Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Samferðslumálaráðið
  • Útgávudagur: 18-05-2017
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2017 A - Kunngerð 60 frá 16. mai 2017
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

16. mai 2017Nr. 60

Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru

(Koyrikort til lítið prutl og stórt prutl o.a.)

§ 1

Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 79 frá 4. juli 2016, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Inngangurin verður orðaður soleiðis:

“Við heimild í § 10, stk. 1, § 18, stk. 3, 4, 7, 9 og 10, § 18 b, § 18 c, stk. 5, § 18 d, stk. 5, § 19, stk. 4, § 19 a, stk. 6 og 7, § 21, § 58 a, stk. 5, § 64, § 64 l og § 64 m, stk. 1 í løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 12. mai 2015, verður ásett:”

 

2.    § 3, stk. 4 verður orðað soleiðis:

Stk. 4. Við umsókn um koyrikort, skal harumframt vera eina læknaváttan, sum lýkur treytirnar í § 19, tó ikki umsókn um koyrikort til bólk AM (lítið prutl). Til koyrikort til bólk AM (lítið prutl), skal í staðin vera ein eginváttan um heilsu.”

 

3.    Í § 3 verður aftan á stk. 4 sum nýtt stk. sett:

Stk. 5. Við umsókn um koyrikort, tó ikki umsókn um koyrikort til bólk AM, skal harafturat vera eitt prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni, sbr. § 21 a. Við umsókn um koyrikort til bólk AM (lítið prutl og stórt prutl), skal vera eitt prógv fyri loknum skeiði í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um koyrikort ynskist útgivið, áðrenn umsøkjarin hevur fylt 18 ár.”

Stk. 5 verður eftir hetta stk. 6.

 

4.    § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:

§ 5. Koyrikort kann verða givið til hesar bólkar:

1)    Bólkur AM – Prutl:

a)    Lítið prutl.

b)   Stórt Prutl.

2)    Bólkur A – Motorsúkkla:

a)    Lítil motorsúkkla.

b)   Stór motorsúkkla.

3)    Bólkur B – Vanligur bilur.

4)    Bólkur C – Lastbilur.

5)    Bólkur D – Stórur persónbilur.

6)    Bólkur E – Stórt viðfestiakfar.

a)    Bólkur B við stórum viðfestiakfari (bólkur B/E).

b)   Bólkur C við stórum viðfestiakfari (bólkur C/E).

c)    Bólkur D við stórum viðfestiakfari (bólkur D/E).”

 

5.    Aftan á § 5 verður sett:

§ 5 a. Koyrikort til bólk AM (prutl) gevur rætt at koyra sum tilskilað niðanfyri:

1)    Koyrikort til bólk AM (lítið prutl) gevur rætt til at koyra lítið prutl.

2)    Koyrikort til bólk AM (stórt prutl) gevur rætt til at koyra:

a)    Lítið prutl.

b)   Stórt prutl.

c)    Stórt prutl íkoplað ein viðfestan vogn.”

 

6.    Í § 6, stk. 1, nr. 1, verða litra d og e strikað, og í staðin verður sett:

“d) Tey í § 5 a nevndu akfør.

e)   Tey í litra a til c nevndu akfør íkoplað ein viðfestan vogn ella eitt viðfest amboð.

f)   Lendisakfar.”

 

7.    Í § 6, stk. 1, nr. 2 verður aftan á litra c sett:

“d) Tey í litra b og c nevndu akfør íkoplað ein viðfestan vogn ella eitt viðfest amboð.”

 

8.    § 7, stk. 1, nr. 7 verður orðað soleiðis:

”7)  Tey í § 5 a nevndu akfør.”

 

9.    Í § 8, stk. 1, verður sum nr. 4 sett:

“4)  Persónbil við í mesta lagi 8 sessum, umframt førarasessin og hvørs loyvda heildarvekt er meiri enn 3.500 kg.”

 

10.  Yvirskriftin yvir § 13 verður strikað

 

11.  Aftan á § 12 verður sett:

Treytir um aldur o.a.

§ 12 a. Koyrikort til bólk AM (lítið prutl) kann verða latið persóni, ið hevur fylt 15 ár.

Stk. 2. Koyrikort til bólk AM (stórt prutl) kann verða latið persóni, ið hevur fylt 16 ár.”

 

12.  § 21 a verður orðað soleiðis:

§ 21 a. Umsøkjarar, sum ogna sær koyrikort á fyrsta sinni, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni, sbr. tó stk. 6. Til umsøkjarar, sum ogna sær koyrikort á fyrsta sinni til bólk AM (lítið prutl og stórt prutl), kann koyrikort bert verða útgivið til umsøkjarar undir 18 ár, um umsøkjarin hevur framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, sbr. tó stk. 7.

