Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
2. mai 2017Nr. 51
Kunngerð um uppalingarískoyti
Við heimild í § 71, stk. 3 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 8. mai 2012, verður ásett:
§ 1. Tá ungur, sum er fyltur 18 ár, verður settur heiman, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin avgera, at uppalingarískoyti skal rindast.
Stk. 2. Barnaverndarnevndin leggur tilmæli um ásetan av uppalingarískoyti fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina.
§ 2. Uppalingarískoyti er eitt gjald, ið skal rinda ein part av uppihaldinum fyri hin unga, meðan hann er settur heiman.
§ 3. Uppalingarískoyti kann áleggjast tí unga, ið er settur heiman, eftir reglunum í §§ 6-8.
§ 4. Rættin til uppalingarískoyti hevur tann myndugleiki, ið ber útreiðslurnar av hinum unga, meðan hann er settur heiman.
Stk. 2. Er hin ungi settur á stovn hjá landinum, er tað landið, ið hevur rættin til uppalingarískoytið.
§ 5. Í avgerðini hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini skal tilskilast, hvagar uppalingarískoytið skal rindast.
Gjaldið
§ 6. Einum ungum, sum er fyltur 18 ár, kann áleggjast at gjalda eitt uppalingarískoyti, ímeðan hann er settur heiman.
Stk. 2. Uppalingarískoyti kann bert áleggjast, um mett verður, at hetta er við til at menna hin unga, eitt nú økja ábyrgdarkensluna hjá viðkomandi.
§ 7. Uppalingarískoyti kann bert áleggjast, um hin ungi hevur vunnið sær pening av egnum arbeiði.
Stk. 2. Uppalingarískoyti kann bert krevjast av tí, sum loypur av arbeiðsinntøkuni, tá ið vanligar útreiðslur hjá viðkomandi aldursbólki til lummapening og klæðir, ásett sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur, eru drignar frá.
Stk. 3. Upphæddin, ið verður áløgd tí unga at gjalda í uppalingarískoyti, kann í mesta lagi verða eitt gjald, ið svarar til helvtina av tí vanliga barnagjaldinum ásett sambært lóggávuni um rættarstøðu barnanna.
§ 8. Verður uppalingarískoyti álagt einum ungum, skal Barnaverndartænastan við jøvnum millumbilum kanna, um treytirnar fyri at áleggja uppalingarískoyti framvegis eru til staðar.
Stk. 2. Um treytirnar ikki eru til staðar, skal Barnaverndartænastan beinanvegin leggja nýtt tilmæli fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, ið kann taka nýggja avgerð.
Kunning
§ 9. Seinast tveir yrkadagar eftir, at Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur kunnað Barnaverndartænastuna um avgerðina at áleggja uppalingarískoyti, eigur Barnaverndartænastan at kunna tann unga um orsøkina til, at uppalingarískoytið verður álagt og um útrokningarstøðið, ið er grundarlagið undir, at uppalingarískoytið verður álagt.
§ 10. Barnaverndartænastan boðar Almannaverkinum frá, tá barn verður sett heiman.
Gjaldsskylda og innkrevjing
§ 11. Gjaldsskyldan er at rokna frá fyrsta uppihaldsdegi. Fyrsti gjaldsdagur verður ásettur við hóskandi freist. Goldið verður mánaðarliga frammanundan.
Stk. 2. Fyri ung, ið hava verið sett heiman eina tíð, áðrenn tey verða áløgd at gjalda uppalingarískoyti, er gjaldsskyldan tó at rokna frá tí degi, tey verða kunnað um avgerðina.
§ 12. Almannaverkið krevur inn gjaldið.
Stk. 2. Almannaverkið rindar gjaldið umvegis Búskaparskipan landsins eftir nærri áseting frá Gjaldstovuni til tann myndugleika, ið hevur rætt til gjaldið sambært § 4.
Stk. 3. Avroknað verður yvir debitorskipanina hjá Gjaldstovuni.
Kærumøguleiki og gildiskoma
§ 13. Avgerðir, ið verða tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 85 frá 7. september 2007 um uppalingarískoyti.
Almannamálaráðið, 2. mai 2017
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)