Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 2016Nr. 57
Kunngerð um fiskiskapin eftir botnfiski, rækjum og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2016, sum seinast broytt við kunngerð nr. 96 frá 14. september 2016
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 2 og 4, § 26, stk. 1 og 3 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 84 frá 6. juni 1997 og løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski, rækjum og krabba í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi í 2016 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland og fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið.
Toskur og svartkalvi í Eysturgrønlandi
§ 2. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2016 fiska 275 tons av svartkalva og 350 tons av toski í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. 1) Av kvotunum, sambært stk. 1, verða 345 tons av toski og 7 tons av svartkalva latin til veiðu við línu, og 5 tons av toski og 268 tons av svartkalva latin til veiðu við troli. Kvoturnar verða latnar fiskiførum sum felags árskvota.
Stk. 3. Fiskiloyvi at fiska sambært stk. 1 og 2 verða latin eigarum av upp til trimum fiskiførum undir føroyskum flaggi, ella fiskiførum, veiðiloyvið er flutt á, sum hava fiskiloyvi til botnfisk í føroyskum sjógvi, og sum í tíðarskeiðinum 2011-2015 hava fiskað mest av botnfiskakvotunum í Eysturgrønlandi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland.
Stk. 4. 2) 3) Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 og 2 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2016, lata øðrum fiskiførum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá avmarkingunum um veiðihátt í stk. 2 og treytunum í stk. 3, og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, herundir, at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2016.
Stk. 5. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 4.
Toskur og brosma í Eysturgrønlandi4)
§ 2 a. 4) Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2016 fiska 475 tons av toski og 475 tons av brosmu í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Av kvotunum, sambært stk. 1, verða 475 tons av toski og 475 tons av brosmu latin línuskipum í bólki 3, sambært § 28 í løgtingslógini. Kvoturnar verða latnar fiskiførum sum felags árskvota.
Stk. 3. Fiskiloyvi at fiska sambært stk. 2 verða latin eigarum av línuskipum í bólki 3, sambært § 28, stk. 1 í løgtingslógini, tó so, at í mesta lagi seks skip kunnu vera til fiskiskap í senn. Skrivlig umsókn um fiskiloyvi skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 1. juli 2016, klokkan 12.00.
Stk. 4. 3) Um fleiri enn 6 umsóknir eru til kvoturnar sambært stk. 1, verður fiskiskapurin skipaður í tíðarskeiðum á 3 vikur við í mesta lagi 6 skipum í hvørjum tíðarskeiði. Fyrsta tíðarskeiðið byrjar 8. juli 2016 á midnátt. Frá 20. august 2016 verður fiskiskapurin skipaður í tíðarskeiðum á 6 vikur við í mesta lagi 6 skipum í hvørjum tíðarskeiði.
Stk. 5. Eru fleiri enn seks umsóknir, ið ynskja at sleppa til fiskiskap sama tíðarskeið, verður lutakast um, hvørji sleppa til fiskiskap hetta tíðarskeiðið. Umsøkjari, sum ikki fær lut, verður fluttur til tíðarskeið, har pláss er. Eru fleiri umsøkjarar til sama tíðarskeið, ið ikki fáa lut, og sum ynskja annað tíðarskeið, har pláss er, verður aftur lutakast um, hvør umsøkjari fær atgongd til tíðarskeiðið, um tað ikki eru nóg nógv pláss tøk.
Stk. 6. Felagskvotan fyri hvørt tíðarskeið, sambært stk. 4, verður ásett sum kvoturnar sambært stk. 2 falda við einum brotparti, har teljarin er tal av umsóknum til hetta tíðarskeið, tó í mesta lagi 6, og nevnarin ásettur sum samlaða talið av umsóknum sambært stk. 4. Møguligt avlop, ella ov nógv fiskað í fyrra tíðarskeiði, verður lagt afturat ella drigið frá felags kvotunum.
Stk. 7. 5) Eftir umsókn kann Vørn játta eigara av fiskifari, sum hevur tilsøgn um at fáa fiskiloyvi ávíst tíðarskeið sambært stk. 4, at byrja fiskiskap í øðrum tíðarskeiði, treytað av, at eigarar av fiskifari, sum eisini hava tilsøgn um at byrja í upprunaliga tíðarskeiðinum, loyva hesum, og at talið av fiskiførum í øðrum tíðarskeiði ikki fer upp um 6. Fiskifarið kann í mesta lagi vera til fiskiskap í 6 vikur, roknað frá tí, at farið verður til fiskiskap.
