16. mai 2017Nr. 57
Kunngerð um broyting í kunngerð um trygdarbelti, trygdarútgerð ætlað børnum v.m.
§ 1
Í kunngerð nr. 128 frá 28. september 2009 um trygdarbelti, trygdarútgerð ætlað børnum v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett:
“2) ECE – reglugerð 129, um góðkenning av trygdarútgerð til børn.”
Nr. 2 verður eftir hetta nr. 3.
2. Í § 1, nr. 2, sum verður nr. 3, verður í 1. pkt. “ECE – reglugerð” broytt til: “ES –reglugerð”.
3. Í § 1 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Merki um góðkenning sbrt. stk. 1, skal vera sjónliga sett og lætt at lesa og skal vera trupult at beina burtur. Á útgerðini skal ikki setast merkir ella tilskilan, ið kann blandast við góðkenningarmerkið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 16. mai 2017
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)