsu um eitt felags forrum (forstovu), ið skal vera í minsta lagi 1,5 m breitt. Brunadeildir, haðani felags rýmingarleið er, við forrumi, íbúðareindum, slúsu og trappurúm, mugu tilsamans ikki vera størri í bruttohæddarvídd enn 600 m2. Millum hurð í íbuðareind og hurð til luftslúsu má ikki vera longur enn 6 m. Tílíkt felagsforrúm má einans hava samband við íbúðareindir, slúsu og lyftu.
9.4.-5 Íbuðareind, sum er í 2 hæddum og har gólvið í ovastu hædd er hægri enn 15 m (6 hæddir) oman fyri lægsta jørðildi, skal hava trappu millum hæddirnar, sum er í serstøkum trappurúmi umgyrt av veggjum úr BS-húsaluti 60 og við í minsta lagi BD-hurð 30 í báðum hæddunum.
9.4.-6 Rýmingarviðurskifti niðri á túninum skulu vera eins og ásett í 5.2.-6.
9.5. Hurðar.
9.5.-1 Hurð millum íbúðareind og felags trappurúm o.t. skal vera í minsta lagi BD-hurð 30. (íbúðarhurð).
9.5.-2 Hurð millum íbúðareind og felags forrúm sambært 9.4.-4. skal vera í minsta lagi BD-hurð 60.
9.5.-3 Hurð millum felagsforrúm sambært 9.4.-4. og luftslúsu skal ikki kunna læsast og skal hava rút í sum er størri enn 0,1 m2.
9.5.-4 Hurð til lyftu og hurð millum forrum og lyftu, og kjallara og lyftu skal vera eins og ásett í 22.4.
9.5.-5 Hurðar millum felags trappurúm, forrúm og luftslúsu til kjallara ella tílík høli, sum ikki eru í somu hædd, og til loftsrúm, skulu vera í minsta lagi BD-hurðar 60.
9.5.-6 Øll op í veggi og gólvi til veitingar og tílíkt skulu tættast og vera soleiðis háttað, at tann ávísi bygningsluturin framvegis veitir nóg góða brunatrygd, ikki lakari enn kravið um hurðar.
9.6. Bjargingarviðurskifti.
9.6.-1 Í íbúðareindum, har ikki atgongd er til trygdartrappu skulu í búrúmum, køki o.t. vera bjargingarop. Er hægri enn 9 m upp til bjargingaropið í ovastu hædd frá lægsta jørðildi skulu í minsta lagi vera 2 bjargingarop har talan er um meiri enn 1 íbúðarrúm og tá ikki gongt er út á svala.
9.6.-2 Kravið um bjargingarop- ella vindeygu kann verða fráfallið, um tað ávísa rúmið hevur beinleiðis samband við í minsta lagi 2 onnur rúm, sum hava bjargingarop, og sum ikki standa í sambandi hvørt við annað.
9.6.-3 Hæddin innandura upp til bjargingarop sambært 6.1.-6. kann mátast frá føstum innbúgvi, t.d. borði, ið stendur undir bjargingarvindeyganum. Borðplátan skal tá vera í minsta lagi 50 cm breið.
9.7. Sløkkibúnaður.
Í trappurúmum ella forrúmum haðani atgongt er til fleiri enn 2 íbúðir skal á hvørjari hædd vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til.
10. Gistingarhús o.t.
10.1. Almennar ásetingar.
10.1.-1 Gistingarhús, hotel, vistarheim, hús við smáíbúðum og tílík virki, sum hýsa fólki, skulu í brunatrygdarligum sambandi vera háttað soleiðis sum fyriskrivað í hesi grein og í almennu ásetingunum ífrá 3. til 7. og eftir teimum herðingum og slakingum, sum eru í hesi grein.
10.1.-2 Bygningar við sovideild (gistingardeildum), ið rúma í mesta lagi 10 sovi- ella seingjaplássum, skulu vera háttað sambært ásetingunum um einbýlishús við atliti til skap og nýtslu av bygninginum í trygdarligum sambandi.
10.1.-3 Bygningar við gistingardeild, ið rúma fleiri enn 10 sovi- ella seingjaplássum, skulu vera háttað sambært ásetingunum í hesi grein. Tvær ella fleiri gistingardeildir, sum hava somu rýmingarleið, skulu roknast sum 1 deild í sambandi við ásetingarnar í 10.1 til 10.5.
10.1.-4 Gistingardeild er at skilja sum eitt ella fleiri høli (kømur) við gangum, goymslum og øðrum hølum, ið beinleiðis eru knýtt at tí ávísu gistingardeildini. Íroknast skulu eisini høli og kømur hjá starvsfólki.
10.1.-5 Gistingarhús har samkomuhøli ella undirvísingarhøli eru, skulu í tí sambandinum viðgerast sambært 12. ella 13.
10.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a.
10.2.-1 1) Hvørt kamar við forrúmi, bað og wc skal vera sjálvstøðug brunaeind. Eru onnur rúm við sambandi inn til kamarið, ið umframt hava hurð út á gangin, skal rúmið ella rúmini vera skilað frá kamarinum við veggi í minsta lagi úr BD-húsaluti 60 og við BD-hurð 30-M.
10.2.-2 Gangir, ið eru rýmingarleiðir skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir og skulu skilast frá øðrum rúmum við í minsta lagi BD-hurð 30, uttan wc- og baðrúmum o.t.
10.2.-3 Sovideildir skulu vera sjálvstøðugar brunadeildir og mugu ikki vera størri enn 1200 m2 í gólvvídd í bygningum við einari hædd og 600 m2 í bygningum við fleir enn einari hædd.
10.2.-4 Hóast ásetingarnar í 4.2.-2, kann hurð millum gang, sum er rýmingarleið, og trappurúm vera eins og BD-hurð 30 ella F-hurð 30 og hurð í brunadeildarveggi milum gangir, sum eru rýmingarleiðir, vera F-hurðar 60.
10.2.-5 Sjálvafturlatandi hurðar mugu einans verða hildnar opnar av elektromagnetum, sum eru stýrd av roykvarnarum. Roykvarnarar og onnur tílík útgerð skal kunna góðkennast av Brunaumsjón landsins.
10.3. Klæðingar.
10.3.-1 Veggir og loft í kømrum í bygningum, har gólvið í ovastu hædd er hægri enn 5,5 m (2 hæddir) oman fyri lægsta jørðildi, kunnu klæðast við tilfari úr flokki 2 hóast ásetingarnar í 7.5.-4.
10.3.-2 Veggir í kømrum í bygningum har gólvið í ovastu hædd er ikki hægri enn 22 m (8 hæddir) oman fyri lægsta jørðildi, kunnu verða klæddir við tilfari úr flokki 2 hóast ásetingarnar í 7.5.-4.
10.4. Rýmingarleiðir.
10.4.-1 Rýmingarleiðir frá kømrum skulu vera eins og ásett í 5. og hesi grein.
10.4.-2 Kømur, sum eru t.d. fyri endanum á eini gongd og liggja soleiðis fyri, at kravið um rýmingarleiðir í 2 ymiskar ættir ikki kann verða lokið sambært 5.2.-1., kunnu hava rýmingarleið bert 1 veg, um gangurin er ikki longur enn 6 m frá kamarshurðini til gang, haðani slepst burtur 2 rýmingarleiðir.
10.4.-3 Kømur, ið hava bjargingarop, sum eru ikki hægri enn 2 m oman fyri lendið uttanfyri, kunnu hava hurð út í gang haðani bert slepst burtur 1 veg. Fráleiki millum kamarshurð og útgongd skal ikki vera longri enn 25 m.
10.5. Útgonguljós og neyðljós.
Í kamarseindum har brunadeildin er størri enn 600 m2, skal vera útgonguljós og neyðljós í rýmigarleiðunum sambært ásetingunum í 23.4. Ásetingin er ikki galdandi fyri kamarseindir, haðani øll kømur hava hurð beinleiðis út í tún.
10.6. Ávaringarskipan.
Kamarseindir við fleiri enn 10 kømrum, skulu hava ávaringarskipan. Kravið er ikki galdandi fyri kamarseindir, haðani øll kømur hava hurð beinleiðis út í tún.
10.7. Sløkkibúnaður.
Í kamarseindum við tilhoyrandi rýmingarleiðum, skulu í minsta lagi fyri hvørjar 25 m, mált frá tilvildarligum støðum vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til. Í sambandi við køk skal vera serstakur sløkkibúnaður.
11. Sjúkrahús og røktarheim o.a.
11.1 Almennar ásetingar.
11.1.-1 Sjúkrahús, røktarheim, hvíldarheim, ellisheim og aðrir stovnar við tílíkum endamáli, skulu í brunatrygdarligum sambandi vera háttað soleiðis sum fyriskrivað í hesi grein og í almennu ásetingunum í 3. til 7. við herðingum og slakingum sum eru í hesi grein.
11.1.-2 Bygningar við sovideildum, ið rúma í mesta lagi 10 seingjarplássum, skulu vera háttaðir sambært ásetingunum um einbýlishús ella íbúðarhús við atliti til skap og nýtslu av bygninginum í trygdarligum sambandi.
11.1.-3 Bygningar við sovideildum, ið rúma fleiri enn 10 sovi- ella seingjarplássum, skulu vera háttaðir sambært ásetingunum í hesi grein. Tvær ella fleiri sovideildir, sum hava somu rýmingarleið, skulu roknast sum 1 deild í sambandi við ásetingarnar í frá 11.1 til 11.5.
11.1.-4 Sovideild er at skilja sum 1 ella fleiri høli (kømur) við gangum, goymslum og øðrum hølum, ið beinleiðis eru knýtt at tí ávísu sovideildini. Íroknast skulu eisini høli og kømur hjá starvsfólki.
11.1.-5 Samkomuhøli ella undirvísingarhøli knýtt at sovideildum, skulu í tí sambandinum viðgerast sambært 12. og 13.
11.2 Brunaeindir og brunadeildir o.a.
11.2.-1 Hvørt kamar við forrúmi, bað og WC skal vera sjálstøðug brunaeind. Eru onnur rúm við sambandi inn til kamarið, ið umframt hava hurð út á gangin, skulu tey einstøku rúmini vera skilað frá kamarsrúminum við veggi í minsta lagi úr BD-húsaluti 60 og við BD-hurð 30.
11.2.-2 Gangir, ið eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálstøðugar brunaeindir og skulu skilast frá sovirúmum og kømurum við í minsta lagi 34 mm gjøgnumheilari (massivari) træhurð samb. DS 1028.3 ísettar eins og BD-hurðar. Millum gang og vaktarrúm skal vera hurð eins og F-hurð 30 og í minsta lagi BD-hurð 30 millum gang og onnur rúm, bað, wc-rúm og tílík høli undantikin. Veggur millum gang og vaktarrúm kann vera úr stoyptum, krossarmeraðum tráðglasi (í minsta lagi 6 mm tjúkt). Gangir, ið eru longri enn 25 m, skulu skilast sundur við sjálvafturlatandi tættum hurðum.
11.2.-3 Sovideildir skulu vera sjálstøðugar brunadeildir, ið tilsamans ikki eru størri enn 1200 m2 í bygningum við einari hædd og 600 m2 í bygningum við fleiri enn einari hædd.
11.2.-4 Hóast ásetingarnar í 4.2.-2 kann hurð millum gang, sum er rýningarleið, og trappurúm vera eins og BD-hurð 30 ella F-hurð 30 og hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, vera F-hurð 60.
11.2.-5 Sjálvafturlatandi hurðar mugu einans verða hildnar opnar av elektromagnetum, sum eru stýrdar av roykvarnarum. Roykvarnarar og onnur tílík útgerð skal vera góðkend av Brunaumsjón landsins.
11.2.-6 Í brunadeildum við sovideildum skal vera sjálvvirkandi brunaávaringarskipan. Skipanin skal hava roykvarnarar í rýmingarleiðunum (gangum og trappurúmum) og hitavarnarar í øllum øðrum rúmum. Um ein varnari kennir royk ella hita, skulu ávaringar sendast til øll vaktarrúm og til starvsfólk á stovninum. Í stovnum, har sjálvvirkandi sprinklaraskipan er, kunnu krøvini um hesar hitavarnarar, verða lakari. Brunaávaringarskipanin skal tó vera sum ásett í 2.-7.
11.2.-7 Í bygningum við meiri enn 1 hædd við sovideild við tilsamans størri gólvvídd enn 600 m2, skal vera sjálvvirkandi sprinklaraskipan. Skipanin skal vera soleiðis háttað, at øll fólk í vaktarrúmum og í starvsfólkaíbúðum o.t. verða fráboðað, og sum ásett í 2.-5. Hóast ásetingarnar í -3 kunnu brunadeildir, sum eru sprinklaðar, verða í mesta lagi tilsamans 1200 m2 í gólvvídd.
11.3. Klæðingar.
Veggir uttandura, skilaveggir og undir loft innandura skulu vera eins og ásett í 7.5.
11.4. Rýmingarleiðir.
11.4.-1 Úr kømurum og sovideildum skulu rýmingarleiðirnar vera eins og ásett í 5 og í hesi grein.
11.4.-2 Gangir skulu vera í minsta lagi 2,4 m breiðir og framvið vegginum báðumegin skulu vera handlistar. Hurðarop, trappur og trappurúm skulu vera soleiðis háttað, at góður møguleiki er fyri seingja- og børuflutningi.
11.4.-3 Handfang at lata hurðar í rýmingarleiðunum upp við, skulu kunna nýtast av øllum fólkinum sum eru á stovninum. Tílík handfang mugu ikki fjalast ella hyljast í plastkoppum ella øðrum.
11.5 Útgonguljós og neyðljós.
Í sovideildum har gólvvíddin er meiri enn 600 m2, skal vera útgonguljós og neyðljós í rýmingarleiðunum sambært 23.4. Ásetingin er ikki galdandi fyri sovideildir, haðani hurð er beinleiðis út frá hvørjum einstøkum kamari.
11.6. Sløkkibúnaður.
Í sovideildum og rýmingarleiðunum skal, mált frá tilvildarligum stað, vera í mesta lagi 25 m til næsta slanguskáp, sum vatn altíð stendur til.
12. Samkomuhús.
12.1. Almennar ásetingar.
12.1.-1 Samkomuhús eins og leikhús, høli til framsýningar, fundir og skemtunarendamál, ítróttarhallir, matstovur, veitsluhøli, kirkjur og onnur høli og bygningar nýtt til tílík endamál, støðugt ella av og á, skulu gerast sambært ásetingunum í hesi grein og almennu ásetingunum í 3. til 7. við teimum slakingum og herðingum, sum eru í hesi grein.
12.1.-2 Bygningar við samkomuhølum til í mesta lagi 50 fólk, skulu í brunatrygdarligum sambandi vera eins og ásett í krøvunum fyri íbúðarhús ella einbýlishús við atliti til skap og nýtslu av húsinum.
12.1.-3 Bygningar við samkomuhølum til í mesta lagi 150 fólk, skulu í brunatrygdarligum sambandi í minsta lagi gerast sambært ásetingunum um íbúðarhús ella einbýlishús og sambært 12.4.
12.1.-4 Bygningar til fleiri enn 150 fólk skulu gerast sambært ásetingunum í hesi grein.
12.1.-5 Tvey ella fleiri samkomuhøli, ið hava somu rýmingarleiðir, skulu roknast sum eitt samkomuhøli.
12.1.-6 Samkomuhøli nýtt til framsýningar ella onnur endamál, ið bera við sær øktan brunavanda orsakað av størri eldførleika enn 400 MJ/m2 (25 kg av viði/m2), kunnu áleggjast strangari krøv fyri at ganga endamálinum í 1.2.-1. á møti. Ásetingarnar, ið kunnu verða settar, viðvíkja rýmingarleiðum, sjálvvirkandi brandávaringarskipan, sprinklaraskipan o.a. Ásetingarnar nýtast ikki at vera knýttar at talinum á fólkum, sum kunnu vera inni ísenn.
12.1.-7 Talið á fólkum, sum kunnu vera inni í samkomuhølum ísenn, skal setast til 2 fólk/m2 av gólvvíddini. Í samkomuhølum, har t.d. stólar eru festir í gólvið, og í øðrum hølum har einans verða nýttar innrættingarskipanir, sum eru góðkendar av ella eru sambært reglum frá Brunaumsjón landsins, kann talið á fólkum setast í samsvar við ta ávísu skipanina.
12.1.-8 Samkomuhølisdeild er at skilja sum eitt ella fleiri samkomuhøli við gangum, forhøllum, køkum, goymslum og øðrum hølum, sum hava tilknýti til ta ávísu samkomu-ella brunadeildina.
12.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a.
12.2.-1 Samkomuhølið skal vera sjálvstøðug brunaeind og skal skilast frá øðrum rúmum við í minsta lagi BD-hurð 30.
12.2.-2 Gangir, forhallir og tílík rúm, sum eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir og skulu skilast frá øðrum rúmum við í minsta lagi BD-hurð 30 – tó eru bað- ella WC-rúm og líknandi rúm undantikin.
12.2.-3 Samkomuhølisdeildir skulu vera sjálvstøðugar brunadeildir við gólvvídd tilsamans ikki størri enn 1500 m2 í bygningum við 1 hædd og í mesta lagi 600 m2 í bygningum við fleiri enn 1 hædd.
Samkomuhøli í bygningum við 1 hædd kunnu tó vera størri enn 1500 m2, um sjálvt samkomuhølið tá er sjálvstøðug brunadeild.
12.2.-4 Hurð millum gang, sum er rýmingarleið, og trappurúm kann vera eins og BD-hurð 30 ella F-hurð 30. Hurðar í trappurúmum, sum eisini eru rýmingarleið frá sovideildini, skulu vera í minsta lagi eins og BD-hurð 60 sambært 4.2.-2.
12.2.-5 1) Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, kunnu hóast ásetingarnar í 4.2.-2 vera F-hurð 60.
12.2.-6 Sjálvafturlatandi hurðar mugu einans verða hildnar opnar við elektromagnetum, sum eru stýrd av roykvarnarum. Roykvarnarar og onnur tílík útgerð skulu vera góðkend av Brunaumsjón landsins.
12.3. Klæðingar.
12.3.-1 Veggir og undir loft í samkomuhølum, har gólvvíddin er ikki størri enn 600 m2, kunnu í bygningum við einari hædd verða klædd við tilfari úr flokki 2, hóast ásetingarnar í 7.5.-4. Glopp má ikki vera aftan fyri klædningin.
12.3.-2 Tilfar at leggja á gólv í samkomuhølum skal lúka krøvini um brunatrekleika samb. DS 1063.2.
12.4 Rýmingarleiðir.
12.4.-1 Rýmingarleiðir frá samkomuhølum skulu vera eins og ásett í 5. og í hesi grein.
12.4.-2 Gangir og atkomuøki til rýmingarleiðir, eins og tær nevndar í 5.2.-3, skulu vera í minsta lagi 130 cm breiðar – tó í minsta lagi 1 cm fyri hvørt fólkið, ið er ætlað at sleppa burtur tann ávísa vegin.
12.4.-3 Hurðar og úthurðar frá samkomuhølum skulu vera háttaðar eins og ásett í 5.4.
12.4.-4 Hæddarmunur á gólvi í rýmingarleið, upp til 35 cm, skal javnast við skráa ið hellir minni enn 1:10.
12.4.-5
a) Trappur skulu hava hondlistar og um neyðugt eisini rimaverk báðumegin. Í mesta lagi 2 m skal vera millum hondlistar. Loddrøtt op mugu ikki vera víðari enn 12 cm.
b) Trappur í rýmingarleið skulu vera beinar trappur við ikki minni enn 28 cm breiðari grund og trappustig í mesta lagi 18 cm høg.
c) Brunaumsjón landsins kann í serstøkum førum góðkenna “ikki beinar“ trappur, tá grundin, máld 35 cm frá innara rimaverki, er ikki minni enn 20 cm. Uppí breiddina av rýmingarleiðini verður roknaður tann parturin av trappuni, har stigini eru breiðari enn 20 cm.
12.5. Útgonguljós og neyðljós.
12.5.-1 Í rýmingarleiðunum skal vera útgonguljós og neyðljós sambært 23.4.
12.5.-2 Í samkomuhølum til fleiri enn 150 fólk skulu yvir (út)hurðunum, ella næst teimum, vera útgonguljós og í hølunum skulu vera neyðljós sambært 23.4. Útgonguljós og neyðljós skulu vera í tann mun, at rýmingarviðurskiftini verða skillig, mett út frá nýtslu og umstøðunum.
12.6. Roykop.
Í samkomuhølum størri enn 200 m2 har eingi vindeygu eru at lata upp út, skal vera roykop sambært 23.3.
12.7. Sløkkibúnaður.
Í samkomuhølum og rýmingarleiðunum í sambandi við tey, skal, fyri hvørjar 25 m mált frá tilvildarligum stað, vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til. Við leikpallar og í køkum skal vera í minsta lagi ein 6 kg eldsløkkjari. Uppheingingarstaðið skal vera merkt.
13. Undirvísingarhøli o.t.
13.1. Almennar ásetingar.
13.1.-1 Bygningar til undirvísingarendamál skulu, í brunatrygdarligum sambandi, vera háttaðir soleiðis sum fyriskrivað í almennu ásetingunum í 3. til 7. og eftir teimum herðingum og slakingum, sum eru í hesi grein.
13.1.-2 Bygningur við undirvísingardeild til ikki fleiri enn 50 næmingar, skal vera háttaður sambært ásetingunum um einbýlishús ella íbúðarhús við atliti til skap og nýtslu av bygninginum í trygdarligum sambandi.
13.1.-3 Bygningur við undirvísingardeild til ikki fleiri enn 150 næmingar, skal vera háttaður sambært ásetingunum um íbúðarhús, og ásetingunum í 13.2.-1 og 13.4.
13.1.-4 Bygningar við undirvísingardeild til fleiri enn 150 næmingar, skulu vera eins og ásett í hesi grein.
13.1.-5 Tvær ella fleiri undirvísingardeildir, ið hava somu rýmingarleiðir, skulu roknast sum ein undirvísingardeild.
13.1.-6 Undirvísingarhøli o.t. er at skilja sum øll høli, ið verða nýtt til undirvísingarendamál og høli sum eru neyðug í sambandi við undirvísing, t.d. bókasavnshøli, matstovur, bólkarúm, serflokkahøli og fimleikarhøli. Høli, ið kunnu nýtast av fleiri enn 50 fólkum ísenn, skulu lúka krøvini í 12.
13.1.-7 Undirvísingardeild er at skilja sum eitt ella fleiri undirvísingarhøli við gangum, forhøllum, goymslum og øðrum hølum, sum hava tilknýti til ta ávísu undirvísingardeildina.
13.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a.
13.2.-1 Undirvísingarhøli skal vera sjálstøðug brunaeind og skal skilast frá gangum og øðrum rúmum við í minsta lagi BD-hurð 30. Eru dyr beinleiðis út í tún úr hvørjum eistøkum undirvísingarhøli, kunnu undirvísingarhølini skilast frá øðrum rúmum við í minsta lagi 34 mm tjúkkari gjøgnumheilari (massivari) træhurð samb. DS 1028.3, ísett eins og BD-hurð. Eitt undirvísingarhøli við tilhoyrandi bólkarúmi o.t. verður roknað sum ein brunaeind, um gólvvíddin tilsamans er ikki størri enn 150 m2. Um undirvísingarhøli, størri enn 150 m2 verða sundurskilað við flytandi veggjum, hyllaskipan ella tílíkum, skal vera í minsta lagi 1 m millum yvirkant á vegginum og loftklæðingina.
13.2.-2 Gangir sum eru rýmingarleiðir skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir og teir skulu skilast frá øðrum rúmum við í minsta lagi BD-hurð 30, tó ikki bað- ella WC-rúmum og tílíkum rúmum.
13.2.-3 Undirvísingardeildir skulu vera sjálstøðugar brunadeildir, tá ið gólvvíddin tilsamans ikki er størri enn 1200 m2 í bygningum við 1 hædd og í mesta lagi 600 m2 í bygningum við fleiri enn 1 hædd.
13.2.-4 Hurðar millum gang, sum er rýmingarleið, og trappurúm kann vera eins og BD-hurð 30 ella F-hurð 30. Hurðar í trappurúmum, sum eisini er rýmingarleið frá sovideildum, skulu vera í minsta lagi eins og BD-hurð 60 sambært 4.2.-2.
13.2.-5 1) Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, hunnu hóast ásetingarnar í 4.2.-2 vera F-hurð 60.
13.2.-6 Sjálvafturlatandi hurðar mugu einans verða hildnar opnar við elektromagnetum, sum eru stýrdar av roykvarnarum. Roykvarnarar og onnur tílík útgerð skal vera góðkend av Brunaumsjón landsins.
13.3. Klæðingar.
Veggir og undir loft í undirvísingarhølum, har gólvvíddin er ikki størri enn 100 m2, kunnu í bygningum við einari hædd umframt kjallara, vera klædd við tilfari úr flokki 2 hóast ásetingarnar í 7.5.-4.
Hetta er tó ikki galdandi fyri undirvísingarhøli har serligur eldvandi er, t.d. í hølum til alisfrøði, evnafrøði, træsmíð, jarnsmíð og evning.
13.4. Rýmingarleiðir.
13.4.-1 Rýmingarleiðir frá undirvísingarhølum skulu vera eins og ásett í 5 og í hesi grein.
13.4.-2 Undirvísingarhøli, har serligur eldvandi er t.d. í alisfrøði-, evnafrøði-, træsmíð-, og evningarhølum og í skúlakøkum, skulu hava 2 útgongdir so langt frá hvørjari aðrari sum gjørligt og soleiðis, at eingi fólk í hølinum verða forðað í at sleppa út, um eldur er í inni í hølinum. Hurðarnar skulu lata upp út í rýmingarleiðina sambært 5.4.-1.
13.4.-3 Rýmingaleiðir og hurðar í rýmingarleið skulu vera í minsta lagi 1 cm breiðar fyri hvørt fólkið, ið er ætlað at sleppa út ta ávísu leiðina.
13.5. Útgonguljós og neyðljós.
Í rýmingarleiðum frá undirvísingardeildum, ið verða nýtt til kvøldundirvísing skulu vera útgonguljós og neyðljós sambært ásetingunum í 23.4. Kravið er ikki galdandi fyri undirvísingardeild, har øll hølini hava dyr beinleiðis út í tún.
Útgonguljós og neyðljós skulu tó vera í undirvísingardeildum, har næmingatalið kann vera fleiri enn 200, og har stødd á bygningi og skap á innrætting tala fyri tí.
13.6. Ávaringarskipan.
Í undirvísingardeildum skulu vera ávaringarskipan. Kravið er ikki galdandi fyri deildir har øll undirvísingarhøli hava dyr beinleiðis út í tún.
13.7. Sløkkibúnaður.
Í undirvísingardeildum og rýmingarleiðum skal fyri hvørjar 25 m, mált frá tilvildarligum stað, vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til.
Í undirvísingarhølum til alisfrøði, evnafrøði, træ- og jarnsmíð, og hølum til evning og í skúlakøkinum skulu vera á sjónskum stað, t.d. á vegginum næst einum av hurðunum í hølinum vera í minsta lagi ein 6 kg. eldsløkkjari og brandteppi. Uppheingingarstaðið skal vera merkt.
14. Dagstovnar.
14.1. Almennar ásetingar.
14.1.-1 Dagstovnar, vøggustovur, barnagarðar, frítíðarheim og stovnar til tílík endamál skulu í brunatrygdarligum sambandi vera soleiðis sum fyriskrivað í hesi grein og í almennu ásetingunum í frá 3. til 7. við herðingum og slakingum, sum eru í hesi grein.
14.1.-2 Bygningar við dagstovnum, ið rúma í mesta lagi 50 fólkum, og við í mesta lagi 10 soviplássum, skulu vera sambært ásetingunum um einbýlishús ella íbúðarhús við atliti til skap og nýtslu av bygninginum í brunatrygdarligum sambandi.
14.1.-3 Bygningar ella dagstovnadeildir til fleiri enn 50 fólk ella fleiri enn 10 soviplássum, skulu vera sambært ásetingunum í hesi grein. Tvær ella fleiri dagstovnadeildir, sum hava somu (felags) rýmingarleið, skulu roknast sum 1 deild.
14.1.-4 Tilhaldsrúm er at skilja sum sovirúm, hvíldarrúm, spælirúm, høli til ítriv, matstovur og tílíkt.
14.1.-5 Dagstovnadeild er at skilja sum eitt ella fleiri tilhaldsrúm við gangum, goymslum og øðrum, sum hava tilknýti til ta ávísu deildina.
14.1.-6 Dagstovnar har samkomuhøli eru, skulu í tí sambandinum viðgerast sambært 12.
14.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a..
14.2.-1 Tilhaldsrúm skal vera sjálvstøðug brunaeind og skal skilast frá øðrum rúmum við í minsta lagi BD-hurð 30. Eru tað frá øllum tilhaldsrúmum í eini dagstovnabrunadeild hurðar beinleiðis út í tún, kunnu tey, undantikið sovi- og hvíldarrúmum, skilast frá gangum og øðrum rúmum við í minsta lagi 34 mm gjøgnumheilum (massivum) hurðum úr viði, samb. DS 1028.3, ísettar eins og BD-hurðar.
14.2.-2 Gangir, sum eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir skilaðir frá øðrum rúmum við í minsta lagi BD-hurð 30, undantikið wc- og baðrúmum o.t..
14.2.-3 Dagstovnadeildir skulu vera sjálvstøðugar brunadeildir og mugu ikki vera størri enn 1200 m2 í gólvvídd í bygningum í einari hædd, og tilsamans 600 m2 í bygningum við fleiri enn einari hædd.
14.2.-4 Hurð millum gang, sum er rýmingarleið, og trappurúm kann vera BD-hurð 30 ella F-hurð 30. Millum trappurúm og gang, sum eisini eru rýmingarleið frá sovideild, skal í minsta lagi vera BD-hurð 60, sambært 4.2.-2.
14.2.-5 Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, kann, hóast ásetingarnar í 4.2.-2, vera F-hurð 60.
14.2.-6 Sjálvafturlatandi hurðar mugu einans verða hildnar opnar av elektromagnetum, sum eru stýrdar av roykvarnarum. Roykvarnarar og onnur líknandi útgerð skal vera góðkend av Brunaumsjón landsins.
14.3. Klæðingar.
Uttan- og innandura veggjaklæðingar og klæðingar undir loft, skulu vera eins og ásett í 7.5.
14.4. Rýmingarleiðir.
14.4.-1 Frá tilhaldsrúmum skulu vera rýmingarleiðir eins og ásett í 5 og í hesi grein.
14.4.-2 Rýmingarleiðir og hurðar í rýmingarleiðum skulu vera í minsta lagi 1 cm breiðar fyri hvørt fólkið, ið er ætlað at fara um ta ávísu leiðina í dagstovnadeildini.
14.5. Sløkkibúnaður.
Í dagstovnadeildum og rýmingarleiðum, sum hoyra til tær, skulu fyri hvørjar 25 m, mált frá tilvildarligum stað, vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til. Umframt kann annar sløkkibúnaður verða kravdur, har viðgerð fer fram, ið elva kann til eld.
15. Handlar og sølubygningar.
15.1. Almennar ásetingar.
15.1.-1 Bygningar við handlum, sølubúðum og tílíkum skulu í brunatrygdarligum sambandi vera soleiðis sum fyriskrivað í hesi grein og í almennu ásetingunum í frá 3. til 7. eftir teimum herðingum og slakingum, sum eru í hesi grein.
15.1.-2 Bygningar við handlum, hvørs gólvvídd tilsamans ikki er størri enn 150 m2, skulu vera sambært ásetingunum um einbýlishús og íbúðarhús við atliti til skap og nýtslu av bygninginum í brunatrygdarligum sambandi.
15.1.-3 Bygningar við handlum, hvørs gólvvídd tilsamans ikki er størri enn 600 m2, skulu vera sambært ásetingunum um íbúðarhús umframt ásetingunum í 15.2.-1, 15.3. og 15.4..
15.1.-4 Bygningar við handlum, hvørs samlaða gólvvídd er størri enn 600 m2, skulu vera sambært ásetingunum í hesi grein.
15.1.-5 Tveir ella fleiri handlar við felags rýmingarleiðum skulu roknast sum ein handil.
15.1.-6 Handil er at skilja sum ein ella fleiri sølubúðir, tilhoyrandi høli, goymslur, skrivstovur, verkstaðir, starvsfólkarúm, gongdir, garderobur (klædnarúm) og toilett til viðskiftafólk.
15.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a.
15.2.-1 Handil skal vera sjálvstøðug brunadeild.
15.2.-2 Serstøk tænasturúm, ella t.d. goymslu- og starvsfólkarúm við størri gólvvídd enn 150 m2, skulu vera sjálvstøðug brunadeild.
15.2.-3 Gangir, sum eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálvstøðugar brunadeildir.
15.2.-4 Brunadeildir við størri gólvvídd enn 1500 m2 í bygningum við 1 hædd og tilsamans 800 m2 í bygningum við fleiri enn 1 hædd, skulu hava sjálvvirkandi sprinklaraverju. Brunadeildir, sum eru sprinklaravardar, mugu ikki vera størri enn 5000 m2, uttan at serstøk byggimálsviðgerð er framd sambært brunalógini, við atliti til serligar herðingar í sambandi við rýmingarviðurskiftini, roykop, eldávaringarskipan og tílíkt, soleiðis at brunatrygdin samsvarar við 1.2.-1.
15.2.-5 Hóast ásetingarnar í -2, kunnu sprinklaravard handilshøli og tænasturúm o.t., vera ein brunaeind, treytað av at tað ikki er stórvegis munur á brunanøgdini og/ella brunavandanum teirra millum.
15.3. Klæðingar.
15.3.-1 Innandura klæðingar á veggjum í handlunum, har samlaða gólvvíddin er ikki størri enn 600 m2, kunnu hóast ásetingarnar í 7.5.-4, vera úr tilfari úr flokki 2.
15.3.-2 Gólváleggingartilfar í handlum skal vera úr brunatrygdarligum nýtiligum tilfari, samb. DS 1062.2.
15.4. Rýmingarleiðir.
15.4.-1 Handlar skulu hava rýmingarleiðir eins og ásett í 5 og í hesi grein.
15.4.-2 Gonguleiðin um tær í 5.2.-3 nevndu rýmingarleiðirnar, skulu frá handlum vera um greið gonguøki, sum í minsta lagi eru 1,3 m breið, tó ikki minni enn 1 cm fyri hvørt fólkið, ið ætlað er at fara um ta ávísu rýmingarleiðina til tess at koma sær út.
15.4.-4 Úthurðar í handlum skulu vera eins og hurðar í rýmingarleiðum sambært í 5.4.
15.4.-4 Talið á fólki, ið kunnu vera í handlum, skal roknast til 1 fólk fyri hvørjar 3 m2 av gólvvíddini. Á økjum har nógv fólk savnast, t.d. á tænastuøkjum og matstovum, kann talið tó setast til 1 fólk fyri hvønn m2 av gólvvíddini.
15.5. Útgonguljós og neyðljós.
Í brunadeildum har handlar eru og hvørs samlaða gólvvíddd er størri enn 600 m2, íroknað rýmingarleiðir, skulu vera útgonguljós og neyðljós sambært ásetingunum í 23.4.
15.6. Ávaringarskipan.
15.6.-1 Í brunadeildum í einari hædd, har handlar eru við útgongdum beinleiðis út í tún, skal vera ávaringarskipan tá gólvvíddin er størri enn 1200 m2.
15.6.-2 Í brunaeindum við handilsøkjum øðrvísi enn nevnt í -1, skal vera varnaraskipan, um gólvvíddin er størri enn 800 m2.
15.7. Sløkkibúnaður.
15.7.-1 Í handlum og rýmingarleiðum, sum hoyra til teir, skulu fyri hvørjar 25 m, mált frá tilvildarligum stað, vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til. Umframt hetta, kann annar sløkkibúnaður verða kravdur har viðgerð fer fram, ið kann elva til eld.
16. Skrivstovuhøli o.t.
16.1. Almennar ásetingar.
16.1.-1 Bygningar við skrivstovuhølum o.t. skulu í brunatrygdarligum sambandi vera soleiðis sum fyriskrivað í hesi grein og í almennu ásetingunum í frá 3. til 7. eftir teimum herðingum og slakingum, sum eru í hesi grein.
16.1.-2 Skrivstovudeild við ikki størri gólvvídd enn 150 m2, skal vera sambært ásetingunum um einbýlishús og íbúðarhús við atliti til skap og nýtslu av bygninginum í brunatrygdarligum sambandi. Einans 1 tílík deild má vera á hvørjari hædd – har gólvið er hægri enn 5,5 m omanfyri lægsta jørðildi – ið hevur atgongd til bert einar trappur.
16.1.-3 Aðrar skrivstovudeildir enn tær í -2 nevndu, skulu vera sambært ásetingunum í hesi grein.
16.1.-4 Brunaeindir við skrivstovuhølum, ið kunnu nýtast av fleiri enn 50 fólkum, skulu vera sambært ásetingunum í 12, viðvíkjandi samkomuhølum.
16.1.-5 Skrivstovuhøli er m.a. tey einstøku starvsfólkahølini, fundarhølini, teknistovurnar umframt matstovur o.a..
16.1.-6 Skrivstovudeild er at skilja sum eitt ella fleiri skrivstovuhøli við tilhoyrandi gangum, skjalagoymslum, goymslum og líknandi rúm við tilknýti til ta ávísu deildina.
16.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a..
16.2.-1 Skrivstovuhøli skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir, ið skulu skilast frá gangum og øðrum rúmum við í minsta lagi 34 mm gjøgnumheilum (massivum) hurðum úr viði, samb. DS 1028.3 ísettar sum BD-hurðar. Tvey ella fleiri skrivstovuhøli kunnu vera sama brunaeind, tó sambært ásetingunum í 16.4..
16.2.-2 Gangir, sum eru rýmingarleiðir, skulu vera sjálvstøðugar brunaeindir skilaðar frá goymslum, skjalarúmum, matstovum og tílíkum við í minsta lagi BD-hurð 30.
16.2.-3 Skrivstovudeildir skulu vera sjálvstøðugar brunadeildir, og mugu ikki vera størri enn 1200 m2 í gólvvídd í bygningum við 1 hædd, og tilsamans 600 m2 í bygningum við fleiri enn 1 hædd.
16.2.-4 Hurð millum gang, sum er rýmingarleið, og trappurúm kann vera BD-hurð 30 ella F-hurð 30. Millum trappurúm og gang, sum eisini er rýmingarleið frá sovideild, skal í minsta lagi vera BD-hurð 60, sambært 4.2.-2.
16.2.-5 Hurð í brunadeildarveggi millum gangir, sum eru rýmingarleiðir, kann hóast ásetingarnar í 4.2.-2, vera F-hurð 60.
16.2.-6 Sjálvafturlatandi hurðar mugu einans vera hildnar opnar av elektromagnetum, sum eru stýrdar av roykvarnarum. Roykvarnarar og onnur líknandi útgerð skal vera góðkend av Brunaumsjón landsins.
16.3. Klæðingar.
16.3.-1 Klæðingar undir loft í brunaeindum ikki størri enn 150 m2 í bygningum, har gólvið í ovastu hædd er meir enn 5,5 m (2 hæddir) omanfyri lægsta jørðildi, kunnu vera úr tilfari úr flokki 2 hóast ásetingarnar í 7.5.-4.
16.3.-2 Innandura veggjaklædningur í brunaeindum ikki størri enn 150 m2 í bygningum, har gólvið í mesta lagi er 22 m (8 hæddir) omanfyri lægsta jørðildi, kann, hóast ásetingarnar í 7.5.-4, vera úr tilfari úr flokki 2.
16.4. Rýmingarleiðir.
16.4.-1 Frá skrivstovuhølum skulu vera rýmingarleiðir eins og ásett í 5 og í hesi grein.
16.4.-2 Brunaeindir, ikki størri enn 150 m2 og til í mesta lagi 50 fólk, kunnu í førum har bjargingarop í brunaeindum eru í mesta lagi 2 m omanfyri jørðildi, hava hurð út í gang, sum bert annan vegin leiðir til útgongdina. Millum hurðina í brunaeindini og útgongdina skal ikki vera longri enn 25 m.
16.4.-3 Rýmingarleiðir frá skrivstovudeildum mugu ikki ganga inn í aðra ogn, nýtslueind ella annan virkisbygning. Øki og gangir, sum eru felags rýmingarleiðir, kunnu vera felagsleið frá 2 ella fleiri skrivstovudeildum.
16.5. Útgonguljós og neyðljós.
Rýmingarleiðir frá skrivstovudeildum, ið eru innrættað til at rúma fleiri enn 150 fólkum, skulu hava útgonguljós og neyðljós sambært ásetingunum í 23.4.
16.6. Sløkkibúnaður.
Í skrivstovudeildum og rýmingarleiðum, sum hoyra til tær, skal fyri hvørjar 25 m, mált frá tilvildarligum stað, vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til. Umframt kann annar sløkkibúnaður verða kravdur í sambandi við matstovu, teknikkrúm o.t.
17. Ídnaðar- og goymslubygningar í einari hædd.
17.1. Almennar ásetingar.
17.1.-1 Ídnaðar- og goymslubygningar (t.d. heilsølubygningar og flakavirki) í einari hædd við kjallara, skulu vera sum fyriskrivað í hesi grein og almennu ásetingunum í frá 3. til 7. og eftir teimum herðingum og slakingum sum eru í hesi grein.
17.1.-2 Bygningar til virki og goymslur, sum í stødd og slag kunnu roknast at vera eldkvæmir, eru til ógreinaða nýtslu ella hava størri brunanøgd enn 400 MJ/m2 (25 kg av viði pr. m2) sambært 2.-10, skulu umframt kommunalu viðgerðirnar, viðgerast sambært § 21 brunalógini, eins og nevnt í 1.2.-5.
17.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a..
17.2.-1 Bygningar við størri gólvvídd enn 600 m2 til í mesta lagi 1500 m2, skulu skilast sundur í brunaeindir við í minsta lagi BD-hurð 60. Bygningar við størri gólvvídd enn 1200 m2, skulu skilast í brunadeildir við í minsta lagi BS-hurð 60 og soleiðis at øki við stórum muni á brunanøgdini og eldvandanum, ávíkavist verða sjálvstøðugar brunaeindir og brunadeildir. Ásetanin er yvirhøvur galdandi fyri goymsluøki við stórari brunanøgd.
17.2.-2 Brunadeildir við gólvvídd tilsamans størri enn 3000 m2, tó 1500 m2 í brunadeildum við stórari brunanøgd (virkað og innballað framleiðsla), skulu hava sjálvvirkandi sprinklaraverju. Sprinklaravard brunadeild má vanliga ikki vera størri enn 6000 m2.
17.2.-3 Í brunadeildum størri enn 1500 m2, sum -2 ikki fevnir um, kann verða sett krav um sjálvvirkandi brunaávaringarskipan.
17.2.-4 Brunadeildir við samlaðari gólvvídd størri enn 800 m2 og bygningar við gólvvídd tilsamans størri enn 800 m2, har ikki eru skilað sundir í brunadeildir sambært -1, skulu hava roykopskipan sambært 23.3. við roykopum, ið eru í minsta lagi 3 % av samlaðu gólvvíddini. Um tað verður ávíst í hvørjum einstøkum føri, at sjálvvirkandi luftnýggjunarskipanin er nøktandi við atliti til brunanøgd, royk, rúmhædd o.t., kunnu lakari krøv verða sett um roykopini. Skipanin skal vera stýrd av royk- og hitavarnarum og skal vera góðkend av Brunaumsjón landsins.
17.2.-5 Hóast ásetingarnar í -1, kunnu krøvini um sundurskiling tó heilt ella lutvíst vera fráfallin í brunadeildum, sum eru sprinklaravardar.
17.2.-6 Berandi konstruktiónir í bygningum við samlaðari gólvvídd ikki størri enn 200 m2, nýtast ikki at lúka krøvini um brunatrekleika sambært 7.2.-2.
17.2.-7 Millumgólv ella pallar, sum eru partar av skilagólvi í ídnaðar- ella goymslubygningi, og konstruktiónir, sum bera uppi, skulu vera í minsta lagi úr BS-húsaluti 60, tá millumgólvið er størri enn 150 m2. Millumgólv ella pallar, sum eru partar av skilagólvi, skal ikki vera størri enn 70% av gólvvíddini í sjálvum hølinum. Brunadeild, har búnaður til roykop er í tekjuni, skal ikki hava millumgólv størri enn 150 m2.
17.2.-8 Útveggir, ið ikki bera uppi, nýtast ikki at lúka ásetingarnar í 7.3.-1. viðvíkjandi krøvunum um brunatrekleika.
17.2.-9 Frystigoymslur størri enn 150 m2 skulu skilast frá øðrum húsalutum og hølum við í minsta lagi BS-húsaluti 60.
17.3. Klæðingar.
17.3.-1 Klæðingar innandura á veggir og undir loft í bygningi ella brunadeild, sum ikki er størri enn 600 m2, kunnu hóast ásetingar í 7.5.-4 vera úr tilfari úr flokki 2. Í bygningum ella høllum har eldhótti er til staðar, kann Brunaumsjón landsins herða krøvini um klæðingar.
17.3.-2 Klæðingar innandura á veggir í bygningi ella brunadeild, sum er størri enn 600 m2, kunnu hóast ásetingarnar í 7.5.-4, vera úr tilfari úr flokki 2 upp til 250 cm omanfyri gólvið.
17.4. Rýmingarleiðir.
17.4.-1 Ídnaðar- og goymslubygningar skulu hava rýmingarleiðir eins og ásett í 5.1., 5.3. og 5.4. og sambært hesi grein.
17.4.-2 Frá hvørji brunaeind skulu vera í minsta lagi 2 rýmingarleiðir, frá hvør sínum enda í brunaeindini, sum hava ikki samband hvør við aðra heilt til lendi uttanfyri. Fráleikin úr tilvildarligum stað í brunaeindini til næstu hurð til rýmingarleið skal vera í mesta lagi 25 m. Nøktandi rýmingarviðurskifti eru, tá hurð er beinleiðis út og hurð er til aðra brunaeind haðani slepst beinleiðis út.
17.4.-3 Brunadeild við størri gólvvídd tilsamans enn 1500 m2 skal hava í minsta lagi eina hurð beinleiðis út í tún.
17.4.-4 Rýmingarviðurskifti uttandura skulu vera eins og ásett í 5.2.-6.
17.5. Sløkkibúnaður.
Í ídnaðar- og goymslubygningum skal fyri hvørjar 25 m, mált frá tilvildarligum stað vera slanguskáp, sum vatn altíð stendur til. Í bygningum har serligur eldhótti er kann eisini annar búnaður verða kravdur.
18. Bilhús.
18.1. Almennar ásetingar.
Bilhús, ið er bygningur ella partur av bygningi størri enn 100 m2 til at seta frá sær bilar skulu vera sambært ásetingunum í hesi grein og almennu ásetingunum frá 3. til 7. við teimum herðingum og slakingum sum eru í hesi grein.
18.2. Brunaeindir og brunadeildir o.a.
18.2.-1 Bilhús skulu vera sjálvstøðugar brunadeildir skilað frá øðrum rúmum, trappurúmum og lyftu við í minsta lagi við BS-hurð 60.
Bilhús, ið er sprinklað kann tó skilast frá aðrari brunadeild, sum eisini hevur sprinklaraverju við BD-hurð 60 ella F-hurð 60.
18.2.-2 Bilhús har loftið er undir jørðildi skal hava sprinklaraverju.