Stk. 8. 5) Veiðan hjá fiskifari, sum sambært stk. 7 fer til fiskiskap annað tíðarskeið enn upprunaliga tillutað, verður roknað av kvotuni, sum er sett av til tíðarskeiðið, sum fiskifarið upprunaliga fekk tilsøgn um at fara til fiskiskap í.
Stk. 9. 2) 5) Eru útlit fyri, at felagskvoturnar í stk. 2 ikki verða fullnýttar, kann Vørn, eftir 12. november 2016, gera av at lata fiskiloyvi til onnur fiskifør í bólki 3, sambært § 28, stk.1 í løgtingslógini, at fiska av felagskvotunum. Vørn skal alment boða frá hesi avgerð, og tá søkjast kann um fiskiloyvi. Eru fleiri enn fimm umsóknir, verður avgerð, um hvørji fimm kunnu sleppa til fiskiskap, tikin við lutakasti.
Svartkalvi í Vesturgrønlandi
§ 3. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2016 fiska 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi.
Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verður latið eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, ella fiskifari, veiðiloyvið er flutt á, sum hevur fiskað svartkalva í Vesturgrønlandi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2011-2015. Rættindi at fiska í Vesturgrønlandi verða latin fiskiførum sum felags árskvota.
Stk. 3. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2016, lata øðrum fiskiførum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá treytunum í stk. 2, og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, herundir, at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2016.
Stk. 4. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 3.
Svartkalvi og kongafiskur í Eysturgrønlandi
§ 4. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og ES kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2016 fiska 110 tons av svartkalva og 50 tons av kongafiski í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Fiskiloyvi til at fiska av kvotunum sambært stk. 1 verður latið eigarum av fiskiførum undir føroyskum flaggi, ella fiskifari, veiðiloyvið er flutt á, sum undanfarin ár hevur havt rætt at fiska av kvotunum. Rættindini verða latin fiskiførum sum egin árskvota.
Stk. 3. Kongafiskakvotan, sambært stk. 1, kann bert fiskast við uppsjóvartroli.
Rækjur
§ 5. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og ES kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2016 fiska 1.300 tons av rækjum í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Fiskiloyvi til veiðu sambært stk. 1 verða latin rækjuskipum, t.e. fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum í 2015 høvdu fiskiloyvi, sambært § 5, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, at fiska rækjur í grønlendskum sjógvi. Rættindini verða latin fiskiførum sum egin árskvota.
Krabbi
§ 6. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2016 royndarfiska eftir krabba í Eysturgrønlandi. Samlaða veiðan av krabba kann í mesta lagi vera 500 tons.
Stk. 2. Fiskiloyvi, sambært stk. 1, verður latið fiskiførum undir føroyskum flaggi, sambært § 5, stk. 4, 1. pkt. og § 5, stk. 4, 3. pkt. í løgtingslógini. Treyt er, at fiskifarið er útgjørt at fiska, hagreiða og frysta veiðuna.
Fiskiloyvi
§ 7. Fiskiskapur í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í grønlendskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki.
§ 8. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í grønlendskum sjógvi.
Fráboðanir
§ 9. Fiskifør, sum veiða í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Veiðifráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal vera send, tá fiskiskapur fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer út fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Stk. 2. Fiskifør skulu somuleiðis senda grønlendskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi.
Revsing
§ 10. Brot á §§ 7 og 9 verða revsað við bót, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við bót.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir, ásettar í fiskiloyvinum latið sambært § 7 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2016.
Fiskimálaráðið, 13. mai 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Eftirlitsstað | CP | Navn á íslendska eftirlitsstaðnum, siglt verður um |
Komutíð til eftirlitsstað | PT | Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapur fyri dagin er liðugur, og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðan skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit and control report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Eftirlitsstað | CP | Navn á íslendska eftirlitsstaðnum, siglt verður um |
Komutíð til eftirlitsstað | PT | Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |