Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Uttanríkis- og vinnumálaráðið
  • Útgávudagur: 06-02-2015
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2015 A - Kunngerð 7 frá 23. januar 2015
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. januar 2015Nr. 7

Kunngerð frá Fjarskiftiseftirlitinum um nýtslu av radiofrekvensum uttan einstaklingaloyvi umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira, sum broytt við kunngerð nr. 109 frá 26. oktober 2016

1) Við heimild í § 42, § 43, stk. 2, § 46, stk. 1-4 og § 74, stk. 2, í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti, verður ásett:

Nýtsluøki

§ 1. Kunngerðin ásetur reglur um nýtslu av radiofrekvensum uttan einstaklinga loyvi á og í

1)   skipum og bátum,

2)   loftførum, so sum flogfør, tyrlum o.tíl.,

3)   jarðstaddum loftferðsluradiotænastum,

4)   áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum,

5)   øðrum tænastum, sambært fylgiskjal nr. 4 og

6)   radioútbúnaði, ið bert kann móttaka.

Stk. 2. Kunngerðin ásetur eisini reglur fyri

1)   radioroyndum og prógvum til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur,

2)   útskrivan og nýtslu av kalliteknum og samleikanummrum í loftferðslutænastum og áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum, og

3)   útskrivan og nýtslu av kalliteknum og sannleikanumrum til støðir á landi og til siglingamerkir í siglingarradiotænastuni.

Frekvensnýtsla uttan einstaklingaloyvi

§ 2. Radiofrekvensir, ið eru ásettir til nýtslu í siglingarradiotænastum, nevndar í fylgiskjali 1, kunnu nýtast umborð á skipum uttan einstaklingaloyvi.

Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri frekvensnýtslu av radiostøðum á landi, herímillum siglingarmerkir, ið hava tilknýti til siglingarradiotænastuna.

Stk. 3. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal lúka tey krøv og avmarkingar, ið eru nevnd í fylgiskjali 1, harímillum krøv um prógv og nýtslu av kallitekni og samleikanummari.

§ 3. Radiofrekvensir, ið eru ásettir til nýtslu í loftferðsluradiotænastum, nevndar í fylgiskjali 2, kunnu nýtast í loftførum uttan einstaklingaloyvi.

Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri frekvensnýtslu av radiostøðum á landi, ið hava tilknýti til loftferðslu radiotænastuna.

Stk. 3. Radiofrekvensir, sum eru avmarkaðir til loftferðsluradiotænastur í fylgiskjalið 3, kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi í jarðstaddum radioútbúnaði.

Stk. 4. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal lúka tey krøv og avmarkingar, ið eru nevnd í fylgiskjali 2, harímillum krøv um prógv og nýtslu av kallitekni og samleikanummari.

§ 4. Radiofrekvensir, ið eru ásettir til nýtslu í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum, nevndar í fylgiskjali 4, kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi.

Stk. 2. Nýtslan av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal lúka tey krøv og avmarkingar, ið eru nevnd í fylgiskjali 3, herímillum krøv um prógv og nýtslu av kallitekni.

§ 5. Radiofrekvensir, ið eru goymdir til nýtslu á øðrum økjum enn tær tænastur, sum eru nevndar í §§ 2-4 og nevndar í fylgiskjali 4, kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi.

Stk. 2. Nýtsla av radiofrekvensum sambært stk. 1, skal fylgja ásetingunum í fylgiskjali 5 um nevndu krøv og avmarkingar.

Kallitekn og samleikaprógv til støðir á landi og siglingarmerkir í siglingarradiotænastuni

§ 6. Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið kallitekn og samleikanummur til ísetan og nýtslu av radiofrekvensum í siglingarradiotænastu á føroyskum landstøðum.

Stk. 2. Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið kallitekn og samleikanummur til ísetan og nýtslu av radiofrekvensum í fysiskum og virtuellum siglingarmerkjum í siglingarradiotænastuni.

Stk. 3. Sambært ítøkiligari meting kann Fjarskiftiseftirlitið útskriva samleikanummur í raðum sambært stk. 2, ið verða tillutað einum almennum myndugleika.

§ 7. Til frekvensnýtslu í radiotólum, ið eru nevnd í § 6, stk. 1 og 2, mugu einans nýtast

1)   tað kallitekn ella samleikanummar, ið er tillutað støðini á landi ella siglingarmerkinum, ella

2)   landafrøðiliga navnið hjá støðini við endanavni radio.

§ 8. Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt kallitekn ella eitt samleikanummar, ið er útskrivað sambært § 6, um gjald av kallitekni ella samleikanummari ikki er goldið sambært kunngerð um frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum.

Samleikanummur til avrokningarfeløg, AAIC-nummur

§ 9. Fjarskiftiseftirlitið tillutar AAIC-nummur, Accounting Authority Identification Code, so hvørt umsóknir verða móttiknar og viðgjørdar.

Stk. 2. AAIC-nummur eru samansett av tvíbókstava landakotu, FO, umframt tveimum tølum. Í Føroyum kunnu ikki tillutast fleiri enn 10 AAIC-nummur.

Kallitekn og samleikanummur til loftferðsluradiotænastuna

§ 10. Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið kallitekn og samleikanummur til nýtslu av radiofrekvensum í loftferðslutænastuni til føroysk skrásett loftfør og til radiostøðir á føroyskum landaøki.

§ 11. Til nýtslu av frekvensum í radioútbúnaði í føroyskum skrásettum loftførum ella radiostøðum á føroyskum landaøki, kunnu bert nýtast

1)   tað kalliteknið ella samleikanummarið, ið Fjarskiftiseftirlitið hevur útskrivað til loftfarið ella ta føroysku radiostøðina,

2)   skrásetingarnavnið sum Trafikstyrelsen hevur tillutað loftfarinum,

3)   eyðkennisnavn sett saman av kallitekninum hjá loftferðslu felagnum umframt leiðnummarið hjá loftfarinum, ella

4)   landafrøðiliga navnið hjá radiostøðini ella navn á flogvølli.

§ 12. Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt kallitekn ella eitt samleikanummar, ið er útskrivað sambært § 10, um gjald av kallitekni ella samleikaprógvi ikki er goldið til ásettu tíð, sambært kunngerð um frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum.

Royndir og prógv til áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastur

§ 13. Fjarskiftiseftirlitið heldur próvroyndir til bólk A, B og D.

Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið heldur tær royndir, ið eru fyriskrivaðar í fylgiskjali 5, sum skrivligar royndir.

Stk. 3. Innihaldið og krøv til royndirnar er lýst í fylgiskjal 5.

Stk. 4. Fjarskiftiseftirlitið kann í serligum førum, um tað er ógjørligt ella ógvuliga trupult hjá viðkomandi persóni at standa eina skrivliga roynd sambært stk. 2, hjálpa við at lesa upp spurningarnar og fylla út svarblaðið í tí vavi Fjarskiftiseftirlitið metir ráðiligt, tá ið atlit verður tikið til endamálið við royndini.

§ 14. Fjarskiftiseftirlitið kann viðurkenna skrivligar próvroyndir til bólk A, B og D, hildnar av stovni ella felagi góðkent av Fjarskiftiseftirlitinum.

Stk. 2. Innihaldið av royndunum og krøv til royndirnar eru ásettar í fylgiskjal 5.

Stk. 3. Um annar góðkendur stovnur ella felag, heldur tær royndir, ið eru fyriskrivaðar í fylgiskjali 5, skal tíð og stað fyri skrivligu royndini fráboðast til Fjarskiftiseftirlitið, sum síðani almannakunnger tíð og stað. Tilmelding verður send Fjarskiftiseftirlitinum. Fjarskiftiseftirlitið útflýggjar royndarsett, ið skal nýtast til royndina.

Stk. 4. Royndin verður hildin við minst tveimum eftirlitsfólkum, ið hava eftirlit við royndini og kanna samleikan hjá luttakarunum.

Stk. 5. Eftir lokna roynd sendir stovnurin ella felagið svarsettini inn til Fjarskiftiseftirlitið til próvdøming.

Stk. 6. Uttan mun til limatilknýti o.tíl. hava øll atgongd til at fara upp til roynd, ið verður fyriskipað av góðkendum stovni ella heimafelagi.

§ 15. Útlendskt prógv, sum lúka krøvini í CEPT-átekningini T/R 61-02 um Harmonised Amateur Radio Examination Certificate, HAREC, verða javnsett við føroysku royndirnar sambært §§ 13 og 14. Somuleiðis verða útlendskar royndir javnsettar við føroysku royndirnar sambært §§ 13 og 14, um tað fyri Fjarskiftiseftirlitinum verður gjørt sannlíkt, at royndarkrøvini eru á sama støði, sum tær í hesi kunngerð.