18.2.-3 Fyri bilhús undir jørð, men har loftið er omanfyri jørðildið, er galdandi:
a) Bilhús við størri gólvvídd tilsamans enn 600 m2 skulu hava sprinklaraverju ella vera háttað sambært b og c.
b) Kravinum um sprinklaraverju kann verða slept í bilhúsum har gólvvíddin tilsamans er minni enn 1500 m2, um skilað verður sundur í sjálvstøðugar eindir, í mesta lagi 100 m2 hvør. Skilast skal sundur við í minsta lagi við veggi úr BS-húsaluti 30 og hurðum í minsta lagi úr F-hurð 30.
c) Sprinklaraverja nýtist ikki at vera í bilhúsi har í loftinum, ella tætt uppi undir loftinum, er luftop beinleiðis út, sum í vídd svarar til ikki minni enn 5 % av gólvvíddini. Opini skulu býtast javnt um alla tekjuna ella útveggirnar og tey skulu ikki kunna latast aftur. Ongastaðni má vera longur enn 10 m til luftopini (roykopini).
18.2.-4 Bilhús har gólvið er ájavnt ella oman fyri jørðildi skal hava sprinklaraverju, um ikki húsið, viðvíkjandi luftopum, er háttað sambært -3 c. Kravið er ikki galdandi fyri bilhús í 1 hædd við gólvvídd minni enn 1500 m2.
18.3. Klæðingar.
Klæðingar á veggir og undir loft skulu vera sambært 7.5.
18.4. Rýmingarleiðir.
18.4.-1 Bilhús skulu hava rýmingarleiðir sambært 5.1., 5.3. og 5.4. og sambært hesi grein.
18.4.-2 Bilhús við størri gólvvídd enn 600 m2 skal hava í minsta lagi 2 rýmingarleiðir til lendið uttanfyri, sum hvør ikki hevur samband við aðra, og tær skulu vera hvør úr sínum enda í bilhølinum. Fráleiki úr tilvildarligum stað í brunaeindini til næstu hurð til rýmingarleið skal vera í mesta lagi 25 m.
Nøktandi rýmingarviðurskifti eru, har hurð gongur beinleiðis út, hurð til trappurúm og hurð til gongd í aðrari brunadeild haðani dyr er beinleiðis út.
18.4.-3 Rýmingarviðurskifti uttandura skulu í minsta lagi vera sum ásett í 5.2.-6.
18.5. Útgonguljós og neyðljós.
18.5.-1 Bilhús við størri gólvvídd enn 600 m2, hagar dagsljós ikki sleppur til, skal hava útgonguljós. Er gólvvíddin tilsamans størri enn 1500 m2 skal eisini vera neyðljós.
18.5.-2 Brunaumsjón landsins kann við atliti til trygdarlig viðurskifti krevja útgonguljós og neyðljós í bilhúsi (brunadeild) við gólvvídd minni enn 600 m2.
18.6. Luftrásir.
18.6.-1 Í bilhúsi skal vera sjálvstøðug luftnýggjanarskipan, ið niðri við gólv sýgur út spreingikvæman osa. Skipanin skal eisini kunna súgva burtur vandamiklan koliltuosa (CO). Somuleiðis skal skipanin vera eins og ásett í 21.1.
18.6.-2 Bilhús við eini gólvvídd, sum er í mesta lagi 600 m2, við gólvinum ájavnt við, ella omanfyri lendið uttanfyri, skal lúka kravið í stk. 1, um op er beinleiðis út niðri við gólv í tveimum mótsettum síðum. Opini skulu vera í minsta lagi 0,25% av gólvvíddini. Onnur bilhús hava nøktandi luftnýggjanarskipan, sambært krøvunum í -1, um tey umframt hava luftnýggjunarskipan sambært 18.2.-3 c.
18.6.-2 Luftnýggjanarskipan, sum tekur (heita) luft úr eini brunadeild og veitir hana í bilhúsið kann verða loyvd, um luftrásirnar hava afturlatingarskipan millum eindirnar við F-brunalúku 60, ið letur aftur, tá hitin verður 700C. Inni í rásunum skulu vera hita- ella roykvarnarar ella tílík sjálvvirkandi skipan, ið tryggjar móti roykspjaðing, og soleiðis at lúkurnar lata aftur og motorar verða steðgaðir.
18.6.-2 Í bilhúsi har gravir eru í gólvinum til ymsar veitingar, skulu hesar hava luftskifti, ið er í minsta lagi 10 x rúmdina í grøvini um tíman. Luftin skal vera tikin úr botninum í grøvini, javnt býtt eftir øllum strekkinum.
18.7. Frárenningarskipan.
18.7.-1 Næst hurðum til aðra brunaeind, trappurúm, lyftu, og framvið útveggi, skráa til út- og innkoyring o.t. skal gólvið vera háttað soleiðis, at flotevni (bensin) ikki kann renna inn í onnur rúm, til hæddir niðri undir ella nakra aðrastaðni.
18.7.-2 Sprinklaravard bilhús skulu hava frárenningarskipan, ið kann veita burtur alt vatnið, um sprinklararverjan verður sett í gongd.
18.8. Sløkkibúnaður.
Í bilhúsum við gólvvídd tilsamans størri enn 600 m2 skal vera slanguskáp við slangu, sum vatn altíð stendur til fyri hvørjar 25 m mált frá tilvildarligum stað.
19. Landbúnaðarbygningar.
19.-1 Fjós og løður og tílíkt, undantikið vakstrarhús, skulu vera sambært hesi grein og krøvunum í 3. og 4.
19.-2 Bygningar størri enn 20 m2 í vídd, ið nýttir vera til eitthvørt djórahald og sum hava loft, skulu hava skilagólv, sum er í minsta lagi BD-húsalutur 30. Undir loftinum (skilagólv) skal vera klæðing, sum í minsta lagi svarar til tilfar úr flokki 2. Ongastaðni skal vera longur enn 25 m til næstu úthurð. Dyr í fjósum til fleiri enn 4 ross ella neyt, skulu hava op, sum eru í minsta lagi 150 cm breið. Vindeygu eru ikki nøktandi rýmingarleiðir í fjósum.
19.-3 Í fjósum skulu útgonguviðurskiftini vera soleiðis, at djórini, tá eldur er í, skjótt og lættliga kunnu fáast út. Umkringbygdur ella innistikaður garður verður ikki roknað sum nøktandi rýmingarleið út og burtur frá tí ávísa fjósinum.
19.-4 Rúm til at seta traktorar og aðrar búnaðarmaskinur í, sum hava brennimotor, skulu vera skilað frá fjósi, og frá rúmum har tilfari er, sum lættliga kann brenna, hoyløðu o.t. við veggi, sum er í minsta lagi BD-húsalutur 60. Rúmið skal hava veggir og loft, sum í minsta lagi svarar til klædning úr flokki 1.
19.-5 Einans bjálvingartilfar, sum ikki kann brenna, má nýtast í fjósum og løðum og í bygningum, sum eru knýttir at búnaðarhaldinum.
19.-6 Fjós og løður ið eru 400 m2 ella størri, skulu skilast sundur soleiðis, at høli og øki við ymiskari brunanøgd og eldhótta vera hvør sín brunaeind. Fyri hvørjar 1500 m2 av á bygdum øki skal bygningur skilast sundur í brunadeildir.
19.-7 Í fjósum og rúmum í sambandi við tey, skal fyri hvørjar 25 m, mált úr tilvildarligum stað vera slanga til eldsløkkingar, sum vatn altíð stendur til. Í hølum og bygningum, har serligur eldhótti er, kann eisini annar búnaður verða kravdur.
IV Kapittul
Um upphitingarbúnað, luftnýggjan o.t.
20. Eldstaðir og skorsteinar o.a.
20.1 Almennar ásetingar.
20.1.-1 Ásetingarnar um eldstaðir fevna um øll sløg av eldstøðum har kynt verður við føstum-, flótandi- ella luftvorðnum brenni og tilhoyrandi ovnar, brennibúnaður og roykrásir o.t.. Ásetingarnar í 20.2.2.-4 og 20.2.4. 2. til 9. eru eisini galdandi fyri eldstaðir, har kynt verður við gassi.
20.1.-2 Eldstaðir, skorsteinar, roykrásir, brennigoymslur, oljutangar og tílíkur búnaður skulu vera soleiðis gjørd og háttað, at tey kunnu nýtast, røkjast og umvælast uttan at brunahótti, vandi fyri spreinging, gass- ella roykampi ella osi stendst av tí.
20.1.-3 Eldstaðir og skorsteinar o.t. skulu við atliti til brunavandan uppsetast og gerast soleiðis, at tey ikki hita bygningslutir og tilfar meiri enn til 800C. Eldstaðir og skorsteinar skulu umframt vera sambært ásetingunum í 20.2., 20.3. og 20.4. um fráleikar til tilfar sum kann brenna og um nýtslu av tilfari, sum ikki kann brenna.
20.1.-4 Eldstaður og skorsteinur skulu vera soleiðis, at hvørt svarar til annað.
20.1.-5 Eldstaðir til gass skulu í sambandi við útgerð luftnýggjan o.t. vera sambært ásetingunum í 25.
20.1.-6 Tangar til brenniolju o.t. inni í bygningum skulu vera av góðkendum slag og í sambandi við rúmd og útgerð vera soleiðis:
a) Oljutangar innandura mugu ikki vera størri enn at teir rúma 1650 l av gassolju (dieselolju).
b) Oljurør millum eldstað og tangan skulu vera úr haldgóðum tilfari, og soleiðis løgd, at tey ikki verða skadd.
c) Rúm har oljutangi er (inni) skal vera soleiðis háttað, at olja, sum kann leka út, ikki rennur inn í onnur rúm. Rúm har oljutangi er inni (kjallaratangi) skulu hava gólv úr betong ella tílíkum við halli móti gólvfrárensli (GA 70/100).
d) Innandura oljutangar størri enn 1650 l, men ikki størri enn 6000 l skulu vera í sjálvstøðugari brunaeind um so er at oljugoymsla og hitaverk og tílíkt ikki er partur í arbeiðsgongdini í virkisbygningi.
e) Áfyllingin og útluftingin á innandura tanga skulu veitast út um bygningin, soleiðis at bæði eru í minsta lagi 50 cm, og í mesta lagi 150 cm omanfyri jørðildið. Áfyllingarrørið skal vera 2" - og útluftingarrørið skal vera í minsta lagi 1 1/2" vítt og tey skulu hella inn móti tanganum.
f) Umframt skal í sambandi við innandura oljutanga og eldstað vera útgerð at máta oljunøgdina í tangunum, kranar at skrúva fyri oljuni, 700C “smeltiventilur“ og tílíkt at tryggja móti brunavanda og at olja ikki rennur frá tanganum.
20.1.-7 Viðvíkjandi eldstaði o.t. í bygningum har stór brunanøgd er ella serligur eldhótti er, verður víst til brunalógina.
20.1.-8 Tryggjast skal, at brenniolja ella tílíkt ikki rennur út úr í fýrrúminum og elvir til eld, ella rennur út, tá hitin inni verður meir enn 700C. Kravið er ikki galdandi fyri eldstað í sambandi við oljutanga, sum er ikki størri enn 40 l.
20.2. Eldstaðir.
20.2.1. Almennar ásetingar.
20.2.1.-1 Eldstaðir skulu vera tættir og skulu við atliti til konstruktión og tilfar vera skikkaðir til endamálið.
20.2.1.-2 Eldstaðir skulu vera soleiðis háttaðir, at góðir møguleikar eru at halda teir reinar og at taka út sót og øsku.
20.2.1.-3 Eldstaður skal vera soleiðis háttaður, at tá vanlig brenning fer fram, skal inni í eldstaðnum og í roykrørum vera undirtrýst í mun til rúmið, sum tey eru í. Kravinum kann verða slept, tá talan er um serligar tættar ketlar til “yvirtrýstbrenning“, sum eru settir upp í tryggum rúmum, skilað frá íbúðum og arbeiðsrúmum, og við ventilopum beinleiðis út, sum ikki kunnu latast aftur.
20.2.1.-4 Eldstaður skal kunna fáa nóg mikið av luft til brenningina og má einans setast upp í rúmum við nóg stórari lufttilgongd.
20.2.1.-5 Eldstaðir mugu einans setast upp í rúmun, har nóg nógv frísk luft kann koma til.
20.2.1.-6 Hond- ella sjálvvirkandi stýringar á upphitingartólum ella eldstøðum til trekk og roykrásirnar skulu vera soleiðis háttaðar, at tað altíð eru umstøður til at brenningin verður fullkomin og at útlufting eisini fer fram, meðan eldur ikki logar.
20.2.1.-7 Allur brennibúnaður og oljutangar skulu kunna góðkennast av Brunaumsjón landsins. Upphitingarskipan, sum virkar undir trýsti, skal kunna góðkennast av arbeiðseftirlitinum. Brennarar (oljufýr) skulu bæði viðv. brennihátti og brenniorku samsvara við brennikamarið og upphitingarbúnaðin sum heild.
20.2.1.-8 Brenniorka í sambandi við eldstað skal skiljast soleiðis:
Brennivirðið kann vanliga setast til 15.000 kJ/kg av viði, 30.000 kJ/kg av koli, og 42.000 kJ/kg av olju ella petrolium.
Vanligur lítil ovnur kann setast til eina brenniorku, sum svarar til 9 kW (8.000 kcal/h). Brennarar (oljufýr) skulu bæði viðvíkjandi brennihátti og brenniorku samsvara við brennikamarið í t.d. miðstøðuhitaketlum og við upphitingarbúnaðin sum heild.
20.2.2. Smáir afturlatnir eldstaðir.
20.2.2.-1 Við smáar afturlatnar eldstaðir skal skiljast eldstøð, ið ikki hava størri brenniorku tilsamans enn 60 kW (50.000 kcal/h) íroknað orkuna frá miðstøðuhita, ovnum og komfýrum o.t.
20.2.2.-2 Eldstaðir skulu vera tættir og hava hurðar, sum eru tættar og skulu kunna verða standandi afturlatnar, og teir skulu hava luftlúku til at stilla luftnøgdina til brenningina. Ljósvíddin í skorsteininum til roykrørið má ikki vera størri enn 200 cm2.
20.2.2.-3 Kravið í 20.2.1.-4, viðvíkjandi lufttilgongd til brenningar í eldstaði er nøktað, um rúmið har eldstaður er, hevur vindeyga, sum kann latast upp ella op er til fríska luft.
20.2.2.-4 Kravið í 20.2.1.-5, viðvíkjandi luftnýggjan er nøktað, um rúmið hevur vindeyga, sum kann latast upp, lemm ella hurð út, sum er ikki minni enn 0,2 m2, ella annan nóg góðan møguleika til luftnýggjan.
20.2.2.-5 Eldstaðir mugu ikki vera í fjósum, í rúmum har eldfimt tilfar er, og skulu skilast frá tílíkum rúmum við BS-húsaluti 60 og við BD-hurð 30.
20.2.2.-6 Eldstaðir mugu ikki vera í garasjum ella í gangum og rýmingarleiðum.
20.2.2.-7 Fráleikin millum útsíðuna á afturlatnum eldstøðum og klædning o.t. tilfar, sum kann brenna, skal vera í samsvari við hesar ásetingar:
a) Fráleikin frá flatum, ið kunnu verða serliga heitar skal vera í minsta lagi 50 cm.
b) Fráleikin frá flatum, ið ikki verða serliga heitar, til dømis síðurnar á brenniovnum, ið eru vardar við fastari innmúring ella tílíkum, skal vera ikki minni enn 30 cm. Er talan um fótlistar ella tílíkar tunnar listar kann fráleikin vera 20 cm.
c) Fráleikar í a. og b. kunnu ávíkavist setast frá 50 cm til 30 cm, og frá 30 cm til 20 cm tá eldstaður er hitabjálvaður við tilfari, sum ikki kann brenna og sum svarar til 2 cm mineralull, ella um flata, sum kann brenna verður vard við einum skermi úr tilfarsflokki A. Skermurin skal vera í minsta lagi 3 cm frá flatanum ella klæðingini sum kann brenna. Upp gjøgnum gloppið, millum flatan og skermin, skal luft kunna ferðast ótarnað.
d) Frá útsíðu á upphitingarbúnaði, sum er vatnkøldur skal vera í minsta lagi 15 cm. Er útsíða ella botnur vatnkøld og bjálvað við í minsta lagi 3 cm mineralull, kann fráleikin til tilfar, sum kann brenna vera 2 cm, mált frá útsíðuni á bjálvingini.
e) Millum eldstað, – til fast brenni, við rist og øskurúmi undir við føstum botni – og gólv úr tilfari sum kann brenna, skal vera ikki minni enn 25 cm, mált frá ristini. Millum eldstaðin (øskurúmið) og gólvið skal vera ikki minni enn 10 cm opið glopp.
f) Millum eldstað, til fast brenni við føstum tættum botni- og gólv úr tilfari, sum kann brenna, skal vera ikki minni enn 25 cm opið glopp, mált frá undirsíðuni á eldstaðnum.
