Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. januar 2013Nr. 6
Kunngerð um lærararáð, samstarvsnevnd, næmingaráð o.a.
Við heimild í § 13, stk. 1 og § 30, stk. 2 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar verður ásett:
Kapittul 1
Lærararáð
§ 1. Í øllum útbúgvingarstovnum við gymnasialari breytarskipan verður skipað lærararáð við til- og ummælisrætti.
Stk. 2. Er útbúgvingarstovnurin skipaður í staðbundnar deildir, kann hvør deildin skipa serstakt lærararáð.
§ 2. Limir í lærararáðum eru leiðari útbúgvingarstovnsins og allir lærarar á skúlanum ella deildarleiðari og allir lærarar á deildini.
Stk. 2. Lærararáðið velur millum limir sínar formann og limir í eina starvsnevnd. Leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðarin kunnu ikki verða valdir í starvsnevndina.
Stk. 3. Val til starvsnevndina sbrt. stk. 2 fer fram eina ferð um árið.
Stk. 4. Lærararáðið og starvsnevndin gera sjálv sínar starvsskipanir.
Stk. 5. Starvsskipanin skal í minsta lagi fevna um mannagongdir í sambandi við:
1) Innkalling,
2) skrá,
3) fundarhald,
4) atkvøðugreiðslur,
5) nevndir sbrt. § 4, stk. 2,
6) gerðabók, og
7) fundarfrágreiðing.
§ 3. Eftir tørvi kallar formaðurin inn til fundar, og skal kalla ráðið saman, um leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðarin ella í minsta lagi ein fimtingur av limunum skrivliga biðja um tað.
Stk. 2. Limirnir hava skyldu at møta á fundi.
Stk. 3. Lærararáðsfundir verða ikki hildnir, meðan undirvísing fer fram.
§ 4. Avgerðir í lærararáðnum verða tiknar við vanligum meiriluta.
Stk. 2. Lærararáðið kann seta nevndir at viðgera serlig mál.
Stk. 3. Formaðurin skal skipa fyri, at gerðabók verður førd.
§ 5. Eftir hoyring í lærararáðnum ger leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðarin av, hvussu stór fíggjarlig orka skal verða sett av til virksemi ráðsins.
§ 6. Lærararáðið hevur rætt at geva leiðara útbúgvingarstovnsins skrivlig tilmæli í øllum málum, sum ráðið velur at taka upp.
Stk. 2. Lærararáðið hevur rætt at úttala seg um øll mál og rætt at biðja um innlit í fyrisitingina eftir galdandi reglunum um innlit.
Stk. 3. Lærararáðið skal tó ikki úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka læraranum.
§ 7. Lærararáðið skal geva leiðara útbúgvingarstovnsins skrivligt ummæli í øllum málum, sum leiðarin leggur fyri ráðið.
Kapittul 2
Næmingaráð
§ 8. Í øllum útbúgvingarstovnum ella útbúgvingardeildum við gymnasialari breytarskipan hava næmingar rætt at skipa staðbundin næmingaráð.
Stk. 2. Eftir umbøn kann næmingaráðslimur fáa váttan um sína luttøku í næmingaráðnum. Váttanin skal í minsta lagi fevna um: navn, tíðarskeið, navn stovnsins og búmerki og undirskrift leiðarans.
§ 9. Næmingaráðið skal í samstarvi við leiðslu, lærarar og onnur starvsfólk røkja áhugamál næminganna á stovninum.
Stk. 2. Allir fulltíðarnæmingar, stakgreinalesandi og sjálvlesandi á útbúgvingarstovninum og á útbúgvingardeildini hava valrætt og valbæri til næmingaráðið.
Stk. 3. Næmingaráðið skipar seg sjálvt við formanni, næstformanni og skrivara.
Stk. 4. Næmingaráðið ger sjálvt sínar viðtøkur, sum í minsta lagi skulu fevna um:
1) Tal av limum og eykalimum í næmingaráðnum,
2) hvussu og nær næmingaráðið verður valt,
3) hvussu leingi ráðið skal sita,
4) fíggjarviðurskifti, og
5) hvussu viðtøkur verða samtyktar og kunnu verða broyttar.
Stk. 5. Næmingaráðið ásetur sjálvt sína starvsskipan, sum leiðari útbúgvingarstovnsins skal góðkenna.
Stk. 6. Starvsskipaninin skal í minsta lagi fevna um mannagongdir í sambandi við:
1) Innkalling,
2) skrá,
3) fundarhald,
4) atkvøðugreiðslur,
5) gerðabók, og
6) fundarfrágreiðing,
7) árlig val,
8) javnstøðu í næmingaráðnum,
9) breiða umboðan í næmingaráðnum og
10) samanhangandi næmingaráðsarbeiði.
§ 10. Eftir hoyring í næmingaráðnum ger leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðarin av, hvussu stór fíggjarlig orka verður sett av til virksemi næmingaráðsins.
§ 11. Næmingaráðið hevur rætt at ummæla øll mál, sum snúgva seg um næmingaviðurskifti á stovninum ella deildini. Ummæli skal fráboðast leiðara útbúgvingarstovnsins skrivliga.
Stk. 2. Næmingaráðið hevur rætt at úttala seg um øll mál og rætt at biðja um innlit í fyrisitingina eftir galdandi reglum um innlit.
Stk. 3. Næmingaráðið skal tó ikki úttala seg um viðurskifti hjá tí einstaka næminginum.
Kapittul 3
Samstarvsnevnd
§ 12. Samstarvsnevndin er bindilið millum leiðara útbúgvingarstovnsins, lærararáð og næmingaráð skúlans.
Stk. 2. Samstarvsnevndin skal fremja gott samlag millum næmingar, lærarar og starvsfólk á skúlanum.
Stk. 3. Er útbúgvingarstovnurin skipaður í deildir, kann hvør deildin skipa serstaka samstarvsnevnd.
§ 13. Limir í samstarvsnevndini eru leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðari, formaðurin í lærararáðnum, lærari valdur av lærararáðnum, formaðurin í næmingaráðnum og tveir næmingar valdir av næmingunum.
Stk. 2. Val av limum til samstarvsnevndina fer fram á hvørjum ári í fyrru helvt av september mánaði.
Stk. 3. Samstarvsnevndin skipar seg sjálv við formanni og skrivara og ger sjálv sína starvsskipan. Leiðari útbúgvingarstovnsins ella deildarleiðarin kann ikki vera formaður í samstarvsnevndini.
Stk. 4. Formaðurin í samstarvsnevndini kallar til fundar, so ofta tørvur er á, ella tá í minsta lagi 3 limir í samstarvsnevndini skrivliga biðja um tað.
Stk. 5. Samstarvsnevndin kann taka upp øll mál, sum eru við til at fremja trivnaðin á stovninum sum t.d. evnisdagar, felagstímar, frítíðarvirksemi, innleiðsluskeið, ítróttardag, sjón- og sangleik, veitslur, kvøldsetur, tónleikatiltøk og tílík tiltøk.
Stk. 6. Samstarvsnevndin kann taka upp øll mál, ið snúgva seg um ítøkilig trivnaðarviðurskifti á skúlanum.
Stk. 7. Samstarvsnevndin kann ikki úttala seg um persónlig viðurskifti hjá lærara ella næmingi.
Kapittul 4
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja skúlagongdina 1. august 2013 ella seinni.
Stk. 2. Miðnámsskúlanæmingar, sum eftir 1. august 2013 gera seg lidnar sbrt. § 41 í lógini, koma eisini undir ásetingarnar í hesi kunngerð.
Mentamálaráðið, 22. januar 2013
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)