Stk. 2. Prógv, ið eru útskrivaði av útlendskum myndugleikum, eru eisini í gildi í Føroyum í styttri tíðarskeið, um so er, at gildið av próvnum er staðfest í eini altjóða avtalu, ið eisini er galdandi í Føroyum.

§ 16. Fjarskiftiseftirlitið útskrivar sambært §§ 13, 14 og 15 í bólkunum A, B ella D prógv til nýtslu av radiofrekvensum í áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastum, til tann, ið hevur staðið próvroynd.

Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann útskrivað HAREC-prógv, Harmonised Amateur Radio Examination Certificate, sambært CEPT-átekningini T/R 61-02 til persónar, ið hava prógv til bólk A.

§ 17. Um Fjarskiftiseftirlitið metir, at tann, ið hevur prógv, ikki longur hevur tað neyðugu vitan, ið ein próvhavari eigur at hava, skal hesin upp til nýggja próvroynd.

Stk. 2. Um próvhavari, sambært § 16, stk.1 og 2, ikki stendur nýggja roynd, ógildar Fjarskiftiseftirlitið prógvið.

Kallitekn til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur

§ 18. Eftir umsókn útskrivar Fjarskiftiseftirlitið eitt persónligt kallitekn til persónar, ið hava fullgilt prógv, herundir kallitekn til ómannaða radiostøð, til nýtslu av radiofrekvensum í áhugavarparatænastum og áhugavarparafylgisveinatænastum. Kallitekni kann eisini verða útskrivað til ein løgfrøðiligan persón, um ein persónur við gildigum prógvi sambært § 16 hevur ábyrgd fyri nýtslu av radiofrekvensinum.

Stk. 2. Treytirnar fyri at útskriva eitt kallitekn er, at nýtslan av radiofrekvensinum er knýtt til eina føroyska adressu, har frekvensnýtslan vanliga er.

Stk. 3. Fjarskiftiseftirlitið útskrivar kallitekn til nýtslu fyri áhugavarparar við hesum kallitekn-serium: OY og OW.

Stk. 4. Eitt kallitekn, sum áður hevur verðið nýtt sum persónligt kallitekn, verður helst ikki leysgivið fyrr enn tað hevur verið ónýtt í 25 ár.

§ 19. Til frekvensnýtslu í áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastum mugu einans kallitekn nýtast, ið Fjarskiftiseftirlitið hevur givið til áhugavarparan, ómannaða radiostøð ella løgfrøðiligan persón, sambært § 18.

Stk. 2. Tann, sum hevur útlendskt kallitekn, og kann nýta radiofrekvensir í áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastum sambært hesi kunngerð, og er í Føroyum í styttri tíðarskeið, skal nýta OY/ ella OW/ frammanfyri tað útlendska kallitekni.

§ 20. Fjarskiftiseftirlitið kann taka aftur eitt kallitekn, ið er útskriva sambært § 18, um gjald av kallitekninum ikki er goldið til ásettu tíð sambært kunngerð um frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum.

Revsing

§ 21. Brot á ásetingarnar um nýtslu av kallitekni sambært §§ 7, 11 og 19, verða revsaðar við bót.

Stk. 2. Feløg og og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

Gildiskoma o.a.

§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 1 frá 19. oktober 2010 um nýtslu av radiofrekvensum uttan einstaklingaloyvi umframt áhugavarparaprógv og kallitekn við meira, sum kunngjørd á heimasíðu Fjarskiftiseftirlitsins, úr gildið

Stk. 3. Henda kunngerð verður nýtt í samband við prógv, kallitekn og samleikaprógv til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, loftferðslutænastur eins og støðir á landi og siglingarmerkir í siglingarradiotænastuni, ið eru ognað og tillutað sambært áður nýttum ásetingum.

Stk. 4. Kallitekn og samleikaprógv til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, loftferðslutænastur eins og støðir á landi og siglingarmerkir í siglingarradiotænastuni, ið eru sett í gildi áðrenn hesa kunngerð, verða framhaldandi í gildi.

Stk. 5. Prógv til loftferðslutænastur eins og áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, ið eru ognað, og royndir, sum eru stadnar eftir undanfarnum ásetingum, reglum, eru framhaldandi í gildi. Prógv til áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinstænastur i bólki C, ið eru sett í gildi sambært áður galdandi reglum, verða nú bólkað í bólki A. Sama er galdandi fyri prógv til bólk D, sum eru givin áðrenn 1. januar 2004.

 

 

Fjarskiftiseftirlitið, 23. januar 2015

 

Jógvan Thomsen (sign.)

 

/ Louise Restorff Jacobsen (sign.)

 

 

Fylgiskjal 1

 

Radiofrekvensir til (maritimu) siglingarradiotænastuna, sum kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi sambært § 2

 

Gevið gætur viðv. Radiomarkamóti:

 

Munur kann verða á føroyskari og danskari lóggávu viðvíkjandi almennum loyvi til fjarskifti og serloyvi til fjarskifti. Í ávísum førum verður víst til galdandi tøkniligar avmarkingar og treytir fyri nýtslu ásettar í radiomarkamóti, ið eru gjørdar sambært altjóða og millumtjóða semjum og leiðbeiningum. Hesar tøknilýsingar skulu eisini haldast, um ikki loyvi til frávik er givið, vísandi til § 13, stk. 4 í fjarskiftislógini, ið ásetur “Fjarskiftisútbúnaður, sum ikki er góðkendur til nýtslu í Danmark, kann ikki uttan loyvi fjarskiftiseftirlitsins, innflytast, seljast ella nýtast í Føroyum”.

 

 

1.  Radiofrekvensir í (maritimu) siglingarradiotænastuni

1.1.  MF

1.1.1.  Radiofrekvensir.

 

415,0-526,5 kHz

1810,0-1830,0 kHz

2502,0-2850,0 kHz

1606,5-1625,0 kHz

2000,0-2160,0 kHz

3155,0-3400,0 kHz

1635,0-1800,0 kHz

2170,0-2498,0 kHz

3500,0-3800,0 kHz

 

 

1.1.2.  Radiomarkamót fyri frekvensirnar 1606,5-3400,0 kHz:

 

Nr. 00 037.

 

1.2.  HF

 

1.2.1.  Radiofrekvensir:

 

4000-4650 kHz

13,410-13,570 MHz

20,010-21,000 MHz

5060-5450 kHz

13,870-14,000 MHz

22,000-22,855 MHz

6200-6525 kHz

14,350-14,990 MHz

23,000-23,200 MHz

8100-8815 kHz

16,360-17,410 MHz

23,350-24,000 MHz

10,150-11,175 MHz

18,168-18,900 MHz

25,010-25,210 MHz

12,230-13,200 MHz

19,680-19,800 MHz

26,100-26,175 MHz

 

 

1.2.2.  Danskt radiomarkamót

 

Nr. 00 037.

 

1.3.  VHF

1.3.1. Radiofrekvensir:

 

121,500 MHz

155,625 MHz

160,6125-160,8875 MHz

123,100 MHz

155,775 MHz

160,9125-160,9625 MHz

155,500 MHz

155,825 MHz

161,4875-162,0375 MHz

155,525 MHz

156,0125-157,4375 MHz

 

 

 

 

 

1.3.2.  Radiomarkamót fyri radiofrekvensirnar 155,500-162,025 MHz:

 

Nr. 00 039

 

1.4.  UHF

 

1.4.1.  Radiofrekvensir:

 

457,5250 MHz, 457,5375 MHz, 457,5500 MHz, 457,5625 MHz og 457,5750 MHz

467,5250 MHz, 467,5375 MHz, 467,5500 MHz, 467,5625 MHz og 467,5750 MHz

 

 

1.4.2. Radiomarkamót:

 

Nr. 00 038

 

1.5.  Fylgissveinar

 

1.5.1.  Radiofrekvensir:

 

1626,5-1660,5 MHz (sendari)

1525,0-1559,0 MHz (móttakari)

 

 

1.6.  EPIRB

 

1.6.1.  Radiofrekvensir:

 

121,5 MHz

243,0 MHz

406,0-406,1 MHz (COSPAS-SARSAT)

 

 

1.6.2.  Radiomarkamót:

 

Nr. 00 041

 

1.6.3.  Avmarkingar í nýtslu:

 

Útgerð v.v. neyðradio í frekvensumráðnum 406,0-406,1 MHz skal ikki nýtast á landi.