Stk. 2. Umsøkjarar, sum søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D, útgávu og endurnýggjan av koyrikorti við koyrilæraragóðkenning og útgávu og endurnýggjan av førleikaprógvi í altjóða flutningi, skulu hava framt eitt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Er gildistíðin fyri tey í 1. pkt. nevndu koyrikort styttri enn 2 ár, sbr. §§ 53 og 54, verður mett at treytin í 1. pkt. er lokin, um skeiðsprógvið í mesta lagi er tvey ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin inn.

Stk. 3. Tey í stk. 1 og 2 nevndu fyrstahjálparskeið í ferðsluni, skulu vera framd í samsvari við fylgiskjal 9 í hesi kunngerð, sbr. tó stk. 6, l. pkt. Skeiðini skulu vera fyriskipað av lærara, ið er skrásettur hjá Dansk Førstehjælpsråd.

Stk. 4. Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni ella skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar er framt, skrivar lærarin eitt skeiðsprógv.

Stk. 5. Tá skeiðsprógv verður latið inn, í sambandi við umsókn um koyrikort, má tað í mesta lagi vera eitt ár gamalt, sbr. tó stk. 2, 2. pkt. og stk. 6, 2. pkt.

Stk. 6. Hevur ein umsøkjari framt eitt fyrstahjálparskeið í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, verður mett at treytin í stk. 1, 1. pkt. er lokin, um skeiðsprógvið í mesta lagi er eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin inn. Er skeiðsprógvið fyri fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni fyri ungar prutlførarar í mesta lagi 3 ára gamalt, verður mett, at treytin í stk. 1, 1. pkt. er lokin, um umsøkjarin harumframt í tí seinasta árinum, hevur framt eitt skeið við 4 tíma frálæru í fyrstuhjálp í ferðsluni, sbr. skjal 9, III. partur.

Stk. 7. Hevur ein umsøkjari, sum er undir 18 ára aldur, framt eitt fyrstahjálparskeið í ferðsluni, verður mett at treytin í stk. 1, 2. pkt. er lokin, um skeiðsprógvið í mesta lagi er eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort til bólk AM verður latin inn, og umsøkjarin harumframt í tí seinasta árinum, hevur framt eitt skeið við 4 tíma frálæru í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, sbr. skjal 9, III. partur.

Stk. 8. Hjá persónum við breki, kann Akstovan í serligum førum geva undantaksloyvi frá treytini um, at partar av fyrstahjálparskeiðinum í ferðsluni ella partar av fyrstahjálparskeiðinum í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, skulu verða framdir. Harafturat kann Akstovan í serligum førum, geva undantak frá treytini um fyrstahjálparskeið í ferðsluni ella fyrstahjálparskeið í ferðsluni fyri ungar prutlførarar, um so er, at umsøkjarin í tí seinasta árinum hevur framt eitt samsvarandi fyrstahjálparskeið. Sama er galdandi um so er, at umsøkjarin í aðrar mátar verður mettur at hava nóg góðar førleikar og vitan um fyrstuhjálp.

Stk. 9. Stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri umsøkjarar, sum í tí seinasta árinum, áðrenn umsókn um koyrikort er latin inn, hava rokkið útbúgvingarstøðið “høgt”, samsvarandi útbúgvingarkarminum hjá Dansk Førstehjælpsråd, og sum hava fingið undirvísing frá lærara, ið er skrásettur hjá Dansk Førstehjælpsråd.”

 

13.  Aftan á § 21 a verður í kapittul 2 sett:

§ 21 b. Ásetingarnar í hesum kapitli verða ikki nýttar til bólk AM (lítið prutl).

Stk. 2. Koyrifrálæran til bólk AM (lítið prutl) verður framd í samsvari við skjal 10.”

 

14.  § 25 verður orðað soleiðis:

§ 25. Koyrifrálæran (tvs. ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra), sum umsøkjarin skal fremja í sambandi við útvegan av koyrikorti til tann valda bólkin, skal fevna um niðan fyri nevnda tal av skúlatímum, har ið hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir:

1)    Bólkur AM (stórt prutl): Í minsta lagi 22 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 12 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til bólk AM (stórt prutl).