20.2.2.-8 Frammanfyri smá afturlatin eldstøð skal vera “pláta“ úr tilfarsflokki A, ið kemur ikki minni enn 30 cm fram um hurðina á eldstaðnum og ikki minni enn 15 cm longur til síðurnar enn opið er á hurðini. Plátan skal eisini vera 10 cm aftanfyri framsíðuna á eldstaðnum. Er talan um eldstað har framsíðan á eldstaðnum kann latast upp og nýtast sum opin eldstaður, skulu teir 30 cm, plátan kemur fram, broytast til 50 cm.
20.2.2.-9 Á smáum afturlatnum eldstøðum mugu ikki vera royklokur at lata aftur roykrørini tá tey eru í rúmum, ið verða nýtt til arbeiði ella í sambandi við bústað t.d. stovur, kømur, køkar og baðirúm. Roykrør mugu í ongum førum latast heilt aftur. Opið skal vera ikki minni enn 20 cm2.
20.2.2.-10 Í miðstøðuhitaketlum til oljubrennara skulu brennari og ketil samsvara og samstillast soleiðis, at royktalið er ikki størri enn 12 % og sóttalið ikki størri enn 2.
20.2.3. Opnir eldstaðir.
20.2.3.-1 Opnir eldstaðir, til dømis árnar og tílíkt, skulu vera gjørdir á undirlag, sum er fullgott hitaverjandi, og sum ikki kann brenna.
20.2.3.-2 Veggir, ið eru uttanum sjálvan eldstaðin, skulu verða klæddir innan við eldføstum steini. Stendur botnurin á eldstaðinum meira enn 30 cm upp frá gólvinum, skal tann opna síðan hava neistaborð, sum er í minsta lagi 10 cm høgt.
20.2.3.-3 Fráleikin til tilfar, sum kann brenna, frá innaru síðunum á eldstaðinum skal allastaðni vera minst 30 cm og frá roykrøri minst 30 cm. Viðvíkjandi smølum listum og upp til 15 cm høgum fótlistum og fjalum, ið bert við kanti venda ímóti eldstaðinum, kann fráleikin verða styttur til 20 cm.
20.2.3.-4 Gólvið undir og framman fyri eldstaðin skal í minsta lagi 50 cm frá framkantinum og í minsta lagi 25 cm til hvørja síðu á kyndingaropinum verða gjørt úr ella fast klætt við tilfari, sum ikki kann brenna.
20.2.3.-5 Opin eldstaður kann hava lúku, ið letur roykrørið heilt aftur, um so er, at ongar hurðar ella tílíkt er á eldstaðnum.
20.2.3.-6 Opin eldstaður, upphitingarbúnaður til matgerð og tílíkt, ið standa leys, skulu standa á borðplátu úr tilfari, sum ikki kann brenna. Veggir kring tílíkt kókipláss skulu vera klæddir við haldgóðum og í minsta lagi flokka 1 tilfari í minsta lagi 30 cm upp um borðplátuna – og 10 cm niður um hana, um borðið stendur leyst frá vegginum.
20.2.3.-7 Fráleikarnir til eldstað sambært 20.2.2., men sum eru opnir, kunnu verða eins og ásett 20.2.2.-7, pettini a, b og c.
20.2.4. Stórir eldstaðir.
20.2.4.-1 Sum stórur eldstaður er at skilja upphitingarmiðstøð við kyndingarorku, ið er størri enn 60 kW (50.000 kcal/h). Ásetingarnar í -2 til -9 eru eisini galdandi fyri eldstað til gass.
20.2.4.-2 Kyndingarorkan í miðstøðuhitaketlum til lívrúnnið brennievni skal samsvara burturveitingarorkuni av roykgassi uppá 2500C við roykúttakið, roknað meðan ketilin er í støðugari gongd og er nýreinsaður.
20.2.4.-3 Miðstøðuhitaketlar skulu bjálvast, soleiðis at hitin uttan verður ikki meiri enn 350C í einum høli sum er 200C. Kravið er ikki galdandi fyri lúkur o.t.
20.2.4.-4 Miðstøðuhitaketil til kynding við gassi og olju skal umframt vatnhitamálara í ketlinum eisini hava roykhitamátara og skal geva hóskandi góðan møguleika at kanna roykgassið. Brennarar (oljufýr) og brenniháttur skulu samsvara við brennikamarið í ketlinum.
20.2.4.-5 Stórir eldstaðir skulu vera í rúmum, sum eru sjálvstøðugar brunadeildir. Hurð skal ikki vera millum tílíka brunadeild og gangir, sum eru felags gonguøki. Tílíkar brunadeildir mugu ikki nýtast til arbeiðsrúm ella onnur tílík endamál, ið kunnu hava við sær brunavanda. Har eldstaður er til hitaorku størri enn 600 kW (500.000 kcal/h) skal hurð vera beinleiðis út.
20.2.4.-6 Veggir og skilagólv um brunadeildir eins og nevnt í -5. skulu vera úr BS-húsalutum 60. Hurðar inn til brunadeild upp til 600 kW skulu vera í minsta lagi BD-hurð 30, og BD-hurð 60 inn til størri en 600 kW.
20.2.4.-7 Krøvini í -5. kunnu vera lakari í førum har kyndiorka, til í mesta lagi 600 kW, er ein neyðugur partur í arbeiðsgongdini í virkjum ella har hetta er ein partur av framleiðsluni.
20.2.4.-8 Kravið í 20.2.1.-5 um luftnýggjan er vanliga nøktað, um rúmið hevur vindeyga, lemm ella hurð út, sum er opin ella kann latast upp. Opið skal vera í minsta lagi 0,1 m2 fyri hvørjar 100 kw av samlaðu kyndiorkuni, men tó ikki minni enn 0,2 m2.
20.2.4.-9 Fráleikin millum útsíðuna á stórum eldstaði til flatu ella klædning úr tilfari, sum eldur kann festa í, skal vera í samsvari við hesar ásetingar:
a) Fráleiki millum ikki- vatnkøldan flata til tilfar, ið kann brenna skal vera ikki minni enn 1 m.
b) Fráleiki frá vatnkøldum flata skal vera ikki minni enn 50 cm.
c) Fráleikarnir í a. og b. kunnu vera lakari í serligum førum, har eldstaðurin (miðstøðuhitaketil) er hitabjálvaður við mineralull.
20.2.4.-10 Í miðstøðuhitaketlum til oljubrennarar skulu brennari og ketil samsvara og samstillast, soleiðis at royktalið er ikki størri enn 12 % og sóttalið ikki størri enn 2.
20.2.5. Eldstaðir til vinnuliga nýtslu.
20.2.5.-1 Brunaumsjón landsins setur serstøku krøvini í sambandi við eldstaðir o.t. nýttir til vinnulig endamál, eitt nú bakaríovnar, turkiovnar til timbur, fisk o.t.
20.2.5.-2 Ymsir turkiovnar og turkiskipanir til landbúnaðarvørur, ið virka við heitari luft, skulu vera sambært ásetingum frá Brunaumsjón landsins. Umframt skulu virki, ið nýta t.d. heita olju sum er undir trýsti lúka ásetingar frá Arbeiðseftirlitinum. Hitað olja ella hitaflutningur undir trýsti hitað 950C skal vera samb. ásetingum frá Arbeiðseftirlitinum.
20.3. Samband millum eldstað og skorstein.
20.3.-1 Smáir eldstaðir skulu ikki hava samband við skorstein sambært 20.4.6.
20.3.-2 Opnir eldstaðir, sambært 20.2.3. skulu ikki hava samband við skorstein, ið eisini hevur samband við aðrar eldstaðir.
20.3.-3 Eldstaðir skulu bindast beinleiðis í skorsteinar, ella hava samband um roykrør, ið viðvíkjandi dygd, tættleika, hitabjálvandi eginleikum lúka somu krøv sum skorsteinar, sambært 20.4. Víddin á roykrørum og tílíkum rásum skal svara til kyndingarorkuna á eldstaðnum.
20.3.-4 Í sama rúmi sum eldstaður er, kunnu roykrør vera sambært hesum ásetingum:
a) Roykrør gjørd sambært DS 1073 viðv. roykrørum og hólkum, til smáar eldstaðir kunnu nýtast óbjálvað. Rørið má ikki vera longri enn 1 m frá eldstaði, ið hevur kyndingarorku sum er í mesta lagi 120 kW. Onnur roykrør, sum eru sambærlig við DS 1073 kunnu nýtast.
b) Roykrør úr í minsta lagi 2 mm stálplátu ella tílíkum eins dygdargóðum tilfari kann nýtast óbjálvað í mesta lagi 2 m langt frá opnum eldstøðum, sambært 20.2.3, og brenniovnum.
c) Roykrør úr í minsta lagi 3 mm stálplátu ella tílíkum eins dygdargóðum tilfari, kann nýtast óbjálvað í mesta lagi 1 m langt frá eldstaði við kyndiorku, sum er størri enn 120 kW.
20.3.-5 Á roykrørum og roykrásum skulu vera reinsilúkur, soleiðis settar, at reinskan og eftirlit kann verða framt á tryggan hátt.
20.3.-6 Verða fleiri roykrør, hvørt yvir av øðrum, bundin í skorstein, skulu tey verða sett soleiðis, at hæddarmunur er millum tey ikki minni enn 25 cm. Roykrørið skal ganga inn í skorsteinin gjøgnum jarnhólk, ið er soleiðis tilevnaður, at hvørki hólkur ella roykur sleppa at stinga inn í skorsteinsrørið.
20.3.-7 Millum óbjálvað roykrør og vegg ella klæðingar, sum kunnu brenna skulu vera hesir fráleikar:
a) Fráleiki frá roykrøri úr smáum eldstøðum skal vera ikki minni enn 30 cm. Fráleikin kann vera 20 cm til smalar listar og fótlistar ikki hægri enn 15 cm.
b) Fráleikin frá roykrøri úr stórum eldstøðum skal vera ikki minni enn 50 cm.
20.4. Skorsteinar.
20.4.1. Almennar ásetingar.
20.4.1.-1 Skorsteinar skulu vera úr tilfari, sum ikki kann brenna og vera haldgóðir móti tæring og niðurbróting, ið stavar frá roykgassi. Allir skorsteinslutir, reinsilúkur, roykrøríbindingar o.a., sum kunnu koma í sambandi við roykgass skulu vera úr tilfari við haldgóðum eginleikum móti “tæring“, eldi, hita, og allari ávirkan frá t.d. reinsiamboðum. Skorsteinslutir uttandura skulu vera haldgóðir móti øllum veðri, hita, frosti, regni og vindi.
20.4.1.-2 Skorsteinar úr tigulsteini, betong ella tílíkum tungum tilfari skulu standa á eldtryggum undirstøði úr BS-húsaluti 60. Lættir skorsteinar kunnu í bygningum ikki hægri enn 2 hæddir verða settir á støði, úr tilfari, sum ikki kann brenna, og sum stendur á, – ella er fæst í aðrar húsalutir á brunaliga tryggan hátt, ella teir kunnu verða settir omaná eldstaðin, ið er bygdur til tílíkt.
20.4.1.-3 Skorsteinar skulu verða gjørdir soleiðis, at rivur ikki koma í teir, t.d. um húsið setur seg, ella orsakað av umskiftandi hita. Festingar í aðrar húsalutir, ið eru neyðugar til tess at tryggja støðufesti (stabilitet) á skorsteini, skulu gerast á brunatrygdarligan hátt.
20.4.1.-4 Skorsteinsrør skulu vera tætt, og innan skulu tey vera slætt. Byggivaldið kann krevja, at skorsteinar verða trýstroyndir.
20.4.1.-5 Yvirtrýst má ikki vera í skorsteinum, ið ganga upp gjøgnum rúm inni í bygninginum.
20.4.1.-6 Verður í stóran mun nýtt timburfráskurðir, spønir o.t. ella í førum har neistar og gløður javnan koma úr skorsteininum skal á skorsteinin setast neistafangari eftir góðkenning frá kommununi.
20.4.2. Reinskingar og eftirlit.
20.4.2.-2 Skorsteinar skulu vera soleiðis háttaðir, at teir kunnu haldast reinir við vanligum amboðum. Hóskandi tal av reinsilúkum skulu vera og ein skal lættliga kunna koma at teimum.
20.4.2.-2 Víddin á reinsiluku skal svara til víddina á skorsteinsopinum. Niðasta reinsilúkan kann vera “spreingilúka“ ið er eins stór. Reinsilúkur og “spreingilúkur“ skulu vera sambært DS 1032 og DS 1033.
20.4.2.-3 Skorsteinar ið skulu reinsast frá skorsteinspípuni ovast, skulu gerast soleiðis, at hóskandi og trygg atgongd er allan vegin upp. Skorsteinsrør, ið eru hægri enn 1,2 m og skorsteinar, ið standa leysir, skulu hava hóskandi stiga ella trin, ið eru vard móti tæring og trygdarliga væl fest.
20.4.2.-4 Allir skorsteinar skulu vera soleiðis háttaðir, at tað slepst framat at sýna teir. Inni í rúmum skal vera gjørligt at kanna skorsteinar. Skorsteinar mugu ikki klæðast ella byrgjast við innleggingum ella innbúgvi á slíkan hátt, at ikki slepst at sýna útsíðunar á teimum.
20.4.3. Smáir skorsteinar.
20.4.3.-1 Smáir skorsteinar eru at skilja sum allir skorsteinar, ið veita burtur roykgass frá einum – ella fleiri eldstøðum við kyndingarorku, sum er tilsamans í mesta lagi 120 kW og sum undir vanligari og áhaldandi fullari nýtslu ikki hevur við sær heitari roykgass enn 3500C í innganginum til skorsteinin.
20.4.3.-2 Smáir skorsteinar skulu vera soleiðis háttaðir, at ampi ella vandi ikki stendst av roykgassi, hvørki úti ella inni.
20.4.3.-3 Skorsteinspípur skulu í minsta lagi vera so høgar, at tær eru 80 cm oman fyri takflatan og í minsta lagi upp um eina linju, sum gongur gjøgnum ein depil, sum er loddrætt yvir útvegginum í somu hædd sum ovasti partur á tekjuni og gjøgnum ein depil, sum er 80 cm yvir ovasta partin av tekjuni (mønini). Skorsteinar sum ikki ganga 80 cm upp um mønina, skulu tó altíð vera í minsta lagi 3 m frá takflatu mált vatnrætt frá skorsteinsmunnanum. Í serstøkum førum kunnu krøv um hægri skorstein og størri fráleikar verða sett.
20.4.3.-4 Ljósvíddin á skorsteinum má í ongum førum hava tvørmát minni enn 10 cm. Avlong ljósvídd skal hava op, har breiddin er ikki minni enn helvtin av longdini.
20.4.3.-5 Ljósvíddin í lítlum skorsteinum skal vera í samsvari við kyndingarorkuna frá eldstøðunum, ið eru bundin í hann, eins og víst á hesi talvu:
Mesta kyndingarorka |
|
Vídd |
kW |
kcal/h |
cm2 |
|
|
|
15 |
10.000 |
100 |
25 |
20.000 |
150 |
35 |
30.000 |
200 |
50 |
40.000 |
250 |
60 |
50.000 |
300 |
70 |
60.000 |
350 |
80 |
70.000 |
400 |
95 |
80.000 |
450 |
105 |
90.000 |
500 |
120 |
100.000 |
550 |
20.4.3.-6 Í sambandi við hitaverk kynt við oljufýring mugu ljósvídddir ikki vera meiri enn 20 % størri enn talvan í -5 vísir. Er hæddin á skorsteini, roknað frá tí gólvi, har eldstaðurin er uppsettur, minni enn 5 m, kann ljósvíddin vera upptil 20 % minni enn tilskilað í talvuni í -5. Er hæddin á skorsteini millum 5 m og 10 m kann ljósvíddin vera upp til 35 % minni enn víst á talvuni. Er skorsteinurin hægri enn 10 m kann ljósvíddin vera upp til 50 % minni enn tilskilað í talvuni.
20.4.3.-7 Ljósvíddin í skorsteinum har opnir eldstaðir verða settir til sambært 20.2.3. skal vera í minsta lagi 300 cm2. Ljósvíddin kann tó verða minkað niður í 175 cm2, tá ið tann opni eldstaðurin, sum er settur til, hevur eitt op frammanfyri, sum er í mesta lagi 2500 cm2. Sum framsíðuop er at skilja tað opið har gjósturin fer inn at eldstaðnum. Eru eldstaðir opnir á fleiri síðum, verður víddin máld sum samanlagda víddin á opunum í hvørjari síðu.
20.4.3.-8 Skorsteinar skulu vera loddrættir, men kunnu “leggjast“, um kommunustýri ikki sýtir tí, í ovastu hædd (á lofti ella ovastalofti). Skorsteinur, sum “hellir“ skal vera stuðlaður á brunaliga tryggan hátt, og skal ikki hella meir enn at hornið í mun til vatnrætt verður minni enn 600.
20.4.3.-9 Reinsilúkur skulu allastaðni vera í minsta lagi 20 cm frá tilfari, sum kann brenna.
Fráleikin til listar og fótlistar kann vera 10 cm. Reinsilúkur skulu vera í minsta lagi 1 m frá tilfari, sum eldur lætt festir í t.d. hoyggj, hølvispønir ella klæðir o.a.
20.4.3.-10 Skorsteinur sum gongur gjøgnum rúm, har eldkvom evni eru á goymslu skal uttan um skorsteinin 50 cm frá útsíðuni og millum loft og gólv hava rimaverk ella tílíka forðing, soleiðis at tilfar ella evni ikki kemur at skorsteininum. Forðingin má ikki fjala skorsteinin.
20.4.3.-11 Lítlir skorsteinar úr tigulsteini skulu gerast sambært 20.4.4. og lítlir stálskorsteinar skulu gerast sambært 20.4.5.
20.4.4. Lítlir skorsteinar úr tigulsteini ella úr elementum úr tigulbetong.
20.4.4.-1 Lítlir laðaðir skorsteinar skulu vera úr tilfari sambært DS 414 grótflokki 15 og 7. Laðaðir skorsteinar mugu ikki standa uppat vegg úr tilfari, sum kann brenna.
20.4.4.-2 Skorsteinsveggurin skal í minsta lagi vera 10,8 cm tjúkkur. Skorsteinsveggir á skorsteinum uttandura, sum ikki eru bjálvaðir innan, skulu vera 22,8 cm tjúkkir.
20.4.4.-3 Skorsteinar skulu múrast sambært DS 414. Mørtil, ið nýttur verður, skal vera í minsta lagi KC 50/50/750. Skorsteinsveggir skulu slættast og “bustast“ við mørtli innan. Uttan skulu teir tættast um samankomingarnar og fugurnar og teir skulu pussast – eisini í skilagólvinum.
20.4.4.-4 Skorsteinar úr elementum úr cementbundnum ella keramiskum tilfari skulu tættast innan um fugurnar og vera viðgjørdir uttan eins og ásett í -3.
20.4.4.-5 Omaná skorsteinum skal vera inndekningur ella dekkpláta ið er góðkend til endamálið.
20.4.4.-6 Skorsteinsfóðring (bjálving) úr cementbundnum ella keramiskum tilfari skulu vera góðkend av Brunaumsjón landsins.
20.4.4.-7 Rør til skorsteinsfóðringar úr stáli ella stoypijarni skulu hava góðstjúkd sum er ikki minni enn 1,5 mm. Samansetingar skulu tættast við hólkum (muffum) og tættievni ið tolir hita.
20.4.4.-8 Millum útsíðu á skorsteini og vegg ella tilfar, sum kann brenna skal vera í minsta lagi 10 cm.
20.4.4.-9 Vanligir listar, í mesta lagi 3 cm tjúkkir kunnu verða settir uttan á skorsteinar, ið hava ikki minni en 10,8 cm tjúkkan vegg.
20.4.4.-10 Fót- og loftlistar, ikki hægri enn 15 cm, og tapet o.t. kunnu setast beinleiðis uttan á skorsteinar, sum eru í minsta lagi 10,8 cm tjúkkir.
20.4.4.-11 Timbur, undirsløg, sperrur, trappuvangar skulu vera í minsta lagi 23 cm frá innaru síðu á skorsteini.
20.4.4.-12 Trappuvangar úr viði kunnu vera 11 cm frá innaru síðu á skorsteini, um bjálvað verður ella t.d. pláta úr tilfari, sum ikki kann brenna, verður sett millum skorstein og vanga.
20.4.4.-13 Skorsteinur, ið t.d. er onnur síðan á innbygdum skápi, skal umframt ásetingarnar í -3. eisini hitabjálvast við tilfari úr tilfarsflokki A. Møguleiki skal vera fyri hóskandi luftnýggjan í skápinum.
20.4.5. Lítlir stálskorsteinar.
20.4.5.-1 Lítlir skorsteinar úr jarni ella stáli skulu hava kjarnu úr stoypijarni ella stálrøri við góðstjúkd sum er í minsta lagi 4 mm. Skoyti skulu samlast og tættast við hólkum og við evni, ið tolir hita ella á annan haldgóðan hátt. Góðstjúkdin kann vera 2 mm, um stálið er viðgjørt á serstakan hátt sambært góðkenningartreytum frá Brunaumsjón landsins.
20.4.5.-2 Millum kjarnan og uttara rørið skal vera bjálvað eftir allari longdini við evni, ið svarar til í minsta lagi 50 mm hitastøðuga minerealull.
20.4.5.-3 Hitabjálvaður kjarni skal verjast uttan við røri úr 0,5 mm stálplátu.
20.4.5.-4 Stálskorsteinar skulu góðkennast av Brunaumsjón landsins.
20.4.5.-5 Lítlir skorsteinar skulu uttan fyri rúmið har eldstaðurin er, byggjast inni við BS húsaluti 30, tó ikki á ovastalofti.
20.4.5.-6 Fráleiki millum útsíðu á stálskorsteini til tilfar, sum kann brenna, skal vera í minsta lagi 10 cm.
20.4.5.-7 Endatræ á loftklæðing og gólvi sum ikki er tjúkkari enn 3 cm, kann vera 5 cm frá útsíðuni á stálskorsteini.
20.4.6. Stórir skorsteinar.
20.4.6.-1 Stórir skorsteinar eru skorsteinar til eldstaðir, ið hava størri kyndingarorku enn 120 kW ella har roykgasshitin er meiri enn 3500C við fullari samlaðari nýtslu mált við roykrásina, sum fer inn í skorsteinin.
20.4.6.-2 Stórir skorsteinar skulu roknast soleiðis, at roykgassnøgdir, gjósturin og roykspjaðingin er hóskandi og trygdarliga fullgóð. Prógv kann verða kravt fyri dygd og tættleika.
20.4.6.-3 Stórir múraðir skorsteinar skulu hava serstaka góðkenning í hvørjum einstøkum føri.
20.4.6.-4 Stórir skorsteinar ið hava síðu, sum vendir móti búrúmum ella tílíkum høli, skal hitabjálvast við mineralull á trygdargóðan hátt.
21. Luftrásir.
21.1. Almennar ásetingar.
21.1.-1 Luftnýggjanarbúnaður skal vera soleiðis háttaður, at hann heilsuliga og brunaliga er trygdargóður.
21.1.-2 Luftnýggjanarbúnaður og luftrásir skulu kunna haldast rein, m.a. við atliti til brunatrygdina.
21.1.-3 Kravt kann verða, at luftrásir verða trýstroyndar fyri tættleika samb. DS 447.
21.1.-4 Luftrásir til náttúrliga luftnýggjan mugu einans taka luft úr einum høli.
21.2. Luftnýggjanarbúnaður í íbúðarhúsum.
21.2.-1 Luftnýggjanarbúnaður skal vera soleiðis gjørdur, at hann ikki elvir til bruna vanda og skal vera háttaður eins og ásett í -2 til -7.
21.2.-2 Luftnýggjanarbúnaður til víðari ræsur enn 1500 cm2 skal vera í rúmi, sum er skilað frá øðrum við í minsta lagi veggi, lofti og gólvi úr BS-húsaluti 30 og við BD-hurð 30. Luftnýggjanartól til rásir minni enn 1500 cm2 kunnu vera á ovastalofti, ið ikki kann nýtast til búrúm og kann ikki uttan serstaka góðkenning vera í rúmum til annað endamál.
21.2.-3 Luftrásir, sum verða førdar ígjøgnum húsalutir, ið avmarka brunaeindir, íbúðir, skilagólv, skulu uttan fyri ta brunaeindina, sum rásin luftar, verða gjørdur úr BS-húsaluti 30. Hetta kravið er ikki galdandi viðvíkjandi luftræsum, ið eru í ónýttum loftsrúmun, men skulu tó vera úr tilfari, sum ikki kann brenna.
a) Í sethúsum, tvíhúsum og raðhúsum eru vanliga ikki krøv til luftrásir í brunaeindum í 2 hæddum.
b) Viðv. luftrásum frá ruskrúmum, ruskslokum og frá rúmum, har kynt verður við gassi, eru krøvini um tryggar luftrásir galdandi sambært -4 og -5.
c) Kravið í 4 a verður vanliga roknað sum lokið, um veggirnir eru úr 2,5 cm betong í rásum við ljósvídd ikki størri enn 300 cm2, og 4 cm betong størri enn 300 cm2. Rásirnar mugu ikki skoytast í skilagólvum úr tilfari, sum kann brenna (BD-konstruktión). Rásir úr 0,7 mm plátu skulu verjast við ávíkavist 2,5 cm og 4 cm betong ella tílíkum góðkendum tilfari.
21.2.-4
a) Luftrásir frá ruskslokum og rúmum har kynt verður við gassi, við í mesta lagi 35 kW, skulu vera í minsta lagi úr BS-húsaluti 60.
b) Hetta kravið er vanliga lokið sambært krøvunum í -3 c og við rásum úr 0,7 mm galvaniseraðari plátu klædd við 2 x 2,5 cm hitastøðugari mineralull - sett upp við forskotnum skoytum.
21.2.-5 Luftrásir mugu ikki veitast inn í skorsteinar, ið hava samband við eldstað.
21.2.-6 Millum luftrásir og skorstein skal vera skilað sundur á brunaliga fullgóðan hátt.
21.2.-7 Luftrásir skulu, uttanfyri rúmið, ið verða luftað, vera í minsta lagi 6 cm frá tilfari, ið kann brenna. Bjálvaðar rásir kunnu verða nærri enn 6 cm frá tilfari, ið kann brenna. Innara síða á luftrásum frá ruskrúmun skulu vera ikki minni enn 10 cm frá tilfari ið kann brenna.
21.3. Aðrir bygningar enn íbúðarhús.
21.3.-1 Luftnýggjanarskipanir skulu gerast á brunaliga tryggan hátt og vera sambært DS 428.
21.3.-2 Luftnýggjanarskipanir í virkjum ella stórum eldkvæmum bygninum skulu viðgerast sambært brunalógini.
22. Innleggingar og veitingar.
22.1. Almennar ásetingar.
22.1.-1 Ásetingarnar um innleggingar fevna um el- og gassveiting, hitaverk, luftnýggjanarbúnað o.t. Viðvíkjandi hitaverki verður eisini víst til 20, viðv. luftnýggjan til 21, viðv. el-veitingum til 24, og viðv. gassi verður víst til 25.
22.1.-2 Innleggingar skulu vera soleiðis háttaðar, at tær ikki bera við sær eldvanda. Veitingar, sum eru førdar gjøgnum t.d. veggir frá eini brunaeind til aðra, skulu gerast soleiðis, at tær forða eldi, royki o.t. at spjaðast.
22.1.-3 Rørveitingar og aðrar veitingar skulu leggjast soleiðis, at tilfar, ið kann brenna, verður ikki heitari enn 800C. Veitingar, ið verða millum 1000C og 1200C, skulu vera í minsta lagi 3 cm frá viði og tílíkum tilfari. Veitingar, ið verða millum 1200C og 1500C skulu vera í minsta lagi 5 cm frá.
22.2. Vatnhitaverk.
22.2.-1 Hitaverk skal gerast og dimensionerast soleiðis, at tað ikki hevur við sær eld-ella spreingivanda. Víst verður til ásetingar hjá Arbeiðseftirlitinum viðvíkjandi hitaverkum, trýstskipanum o.a.
22.2.-2 Hitaverk, brenniskipanir, hitað-, luft- og roykveitingar skulu vera úr tilfari og gjørd á slíkan hátt, at Brunaumsjón landsins í brunatrygdarligum sambandi kann góðkenna tær.
22.2.-3 Í sambandi við eldstaðir og hitaverk skal vera rakstrarvegleiðing.
22.3. Rúm til burturkast og skarn o.t.
22.3.-1 Burturkast, avlop og skarn skal vanliga goymast uttandura fyri seg sjálvt á brunaliga tryggum stað og t.d. í íløtum.
22.3.-2 Í bygningum við fleiri enn 4 sjálvstøðugum íbúðum ella fleiri enn 10 arbeiðsplássum, næmingum ella tílíkt er galdandi:
a) Íløt ella sekkir til burturkast, ið verða goymd inni, skulu vera í rúmum, sum einans hava hurð beinleiðis út. Í rúminum skal vera vindeyga. Gólv, veggir og loft skulu vera gjørd úr tilfari, sum svarar til BS-húsalut 60. Hitarør sum ganga gjøgnum rúmið, skulu vera bjálvað, og bjálvingin skal verða vard móti at vera skadd. Luftskiftið í rúminum skal vera við rist niðri við gólvið, sum er 50 - 70 % av tvørmálinum á útsúgvingini, útsúgvingin skal vera í erva og vera 150 cm2 ella hava luftstreym, sum er ikki minni ennn 15 l/sek., ella 1 l/sek. fyri hvørt ílatið.
b) Ruskgoymsla uttandura skal vera í minsta lagi 5 m frá veggi og húsum og skal verða stikað inni.
22.3.-2 Innanhýsis slokur til burturkast og rusk skulu vera úr BS-húsaluti 60. Til luftnýggjan í slokum skal vera op í neðra uttanífrá, sum í vídd er 25 % av slokuni. Til mekaniska útsúgving skal vera 25 cm upp frá gólvinum. Luftrásin oman fyri ovastu lúkuna til burturkast skal vera 300 cm2 ella skal kunna flyta 80 l/sek., meðan ein lúka til burturkast er opin ella hurðin í ruskrúminum er opin.
22.4. Lyftur.
22.4.-1 Lyftur og rúm til lyftur skulu vera eins og ásett í -2 til -6 og í samsvari við ásetingar um lyftur o.t. frá arbeiðseftirlitinum. Lyftur skulu kunna nýtast av fólki, sum er í rullustóli.
22.4.-2 Veggir um sloku til lyftu skulu ikki vera lakari enn BS-húsalutur 60. Lyftur settar upp í trappurúmum nýtast ikki at vera í brunaliga sjálvstøðugum rúmum.
22.4.-3 Sloka, sum ikki gongur upp gjøgnum takið, skal hava loft, sum ikki er lakari enn BS-húsalutur 60. Gongur sloka upp á ovastaloft (takrúmið) skal hon byggjast tætt upp undir tekjuna, ið skal klæðast við í minsta lagi við tilfari úr flokki 1.
22.4.-4 Sloka til lyftu skal hava luftrás beinleiðis út (ikki mekanisk luftskifti), sum í vídd er ikki minni enn 1 % av víddini á slokuni. Maskinrúm til lyftu skulu hava luftrás ella op beinleiðis út.
22.4.-5 Hurðar millum sloku til lyftu og onnur rúm skulu vera í minsta lagi BD-hurð 30. Hurðar til lyftu frá felags forrúmi sambært 9.4.-4 skulu vera í minsta lagi BD-hurðar 60. Atgongd til kjallara frá lyftu skal vera um forrúm, ið hevur í minsta lagi BD-hurð 30. Hurðar skulu vera í minsta lagi 9 M breiðar.
