Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 58 16. mai 2017
Kunngerð um broyting í kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum (Dimensiónskunngerðin)
(Stórt prutl og aðrar broytingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 94 frá 21. september 2012 um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 2 verður aftan á “motorsúkklu” sett: “ella stórt prutl”.
2. Í § 6, stk. 3 verður aftan á “motorsúkklu” sett: “ella stórt prutl”.
3. § 13, stk. 3, nr. 2 verður orðað soleiðis:
”2) 18.000 kg, um frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 1,80 m, men í minsta lagi 1,30 m.”
4. Í § 13, stk. 3 verður aftan á nr. 2 sum nýtt nr. sett:
“3) 16.000 kg, um frástøðan millum báðar ásirnar er minni enn 1,30 m, men í minsta lagi 1,00 m.”
Nr. 3 verður eftir hetta nr. 4.
5. § 21, stk. 2, nr. 1 verður orðað soleiðis:
”1) 18.000 kg á motordrivnum akfari við 2 ásum, tó 19.500 kg fyri buss við 2 ásum,”.
6. Í § 21, stk. 2, nr. 7 verður “54.000 kg” broytt til: “56.000 kg”.
7. Í § 21, stk. 2, nr. 8 verður “48.000 kg” broytt til: “50.000 kg”.
8. Í § 21 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Fyri lastbil við 2 ásum og liðbuss, sum nýta onnur orkusløg enn verandi, kann heildarvektin økjast við øktu vektini, ið annað orkuslag krevur, tó í mesta lagi 1.000 kg.”
9. Í § 22, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Sama er galdandi fyri lendisakfar.”
10. § 24 verður orðað soleiðis:
“§ 24. Viðfest akfar til motorsúkklu skal ikki hava størri heildarvekt enn 200 kg.
Stk. 2. Viðfest akfar til stórt prutl skal ikki hava størri heildarvekt enn 100 kg.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Samferðslumálaráðið, 16. mai 2017
Henrik Old (sign.)
landsstýrismaður
/ Rúni Joensen (sign.)