Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. januar 2007Nr. 5
Kunngerð um lummapening til børn á samdøgursstovni stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini
Við heimild í § 38, stk. 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd verður ásett:
§ 1. Tá barn er sett á samdøgursstovn, ið er stovnsettur við heimild í barnaverndarlógini, rindar stovnurin lummapening til barnið.
§ 2. Lummapeningur verður útgoldin einaferð um vikuna, um annað ikki er avtalað millum stovnin og barnið.
§ 3. Upphæddin, ið rindast skal, svarar til upphæddina, ið ásett er til lummapening fyri viðkomandi aldursbólk sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur.
Stk. 2. Um barn verður sett á stovn uttanlands, er tað upphæddin fyri lummapening hjá viðkomandi stovni, ið er galdandi.
§ 4. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur eftir at verjin hjá barninum hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almannamálum.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 30. januar 2007
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)