2)    Bólkur A: Í minsta lagi 29 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 18 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til bólk A, sbr. tó stk. 2. Um so er, at umsøkjari velur ikki at taka koyrikort til síðuvogn, er minsta kravið til verkliga koyrifrálæru (venjingarakstur) 16 skúlatímar.

3)    Bólkur B: Í minsta lagi 29 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 22 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina til bólk B, sbr. tó stk. 2.

4)    Bólkur C ella bólkur D: Í minsta lagi 16 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 16 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til ávikavist bólk C ella D, sbr. tó stk. 3.

5)    Bólkur C/E: Í minsta lagi 13 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 16 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til bólk C/E.

6)    Bólkur D/E: Í minsta lagi 10 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 6 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina til bólk D/E.

7)    Bólkur B/E: Í minsta lagi 4 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 6 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur) í samsvari við frálæruætlanina fyri koyrifrálæruna til bólk B/E.

Stk. 2. Um so er, at umsøkjari samstundis greiðir úr hondum koyrifrálæruna til bólk A við bólk B, sbr. § 22, stk. 5, skal frálæran í frálæruhøli (ástøðilig evnir) til teir báðar bólkarnar samanlagt í minsta lagi fevna um 38 skúlatímar, har hvør tími varir 45 minuttir. Fyri verkligu koyrifrálæruna galda ásetingarnar í stk. 1, nr. 2-3.

Stk. 3. Um so er, at umsøkjari samstundis greiðir úr hondum koyrifrálæruna til bólk C og D, sbr. § 22, stk. 5, skal frálæran í frálæruhøli (ástøðilig evnir) til teir báðar bólkarnar samanlagt í minsta lagi fevna um 26 skúlatímar, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir. Fyri verkligu koyrifrálæruna galda ásetingarnar í stk. 1, nr. 4.

Stk. 4. Vinnuligur fólkaflutningur til bólk B: Í minsta lagi 29 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 6 skúlatímar í koyrifrálæru (venjingarakstur), har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir í samsvari við frálæruætlanina til bólk B og skjal 7.

Stk. 5. Vinnuligur fólkaflutningur til bólk D: Í minsta lagi 16 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evnir) og í minsta lagi 8 skúlatímar í koyrifrálæru (venjingarakstur), har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir í samsvari við frálæruætlanina til bólk D og skjal 7.

Stk. 6. Um so er, at umsøkjari samstundis greiðir úr hondum koyrifrálæruna til bólk D og vinnuligan fólkaflutning til bólk D, sbr. fylgiskjali 7, II. partur, nr. 3, skal frálæran í frálæruhøli (ástøðilig evnir) samanlagt í minsta lagi fevna um 26 skúlatímar, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir. Fyri verkligu koyrifrálæruna galda ásetingarnar í stk. 1, nr. 4 og stk. 4.

Stk. 7. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólkarnar A og B, skal spjaðast yvir í minsta lagi 14 frálærudagar.

Stk. 8. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólkarnar C og D, skal spjaðast yvir í minsta lagi 12 frálærudagar.

Stk. 9. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólkarnar AM (stórt prutl) og C/E, skal spjaðast yvir í minsta lagi 10 frálærudagar.

Stk. 10. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólk D/E, skal spjaðast yvir í minsta lagi 7 frálærudagar.

Stk. 11. Frálærugongdin í koyrifrálæruni til bólk B/E, skal spjaðast yvir í minsta lagi 3 frálærudagar.”

 

15.  Í § 28 og § 29 verður aftan á “bólkarnar” sett: “AM (stórt prutl),”.

 

16.  § 30 verður orðað soleiðis:

§ 30. Venjingarakstur kann í fyrsta lagi fara fram tríggjar mánaðir áðrenn umsøkjari lýkur treytina um aldur, fyri at fáa útgivið tað koyrikort, sum søkt verður um, sbr. ásetingunum í 1. kapitli hesum viðvíkjandi.

Stk. 2. Persónur, sum er frádømdur koyrirættin treytaleyst, kann í fyrsta lagi byrja uppá venjingarakstur tríggjar mánaðir áðrenn frádømingartíðin er liðin.

Stk. 3. Venjingarakstur við motorsúkklu kann bert verða framdur við í mesta lagi 3 næmingum samstundis. Meðan koyrt verður, skal koyrilærarin kunna eygleiða næmingarnar væl og virðiliga. Um so er, at meiri enn ein næmingur fær frálæru samstundis, skal koyrilærarin eygleiða næmingarnar frá einum akfari, sum fylgir eftir. Akfarið skal vera útgjørt við tráðleysum telesambandi, sum ikki er hondhildið, so koyrilærarin kann hava samband við næmingarnar undir venjingarakstri. Við frálæru av einum næmingi, kann koyrilærarin fylgja við koyringini frá baksetrinum á motorsúkkluni.