 

1.7.  Radioútbúnaður til staðarfesti (staðarfastsetan) (radar/SART)

 

1.7.1.  Radiofrekvensir:

 

2900-3100 MHz

9200-9500 MHz

5470-5660 MHz

9500-9800 MHz

 

 

1.7.2.  Radiomarkamót:

 

Nr. 00 040 fyri radiofrekvensir til SART og nr. 00 046

 

1.8.  Nærri ásetingar til nýtslu av radiofrekvensum í omanfyri nevndu radiofrekvensbondum, kunnu eisini síggjast í “Frekvensskrá” frá Fjarskiftiseftirlitinum og sambært ásettum reglum frá ”Radio Regulations”.

 

1.9.  Hóast omanfyri nevndu radiomarkamót skal radioútbúnaðurin, sum er partur av tí lógarkravda radioútbúnaðinum umborð á skipum, sum sigla undir SOLAS-treytum, verða góðkendur sambært EF fyriskipan 96/98/EF, sum er broytt við EF fyriskipan 2012/32/EU av 25. oktober um útgerð umborð á skipum (marinudirektivið).

 

 

2.  Krav um kallitekin, samleikanummur og prógv.

 

Nýtsla av radiofrekvensum, sum er nevnd í broti 1, krevur gildigt kallitekin og samleikanummar, útflýggjað av Fjarskiftiseftirlitinum. Radiofrekvensir, sum eru nevndir í pørtunum 1.1., 1.2., 1.3., 1.5. og 1.6., skulu bert verða nýttir av einum persóni, sum hevur gildigt prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum, ella við eftirliti av einum persóni, sum hevur gildigt prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum sambært yvirlitinum niðanfyri.

Prógv, ið geva loyvi til at nýta radioútbúnað, eru merkt við “X” í yvirlitinum niðanfyri:

 

Radioútbúnaður

Slag av prógvi

 

GOC

ROC

GEN

LRC

BEG

SRC

TLG

VHF-telefoni

X

X

X

X

X

X

X

MF-telefoni

X

 

X

X

(X)

 

X

HF-telefoni

X

 

X

X

(X)

 

X

VHF-telefoni við DSC

X

X

 

X

 

X

 

MF-telefoni við DSC

X

 

 

X

 

 

 

HF-telefoni við DSC

X

 

 

X

 

 

 

HF-telex

X

 

X

 

 

 

X

EPIRB (neyðradioviti) 

X

X

X

X

 

X

X

SART (radiotranspondari) 

X

X

X

X

 

X

X

Fylgisveinajørðstøðútgerð

X

 

 

(X)

 

 

 

Telegrafi

 

 

 

 

 

 

X

 

 

 (X) = tilval

 

Fylgjandi styttingar er nýttar í prógvum til siglingarradiotænastum:

1)   Vanligt prógv sum radiooperatørur í GMDSS (GOC)

2)   Avmarkað prógv sum radiooperatørur í GMDSS (ROC)

3)   Vanligt prógv sum radiotelefonistur (GEN)

4)   Prógv, sum gevur rætt til at nýta MF-, HF- og VHF-radioútbúnað (LRC)

5)   Avmarkað prógv sum radiotelefonistur (BEG)

6)   Prógv sum gevur rætt til at nýta siglingar VHF-radioútbúnað (SRC)

7)   Radiotelegrafistprógv (TLG)

 

Fjarskiftiseftirlitið ásetur krøv til royndir, sum geva prógv til GOC, ROC, LRC og SRC, ið geva rætt til nýtslu av radioútbúnaði í siglingarradiotænastuni.

 

3.  Onnur krøv og avmarkingar.

 

1.   Skip mugu ikki halda seg í ella uttanfyri føroyskt sjóøki við tí endamáli at reka radiosamskiftis og -flutning.

2.   Radioútbúnaðurin skal bert nýtast við tí lægstu sendiorku, ið er neyðug fyri at gjøgnumføra eitt trygt samskifti.

3.   Tað mugu ikki sendast følsk ella villleiðandi boð ella óneyðug boð. Útvarpingar ella sendingar uttan samleika ella við rongum samleika mugu als ikki koma fyri.

4.   Tá ið eitt skip er í føroyskari havn, má radioútbúnaðurin umborð bert nýtast til neyðsamskifti.

Undantikin er tó:

1) Útgerð til fylgisveinajørðstøðir.

2) VHF-radioútbúnaður.

3) Radioútbúnaður ætlaður til innanhýsis radiosamskifti.

5.   Ábyrgdari á einum føroyskum skipi, sum er statt í útlendskum sjóøki, skal tryggja sær, at skipið lýkur tey krøv um radiofrekvensir, sum eru ásett av tí landi, sum umsitur sjóøkið.

6.   Radiofrekvensirnir 1F (155,625 MHz), 2F (155,775 MHz) og 3F (155,825 MHZ) til samskifti millum fiskifør (skrásett við havnaeyðkennisnummari) skulu bert verða nýttir í skandinaviskum og føroyskum sjóøki.

7.   Radiofrekvensirnir 1L (155,500 MHz) og 2L 155,525 MHz) til samskifti millumstuttleikabátar skulu bert verða nýttir í skandinaviskum og føroyskum sjóøki.

 

 

 

 

Fylgiskjal 2

 

Radiofrekvensir til loftferðsluradiotænastur, ið kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi í luftførum sambært § 3, stk. 1

 

1. Radiofrekvensir í loftferðslutænastum

1.1. MF/HF OR

 

 

 

1.1.1. Frekvensbond:

 

 

3025-3155 kHz

5680-5730 kHz

13,200-13,260 MHz

3800-3950 kHz

6685-6765 kHz

15,010-15,100 MHz

4700-4850 kHz

8965-9040 kHz

17,970-18,030 MHz

5450-5480 kHz

11,175-11,275 MHz

23,200-23,350 MHz

 

 

 

1.2. MF/HF R

 

 

 

1.2.1. Frekvensbond:

 

 

2850-3025 kHz

6525-6685 kHz

13,260-13,360 MHz

3400-3500 kHz

8815-8965 kHz

17,900-17,970 MHz

4650-4700 kHz

10,005-10,100 MHz

21,924-22,000 MHz

5480-5680 kHz

11,275-11,400 MHz

 

 

 

1.3 VHF

 

1.3.1. Radiofrekvensir:

 

117,975-137,000 MHz

 

1.4 ELT

 

1.4.1 Radiofrekvensir:

 

121,5 MHz

243,0 MHz

406,0-406,1 MHz (COSPAS-SARSAT)

 

1.4.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 042

 

1.4.3 Avmarkingar í nýtslu:

 

Útgerð til neyðradio í frekvensumráðnum 406,0-406,1MHz skal ikki nýtast á landi.

 

1.5 Fylgisveinar

 

1.5.1 Radiofrekvensir:

 

1626,5-1660,5 MHz (sendari)

1525,0-1559,0 MHz (móttakari)

 

 

1.6 Radioútbúnaður til staðaráseting (staðarfastsetan) (radar)

 

1.6.1 Radiofrekvensir:

 

960-1215 MHz

1215-1260 MHz

2700-2900 MHz

3100-3400 MHz

4200-4400 MHz (hæddarmátarar)

5255-5470 MHz

5725-5830 MHz

8500-9200 MHz

9300-9500 MHz

9500-9800 MHz

13,25-13,40 GHz

24,05-24,25 GHz

45,50-47,00 GHz

59,00-64,00 GHz

 

 

1.7 Avmarkingar í nýtslu

 

Radioútbúnaður, sum er nevndur í broti 1.1.-1.6., skal halda tey radioteknisku krøv, sum eru ásett í ICAO’s Annex 10 og eru góðkend av Danmark (t.e. eisini Føroyum) í millumlandaavtaluni frá 7. Desember 1944 viðvíkjandi sivilari altjóða loftferðslu.

 

2.  Krav til kallitekin, samleikapróvnummur og prógv.

Nýtsla av radiofrekvensum, sum er nevndir í broti 1.1. til 1.4., krevur gildigt kallitekin og samleikanummar, sum er útflýggjað av Fjarskiftiseftirlitinum, skrásetingarnavnið á loftfarinum, sum er givið av Trafikstyrelsen, eitt samleikanavn sett saman av kallitekin hjá loftferðslufelagnum og rutunummari hjá loftfarinum ella tað landafrøðiliga navnið á landastøðini ella navnið á flogvøllinum.

 

Radiofrekvensir, sum eru nevndir í broti 1.1. til 1.4., mugu bert verða nýttir av persóni, sum hevur gildigt prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaði, ella undir eftirliti av einum persóni, sum hevur gildigt prógv, ið er góðkent til nýtslu av radioútbúnaðinum, sambært niðanfyri nevnda yvirlitið.