22.4.-6 Maskinrúm til lyftur, skulu vera skilað frá øðrum rúmum við í minsta lagi BS-húsaluti 60 og við BD-hurð 30. Í slokunum mugu ongar óviðkomandi innleggingar vera.
V Kapittul
Brunatøkniligar innleggingar.
23. Brunatøkniligar innleggingar.
23.1. Almennar ásetingar.
Innleggingar og búnaður umrødd í hesi kunngerð skulu vera eins og ásett í hesi grein.
23.2. Rørveiting til eldsløkkivatn.
23.2.-1 Nýtast skulu 75 mm rør. Næst lendinum skal vera tilgangur til sløkkiútgerðina hjá sløkkiliðnum. Í øllum hæddum skal vera grein at taka sløkkivatn úr við krana at lata upp-og aftur. Til- og frágangir skulu sita soleiðis, at høgligt er at seta slangurnar hjá sløkkiliðnum til.
23.2.-2 Til- og frágangir skulu hava stortzkoblingar úr slagnum ávíkavist B- og C. Allir til- og frágangir skulu hava lok við ketu í. Stortzkoblingarnar skulu vera sambært DS 752 um “A-B- og C- fastkoblingar uttan gummipakning og lokini skulu vera sambært DS 757. Í øllum lokum skal vera 2 mm hol.
23.2.-3 Næst B-koblingini, niðast, skal vera skelti á sjónskum stað við skriftini “til eldsløkking“ sambært DS 734 við 25 mm høgum stavum.
23.2.-4 Slanguskáp við slangu, sum vatn altíð stendur til, skulu vera soleiðis sum niðanfyri tilskilað:
a) Slangur í bygningum, sum henda reglugerð fevnir um – tó ikki ídnaðarvirki og goymslubygningar –, skulu geva í minsta lagi 20 l/min og skulu kunna sproyta vatnið burtur ikki minni enn 9 m. Vatnveitingin skal vera nøktandi til at 2 slanguskáp eru í nýtslu ísenn. Vatntrýst uppá 1 atm. fremst á slangum er vanliga nóg mikið, tá nýtt verður 25 m long og 20 mm (3/4") slanga við 6 mm túti.
b) Afturlatingarkranin, beint áðrenn slanguna, kann vera fyri, um hann sæst skilliga.
c) Slanguskáp skulu merkjast “sløkkiútgerð“ sambært DS 731 blað A.
23.3. Roykop.
23.3.-1 Op til burturveitingar av royki o.t. skulu sita javnt býtt í allari takflatuni. Í tekjum við størri halli enn 1:10 (u.l. 60) skulu opini vera oman fyri ovaru helvtina - so høgt sum gjørligt. Lemmar ella ervaljós, ið sjálvvirkandi lata seg upp, eitt ella fleiri ísenn, stýrd av roykvarnarum og/ella hitavarnarum og tílíkur búnaður, ið hoyrur til skulu verða góðkend av Brunaumsjón landsins.
23.3.-2 Burturveiting av royki má ikki forast av t.d. niðurhongdum lofti ella bygningslutum til ljóðdoyving, og hita- ella slavubjálving.
23.3.-3 Roykop í tekjum skulu gerast úr:
a) Takljósplátum ið lættliga bráðna, ella -
b) lemmum ella ervaljósum, ið sjálvvirkandi lata seg upp tá hitin inni verður 700C – tó 900C um hølið hevur sjálvvirkandi sprinklaraskipan,
23.3.-4 Eru fleiri roykop gjørd við lemmum ella ervaljósum (takvindeygum) skulu tey gerast soleiðis, at tey lata seg upp á bak (1800), og at tílík roykop lata upp ikki sama veg.
23.3.-5 Roykop í trunka, sum hava sjálvvirkandi upplatingarskipan til tess at lata upp samstundis, skulu vera í somu deild millum 2 roykskjúrt.
23.3.-6 Brunadeildir við roykopum í tekjuni skulu hava roykskjúrt tá samlaða gólvvíddin er størri enn 1500 m2. Roykskjúrt skulu vera soleiðis sett upp, at tey býta ovara partin av brunadeildini (u.l. 1/3 av rúmhæddini) í øki, sum eru í mesta lagi 1500 m2 hvørt. Roykskjúrt skulu vera úr tilfari, sum ikki kann brenna og tey skulu byggjast tætt upp undir tekjuna. Víddin á roykopunum skulu roknast eftir økinum millum roykskjúrtini.
23.4. Útgonguljós og neyðljós.
23.4.-1 Útgonguljós til rýmingarleiðir og í rýmingarleiðum skulu vera ÚT-lampur við ljósi í ella skelti, sum ljós lýsur á. Stavirnir ÚT skulu vera sambært DS 734 um trygdarskelti og teir skulu í minsta lagi vera 100 mm høgir. Tílík skelti skulu vera yvir hurðunum ella næst teimum og í gonguleiðum í tann mun ið neyðugt er at leiðbeina til útgongd. Allastaðni í rýmingarleiðum skal síggjast ÚT-ljós og leiðbeinandi ÚT-ljós sum vísa til útgongd. Ljósið skal kunna lýsa í minsta lag 30 minuttir eftir at streymslit er. Útgonguljós skulu lýsa alla tíðina, meðan hølini er í nýtslu.
23.4.-2 Neyðljós skulu kunna lýsa í minsta lagi 1 lux á gólvið í hølum og rýmingarleiðum, og um neyðugt eisini í tílíkum økjum uttandura. Neyðljós skulu tendra beint tá streymslit er og lýsa í minsta lagi í 30 minuttir eftir streymslit.
23.4.-3 Har útgonguleiðir kunnu gerast ógreiðar t.d. í handlum ella sýningarhølum o.t. ella har nógv fólk kunnu vera, kann tó krevjast skilligari merking enn ásett í -1.
23.4.-4 Í sambandi við útgonguljós og neyðljós skal, á hóskandi stað, vera vegleiðing um nýtslu, viðlíkahald o.t.. Tílíkar innleggingar skulu gerast sambært reglunum í 24.
VI Kapittul
Tøkniligar innleggingar.
24. El-skipanir og -innleggingar.
24.-1 El-innleggingar mugu einans verða framdar, umvældar, víðkaðar, tiknar niður og heilt ella lutvíst settar til almennu streymskipanina undir ábyrgd og eftirliti av el-innleggjara, sum er góðkendur av S.E.V.
24.-2 El-útbúnaður, tól o.a., ið kunnu hava eitthvørt samband við almennu el-veitingarskipanina, mugu ikki á nakran hátt verða sett til uttan at vera sambært tær til eina og hvørja tíð galdandi ásetingar í sterkstreymsreglugerðini.
24.-3 El-innleggingar, búnaður ella tól, sett upp á støðum ella eru háttað soleiðis, at tey kunnu elva til eldsbruna skulu ikki verða sett til el-veitingarskipanina.
24.-4 Brunaumsjón landsins kann krevja t.d. sjálvstøðuga streymveiting beinleiðis frá høvuðstalvu til lyftu og at kaðlar til lyftu skulu vera úr slíkum tilfari ella lagdir á slíkan hátt, at teir eru vardir móti hita og eldi.
25. Eldstaðir til gass o.t.
25.-1 Eldstaðir, sum eru í sambandi við gassfløsku, við tilsamans meiri enn 13 kg, skulu setast upp eftir vegleiðing frá serkønum fólki. Gassinnleggingar o.t. skulu altíð gerast undir ábyrgd og eftirlit av gassinleggjara, sum Brunaumsjón landsins hevur góðkent.
25.-2 Vatnhitarar, komfýrar og hitaovnar o.t. skulu, í sambandi við luftnýggjan og roykrásum setast upp sambært góðkendari og lættskiljandi vegleiðing, sum skal vera hjáløgd tí ávísa upphitingarbúnaðinum.
25.-3 Við atliti til brunatrygdarligar, tøkniligar ásetingar viðvíkjandi nýtslu, flutningi, goymslu, tilfarsgóðkenning, uppseting og eftirliti o.a. eru galdandi ásetingarnar sum víst er til í skjali nr. 1.
VII Kapittul
Umsitingarligar fyrisetingar.
26. Revsing fyri at bróta fyriskipanirnar í hesi kunngerð.
26.-1 Við bót verður hann revsaður, sum brýtur reglurnar í hesi kunngerð, sum misheldur treytirnar fyri einum loyvi sambært hesi kunngerð ella sum ikki fylgir forboðum ella boðum, sum givin eru sambært hesi kunngerð.
26.-2 Er brotið framt av einum partafelag, lutafelag ella tílíkum kann felagið sum slíkt koma undir bót.
27. Undantaksloyvi.
27.-1 Byggivaldið kann geva smávegis lættar í ásetingunum í hesari kunngerð.
27.-2 Er ósemja í bygda(r)ráðnum um, hvussu ein lætti er at skilja, tekur Brunaumsjón landsins avgerð.
28. Kæra.
28.-1 Avgerðir kommunustýrisins sambært hesi kunngerð er loyvt at leggja fyri landsstýrið.
28.-2 Tá ið annað ikki er fyrisett, er kærufreistin 30 dagar frá tí degi, avvarðandi fekk avgerðina at vita og upplýsing um hesa freist og um, hvat vald kært kann vera til. Fyri avgerðir, sum alment eru kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegnum.
28.-3 Kæra um boð, sum byggivaldið hevur givið, sleppur einum ikki frá at gera eftir teimum. Kæruvaldinum er heimilað at áseta, um kæra skal leingja um freistina.
29. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 1992
Skjal nr. 1.
Allýsingar.
Byggievni úr tilfarsflokki A skulu hava hesar brunaligu eginleikar:
a) Tað skal vera nærum óbrennandi,
b) Tað skal ikki breiða út eld og
c) Nærum eingin roykur skal standast av tí.
Tilfar í hesum flokki skal kunna standa royndirnar sambært DS 1065.1.
Byggievni úr tilfarsflokki B skulu hava hesar brunaligu eginleikar:
a) Tað skal vera elddovið,
b) Tað skal vera hóvliga eldbreiðandi og
c) Tað skal vera hóvliga roykelvandi.
Tilfar í hesum flokki skal kunna standa royndirnar sambært DS 1065.1.
Tilfar, sum ikki kann brenna, skal lúka royndirnar sambært DS 1057.1.
Tilfar og húsalutir í tilfarsflokki F skal lúka royndirnar sambært DS 1052.1.
Klædningur í flokki 1 er úr tilfarsflokki A og hevur tílíkar eginleikar. Klædningurin skal í minsta lagi 10 minuttir verja ímóti, at eldur festir í tilfar, sum liggur aftanfyri. Tilfar í hesum flokki, skal kunna standa royndirnar sambært DS 1065.2 og DS 422.
Klædningur í flokki 2 er úr tilfarsflokki B og hevur tílíkar eginleikar. Klædningurin skal í minsta lagi 10 minuttir verja ímóti, at eldur festir í tilfar, sum liggur aftanfyri, ella at klædningurin fer at loga báðumegin.
Tilfar í hesum flokki skal kunna standa royndirnar sambært DS 1065.2.
Brunaligir eginleikar á vegg- og loftflata javnsetast ella samanberast við klæðingar á tey.
Brunatøkniliga egnað tilfar til gólv skal hava hesar eginleikar:
a) Tað skal vera elddovið.
b) Tað skal vera hovliga roykelvandi.
Tilfar í hesum flokkinum skal kunna standa royndirnar sambært DS 1059.2.
Brunatøkniliga egnað tilfar at tekja við skal hava hesar eginleikar:
a) Tað skal trekliga breiða eld.
b) Tað skal ikki geva neistar frá sær, tá tað brennir.
Tilfar í hesum flokki skal kunna standa royndirnar sambært DS 1063.1 og DS 1059.1.
Roykop eru takljósplátur, yvirljós og takvindeygu, sum missa styrkina (bráðna) og “fara upp av sær sjálvum“, tá tey verða hitað til 70oC.
Tílíkar takplátur til at veita burtur royk og hita skulu kunna standa royndirnar sambært DS 1051 og DS 10588.1.
Hitastøðug (hitaføst) mineralull er bjálvingartilfar, sum varðveitir bjálvingarevni í høgum hita og heldur skap til í minsta lagi 750oC.
Niðurhongd loft er klæðing t.d. upp undir skilagólv har størri glopp er enn 4 cm og samlaða rúmið er størri enn 1 m3. Termoplastiskt og lívrunnið tægrað tilfar, skal roknast sum opið rúm í hesum sambandi.
Fasthildin mineralull í vatnrættari konstruktión er at skilja tá hon er hildin í bjálkalagnum við 2 mm jarntráði pr. 30 cm – ella við 19 mm x 100 mm brettum pr. 30 cm frá miðju til miðju.
Í loddrættari konstruktión er mineralullin fest, tá hon er hildin við naglum, sum í minsta lagi 35 mm inni á máttini eru negldir í belti og stólpar pr. 30 cm.
Ein BD-hurð 30-M er ein BD-hurð 30, ið ikki hevur ámonteraða sjálvafturlatingarskipan, og er tí ikki sjálvafturlatandi.
9M er hurð við mátunum:
Breidd: 910 mm veggjaholmát, 888 mm útv. karmmát.
Hædd: 2188 mm veggjaholmát, 2088 mm útv. karmmát.
Spurningar viðvíkjandi tilfari, konstruktiónum, allýsingum og metingum í brunatrygdarligum sambandi kunnu verða settir Brunaumsjón landsins.
Góðkenningar.
Brunaumsjón landsins er í samsvari við kunngerðina, heimilað at góðkenna og áseta útgreinandi brunatøkniligar allýsingar og brunatrygdarligar vegleiðingar o.t. sambært § 25 stk. 2 í brunalógini.
– Um 2.-1. í kunngerðini:
Brunaumsjón landsins góðkennir tilfarsflokkingar, bygningslutir o.a., ið er sambært, ella í samsvari við Dansk Standard (DS) tilvísingarnar í kunngerðini.
– Um 2.-2.:
Brunaumsjón landsins góðkenir bjálvingartilfar, takljósplátur til roykburturveiting o.t., ið kann lúka krøvini sambært royndarháttunum hjá Dantest (DBI) nr. 10.02/01 og 100.03/01.
– Um 2.-3. og -4.:
Brunaumsjón landsins góðkennir brunatøkniligar vegleiðingar m.a. um slanguskáp, ávaringarskipanir og vegleiðingar fyri tær ymsu bygningsflokkingarnar í kunngerðini. Tílíkar vegleiðingar, eins og tær frá Dansk Brandteknisk institut og Statens Brandinspektion, skulu tó hava serligt góðkenningarmerki frá Brunaumsjóna landsins.
- Um 5.2.-4.1) :
Grundreglan er, at vindeygu, bjargingarop, skulu vera í øllum tilhaldsrúmum. Kravið er, at eit bjargingarop skal vera frá 1 upp til 10 fólk. Fyri hvørja ferð fleiri enn 10 fólk kunnu vera í einari brunaeind, skal vera eitt bjargingarop afturat.
- Um 5.5.-2.:
Brunaumsjón landsins góðkennir sjálvvirkandi hurðaafturlatingarskipan, ið er gjørd, kannað og verður hildin við líka sambært ásetingunum í Forskrift nr. 231 om Automatisk branddørlukningsanlæg, hjá Dansk Brandteknisk institut.
- Um 23.3.-1.:
Brunaumsjón landsins góðkennir roykop, ið sjálvvirkandi lata seg upp, sum eru gjørd, kannað og verða hildin við líka sambært ásetingunum í Vejledning nr. 27 om brandventilation, hjá Dansk Brandteknisk institut.
– Um 25.-3.:
Brunaumsjón landsins góðkennir tøkniligu ásetingarnar í “Gasreglementet 1981 afsnit A“ og “Justitsministeriets bekendtgørelse nr. 520 frá oktober 1978“. Tó er fyrivarni móti teimum heimildum, sum gassreglugerðin og kunngerðin nr. 520 vísa til.
Dømi.
Dømi um húsalutir, ið kunnu góðkennast:
Húsalutir og klædningar, sum viðvíkjandi eldvanda eru nýtiligir.
1. Alment.
1. Niðanfyri nevndu dømi um húsalutir og klædningar lúka beinleiðis tey krøv, ið sett eru í reglugerðini uttan serliga sannan ella kanning.
