Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mai 2017Nr. 62
Kunngerð um broyting í kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017
(Hækkað kvota til fiskifør undir føroyskum flaggi og útluting sum felagskvota)
§ 1
Í kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2016 um skipan av fiskiskapinum eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2017, sum broytt við kunngerð nr. 15 frá 24. februar 2017 og kunngerð nr. 30 frá 29. mars 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Av kvotunum, sambært § 1 a, verða 325.807 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska.”
2. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“255.807 tons av kvotuni, sambært § 2, stk. 1, og kvotan, sambært § 2, stk. 2, verður latin eigara av fiskifari undir føroyskum flaggi, sum í 2016 hevði rætt til egna árskvotu av svartkjafti, ella fiskifari, sum hesin rættur er fluttur á, undantikið kvota keypt á uppboði. Kvotan verður latin sum egin árskvota.”
3. § 3, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Kvota, sambært § 3, stk. 1, kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi, ES sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum. Fiskiskapurin í ES sjógvi av teimum 255.807 tonsunum er avmarkaður til í mesta lagi 21.500 tons. Kvota, sambært § 2, stk. 2, kann bert fiskast í ES sjógvi.”
4. Aftan á § 3 verður sett:
“§ 3 a. Av kvotuni, sambært § 2, stk. 1, verða 70.000 tons latin sum felags árskvota til fiskifør undir føroyskum flaggi, sum hava veiðiloyvi sambært § 5, stk. 3 í løgtingslógini. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC skipanarøkinum.”
5. Aftan á § 7 verður sett:
“Partroling
§ 7 a. Áðrenn fiskifar byrjar at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 2. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum hava veiðu umborð, loyvi at skifta skip, ið partrolað verður saman við, hóast veiðan ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan.
Stk. 3. Tá fiskifør partrola, og annað ella bæði førini hava felagskvotu, verður veiðan, fyri hvørt fiskaslag sær, skrásett javnt býtt millum førini.
Stk. 4. Tá veiða frá partroling verður landað, skulu skipararnir ella eigararnir av fiskiførunum, sum hava partrolað, senda Vørn upplýsingar um helvtina av veiðinøgdini frá partrolingini, greinað á fiskaslag. Hava skipini bæði eginkvotu, er tað tó bert farið, ið landar, sum sendir upplýsingar um veiðinøgdina. Verður landað til flutningsfar, er tað bert skiparin ella eigarin av flutningsfarinum, ið skal senda hesar upplýsingar. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum skulu upplýsingarnar sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Vørn ásetir, og skulu tær sendast í seinasta lagi ein tíma eftir landingina.”
6. § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Brot á § 4, stk. 1 og 3, §§ 5-7, § 7 a, stk. 1, stk. 2, 1. og 2. pkt. og stk. 4, 1.-3. pkt., §§ 8 og 10, § 11, stk. 2 ella §§ 13, 14 og 19 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum virkar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi sambært § 15, stk. 1, ella ikki fylgir treytum ásettar sambært § 15, stk. 2 ella sum ikki fylgir boðum sambært §§ 17 ella 18.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 19. mai 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)