Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. august 2004Nr. 51
Kunngerð um einkarrætt og skyldur landsins til postflutning
Við heimild í § 3, stk. 7, § 4, stk. 5 í løgtingslóg nr. 135 frá 18. oktober 2001 um postvirksemi verður ásett:
Einkarrættur landsins
§ 1. Einkarrættur landsins fevnir um postflutning av innlendis adresseraðum brøvum og adresseraðum brøvum, send úr Føroyum og til Føroya, sum viga til og við 100 gramm.
Stk. 2. Innlendis adresserað brøv, ið eru umfatað av tí í stk. 1. nevnda einkarrætti verða harumframt avmarkað av einum prísmarki, ið er prísurin fyri flutning av innlendis adresseraðum brøvum á fyrsta vektstigi faldað við 3. Fyrsta vektstig verður ásett av Posteftirlitinum.
§ 2. Postur fevndur av einkarrættinum í § 1, stk. 1 verður avmarkaður til fylgjandi støddir:
1) Innlendis brøv
Minsta mát
Brævaskap: 14 x 9 cm
Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg. Longd ein veg + 2 x diametur/hædd = 17 cm.
Mesta mát
Brævaskap: Longd 60 cm ein veg. Longd + breidd + tjúkd = 90 cm.
Rullu- ella stangarskap: Longd 90 cm. Longd + 2 x diametur/hædd = 104 cm.
2) Brøv úr útlandinum
Minsta mát
Brævaskap: 14 x 9 cm
Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg. Longd + 2 x diametur/hædd = 17 cm.
Mesta mát
Brævaskap: Longd 60 cm ein veg. Longd + breidd + hædd = 90 cm.
Rullu- ella stangarskap: Longd 90 cm. Longd + 2 x diametur/hædd = 104 cm.
Skylda landsins til postflutning
§ 3. Fyri post, fevndur av skyldu landsins til postflutning, eru galdandi fylgjandi vekt- og støddarmørk:
Innlendis
Adresserað brøv upp til 2 kg.
Adresseraðir príslistar, bóklingar, bløð og aðrar prentaðar sendingar, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva – upp til 2 kg.
Tíðindabløð, dag-, viku- og mánaðarbløð og tíðarrit – upp til 2 kg.
Adresseraðir pakkar upp til 20 kg.
Blindasendingar upp til 7 kg.
Útlond
Adresserað brøv upp til 2 kg.
Adresseraðir príslistar, bóklingar, bløð og aðrar prentaðar sendingar, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva – upp til 2 kg.
Tíðindabløð, dag-, viku- og mánaðarbløð og tíðarrit – upp til 2 kg.
Adresseraðir pakkar upp til 20 kg, um ikki annað fylgir av altjóða sáttmála.
Blindasendingar upp til 7 kg.
1) Adresserað brøv
Minsta mát
Brævaskap: 14 x 9 cm
Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg og longd + 2 x diametur/hædd = 17 cm.
Mesta mát
Brævaskap: Longd 60 cm. Longd + breidd + hædd = 90 cm.
Rullu- ella stangarskap: Longd 90 cm. Longd + 2 x diametur/hædd= 104 cm.
2) Adresseraðir príslistar, bóklingar, bløð og aðrar prentaðar sendingar, eins til innihalds, sum ikki eru í bjálva.
Minsta mát
14 x 9 cm.
Mesta mát
Longd 60 cm ein veg og longd + breidd + hædd = 90 cm
3) Tíðindabløð, dag-, viku- og mánaðarbløð og tíðarrit.
Minsta mát
Longd 21 cm. x Breidd 14,8 cm.
Mesta mát
Longd 45 x Breidd 30 cm.
Mesta mát
Tjúkd 3 cm.
4) Adresseraðir pakkar
Minsta mát
14 x 9 cm.
Rullu- ella stangarskap: Longd 10 cm ein veg. Longd + 2 x diametur/hædd = 17 cm.
Mesta mát
Longd 150 cm og longd + størsta ummál máta ein annan veg enn longarrætningin = 300 cm, um ikki annað framgongur av altjóða samtyktum.
5) Blindasendingar
Somu mát sum fyri innlendis adresserað brøv.
§ 4. Brøv og pakkar skulu kunna sendast sum ávikavist virðisbrøv ella innskrivað brøv og virðispakkar. Hetta er somuleiðis galdandi fyri post til útheimin, um ikki annað er ásett í altjóða samtyktum.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 19. august 2004
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)