 

Nýtsla av radiofrekvensum til samskifti millum loftferðslufelagið og loftfarið, á tí til endamálið ávísta radiofrekvensi (operational control), eru undantiknir krøvunum um prógv sambært vegleiðing fyri Airline Company VHF Operational Station, útgivið av Trafikstyrelsen.

 

Radioútbúnaður

Slag av prógvi

 

GEN

BEG

N-BEG

N-JOR

VHF-telefoni

X

X

X

X *)

HF-telefoni

X

 

 

 

Nødradioudstyr

X

X

X

X *)

Satellitudstyr

X

X

 

 

*) Prógvið gevur somuleiðis rætt til at royndarkoyra HF-radioútgerð og neyðradioútgerð á landi.

 

Fylgjandi styttingar eru nýttar í prógvum til loftferðsluradiotænastur:

1)   Vanligt prógv sum loftfars-radiotelefonistur (GEN)

2)   Avmarkað prógv sum loftfars-radiotelefonistur (BEG)

3)   Tjóðskapar avmarkað prógv sum loftfars-radiotelefonistur (N-BEG)

4)   Tjóðskapar avmarkað prógv til loftferðslu-radioútbúnað á landi (N-JOR)

 

Fjarskiftiseftirlitið/Trafikstyrelsen áseturkrøv til royndir og próvtøkur til nýtslu av radioútgerð í loftferðslutænastuni.

 

3.  Onnur krøv og avmarkingar.

1.   Radioútbúnaðurin má bert verða nýttur við minstu sendiorku, sum er neyðug fyri at gjøgnumføra eitt trygt samskifti.

2.   Tað mugu ikki sendast følsk ella villleiðandi boð ella óneyðug boð. Útvarpingar ella sendingar uttan samleika ella við rongum samleika mugu als ikki koma fyri.

3.   Tá ið eitt loftfar er á føroyskum flogvølli, má radioútbúnaðurin umborð bert nýtast til neyð-samskifti.

Tó er undantikin:

1.   Útgerð til fylgisveinajørðstøðir.

2.   Samskifti við avvarðandi flogvøll ella, um hesin ikki er mannaður, samskifti við flogvallarfar til avgreiðslu av loftfarinum (handling agency) ella við loftferðslufelagið (operational control).

3.   Funktiónsroyndir, sum eru givnar av kontroltorni, tá ið hesar ikki eru til ampa fyri annað (radio)samskifti.

 

4.  Ábyrgdari á einum føroyskum loftfari, sum er statt í útlendskum loftøki, skal tryggja sær, at loftfarið líkur tey krøv um radiofrekvensir, sum eru ásettir av tí landi, sum umsitur loftrúmið.

 

 

 

Fylgiskjal 3

 

Radiofrekvensir til loftferðslutænastur, sum kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi í jarðstaddum loftferðsluradiotænastum, sambært § 3, stk. 3

1. Radiofrekvensir í loftferðsluradiotænastum

 

1.1. Frekvensbond:

74,8-75,2 MHz (marker beacons, markeringsfyrur)

108,0-137,0 MHz (ILS staðavgerðir, VOR og samskifti)

328,6-335,4 MHz (ILS niðurstyringsvinkul, glide path)

 

1.2. Radioútbúnaður, ið vísur knattstøðu, radionavigatión v.m. (radarar)

Frekvensbond:

960-1215 MHz (DME, SSR, TACAN, JTIDS, GNSS)

2700-2900 MHz (loftferðsluradari)

13,25-13,40 GHz (aeronautisk radionavigatión, radarar)

15,40-15,70 GHz (aeronautisk radionavigatión, fastur fylgisveinur, jørð til rúmd, loftferðsluradari)

 

1.3. Avmarking av nýtslu

Radioútbúnaður, sum er nevndur í broti 1.1. og 1.2., skal halda tey radioteknisku krøv, sum eru ásett í ICAO’s Annex 10 og eru góðkend av Danmark (t.e. eisini Føroyum) í millumlandaavtaluni frá 7. Desember 1944 viðvíkjandi sivilari altjóða loftferðslu.

 

2. Krøv um tekniska góðkenning latið av Fjarskiftiseftirlitinum

Nýtsla av radiofrekvensum í jørðstaddum radioskipanum í loftferðslutænastum kunnu fara fram uttan einstaklingaloyvi, um tann radioskipan, ið nýtt verður, er teknisk góðkend av Fjarskiftiseftirlitinum.

 

 

 

Fylgiskjal 4

 

Radiofrekvensir til áhugavarpararadio- og áhugavarpararadiofylgisveinatænastuna, sum kann nýtast uttan einstaklingaloyvi sambært § 4

 

1.  Radiofrekvensbond og sendistyrkir

 

1.1.  Áhugavarpararadiotænastur – mannaður radioútbúnaður

 

Radiofrekvensbond

Próvbólkur

 

Bólkur A

Bólkur B

Bólkur D

135,7-137,8 kHz

1 W

1 W

0

472-479 kHz 1)

1 W

1 W

0

1810-1850 kHz

1000 W

100 W

0

1850-2000 kHz

10 W

10 W

0

3500-3800 kHz

1000 W

100 W

0

5250-5450 kHz

1000 W

100 W

0

7000-7200 kHz

1000 W

100 W

0

10,1000-10,1500 MHz

1000 W

100 W

0

14,0000-14,3500 MHz

1000 W

100 W

0

18,0680-18,1680 MHz

1000 W

100 W

0

21,0000-21,4500 MHz

1000 W

100 W

0

24,8900-24,9900 MHz

1000 W

100 W

0

28,0000-29,7000 MHz

1000 W

100 W

0

50,0000-52,0000 MHz

1000 W

100 W

50 W

69,9375-70,0625 MHz

25 W

25W

25 W

70,0875-70,1125 MHz

25 W

25W

25 W

70,1625-70,5125 MHz

25 W

25W

25 W

144-146 MHz

1000 W

100 W

50 W

432-438 MHz

1000 W

100 W

50 W

1240-1300 MHz

250 W

100 W

50 W

2300-2450 MHz

250 W

100 W

0

3400-3410 MHz

250 W

100 W

0

5650-5850 MHz

250 W

100 W

0

10,00-10,50 GHz

250 W

100 W

0

24,00-24,25 GHz

250 W

100 W

0

47,0-47,2 GHz

250 W

100 W

0

76,0-81,5 GHz

250 W

100 W

0

122,25-123,00 GHz

250 W

100 W

0

134-141 GHz

250 W

100 W

0

241-250 GHz

250 W

100 W

0

1) Frekvensbandið kann nýtast til 31. desember 2016.

 

1.2. Áhugavarpararadiotænastur – ómannaður áhugavarpararadiobeacons

 

Radiofrekvensbond

Prógvbólkur

 

Bólkur A og B

Bólkur D

28,201-28,300 MHz

100 W

0

50,000-50,010 MHz

100 W

50 W

50,400-50,500 MHz

100 W

50 W

70,0000-70,0625 MHz

25 W

25 W

70,0875-70,1000 MHz

25 W

25 W

144,400-144,490 MHz

100 W

50 W

432,400-432,490 MHz

100 W

50 W

1296,800-1296,990 MHz

100 W

50 W

2320,800-2320,990 MHz1)

100 W

0

3400,800-3400,990 MHz

100 W

0

5760,800-5760,990 MHz

100 W

0

10,36800-10,36899 GHz

100 W

0

24,04800-24,04899 GHz

100 W

0

24,19200-24,19400 GHz

100 W

0

47,0-47,2 GHz

100 W

0

76,0-81,5 GHz

100 W

0

134-141 GHz

100 W

0

241-250 GHz

100 W

0

1) Frekvensbandið kann nýtast til 31. december 2016.

 

1.3.  Áhugavarpararadiotænastur – ómannaðar talgildugar støðir(útbúnaður) (áhugavarpararadiodigipeateres og mailbokses v.m)

 

Radiofrekvensbond

Próvbólkur

 

Bólkur A og B

Bólkur D

29,200-29,300 MHz

100 W

0

50,61375-50,75625 MHz

100 W

50 W

144,79375-144,96825 MHz

100 W

50 W

432,50625-432,59375 MHz

100 W

50 W

433,61875-433,79375 MHz

100 W

50 W

434,44375-434,59375 MHz

100 W

50 W

1240,000-1241,000 MHz

100 W

50 W

1298,500-1299,975 MHz

100 W

50 W

2355,000-2365,000 MHz 1)

100 W

0

2392,000-2400,000 MHz 1)

100 W

0

5670,000-5700,000 MHz

100 W

0

10,000-10,150 GHz

100 W

0

10,250-10,350 GHz

100 W

0

24,050-24,192 GHz

100 W

0

24,194-24,250 GHz

100 W

0

47,0-47,2 GHz

100 W

0

76,0-81,5 GHz

100 W

0

134-141 GHz

100 W

0

241-250 GHz

100 W

0

1) Frekvensbandið kann nýtast til 31. december 2016.