Stk. 4. Venjingarakstur við stórum prutli kann bert verða framdur við í mesta lagi 3 næmingum samstundis. Meðan koyrt verður, skal koyrilærarin kunna eygleiða næmingarnar væl og virðiliga. Koyrilærarin skal eygleiða næmingarnar frá einum akfari, sum fylgir eftir. Akfarið skal vera útgjørt við tráðleysum telesambandi, sum ikki er hondhildið, til nýtslu hjá koyrilæraranum og akfarið skal í øllum førum verða koyrt, antin av koyrilæraranum sjálvum ella av einum øðrum persóni, sum hevur galdandi koyrikort.

Stk. 5. Venjingarakstur á landsvegum millum bygda, sbrt. frálæruætlanini til bólkarnar A og B og læraravegleiðingini, skal fara fram í megiøkinum við í minsta lagi 4 samanhangandi skúlatímum, sum hvør í minsta lagi varir 45 minuttir.

Stk. 6. Venjingakstur við traktori/motoramboði kann bert fara fram við einum næmingi í senn.

Stk. 7. Akfør, ið verða nýtt til venjingarakstur, skulu lúka treytirnar í fylgiskjali 5.”

 

17.  Aftan á § 32 d verður í kapittul 2 sett:

§ 32 e. Ásetingarnar í hesum kapitli um serliga koyrifrálæru og skeið í rúsdrekka og ferðslu verða ikki nýttar til bólk AM (lítið prutl).”

 

18.  Í § 35, stk. 1 verður aftan á “bólkarnar” sett: “AM (stórt prutl),”.

 

19.  Í § 36 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Útreiðslur til tulk til hoyrnarveik fólk (teknmálstulkur) verða hildnar av Akstovuni.”

Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.

 

20.  Í § 37 verður aftan á “bólkarnar” sett: “AM (stórt prutl),”.

 

21.  Í § 40 verður sum stk. 2 sett:

Stk. 2. Ásetingin í stk. 1, 1. pkt. verður nýtt á sama hátt, tá eftiransandi koyriroynd verður hildin í sambandi við, at koyrirætturin verður givin aftur, eftir eitt koyriforboð.”

 

22.  Í § 43, stk. 1 verður  sum nr. 7 sett:

”7)  Aftan á koyriforboð, sbr. § 70 a, stk. 1.”

 

23.  § 44 verður orðað soleiðis:

§ 44. Tá eftiransandi koyriroynd verður hildin sbrt. § 68, stk. 1 og § 70, stk. 1, skal koyrikortið latast próvdómaranum áðrenn ástøðisroynd og verkliga koyriroynd. Verður royndin ikki staðin, verður koyrikortið inndrigið.

Stk. 2. Eftiransandi koyriroynd sbrt. § 68, stk. 1 og § 70, stk. 1, skal verða avgreidd í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at boðan um eftiransandi koyriroynd er send frá Akstovuni. Akstovan kann gera av, at víkja frá tíðarfreistini.”

 

24.  Aftan á § 46 verður sum kapittul 3 a sett:

 

Kapittul 3 a

Koyrikort til bólk AM

Koyrikort til bólk AM (lítið prutl) til persónar, sum hava fylt 18 ár

§ 46 a. Koyrikort til bólk AM (lítið prutl) kann verða útgivið til persónar, sum hava fylt 18 ár, og sum hava staðið eina ástøðisroynd.

Stk. 2. Ástøðisroyndin kann í fyrsta lagi verða hildin tann dagin, ið umsøkjarin fyllir 18 ár.

Stk. 3. Ástøðisroyndin verður framd í samsvari við skjal 7, I. partur.

Stk. 4. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsóknarblaðið og møguliga áður útgivið koyrikort havast við. Umsøkjarin fyllir út og letur inn eginváttan um heilsu, sbr. § 3, stk. 5. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-2. Ástøðisroynd kann tó verða hildin, um umsøkjarin á annan og nøktandi hátt veitir prógv fyri sínum samleika.

Stk. 5. Úrslitið av ástøðisroyndini verður latið umsøkjaranum, so skjótt royndin er liðug.

Stk. 6. Tá ástøðisroynd verður hildin, galda ásetingarnar í § 36, stk. 1, samsvarandi.

Koyrikort til bólk AM (lítið prutl) til persónar undir 18 ára aldur

§ 46 b. Koyrikort til bólk AM (lítið prutl) kann verða útgivið til persónar, sum hava fylt 15 ár, men enn ikki hava fylt 18 ár, sum hava fingið frálæru í ferðslureglum og koyring við lítlum prutli sbr. § 46 c, og hava staðið eina ástøðisroynd og eina verkliga koyriroynd í hesum sambandi, sbr. § 46 e.

§ 46 c. Frálæran í ferðslureglum og koyrivenjing (prutlfrálæran) verður givin av einum koyrilærara, ið er góðkendur til bólk A. Prutlfrálæran er sambært leiðreglum frá Rådet for Sikker Trafik, sbr. skjal 11.

Stk. 2. Kommunurnar kunnu eisini skipa fyri frálæru í ferðslureglum og koyrivenjing við lítlum prutli (prutlfrálæran), sbr. løgtingslóg um frítíðarundirvísing v.m.

Stk. 3. Prutlfrálæran í kommunalu skipanini verður fyriskipað av lærarum, sum hava neyðugar fakligar og námsfrøðiligar førleikar, og sum lúka treytirnar í løgtingslóg um frítíðarundirvísing.

Stk. 4. Prutlfrálæran verður løgd til rættis við í minsta lagi 27 skúlatímum, har hvør tími í minsta lagi varir 45 minuttir. Prultfrálæran skal fevna um í minsta lagi 15 skúlatímar í ástøði og fatan av vandaviðurskiftum og í minsta lagi 12 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur).

Stk. 5. Góðkendur koyrilærari kann lata frálæru í ástøði samstundis til umsøkjarar, ið ynskja koyrikort til bólk AM (lítið prutl) og til bólk AM (stórt prutl), har innihaldið í ástøðisfrálæruni til umrøddu bólkar er tað sama.

Stk. 6. Ein næmingur, sum hevur verið fráverandi í hægst 4 skúlatímar, kann verða mettur at hava framt prutlfrálæruna, um lærarin metir tað ráðiligt. Næmingurin skal tó altíð hava tikið lut í venjingarakstri á hóskandi venjingarøki, sbr. § 28.

Stk. 7. Frálærugongdin skal spjaðast yvir í minsta lagi 10 dagar.

Stk. 8. Allur venjingarakstur skal fara fram undir eftirliti av læraranum, sum í mesta lagi kann hava umsjón við 3 næmingum um ferðina.

§ 46 d. Prutlfrálæran kann í fyrsta lagi byrja, tá næmingurin hevur fylt 14 ár og 6 mánaðir.

§ 46 e. Akstovan skipar fyri ástøðisroynd og verkligari koyriroynd fyri teir næmingar, ið hava fingið prutlfrálæru. Ástøðisroynd og verklig koyriroynd verða hildnar í samsvari við ásetingarnar í skjali 10.

Stk. 2. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsóknarblaðið við váttan frá lærara um framda ástøðisfrálæru havast við. Umsøkjarin fyllir út og letur inn eginváttan um heilsu, sbr. § 3, stk. 5. Tá ástøðisroynd verður hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-2. Ástøðisroynd kann tó verða hildin, um umsøkjarin á annan og nøktandi hátt veitir prógv fyri sínum samleika.

Stk. 3. Verklig roynd kann í fyrsta lagi verða hildin, tá ástøðisroynd er staðin og næmingurin lýkur treyt um aldur at fáa koyrikort, sbr. § 46 b. Umsóknarblaðið við váttan frá lærara um framda verkliga koyrifrálæru skal havast við. Tá verklig roynd verður hildin, skal umsøkjarin harafturat veita prógv fyri sínum samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-2. Verklig roynd kann tó verða hildin, um umsøkjarin á annan og nøktandi hátt veitir prógv fyri sínum samleika.

Stk. 4. Er verklig roynd ikki staðin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir tann dag, ið næmingurin byrjaði uppá prutlfrálæruna, skal næmingurin byrja umaftur við prutlfrálæruni, sbr. § 46 c.

Stk. 5. Úrslitið av ástøðisroyndini og verkligu koyriroyndini verður fráboðað umsøkjaranum so skjótt royndin er liðug.”

 

25.  Í § 48, stk. 2 verður aftan á “Koyrikort til” sett: “bólk AM (lítið prutl),”.

 

26.  Í § 49, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:

“Sama er galdandi fyri umsøkjarar, sum hava fylt 18 ár og hava staðið ástøðisroynd til bólk AM (lítið prutl).”

 

27.  Í § 50 verður aftan á “bólkarnar” sett: “AM,”.

