Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
Nr. 61 19. mai 2016
Kunngerð um inntøkutrygd, sum broytt við kunngerð nr. 120 frá 6. desember 2016
Við heimild í § 8, stk. 3 í løgtingslóg nr. 132 frá 28. desember 2010 um Trygdargrunn Fiskivinnunnar verður ásett:
Minstaløn
§ 1. Minstaløn verður veitt fiskimonnum, skrásettir í Landsfólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum, sum eru mynstraðir við fiskiskipi, sum er 30 tons ella størri og skrásett í Føroyum.
Stk. 2. Persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans, kunnu verða veitt minstuløn sambært ásetingunum í stk. 1, hóast teir ikki hava bústað í Føroyum.
Stk. 3. Minstaløn, sambært stk. 2, verður bert veitt, um neyðugt skjalprógv frá útbúgvingarstaði fyriliggur.
Stk. 4. Fiskimenn, sum eru við fiskiskipum, sum fáa egndar línur av landi, koma ikki undir skipanina við minstuløn.
Stk. 5. Fiskimenn skulu, fyri at koma undir skipanina við minstuløn, verða løntir samsvarandi galdandi sáttmálum á økinum.
Stk. 6. Tons, sambært hesi kunngerð, merkir tonsatal brutto, BT, ella skrásett brutto tons, BRT, sum til eina og hvørja tíð tilskilað á skipsins málibrævi ella máliprógvi.
Stk. 7. Fiskiskip, ella tess reiðari, hava skyldu at lata Trygdargrunni Fiskivinnunnar avrokning fyri hvørja mynstring, so skjótt avrokningin fyriliggur, og ikki seinni enn 3 mánaðir eftir, at túrurin er endaður. Avrokningin skal eisini upplýsa manning við persónssamleika, og hvat hvør einstakur av manningini hevur fingið í hýru fyri túrin.
Stk. 8. Saman við avrokningini skal fylgja skjalprógv fyri avreiðingarvirðinum. Um eingin avreiðing er, so avrit av veiðidagbókini sum skjalprógv fyri túrin. Annars kann grunnurin krevja onnur neyðug skjalprógv fyri avrokningina.
Stk. 9. Avrokningin kann verða latin talgilt umvegis markamótið hjá grunninum.
§ 2. 1) Minstalønin er kr. 700 um dagin, tó verður minstalønin kr. 1.050 um dagin í tíðarskeiðinum frá 1. juni 2016 til og við 31. desember 2017.
Stk. 2. Minstalønin verður ikki veitt fyri teir dagar, fiskimaður er heima. Hvør túrur verður roknaður sær.
Stk. 3. Minstalønin verður skerd 100% við tí avrokning, sum maður fær fyri tann ávísa túrin. Frítíðarløn er ikki íroknað avrokningina.
Stk. 4. Minstaløn verður ikki veitt fyri fleiri dagar hvønn túr, enn avvarðandi skip á túrinum hevur brúkt av fiskidøgum sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.
Stk. 5. Sambært § 10, stk. 1 í løgtingslógini kann Trygdargrunnur Fiskivinnunnar nýta upplýsingar frá fylgisveinaskipanini hjá Vørn í málsviðgerð síni av inntøkutrygd.
§ 3. Tá fiskimaður sambært sáttmála eigur frítíðarløn av fiskiparti, rindar Trygdargrunnur Fiskivinnunnar frítíðarløn av minstulønini eftir reglunum í løgtingslóg um frítíð við løn.
Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn
§ 4. Mánaðarligur minstiforvinningur verður veittur til útróðrarmenn, skrásettir í Landsfólkayvirlitinum við bústaði í Føroyum, sum eru á útróðri á føroysku landleiðunum við føroyskt skrásettum fiskiførum, sum eru 110 tons ella minni.
Stk. 2. Persónum, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans, kunnu verða veitt minstaforvinning sambært ásetingunum í stk. 1, hóast teir ikki hava bústað í Føroyum.
Stk. 3. Minstiforvinningur, sambært stk. 2, verður bert veittur, um neyðugt skjalprógv frá útbúgvingarstaði fyriliggur.
§ 5. Fiskifar, sambært § 4, skal hava avreitt í minsta lagi fyri í miðal kr. 200.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu 6 mánaðirnar frammanundan, og í minsta lagi fyri í miðal kr. 25.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu 3 mánaðirnar frammanundan.
Stk. 2. 1) Tó skal fiskifar, sambært § 4, í tíðarskeiðinum frá 1. juni 2016 til og við 31. desember 2017 hava avreitt í minsta lagi fyri í miðal kr. 240.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu 12 mánaðirnar frammanundan, og í minsta lagi fyri í miðal kr. 25.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu 3 mánaðirnar frammanundan.
Stk. 3. Er talan um nýtt fiskifar ella nýggjan eigara av fiskifari, ið ikki lýkur treytirnar í stk. 1 og 2, kann hetta far eftir 3 mánaðir koma undir skipanina, um avreiðingarvirðið í minsta lagi í miðal er kr. 60.000 fyri hvønn tilmeldaðan persón seinastu 3 mánaðirnar frammanundan. Henda regla er galdandi fyri einstaka fiskifarið í 12 mánaðir frá fyrstu tilmelding.
Stk. 4. Avreiðingarvirðið, sambært stk. 1, 2 og 3, kann varðveitast við eigaraskifti.