1.4.  Áhugavarpararadiotænastur – ómannaðar áhugavarpararadioendurvarparar (repeatarar)

 

Radiofrekvensbond

Prógvbólkur

 

Bólkur A og B

Bólkur D

29,615-29,695 MHz 1) 5)

100 W

0

51,80375-51,99625 MHz 2) 6)

100 W

50 W

145,56875-145,79375 MHz 3) 6)

100 W

50 W

434,50625-434,59375 MHz 3) 7) 9)

100 W

50 W

434,59375-434,99375 MHz 3) 7)

100 W

50 W

1296,9875-1297,4875 MHz 4) 8)

100 W

50 W

2321-2322 MHz10)

100 W

0

2365-2379 MHz10)

100 W

0

5720-5760 MHz

100 W

0

5762-5790 MHz

100 W

0

10,150-10,250 GHz

100 W

0

10,350-10,368 GHz

100 W

0

10,370-10,450 GHz

100 W

0

24,050-24,192 GHz

100 W

0

24,194-24,250 GHz

100 W

0

47,0-47,2 GHz

100 W

0

76,0-81,5 GHz

100 W

0

134-141 GHz

100 W

0

241-250 GHz

100 W

0

1)  Rásfrástøða 10 kHz

2)  Rásfrástøða 20 kHz

3)  Rásfrástøða 12,5 kHz

4)  Rásfrástøða 25 kHz

5)  Samsvarandi móttakarafrekvensur: - 100 kHz

6)  Samsvarandi móttakarafrekvensur: - 600 kHz

7)  Samsvarandi móttakarafrekvensur: - 2,0 MHz

8)  Samsvarandi móttakarafrekvensur: - 6,0 MHz

9)  Talgildugt samskifti

10) Frekvensbandið kann nýtast til 31. december 2015.

 

 

1.5.  Áhugavarpararadiotænastur – mannaðar radioútbúnaður

 

Radiofrekvensbond

Prógvbólkur

 

Bólkur A

Bólkur B

Bólkur D

7000-7100 kHz

1000 W

100 W

0

14,0000-14,2500 MHz

1000 W

100 W

0

18,0680-18,1680 MHz

1000 W

100 W

0

21,0000-21,4500 MHz

1000 W

100 W

0

24,8900-24,9900 MHz

1000 W

100 W

0

28,0000-29,7000 MHz

1000 W

100 W

0

144-146 MHz

1000 W

100 W

50 W

435-438 MHz

1000 W

100 W

50 W

1260-1270 MHz

250 W

100 W

50 W

2400-2450 MHz

250 W

100 W

0

3400-3410 MHz

250 W

100 W

0

5660-5670 MHz

250 W

100 W

0

10,45-10,50 GHz

250 W

100 W

0

24,00-24,05 GHz

250 W

100 W

0

47,0-47,2 GHz

250 W

100 W

0

76,0-81,5 GHz

250 W

100 W

0

134-141 GHz

250 W

100 W

0

241-250 GHz

250 W

100 W

0

 

2.  Krøv til kallitekin og prógv.

 

Nýtsla av radiofrekvensum, sum eru nevndir í broti 1, krevur gildigt kallitekin, sum er útflýggjað av Fjarskiftiseftirlitinum, sambært § 18. Kallitekni skal verða útvarpað við byrjan og enda av hvørjum samskifti, tó í minsta lagið 10.hvønn minutt so leingi samskiftið er virkið.

 

Radiofrekvensir, sum eru nevndir í broti 1, mugu bert verða nýttir av persóni, sum hevur gildigt prógv sambært § 14. Í broti 1 í hesum skjali, er ásett hvørjar frekvensir og sendistyrkir, próvbólkarnir A, B og/ella D geva loyvi til.

 

Persónar, sum hava prógv til próvbólk B, kunnu tó uttan mun til avmarkingarnar í broti 1.1. og 1.5. nýta sendistyrkir, sum er ásettar fyri próvbólk A, um so er, at teir eru undir eftirliti av persóni við prógvi til próvbólk A.

 

Eisini kunnu persónar, sum hava prógv til próvbólk D uttan mun til avmarkingarnar í broti 1.1. og 1.5. og 5.1., nýta frekvensir, sendistyrkir og útgerð, sum er ásettar fyri próvbólk B ávikavist próvbólk A, um so er, at teir eru undir eftirliti av persóni við prógvi til próvbólk A.

 

Persónar, ið ikki hava eitt galdandi prógv, kunnu røkja eina radioáhugastøð, sum hoyrir til ein løgfrøðiligan persón (áhugafeløg v.m.), um røktin fer fram undir eftirliti av persóni, sum eftir § 18, stk. 1, síðsta pkt., hevur ábyrgdina fyri nýtsluna av radiofrekvensunum. Tann persónur, ið hevur ábyrgdina, kann í sambandi við eftirlitið, lata seg umboða av einum persóni, ið hevur galdandi áhugavarparaprógv á minst sama støðið, sum tann persónur, ið hevur ábyrgdina.

 

3.  Avmarkingar í tí útsendu signalspektralbreiddini.

 

Við tí útsendu signalspektralbreidd fyri radiofrekvensbandið upp til 146 MHz skal skiljast; tann spektral(band)breidd av tí útsenda signalinum mátað millum tey punktini, har signalið er minkað 6 dB í mun til spíðssendistyrkina (PEP).

Í radiofrekvensbandinum upp til 146 MHz skal tað útsenda signalið, sum verður mált eina spektralbreidd frá loyvdu bandmarkinum (rásfrástøða), verða dempað minst 60 dB í mun til spíðssendistyrkina (PEP).

 

Við tí útsendu signalspektralbreidd fyri radiofrekvensbandið omanfyri 146 MHz skal skiljast; tann spektral(band)breidd av tí útsenda signalinum mátað millum tey punktini, har signalið er dempað 60 dB í mun til spíðssendistyrkina (PEP).

Spektralbreiddin verður mátað við einum spíðsvísandi spektrum-analysator við fullari modulatión av sendaranum við tí modulatiónshátti, sum er ætlaður fyri viðkomandi sendaratypu mett av Fjarskiftiseftirlitinum.

 

Í frekvensbandinum niðanfyri 1810 kHz skal spektralbreiddin frá sendaranum ikki fara upp um 2,1 kHz.

Í frekvensbandinum millum 1810 kHz og 30 MHz skal spektralbreiddin á sendaranum ikki fara upp um 8 kHz.

Í frekvensbandinum millum 50 og 146 MHz skal spektralbreiddin á sendaranum ikki fara upp um 16 kHz.

Í frekvensbandinum omanfyri 146 MHz skal spektralbreiddin á sendaranum ikki fara út um tað loyvda áhugavarparafrekvensbandið.

 

Viðvíkjandi ómannaðum áhugavarpararadiobeacons, áhugavarpararadiodigipeateres og mailbokses við meira og áhugavarpararadiorepeatarar, skal spektralbreiddin verða tillagað tí rásfrástøðu, sum viðkomandi radioband ásetur.

 

4.  Sendistyrki (effekt).

 

Við sendistyrki skal skiljast spíðssendistyrki (PEP), t.e. tann mesta miðalstyrkin, sum sendarin yvir eina periodu av HF-signalinum gevur til eina endurkastsfría last á 50 ohm fyri sendarar við óbalanseraðum útgangi, og 300 ohmella 600 ohm fyri sendarar við balanseraðum útgangi. Styrkin verður mátað við einum spíðsvísandi styrkismátara á tí staði, har antennan (antennukápilin) ella antennutjúnarin er íbundin síðsta sendarastig.

 

Styrkismátarin, sum verður nýttur, skal hava so stóra bandbreidd, at hann kann máta allar “avspeglingar” av sendisignalinum, í tí viðkomandi radiofrekvensbandi, sum er avsett til áhugavarpararadio- og áhugavarpararadiofylgisveinatænastuna. Við sendara, har sendistyrkin er ávirkað av modulatiónsignalinum, verður sendistyrkin máld við mestu modulatión av sendaranum, sum er ætlað fyri viðkomandi sendaraslag mett av Fjarskiftiseftirlitinum.