 

28.  Aftan á § 57 verður í kapittul 4 sett:

Útgáva av koyrikorti í sambandi við frádøming av rættinum at koyra lítið prutl.

§ 57 a. Er rætturin at koyra lítið prutl frádømdur, verður hetta ritað á koyrikortið við eini talkotu, sbr. skjal 8, III. parti.

Stk. 2. Handhavi, sum hevur eitt koyrikort við talkotu, sum upplýsir at rætturin at koyra lítið prutl er frádømdur, kann tá frádømutíðin er liðin, søkja um at fáa koyrikortið umbýtt við eitt koyrikort uttan talkotu um frádøming.”

 

29.  Í § 61, stk. 3, 1. pkt. verður aftan á “bólkarnar “ sett: “AM,”.

 

30.  Í § 61, stk. 3 verður aftan á 4. pkt. sum nýtt pkt. sett:

“Hetta er tó ikki galdandi fyri umsókn um endurnýggjan av koyrikorti til bólk AM (lítið prutl).”

 

31.  Í § 62, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:

“Hetta er tó ikki galdandi fyri koyrikort til bólk AM (lítið prutl).”

 

32.  Aftan á § 76 verður í kapittul 8 sett:

§ 76 a. Umsókn um endurtøku av rættinum at koyra lítið prutl, eftir at koyrirætturin hevur verið frádømdur treytaleyst, verður latin Akstovuni.

Stk. 2. Við umsóknini skal vera fotomynd, sbr. § 3, stk. 2. Umsøkjarin skal eisini vátta sín samleika, sbr. § 3 a, stk. 1-5. Ásetingarnar í § 3, stk. 3 og 5 og § 3 b, verða nýttar samsvarandi.

Stk. 3. Lýkur umsøkjari treytirnar at endurvinna koyrirættin til lítið prutl, verður koyrikortið givið út sbrt. ásetingunum í 4. kapitli.”

 

33.  Í § 79, stk. 2 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:

“Handhavi av koyrikorti til bólk AM (lítið prutl), sum hevur fylt 15 ár, kann koyra lítið prutl og handhavi av koyrikorti til bólk AM (stórt prutl), sum hevur fylt 16 ár, kann koyra stórt prutl, um koyrikortið gevur handhavanum rætt til hetta í útgávulandinum.”

 

34.  Í fylgiskjali 1, 2, 5, 7 og 9 til kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða gjørdar hesar broytingar: Sí broytingarnar í hjálagda skjali 1 til hesa kunngerð.

 

35.  Skjal 2 verður sett sum skjal 11 til kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru.

§ 2

Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Umsøkjarar, sum eru byrjaðir uppá koyrifrálæruna áðrenn henda kunngerð kom í gildi, skulu fremja frálæruna eftir higartil galdandi reglum.

Stk. 3. Um ein umsøkjari er í ferð við at fremja eitt fyrstahjálparskeið í ferðsluni eftir higartil galdandi reglum, tá henda kunngerð kemur í gildi, ella eitt sovorðið skeið er framt, verður mett at kravið í § 21 a, stk. 1, 1. pkt. í hesi kunngerð er lokið, um skeiðsprógvið í mesta lagi er eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin inn.

 

 

Samferðslumálaráðið, 16. mai 2017

 

Henrik Old (sign.)

landsstýrismaður

/ Rúni Joensen (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

Í fylgiskjali 1, Ásetingar um útsjónd og innihald av koyrikorti v.m., verður í stórum rómverjatali II. Útsjónd og innihald koyrikortsins nr. 2, nr. 9 aftan á “bólkarnir” sett: “AM,”.

 

Í fylgiskjali 2, Minstakrøv viðvíkjandi kropsligum og sálarligum førleika at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, Allýsing, nr. 1, litra a verður aftan á “bólkunum” sett: “AM,”.

 

Í fylgiskjali 5, Reglur fyri akfør, sum skulu nýtast til venjingarakstur og verkliga koyriroynd, stórt rómverjatal II. Reglur um tilgerð og útgerð, verður aftan á yvirskriftina “II. Reglur um tilgerð og útgerð” sett:

 

1) Bólkur AM (stórt prutl):

Eitt tvíhjólað prutl sum hevur ein brennimotor, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 45 km/t. Prutlið skal hava automatgear og vera útgjørt við leiðvísarablunklyktum, einum føraraspegli í hvørjari síðu og studdbein til síðuna ella mitt fyri. Prutlið skal harafturat verða útgjørt við ferðmátara.”

