Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. januar 2017Nr. 6
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
(Atgongd til ES sjógv)
§ 1
Í kunngerð nr. 138 frá 22. desember 2016 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 5. januar 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 3 verður “§§ 14-16” broytt til: “§§ 15-17”.
2. Í § 15 verður stk. 3 strikað.
3. Í § 16, 1. pkt. verður “22.781 tons” broytt til: “21.281 tons”.
4. § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fiskiskapur í ES sjógvi av kvotu, sambært §§ 5-11, er avmarkaður til í mesta lagi 15.795 tons. Fiskiskapur í ES sjógvi av kvotu, sambært § 12, stk. 1, er avmarkaður til 1.500 tons. Einans 14 skip kunnu vera til fiskiskap í senn, íroknað fiskifør, sum fiska sambært § 4, ið hava framíhjárætt til ES sjógv.”
5. § 19, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Fiskiskapur eftir makreli kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til fiskiskap av kvotum, sambært §§ 4-10, ella sum eftir umsókn hava fingið royndarloyvi frá Fiskimálaráðnum til fiskiskap av kvotu sambært § 12.”
6. § 19, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir makreli, sambært §§ 4-10, skal umsóknarblað nýtast, ið er at finna á heimasíðuni hjá Vørn.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 26. januar 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)