11. mai 2016Nr. 60
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar (Upptøkukunngerðin)
(Avmarkað upptøka og umsóknarfreist)
§ 1
Í kunngerð nr. 7 frá 22. januar 2013 um upptøku í gymnasialu miðnámsútbúgvingarnar, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 7. apríl 2014 og kunngerð nr. 19 frá 23. mars 2015, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 15, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Umsøkjarar verða tiknir upp í tann mun, pláss er.”
2. Í § 15 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur umsóknarfreistina, tó ikki seinni enn 20. juni. Umsøkjarar, sum skriva seg inn, eftir at umsóknarfreistin er úti, og sum annars lúka upptøkutreytirnar, verða bert tiknir upp í tann mun, pláss er.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 11. mai 2016
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)