“1) Bólkur A:” verður eftir hetta “1a) Bólkur A:”.

 

Í stórum rómverjatali IV. Akfør, sum nýtt verða á stongdum venjingarøki ella á koyritekniskari støð, 1. reglubrot og 7. reglubrot, verður aftan á “bólkarnar” sett: “AM (stórt prutl),”. Í 8. reglubroti verður “§ 55, stk. 5 og 6” broytt til: “§ 55 c, stk. 2”.

 

Í fylgiskjali 7, Fyriskipan av koyriroyndum, stórt rómverjatal I. Koyriroynd (vanlig), Royndarkrav og útbúgvingarsetningur, verður 1. reglubrot orðað soleiðis:

“Ásetingarnar um koyrifrálæru og koyriroyndir eru í frálæruætlanunum til koyriútbúgving, sum Ríkispolitiovastin hevur givið út, til bólk AM (stórt prutl), bólk A (motorsúkklu), bólk B (vanligan bil), bólk C (lastbil), bólk D (stóran persónbil) og bólk E (stórt viðfestisakfar) eins og í hesi kunngerð. Ástøðisroynd til bólk AM (lítið prutl) fyri umsøkjarar, sum eru 18 ár og eldri, fylgja ásetingunum í III. parti í fylgiskjali 11 og í hesi kunngerð.”

 

Í Verklig roynd verður aftan á 1. reglubrot sum nýtt reglubrot sett:

“Verkliga royndin við stórum prutli (bólkur AM) verður framd við, at próvdómarin sum ferðandi fylgir eftir prutlinum í einum persónbili, við eini loyvdari heildarvekt, sum ikki er meiri enn 3.500 kg. Bilurin, sum skal verða útgjørdur við tráðleysum telesambandi til nýtslu hjá próvdómaranum, verður útvegaður og førdur av koyrilæraranum.”

 

Í fylgiskjali 8, Ásetingar um treytir og avmarkingar í koyrikortum, stórt rómverjatal III. Heimligar kotur verður aftan á kotu 150 sett:

 

“175 Handhavin hevur einans rætt til at koyra lítið prutl

176 Handhavin kann ikki koyra lítið prutl”.

 

Í kotu 500 verður “bólk A” broytt til: “bólkarnar AM (lítið og stórt prutl) og A”.

 

Í fylgiskjali 9, Ásetingar um skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni, verður aftan á stórt rómverjatal II. Útbúgvingarmál sum nýtt stórt rómverjatal sett:

 

III. Slag av skeiðum

Umsøkjarar, ið ynskja koyrikort til bólk AM (lítið prutl og stórt prutl), skulu hava framt skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar og onnur sum taka koyrikort á fyrsta sinni, skulu hava framt eitt vanligt skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni.”

Stór rómverjatøl III til V verða eftir hetta stór rómverjatøl IV til VI.

 

Stórt rómverjatal III. Útbúgvingarvavið sum verður stórt rómverjatal IV verður orðað soleiðis:

 

IV. Útbúgvingarvavið

Skeiðini fevna um frálæru í 8 tímar og innihalda 4 tímar í grundleggjandi uppafturlívgan og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni ella 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni fyri ungar prutlførarar.”

 

Í stórum rómverjatali IV. Fremjan sum verður stórt rómverjatal V, 2. reglubrot verður “góðkendur av” broytt til: “skrásettur hjá”.

 

 

 

Skjal 2

 

“Skjal 11

 

Prutlfrálæran til lítið prutl fyri persónar yngri enn 18 ár

 

I. Frálæran

 

Frálæran fer fram eftir leiðreglunum “Knallertuddannelsen for unge under 18 år”, sum Sikker Trafik hevur latið gjørt.

 

Prutlfrálæran fevnir um ástøðiliga og verkliga frálæru og er ætlað at geva næmingunum vitan, dugnaskap og fatan av vandaviðurskiftum, og sum gera tey før fyri at koyra á lítlum prutli á ein ferðslutryggan og vandaleysan hátt.

 

Til allan venjingarakstur skal næmingurin nýta fastspentan fallhjálm.

 

Til venjingarakstur á vegi skal næmingurin vera latin í ein ferðsluvest við endurskinum framman og aftan og áskrift á bakinum: “Venjingarakstur”.

 

Allur venjingarakstur skal vera undir støðugum eftirliti av læraranum, sum í mesta lagi kann hava eftirlit við 3 næmingum í senn.