 

Í radiofrekvensbandinum 135,7-137,8 kHz skal sendistyrkin skiljast sum tann útstrálaða orkan (ERP), t.e. tann tilførda spíðssendistyrkin, sum verður leidd til antennuna faldað við virkningsgradini fyri antennuni (antennu-gain). Somu avmarkingar eru galdandi fyri møgulig tilsett forstyrkjarastig.

 

5.  Onnur krøv og avmarkingar.

 

1.   Tann, sum hevur prógv til próvbólk D, má bert nýta verksmiðjuframleiddan radioútbúnað, sum ikki er undantikin ásetingunum í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 6. Mai 2014 § 13, stk. 4.

2.   Tað skal bert skapast samband við aðra radioútgerð í áhugavarpararadio- og áhugavarpararadiofylgisveinatænastuni.

3.   Við altjóða sambandi skal nýtslan av radioútgerðinibert, verða nýtt til samskifti sambært relatión til áhugavarpararadio sambært nr. 1.56 í Det Internationale Radioreglement, og til viðmerkingar av persónligum eyðkenni.

4.   Við altjóða sambandi skal samskiftið ikki verða krypterað. Tað skal nýtast klárur taliháttur, morsing ella digitalt samskifti, sum nýtir vanligar atkomuligar protokollir og skráir.

5.   Tað kann upprættast radiosamskifti við radioáhugavarparastøðir í øðrum londum sambært ásetingunum í Radio Regulations.

6.   Tað er ikki loyvt at:

1)   Útsenda radiosamskiftis-flutning/korrespondansu við handilsligum- ella vinnuligum innihaldi, senda tónleik, undirhald, lýsingar, propaganda ella líknandi tilfar.

2)   Útsenda villsendingar (blindsendingar) ella at útsenda upplýsingartilfar (kunningartilfar).

 

 

 

Fylgiskjal 5

 

Radiofrekvensir til aðrar tænastur, sum kunnu nýtast uttan einstaklingaloyvi sambært § 5.

 

Innihald:

 

1.  Nýtsluterminalar (CPE) í einum Fixed Wireless Access (FWA), sum er knýttur til eitt FWAnet.

2.  Nýtsluterminalar, sum eru knýttir at einum  tráðleysum samskiftisneti

3.  Talgildir LMR radioterminalar, herundir TETRA, sum er knýttur til talgildugt LMR-net.

4.  Intelligentur flytiútbúnaður (ITS).

5.  Jørðstøðir umborð á skipum (ESV- Earth Stations on board Vessels).

6.  Jørðstøðir umborð á flogførum (AES – Aircraft EarthStations).

7.  Stuttrøkkandi radaraútgerð til akfør.

8.  Lágorku radioútbúnaður við innbygdari- ella ábygdari antennu.

9.  Lágorku radioútbúnaður við spolaskaptari antennu.

10.  Lágorku radioútbúnaður (upp til 500 mW) til talgildt samskifti.

11.  Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring.

12.  Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring av modellum.

13.  Lágorku radioútbúnaður til skriðu ávaring.

14.  Lágorku radioútbúnaður til staðbundin talgildigt-heimanet (MGWS/RLAN).

15.  Lágorku radioútbúnaður til staðbundin talgildigt-heimanet (WAS/RLANs).

16.  Lágorku radioútbúnaður til flytan av ljóði

17.  Læknafrøðilig implantatir.

18.  Meteor Scatter terminalar, sum eru knýttir at einum Meteor Scatter-neti.

19.  Mikrobylgju útbúnaður.

20.  Flytiligt samband umborð á loftførum (MCA).

21.  Flytiligt samskifti umborð á skipum (MCV).

22.  Mátisendarar.

23.  Persónsávaringar.

24.  Analog PMR 446 og talgildugt PMR 446.

25.  27 MHz CB-radioútbúnaður (Citizens´ Band)  

26.  Radioútbúnaður til at stýra tjóðaríávaringum í akførum.

27.  Radiofrekvens identifikatión (RFID).

28.  Radioketur.

29.  Radioútbúnaður í fríari umferð.

30.  RTTT (Road Transport & Traffic Telematics).

31.  Fylgisveinaterminalar (FSS (staðarbundin fylgisveinatænasta), undir hesum VSAT og SNG

32.  Terminalar í tí flytiligu fylgisveinatænastu.

33.  Tráðleyur PMSE-ljóðútbúnaður

34.  Tráðleysar telefonir (DECT).

35.  UWB (Ultra Wide Band) sum heild.

36.  UWB (Ultra Wide Band) til stigmátingar (LPR – Level Probing Radar)

 

 

 

1. Nýtsluterminalar (CPE) í einum Fixed Wireless Access (FWA), sum er knýttur til eitt FWA-net.

 

1.1 Radiofrekvensir:

 

3410,000-4200,000 MHz

5925,000-8500,000 MHz

10,150-10,300 GHz

10,500-10,650 GHz

12,750-13,250 GHz

14,500-14,620 GHz

15,230-15,350 GHz

17,700-19,700 GHz

22,000-23,600 GHz

24,500-26,500 GHz

27,500-29,500 GHz

31,000-31,300 GHz

31,800-33,400 GHz

37,500-39,500 GHz

 

1.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 033, nr. 00 034, nr. 00 035 og nr. 00 036.

 

1.3 Avmarkingar í nýtslu:

 

ERP má ikki fara upp um 55 dBW í frekvensbondum, sum eisini verða nýtt til fylgisveinatænastur.

 

2. Nýtsluterminalar, sum eru undir umsjón av einum tráðleysum samskiftisneti.

2.1. Radiofrekvensir:

410-430 MHz (sendari/móttakari)

452,5-457,5 MHz (sendari)

462,5-467,5 MHz (móttakari

791-821 MHz (móttakari)

832-862 MHz (sendari)

870-876 MHz (sendari)

880-915 MHz (fyrst og fremst sendari)

915-921 MHz (móttakari)

925-960 MHz (fyrst og fremst móttakari)

1710-1785 MHz (fyrst og fremst sendari)

1805-1880 MHz (fyrst og fremst móttakari)

1900-1920 MHz (sendari/móttakari)

1920-1980 MHz (sendari)

2010-2025 MHz (sendari/móttakari)

2110-2170 MHz (móttakari)

2500-2570 MHz (fyrst og fremst sendari)

2570-2620 MHz (sendari/móttakari)

2620-2690 MHz (fyrst og fremst móttakari)

24,5-26,5 GHz (sendari/móttakari)

40,5-43,5 GHz (sendari/móttakari)

 

 

3. Talgildir LMR radioterminalar, herímillum TETRA,sum eru knýttir til eitt talgildugt LMR-net.

 

3.1 Radiofrekvensir:

 

Sendari

Móttakari

380,15-384,80 MHz

390,15-394,80 MHz

 

3.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 047.

 

 

4. Intelligentur flytiútbúnaður (ITS).

 

4.1 Radiofrekvensir:

 

5,855-5,925 GHz

63-64 GHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

4.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 061 og nr. 00 062

 

4.3 Avmarkingar í nýtslu:

 

Frekvensbandið 63-64 GHz kann ikki setast í gildi fyrr enn radiomarkamót nr. 00 062” til radioútbúnað til intelligentan flytiútbúnaður (ITS)í sama frekvensbandi er innarbeiddur.

 

 

5. Jørðstøðir umborð á skipum (ESV- Earth Stationson board Vessels).

 

5.1 Radiofrekvensir:

 

3700-4200 MHz (móttakari)

5925-6425 MHz (sendari)

10,70-11,70 GHz (móttakari)

12,50-12,75 GHz (móttakari)

14,00-14,50 GHz (sendari)

 

 

Hesir frekvensir kunnu vera nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

 

5.2 Avmarkingar í nýtsluni:

 

5925-6425 MHz

14,00-14,50 GHz

Minsta ummál á ESV-antennuni 

2,4 m

0,6 m

Sporingsneyvleiki av ESV-antennuni 

± 0,2°

± 0,2°

Mesta EIRP spektrum móti havsbrúnni 

17 dB(W/MHz)

12,5 dB(W/MHz)

Mesta EIRP móti havsbrúnni  

20,8 dBW

16,3 dBW

 

EIRP spektraltættleiki uttanfyri høvuðsstrálina skal vera í samsvari við niðanfyrinevndu virðir:

 

5925-6425 MHz

14,00-14,50 GHz

Vinkul uttanfyri høvuðsstrálina

Mesta EIRP í hvørjum 4 kHz bandi  

Mesta EIRP í hvørjum 40 kHz bandi  

2° ≤ φ ≤ 7°

(32-25 log φ)

dB(W/4 kHz)

(33-25 log φ)

dB(W/40 kHz)

7° < φ ≤ 9,2°

11

dB(W/4 kHz)

12

dB(W/40 kHz)

9,2° < φ ≤ 48°

(35-25 log φ)

dB(W/4 kHz)

(36-25 log φ)

dB(W/40 kHz)

48° < φ ≤ 180°

-7

dB(W/4 kHz)

-6

dB(W/40 kHz)

 

 

6. Jørðstøðir umborð á flogførum (AES – Aircraft Earth Stations).

 

6.1 Radiofrekvensir

 

10,70-11,70 GHz (móttakari)

12,50-12,75 GHz (móttakari)

14,00-14,50 GHz (sendari)

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

6.2 Avmarkingar í nýtslu:

 

1)  EIRP skal ikki verða hægri enn 50 dBW.