2. Tær brunateknisku flokkanir, ið nýttar eru, sipa til DS 1052 “Brunateknisk flokkan av húsalutum“.:
3. Eldtrygur húsalutur: BS-húsalutur. Fylgjandi tøl skila til tal á minuttum.
4. Elddovin húsalutur: BD-húsalutur.
Allir BS og BD húsalutir skulu vera bygdir fast í hvønnannan, verða tættir og støðufastir og hava styrki samsvarandi býti millum hædd, longd, breidd og vera verkfrøðiliga tryggir við atliti til viðurskifti, ið kann óverka teir.
2. Berandi loddrættir húsalutir.
1. BS-veggir 120.
28 cm veggur úr kálksandgrýti.
28 cm veggur úr betongholblokksteini.
28 cm veggur úr gjøgnumheilum betongblokksteini.
15 cm veggur úr autoklaveraðum lættbetongblokksteini.
15 cm veggur úr jarnstyrktum elementum av autoklaveraðum lættbetongi.
15 cm veggur úr ikki-jarnstyrktum betongi.
15 cm veggur úr tvítalt jarnstyrktum betongi við minst 20 mm av betongi uttan jørnunum. Tvíveggur av BS-veggjum 60, berandi, við ella uttan luftgloppi ímillum. Verður ífylla nýtt, skal hetta vera úr tilfari, sum ikki brennur.
2. BS-súlur 120.
30 x 30 cm jarnstyrkt betongsúla við minst 30 mm betongi uttan á jørnunum.
25 x 25 cm jarnstyrkt betongsúla við minst 25 mm betongi uttan á jørnunum, styrkt við sjóðaðum neti, sum er úr minst 2,5 mm tráði, og við í mesta lagi 100 mm meskavíkk, lagt 15 mm frá yvirflatanum.
Súla úr profiljarni, rørum ella stálprofilum, sum stoypt er rundan um við minst 40 mm av betongi, jarnstyrkt við strekkmetali, 1,4 kg/m2, ella sjóðaðum neti úr minst 2,5 mm tráði, og við meskavídd í mesta lagi 100 mm, lagt 15 mm frá yvirflatanum og soleiðis at møgulig glopp millum flansur o.t. verða fylt til fullnaðar við ikki eldførum tilfari. Í rúm innan í profilum, har tvørskurðurin er tætt lokaður skal ikki verða stoypt.
3. BS-veggir 60.
11 cm veggur úr kálksandgrýti.
15 cm veggur úr tvífalt jarnstyrktum betongi.
12 cm veggur úr einfalt jarnstyrktum betongi við miðsettari jarnstyrking.
10 cm veggur úr autoklaveraðum lættbetongblokksteini.
10 cm veggur úr jarnstyrktum elementum av autoklaveraðum lættbetongi.
4. BS-súlur 60.
Súla úr jarnstyrktum betongi, har minsti tvørskurður er 400 cm2 og minsta tvørmál er 18 cm.
30 x 30 cm súla úr ikki-jarnstyrktum betongi.
Súla úr profiljarni ella stálprofilum, sum stoypt er rundan um við í minsta lagi 25 mm betongi, sum er jarnstyrkt við strekkmetali, 1,4 kg/m2 ella sjóðaðum neti úr tráði, sum er minst 2,5 mm og við meskavídd í mesta lagi 100 mm, lagt 15 mm frá yvirflatanum og soleiðis at møgulig glopp millum flansur o.t. verða fylt til fullnarðar við ikki eldførum tilfari. Í rúm innan í profilum, har tvørskurðurin er tætt lokaður, skal ikki verða stoypt.
5. BD-veggir 90.
Veggur úr í minsta lagi 45 x 95 mm loddrøttum stólpum, sum standa í mesta lagi 600 mm hvør frá øðrum roknað frá miðju til miðju við tvífaldum klædningi á báðum síðum úr 1. flokki ella 2. flokki. Hin fjaldi klædningurin skal vera úr plátum. Millum klædningarnar skal vera 95 mm, og rúmið verður fylt út heilt við 100 mm mineralullplátum, ið eru hildnar fastar.
6. BD-veggir 60.
Veggur úr í minsta lagi 45 x 70 mm stólpum við einum fráleika í mesta lagi 600 mm frá miðju til miðju við klædningi úr plátum á báðum síðum úr 1. flokki ella 2. flokki. Fráleiki millum klædningarnar 70 mm, og rúmið verður fylt út heilt við mineralullplátum, ið verða hildnar fastar.
Veggur úr í minsta lagi 75 x 95 mm stólpum við einum fráleika í mesta lagi 600 mm frá miðju til miðju við klædningi á báðum síðum úr 1. flokki ella 2. flokki. Fráleiki millum klædningarnar 75 mm og rúmið fylt út heilt við í minsta lagi 75 mm mineralullplátum, ið verða hildnar fastar.
7. BD-súlur 60.
Súla úr profiljarni, rørum ella stálprofilum klødd við í minsta lagi 38 mm spónplátu ella trætagra plátu við rúmvekt, ið er minst 600 kg/m3 ella krossviði við rúmvekt í minsta lagi 500 kg/m3.
8. BD-veggir 30.
Veggur úr í minsta lagi 45 x 70 mm stólpum við einum fráleika, sum er í minsta lagi 600 mm frá miðju til miðju á báðum síðum við klædningi, sum í minsta lagi er úr 2. flokki, fráleiki millum klædningarnar 70 mm og rúmið fylt út heilt við mineralullplátum, sum verða hildnar fastar.
Veggur úr í minsta lagi 45 x 70 mm stólpum við einum fráleika, sum er í mesta lagi 1200 mm frá miðju til miðju við 35 x 70 mm beltum fyri hvørjar 500 mm á báðum síðum við klædningi í minsta lagi úr 2. flokki, fráleiki millum klædningarnar 70 mm og rúmið fylt út heilt við mineralullplátum, sum eru hildnar fastar.
3. Berandi vatnrættir húsalutir.
1. BS-langbitar 120.
Jarnstyrktur betongbjálki við minst 30 mm av betongi uttan á høvuðsjarnstyrkingini. Langbiti úr profiljarni ella stálprofilum, sum stoypt er rundan um við minst 40 mm betongi styrkt við strekkmetali, 1,4 kg/m2, ella sjóðaðum neti úr í minsta lagi 2,5 mm tráði og við í mesta lagi 100 mm meskavídd, lagt 15 mm frá yvirflatanum og soleiðis at møgulig glopp millum flansar o.t. verða fylt til fullnaðar við ikki eldførum tilfari, Í rúm innan í profilum, har tvørskurðurin er tætt lokaður, skal ikki verða stoypt.
2. BS-langbitar 60.
Langbiti úr jarnstyrktum betongi við minst 20 mm av betongi uttan á høvuðsjarnstyrkingini.
Langbiti úr forspentum betongi við í minsta lagi 5 mm gripjørnum fyri hvørjar 300 mm og sum fevnir um høvuðsjarnstyrkingina og við í minsta lagi 25 mm betongi uttaná. Tvørmálið í minsta lagi 8 cm, tvørskurðurin í minsta lagi 40 cm2m, har tað snýr seg um langbitar, sum eru samanstoyptir við í minsta lagi 8 cm betongdekk, tí minst 200 cm2.
Langbiti úr profiljarni og stálprofilum, sum stoypt er rundan um við minst 25 mm betongi, styrktur við strekkmetali, 1,4 kg/m2 ella sjóðaðum neti úr í minsta lagi 2,5 mm tráði og við í mesta lagi 100 mm meskavídd, lagt 15 mm frá yvirflatanum, og soleiðis at møgulig glopp millum flansar o.t. verða fylt til fullnaðar við ikki eldførum tilfari. Í rúm innan í profilum við tætt lokaðum tvørskurði skal ikki verða stoypt.
3. BS-skilagólv 60.
8 cm gjøgnumheil jarnbetongpláta.
4. BD-langbitar 60.
Langbiti úr profiljarni ella stálprofilum klæddur við í minsta lagi 38 mm spónaplátum við rúmvekt í minsta lagi 600 kg/m3 ella 38 mm krossviði við rúmvekt í minsta lagi 500 kg/m3.
5. BD-skilagólv 60.
Undirsløg við 19 mm krossviði, 100 mm hitafastari mineralullplátum, sum eru hildnar fastar og klædningi á undirsíðuni úr 1. flokki ella 2. flokki.
Undirsløg við 19 mm krossviði, 100 mm steinull, hildin føst við 2 mm jarntráði fyri hvørjar 300 mm og klødd á undirsíðuni við tvífaldum klædningi úr 1. flokki ella 2. flokki; hin fjaldi klædningurin skal vera úr plátum.
6. BD-skilagólv 30.
Undirsløg við 19 mm krossviði, 100 mm mineralull, sum er hildin føst, og á undirsíðuni við klædningi úr 1. flokki ella 2. flokki.
4. Ikki-berandi loddrættir húsalutir.
1. BS-veggir 120.
17 cm veggur úr kálksandgrýti ella betongsteini.
Tvíveggur úr teimum BS-veggjum 60 við ella uttan luftgloppi ímillum. Verður ífylla nýtt, skal hon vera úr tilfari, sum ikki brennur.
2. BS-veggir 60.
5,5 cm veggu úr kálksandgrýti, pussaður á báðum síðum.
5 cm veggur úr autoklaveraðum lættbetongsteini, pussaður á báðum síðum.
7,5 cm veggur út autoklaveraðum lættbetongblokksteini.
7,5 cm veggur úr jarnstyrktum elementum úr autoklaveraðum lættbetongi.
11 cm veggur úr klinkubetongsteini ella molersteini.
3. BS-veggir 30.
7,0 cm veggur úr jarnstyrktum elementum úr autoklaveraðum lættbetongi ella klinkubetongi.
4. BD-veggir 90.
Tvíveggur gjørdur úr 2 BD-veggjum 60 við ella uttan luftgloppi ímillum.
5. BD-veggir 60.
Veggur úr 1 lagi, 31 mm tjúkt og 1 lagi 19 mm av krossløgdum fjalum og á báðum síðum við klædningi úr 1. flokki ella við plátum í 2. flokki.
Veggur úr 5 cm træullbetongi á báðum síðum við 12 mm kálkpussi á útkastaðan mørtil ella við tættari berapping.
Veggur úr í minsta lagi 45 x 50 mm stólpum við einum fráleikam, sum er í mesta lagi 600 mm frá miðju til miðju við klædningi úr plátum á báðum síðum úr 1. flokki ella 2. flokki. Fráleikin millum klædningarnar 45 mm og fylt út til fulnaðar við mineralullplátum, sum verða hildnar fastar.
5. Ikki-berandi vatnrættir húsalutir.
1. BD-skilagólv 30.
(Heruppií rúmavmarkandi loft, skráveggir og væðingar).
21 mm samanpløgdar ráar, sagaðar ella hølvaðar í fjalir, klætt við kl. 2 plátu.
21 mm spónaplátu við rúmvekt í minsta lagi 600 kg/m3.
Loftskonstruktión fylt út við í minsta lagi 100 mm mineralull, við klædningi á undirsíðuni úr 4 mm eternitplátu, ið møguliga kann verða gatað við upp til 25 % opum.
Klædningur skal verða settur upp soleiðis, at einki tómt rúm er aftanfyri.
Loftskonstruktión útfylt við í minsta lagi 100 mm fasthildnari mineralull úr plátum, takt við vindtættum lagi, við klædningi á undirsíðuni úr í minsta lagi 15 mm samanløgdum, hølvaðum ella ráum fjalum (kl. 2 uttan holum aftanfyri).
6. Klædningur úr 1. flokki.
(Uppgivnu málini eru minsta tjúkt; viðvíkjandi plátuklædningum í mesta lagi 600 mm fráleiki millum festingarnar til undirlag):
1. 8 mm eterniplátur.
9 mm gipsplátur.
9 mm trýsteldimprægneraður krossviður.
21 mm samanpløgdar ráar, sagaðar ella hølvaðar fjali, ið eru trýsteldimprægneraðar.
2. Krav um, at klædningur skal vera úr 1. flokki er ikk til hindurs fyri, at tað í 1. stk. nevnda tilar í øðrum tjúktum verður nýtt, tá ið uppsetingin fer fram á eina BS-konstruktión ella á klædningar úr 1. flokki.
Annað tilfar, ið við brunatekniska kanning er flokkað sum tilfar, ið ikki brennur, kann eisini verða góðkent.
7. Klædningar úr 2. flokki.
(Uppgivnu málini eru minsta tjúkt; við plátuklædningar skal vera í mesta lagi 600 mm millum festingarnar til undirlag):
1. Við tómum rúmi aftanfyri:
21 mm samanpløgdar ráar, sagaðar ella hølvaðar fjalir.
9 mm spónaplátur við rúmvekt í minsta lagi 600 kg/m3.
9 mm trætægra plátur við rúmvekt í minsta lagi 600 kg/m3.
9 mm krossviður við rúmvekt í minsta lagi 500 kg/m3.
2. Einki tómt rúm aftanfyri:
15 mm samanpløgdar ráar, sagðar ella hølvaðar fjalir.
7,5 mm krossviður við rúmvekt í minsta lagi 500 kg/m3.
6 mm trýsteldimprægneraður krossviður.
9 mm samanpløgdar ráar, sagaðar ella hølvaðar fjalir, sum eru trýsteldimprægneraðar.
3. Krav um, at klædningur skal vera úr 2. flokki, er ikki til hindurs fyri, at nýtt verður tað tilfar, sum nevnt er í 1. og 2. stk., í minni tjúktum, tá ið uppsetingin fer fram í brunatekniskt føstum sambandi við eina BS- ella BD-konstruktión ella við klædningum úr 1. flokki ella 2. flokki. Sama er galdandi fyri tilfarsflokkarnar A og B, sum ikki eru nevndir í dømunum um kl. 1 og kl. 2.
Sum brunatekniskt fast samband er at skilja, at alt tilfarið verður hildið tætt saman á slíkan hátt, at tað undir brunatekniskari kanning ikki fer sundur.
Hetta kann vera við vatnføstum lími ella negling. Annað tilfar enn tað, sum er givið upp í 1. og 2. stk., ið við brunatekniska kanning lýkur krøvini til klædningar úr 2. flokki, kann eisini verða nýtt.
4. Klædningar, sum verða settir saman av fleiri løgum, verða roknaðir sum klædningar úr plátum úr 2. flokki, tá ið hesi krøv verða lokin:
a. tað nýtta tilfarið skal svara saman við tilfarsflokki B.
b. í minsta lagi eitt lag skal vera pláta og í minsta lagi 3 mm tjúkt.
c. løgini skulu vera í brunatekniskt føstum sambandi.
d. klædningurin skal vera í minsta lagi 15 mm tjúkkur, tá ið hann verður uppsettur við tómum rúmi aftanfyri og í minsta lagi 9 mm tjúkkur, tá ið hann verður uppsettur, har einki tómt rúm er aftanfyri.
5. Teir klædningar úr 2. flokki, sum nevndir eru her í 1. til 4. stk. kunnu verða profileraðir, um fylgjandi treytir verða loknar:
a. Tann profileraði yvirflatin á klædninginum skal við profileringina ikki verða øktur til meira enn 125 % av tí slætta økinum.
b. Tjúktin á klædninginum skal við profileringina ikki nakrastaðni verða minkað til minni enn:
15 mm fyri fjalaklædningar við tómum rúmi aftanfyri.
9 mm fyri fjalaklædningar, har einki tómt rúm er aftanfyri.
Tó 7,5 mm fyri plátuklædningar.
c. Víddin á tí parti á klædninginum, hvørs tjúkt er minni enn tær í 1. og 2. stk. nevndu, skal ikki fara upp um 20 % av tí slættu víddini á klædninginum.
8. Hóskandi tilfar at leggja á gólv í útgongdum.
Leggingar úr ikki-eldførum tilfari sum til dømis betongi, terrazzo o.t.:
7 mm linoleum,
4 mm vinyl, PVC,
stoypiasfalt við asfaltinnihaldi í mesta lagi 15 %,
teppiábreiðslur, góðkendar til endamálið, 21 mm pløgdar gólvfjalir og legging úr træ í eini hvørjari tjúkt í brunatekniskt føstum sambandi við undirlagið, sum ikki kann brenna.