 

Lærarin skal ansa eftir, at treytirnar um nýtslu av fallhjálmi og vesti, eru loknar. Lærarin skal harafturat ansa eftir, at næmingurin við koyring á hóskandi venjingarøki, hevur nomið sær slíkan dugnaskap, at koyring á vegi kann fara fram, uttan vanda fyri onnur ella næmingin sjálvan.

 

Í sambandi við, at skúlatímarnir verða hildnir, skal lærarin so hvørt skráseta, um ein næmingur hevur verið burturstaddur.

 

II. Krøv til prutl, sum verða nýtt til venjingarakstur og verkliga roynd

 

Við venjingarakstur og verkliga roynd, verður nýtt eitt tvíhjólað prutl, sum hevur ein brennimotor, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 og við eini konstruktivt ásettari ferð, sum í mesta lagi er 30 km/t (lítið prutl). Prutlið skal hava automatgear og vera útgjørt við leiðvísarablunklyktum, einum føraraspegli í hvørjari síðu og studdbein til síðuna ella mitt fyri. Prutlið skal harafturat verða útgjørt við ferðmátara.

 

Venjingarakstur og verklig roynd fer fram á prutli, sum næmingurin kann hava við sær. Prutlið skal vera skrásett og í lógligum standi. Í sambandi við venjingarakstur, gevur Akstovan næmingingum loyvi til koyring við prutlinum millum heim og undirvísingarstað í frálærutíðarskeiðinum. Næmingurin skal hava loyvið hjá sær undir koyring.

 

Er ein næmingur orsakað av avlami ikki førur fyri at koyra eitt tvíhjólað prutl, kann Akstovan loyva, at næmingurin í staðin nýtir eitt tríhjólað lítið prutl til venjingarakstur og verkliga roynd. Prutlið skal hava automatgear og vera útgjørt við leiðvísarablunklyktum, einum føraraspegli í hvørjari síðu og ferðmátara. Prutlið skal vera skrásett, og í lógligum standi.

 

III. Ástøðisroynd

 

Endamálið við ástøðisroyndini er at meta um næmingurin hevur nomið sær neyðuga vitan um tey evnir, sum leiðreglurnar hjá Sikker Trafik fyri prutlfrálæruna fevna um.

 

Ástøðisroyndin verður hildin á Akstovuni.

 

Ástøðisroyndin er skrivlig og verður framd við at nýta myndarøð við spurningum og svarmøguleikum, sum eru tosað inn á teldu. Næmingurin krossar svarið á telduskermin og metingaroyðublað til bólk AM (lítið prutl), verður latið næminginum, tá ástøðisroyndin er liðug.

 

Serroynd

Næmingur, ið orsakað av serligum viðurskiftum, ið skulu vera skjalprógvað, ikki kann gjøgnumføra eina vanliga ástøðisroynd, kann verða vístur til eina serroynd, har próvdómarin t.d. lesur spurningarnar ella hjálpir við at krossa av, eftir ávísing frá næminginum.

 

Meting av ástøðisroynd

Avkrossaðu svarini verða mett eftir rættivegleiðing hjá Akstovuni, sum er skrásett í telduskipanini. Á metingaroyðublaðnum sæst, hvussu nógvar myndir eru, og hvussu nógvar myndir skulu svarast rætt fyri at standa royndina. Eisini sæst, hvussu nógvar myndir eru rætt svaraðar. Á metingaroyðublaðnum sæst harumframt, um royndin er staðin ella ikki staðin, og skeiv svar verða lýst við tilvísing til viðkomandi part í frálæruætlanini.

Metingaroyðublaðið verður latið næminginum til kunningar, beint eftir at ástøðisroyndin er liðug.

 

IV. Verklig roynd

 

Endamálið við verkligu royndini er at meta um næmingurin hevur nomið sær tann dugnaskap og ta atferð, sum eru ásett sum mál í leiðreglunum hjá Sikker Trafik fyri prutlfrálæruna.

 

Verkliga royndin verður hildin við einum næmingi um ferðina, og próvdómarin fylgir í bili eftir næminginum og hevur tráðleyst telesamband við næmingin. Tíðin ið er sett av til verkligu koyriroyndina, herundir meting av dugnaskapi og atferð í ferðsluni, má ikki vera minni enn 15 minuttir.

 

Næmingurin skal vísa evnini at kunna seg og handfara akfarið undir passaliga truplum veg- og ferðsluumstøðum, sum svara til lutmáls ásetingarnar í frálæruætlanini.

 

Verkliga royndin verður framd og mett í samsvari við parti I – Verklig roynd, í leiðreglum fyri prutlfrálæruna útgivið av Sikker Trafik.”