Stk. 5. Eru treytirnar í stk. 1, 2 og 3 ikki loknar vegna serligar umstøður, kann frávik gerast 2 ferðir í einum álmanakkaári. Umsókn um frávik verður viðgjørt við serligum atliti til meginregluna um, at sannlíkindi eru fyri, at fiskifarið hevði komið undir skipanina, um tað hevði verið í vinnu.
Stk. 6. Frávik, sambært stk. 5, verður bert loyvt, um skrivlig umsókn saman við neyðugum próvtilfari fyriliggur, samanber § 8, stk. 3.
§ 6. Fyri at koma undir skipanina skal bátsformaðurin fyri hvønn mánað lata Trygdargrunni Fiskivinnunnar skrivliga tilmelding við navni á fiskifari og manning, undirskrivað av manning og av bátsformanni. Tilmeldingin skal vera Trygdargrunni Fiskivinnunnar í hendi í seinasta lagi fyrsta arbeiðsdag í mánaðinum, sum ætlanin er at koma undir skipanina.
Stk. 2. Tilmeldingin kann verða latin talgilt umvegis markamótið hjá grunninum.
Stk. 3. Eftir at freistin í stk. 1 er farin, kann tilmeldaða manningartalið ikki økjast. Kemur nýggjur persónur við á fiskifar fyri annan, ella fer ein av fiskifari, skal skrivliga boðast frá hesum. Tilskilast skal, hvat tíðarskeið viðkomandi persónur skal vera tilmeldaður. Fráboðanir um broytingar skulu vera Trygdargrunni Fiskivinnunnar í hendi í seinasta lagi saman við mánaðarligu avrokningunum.
Stk. 4. Verður tilmeldað fiskifar selt ella endaliga tikið úr vinnu, steðgar veitingin av minstaforvinningi frá hesum degi. Skylda er at boða frá hesum í seinasta lagi saman við mánaðarligu avrokningunum.
Stk. 5. Manning á fiskifari, sum kemur undir skipanina við minstaforvinningi, kann ikki í sama mánaði koma undir hesa skipan við fleiri fiskiførum, ella skipanina við minstuløn í sama tíðarskeiði.
Stk. 6. Verður ein tilmeldaður persónur mynstraður við øðrum skipi, endar øll hansara tilmelding til minstaforvinning frá hesum degi.
§ 7. 1) Mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn er kr. 12.000, tó verður mánaðarligur minstiforvinningur til útróðrarmenn kr. 18.500 í tíðarskeiðinum frá 1. juni 2016 til og við 31. desember 2017.
Stk. 2. Minstiforvinningurin verður skerdur lutfalsliga í mun til tilmeldaðar dagar, túrar umborð og við 100% av tí inntøku, sum útróðrarmaðurin hevur forvunnið í fiskiparti og A-inntøku, fyriuttan minstaforvinningin.
Stk. 3. Fiskipartur verður roknaður soleiðis:
1) Sum felagsfrádráttur verður loyvdur ein botnfrádráttur av bruttoavreiðingarvirðinum.
2) Botnfrádrátturin fyri hvønn tilmeldaðan persón hvønn túr kann í mesta lagi vera kr. 3.000 við línu og kr. 1.500 við øðrum reiðskapi.
3) Frádrátturin kann tó ikki vera hægri enn avreiðingarvirðið hvønn túr sær. Fleiri avreiðingar sama dag verða roknaðar sum ein og sami túrur.
4) Av nettoavreiðingarvirðinum eigur manningin 45% til javnbýtis.
5) Tilmeldaðir persónar, sum ikki eru við á túrinum og persónar, sum ikki eru tilmeldaðir, eru hvørki við í frádráttinum ella býtinum.
Stk. 4. Fyri A-inntøku verður minkingin sambært stk. 2 roknað í mun til ta upphædd, sum útróðrarmaðurin sambært samtíðarskattaskipanini hevur fingið útgoldið í mánaðinum, sum minstiforvinningur verður veittur fyri, uttan mun til nær henda inntøka er forvunnin, undantikið er útgoldin minstiforvinningur.
Stk. 5. Av minstaforvinningi verður ikki veitt frítíðarløn.
§ 8. Mánaðarligur minstiforvinningur verður avroknaður umleið tann 15. í mánaðin eftir, at hann er vunnin.
Stk. 2. Tilmeldað fiskiskip, ella tess reiðari, hava skyldu at lata Trygdargrunni Fiskivinnunnar allar avrokningar so skjótt sum gjørligt eftir mánaðarlok og ikki seinni enn 3 mánaðir eftir, at mánaðurin er lokin. Avrokningin skal eisini upplýsa manning við persónssamleika og hvat hvør einstakur av manningini hevur fingið í hýru fyri túrin.
Stk. 3. Sama tíðarfreist er galdandi fyri umsókn um frávik, samanber § 5, stk. 5.
Stk. 4. Avrokningin kann verða latin talgilt umvegis markamótið hjá grunninum.
Mótrokning
§ 9. Sambært § 11, stk. 3 í løgtingslógini kann Trygdargrunnur Fiskivinnunnar, í sambandi við útgjald av inntøkutrygd, mótrokna krøv, sum grunnurin hevur móti viðkomandi fiskimanni fyri ov nógv útgoldna inntøkutrygd og onnur gjøld í hesum sambandi.
Gildiskoma
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 2016.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 66 frá 26. mai 2015 um inntøkutrygd.
Fiskimálaráðið, 19. mai 2016
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 120 frá 6. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017.”