2)  Ásetingarnar í ITU-R tilmæli M.1643 um verju av føstum tænastum, føstum fylgisveinatænastum og radiostjørnufrøðiligum tænastum skulu verða vird.

 

7. Stuttrøkkandi radaraútgerð til akfør.

 

7.1 Radiofrekvensir.

 

21,65-26,65 GHz

77-81 GHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í

mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

7.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 054 fyri frekvensbandið 77 – 81 GHz og nr. 00 055 fyri frekvensbandið 21,625 – 26,625 GHz.

 

 

8. Lágorku radioútbúnaður við innbygdari ella ábygdari antennu.

 

8.1 Radiofrekvensir:

 

6,765-6,795 MHz

868,700-869,200 MHz

13,553-13,567 MHz

869,400-869,650 MHz

26,957-27,283 MHz

869,700-870,000 MHz

40,660-40,700 MHz

2400,0-2483,5 MHz

49,500-50,000 MHz

5725-5875 MHz

138,200-138,450 MHz

24,00-24,25 GHz

138,650 MHz

61,0-61,5 GHz

433,050-434,790 MHz

122-123 GHz

863,000-868,600 MHz

244-246 GHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

8.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 032

 

 

8.3 Avmarkingar í nýtsluni:

 

1)   Flytan av videosignalum mugu bert nýta frekvensbandið yvir 2400 MHz.

2)   Frekvensurin 138,650 MHz kann bert nýtast til lágorku útbúnað til staðfestan av stolnum lutum.

 

 

 

9. Lágorku radioútbúnaður við spolaskaptari antennu.

 

9.1 Radiofrekvensir:

 

9 kHz-30 MHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í

mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

9.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 008

 

 

10. Lágorku radioútbúnaður (upp til 500 mW) til talgildt samskifti.

 

10.1 Radiofrekvensir:

 

433,950 MHz

434,000 MHz

434,050 MHz

444,450 MHz

444,550 MHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

10.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 004

 

 

11. Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring.

 

11.1 Radiofrekvensir:

 

30,120 MHz

30,920 MHz

445,825 MHz

30,380 MHz

31,300 MHz

445,850 MHz

30,420 MHz

445,125 MHz

445,875 MHz

30,880 MHz

445,675 MHz

 

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

11.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 005

 

 

12. Lágorku radioútbúnaður til fjarstýring av modellum.

 

12.1 Radiofrekvensir:

 

26,995 MHz

35,150 MHz

40,865 MHz

27,045 MHz

35,160 MHz

40,875 MHz

27,095 MHz

35,170 MHz

40,885 MHz

27,145 MHz

35,180 MHz

40,915 MHz

27,195 MHz

35,190 MHz

40,925 MHz

27,255 MHz

35,200 MHz

40,935 MHz

35,000 MHz

35,210 MHz

40,965 MHz

35,010 MHz

35,220 MHz

40,975 MHz

35,020 MHz

40,665 MHz

40,985 MHz

35,030 MHz

40,675 MHz

433,575 MHz

35,040 MHz

40,685 MHz

433,625 MHz

35,050 MHz

40,695 MHz

433,675 MHz

35,060 MHz

40,715 MHz

433,725 MHz

35,070 MHz

40,725 MHz

433,775 MHz

35,080 MHz

40,735 MHz

433,825 MHz

35,090 MHz

40,765 MHz

433,875 MHz

35,100 MHz

40,775 MHz

433,925 MHz

35,110 MHz

40,785 MHz

433,975 MHz

35,120 MHz

40,815 MHz

434,025 MHz

35,130 MHz

40,825 MHz

 

35,140 MHz

40,835 MHz

 

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

12.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 006

 

 

12.3 Avmarkingar í nýtslu:

 

Frekvensirnir 35,000 – 35,220 MHz má bert nýtast til modellflogfør.

 

 

13. Lágorku radioútbúnaður til skriðu ávaring

 

13.1. Radiofrekvensir

 

457 kHz

 

Hesin frekvensur kann verða nýttur til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensinum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta henda frekvens.

 

13.2. Radiomarkamót

 

Nr. 00 052

 

 

14. Lágorku radioútbúnaður til staðbundin talgilt net (MGWS/RLAN).

 

14.1 Radiofrekvensir:

 

57-66 GHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

14.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 063.

 

15. Lágorku radioútbúnaður til staðbundin talgilt (WAS/RLANs).

 

15.1 Radiofrekvensir:

 

2400,0-2483,5 MHz

5150,0-5350,0 MHz

5470,0-5725,0 MHz

5725,0-5875,0 MHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

15.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 029 og nr. 00 007.

 

 

16. Lágorku radioútbúnaður til flytan av ljóði.

 

16.1 Radiofrekvensir:

 

87,5-108,0 MHz

863-865 MHz

1795-1800 MHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

16.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 001.

 

 

17. Læknafrøðilig implantatir.

 

17.1 Radiofrekvensir:

 

9-600 kHz

12,5-20,0 MHz

30,0-37,5 MHz

401-406 MHz

2483,5-2500,0 MHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í

mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

17.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 023.

 

 

18. Meteor Scatter terminalar, sum eru knýttir at einum Meteor Scatter-netið.

 

18.1 Radiofrekvensir:

 

39,025 MHz

39,125 MHz

39,050 MHz

39,150 MHz

39,075 MHz

39,175 MHz

39,100 MHz

 

 

18.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 050.

 

 

19. Mikrobylgju útbúnaður.

 

19.1 Radiofrekvensir:

 

2400,00-2483,50 MHz

17,1-17,3 GHz

4500-7000 MHz

24,05-27,00 GHz

8,50-10,60 GHz

57-64 GHz

13,40-14,00 GHz

75-85 GHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

19.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 031.

 

 

20. Flytiligt samskifti umborð á flogførum (MCA).

 

20.1 Frekvensir:

 

 

1710-1785 MHz (móttakari)

1805-1880 MHz (sendari)

1920-1980 MHz (móttakari)

2110-2170 MHz (sendari)

 

 

20.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 060.

 

20.3. Avmarking í nýtsluni:

 

1)   Minimumshæddin yvir jørðini fyri eina og hvørja transmissión frá einari MCA-skipan í nýtslu er 3000 metrar.

2)   Tá ið BTS hjá flogfarinum er virkið, skal tað avmarka sendistyrkina frá øllum GSM-mobilterminalum, ið senda í frekvensbandinum 1800 MHz, til eitt norminelt virðið á 0 dBm/200 kHz í øllum fasum av samskiftinum, eisini tí innleiðandi stovnsetingini av sambandinum.

3)   Tá ið eNodeB hjá flogfarinum er virki, skal tað avmarka sendistyrkina frá øllum LTE-flytiligum terminalum, ið senda í frekvensbandinum 1800 MHz, til eitt norminelt virðið á 5 dBm/5 kHz í øllum fasum av samskiftinum.

4)   Tá ið eNodeB hjá flogfarinum er virki, skal tað avmarka sendistyrkina frá øllum UMTS-flytiligum terminalum, ið senda í frekvensbandinum 2100 MHz, til eitt norminelt virðið á -6 dBm/3,84 kHz í øllum fasum av samskiftinum, og nummari av brúkarum má ikki fara upp um 20.

 

 

21. Flytiligt samskifti umborð á skipum (MCV)

21.1. Radiofrekvensir:

880-915 MHz (móttakari)

925-960 MHz (sendari)

1710-1785 MHz (móttakari)

1805-1880 MHz (sendari)

 

21.2. Avmarkingar í nýtslu:

1)   Skipanir, ið veita MCV-tænastur, skulu ikki nýtast í umráðum, ið liggja styttri enn tvey sjómíl (1 sjómíl = 1852 metrar) frá grundlinjuni smb. Millumtjóðasáttmálan hjá ST um havrætt.

