Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 55 8. mai 2016
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016
(Hækkað kvota til føroysk skip og kvota á uppboðssølu)
§ 1
Í kunngerð nr. 172 frá 28. desember 2015 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2016, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 10. februar 2016 og kunngerð nr. 21 frá 6. apríl 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1 verður “215.807 tons” broytt til: “235.807 tons”.
2. Aftan á § 3 verður sett:
“§ 3 a. Av kvotunum sambært § 1 a verður rætturin at veiða 20.000 tons av svartkjafti seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 1 í løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 8. mai 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)