2)   Millum tvey og tólv sjómíl frá grundlinjuni, skulu bert nýtast innandura fastar skipsantennur.

3)   Avmarkingar fyri flytiligar terminalar, tá hesir nýtast umborð á skipum, og fyri skipsstøðina:

 

Parametur

Lýsing

Sendistyrki/Styrkistættleiki

Hægsta útstrálaða sendistyrkin fyri flytiligar terminalar, ið nýtast umborð og verða kannaðir av skipsgrundarstøðini á 900 Mhz-bandinum:

5 dBm.

 

Hægsta útstrálaða sendistyrkin fyri flytiligar terminalar, ið nýtast umborð og verða kannaðir av skipsstøðini á 1 800 MHz-bandinum:

0 dBm.

 

Hægsti styrkistættleikin á skipsstøðum umborð á skipum, máta á økjum uttanfyri skipinum við mátiantennum við 0 dBi styrki:

-80 dBm/200 kHz.

Reglur fyri atgongd og álegging

Tað skal nýtast ein arbeiðsháttur til at bøta um órógv í móttøku, ið gevur minst somu veiting sum fylgjandi bøtandi faktorar grundaðir á GSM-standardir:

 

Millum tvey og trý sjómíl frá grundlinjuni skal móttakaraviðkvæmi og markið fyri avbrot (virðið á ACCMIN (1) og min. RXLEV (2)) av flytiligum terminalum, sum nýtast umborð á skipum, verða líka við ella hægri enn -70 dBm/200 kHz, og millum trý og tólv sjómíl frá grundlinjuni, skal hetta virðið vera líka við ella hægri enn -75dBm/200 kHz;   

 

Ósamfeld sending (3) skal verða virkin í MCV-skipanini í uplink-rættningi.

 

Virðið á skipsstøðini fyri tíðsforskjóting (4) skal vera sett so lágt sum møguligt.

(1)

ACCMIN (RX_LEV_ACCESS_MIN), sum lýst í GSM-standard ETSI TS 144 018.

(2)

RXLEV (RXLEV-FULL-SERVING-CELL), sum lýst í GSM-standard ETSI TS 148 008.

(3)

Ósamfeld sending ella DTX, sum lýst í GSM-standardi ETSI TS 148 008.

(4)

Tíðsforskjóting (timing advance), sum lýst í GSM-standardi ETSI TS 144 018.

 

 

 

 

 

22. Mátisendarar.

 

Háfrekvenssendari(generator), ið verður nýttur til at skapa máti-, hjálpi- og royndarsignal, modulerað ella ómodulerað. Sum mátisendarar verða roknaðir m.a. signalsendarar (generatorar), tilvísingsfrekvensgevarar (referancefrekvensgeneratorar), svipsnedarar (speepgeneratorar) og viðleypssendarar.

 

22.1 Radiofrekvensir:

 

9 kHz-400 GHz

 

22.2 Avmarking í nýtslu:

 

Sendiorkan má ikki fara upp um 2 µW.

 

 

23. Persónsávaringar.

 

23.1 Radiofrekvensir:

 

32,2750 MHz

224,9250 MHz

869,65-869,70 MHz

32,3000 MHz

448,2500 MHz

 

32,3250 MHz

448,2750 MHz

 

146,0125 MHz

868,60-868,70 MHz

 

224,9000 MHz

869,20-869,40 MHz

 

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

23.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 026

 

 

24. Analog PMR 446 og talgilt PMR 446.

 

24.1 Radiofrekvensir:

 

446,0 – 446,1 MHz (analog PMR).

446,1 – 446,2 MHz (talgilda PMR).

 

 

24.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 022

 

 

 

25. 27 MHz CB-radioútbúnaður (Citizens´ Band)

 

25.1 Radiofrekvensir:

 

26,960-27,410 MHz (10 kHz kanalfjarstøða – tó undantikið  frekvensirnir  26,995 MHz, 27,045 MHz, 27,095 MHz, 27,145 MHz og 27,195 MHz)

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál, uttan omanfyri nevndu frekvensir. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

25.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 028

 

 

 

26. Radioútbúnaður til at stýra tjóðaríávaringum í akførum.

 

26.1 Radiofrekvensir:

 

 

433,92 MHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

 

26.2 Radiomarkamót:

Nr. 00 003

 

 

 

27. Radiofrekvens identifikatión (RFID).

 

27.1 Radiofrekvensir:

 

865-868 MHz

2446-2454 MHz

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

 

27.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 051

 

27.3 Avmarkingar í nýtslu:

 

RFID við sendiorku hægri enn 500 mW kann bert nýtast innandura.

 

 

 

 

28. Radioketur.

 

28.1 Radiofrekvensir:

 

57,1-58,9 GHz

 

28.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 071

 

 

 

29. Radioútbúnaður í fríari umferð.

 

29.1. Avmarkingar í nýtsluni:

Radioútbúnaður í fríari umferð má einans nýtast av útlendskum ríkisborgarum undir styttri uppihaldi í Føroyum. Nýtslan skal verða í trá við avgerð hjá CEPT/ERC 95-01 við eftirfylgjandi avgerðum, ið snúgva seg um víðkan av nýtsluøkinum á nevndu avgerð.

 

 

 

30. RTTT (Road Transport & Traffic Telematics)

 

30.1 Radiofrekvensir:

 

5,795-5,815 GHz (vegur til akfar)

24,05-24,50  GHz (bilradari)

63-64 GHz (akfar til akfar og vegur til akfar)

76-77 GHz (anti-samanstoyt-radar og undirstøðukervis-radari)

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

30.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 030

 

 

 

31. Fylgisveinaterminalar (FSS, staðføst fylgisveinatænasta), VSAT og SNG).

 

31.1 Radiofrekvensir:

 

10,70-12,75 GHz (móttakari)

27,5000-27,8285 GHz(sendari)

14,00-14,50 GHz (sendari)

28,4445-28,8365 GHz (sendari)

19,7017,30-20,20 GHz (móttakari)

29,45250-30,0000 GHz (sendari)

 

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

31.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 058

 

31.3 Avmarkingar í nýtslu.

 

1)   EIRP skal ikki verða hægri enn 60 dBW.

2)   Nýtslan av terminalum í nánd av flogvallum ella tyrluplássum skal avmarkast í orkuútstráling (EIRP) í mun til frástøðu frá innhegning/skilmarking av flogvallum og tyrluplássum.

1)             

EIRP (x)

Frástøða (minsta frástøða)

34 dBW < x ≤ 50 dBW

500 m

50 dBW < x ≤ 55,3 dBW

1800 m

55,3 dBW < x ≤ 57 dBW

2300 m

57 dBW < x ≤ 60 dBW

3500 m

 

 

32. Terminalar í tí flytiligu fylgisveinatænastuni.

 

32.1 Radiofrekvensir:

 

137,000-138,000 MHz (móttakari)

148,000-150,050 MHz (sendari)

387,250-388,750 MHz (sendari)

399,900-400,050 MHz (sendari)

400,225-400,975 MHz (móttakari)

1518,0-1559,0 MHz (móttakari)

1610,0-1626,5 MHz (sendari/móttakari)

1626,50-1660,50 MHz (sendari)

1670,0-1675,0 MHz (sendari)

1980,0-2010,0 MHz (sendari)

2170,0-2200,0 MHz (móttakari)

2483,5-2500,0 MHz (móttakari)

10,70-11,70 GHz (móttakari)

12,50-12,75 GHz (móttakari)

14,00-14,50 GHz (sendari)

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

 

33. Tráðleysur PMSE-ljóðútbúnaður.

 

33.1 Radiofrekvensir:

 

32,0000 MHz

138,2500 MHz

173,9625 MHz

32,4000 MHz

138,7000 MHz

180,5000 MHz

35,8000 MHz

138,8000 MHz

187,5000 MHz

36,2000 MHz

139,0500 MHz

194,5000 MHz

36,5000 MHz

139,7500 MHz

201,5000 MHz

36,7000 MHz

141,7650 MHz

208,5000 MHz

36,9000 MHz

142,0700 MHz

215,5000 MHz

37,1000 MHz

169,4000-169,5875 MHz

222,5000 MHz

37,3000 MHz

169,8250 MHz

470-790 MHz

37,5000 MHz

173,4000 MHz

823-832 MHz

37,7000 MHz

173,4650 MHz

863-865 MHz

37,9000 MHz

173,6400 MHz

1785,0-1805,0 MHz

38,8000 MHz

173,6950 MHz

39,0000 MHz

173,8125 MHz

39,4000 MHz

173,8250 MHz

 

 

Hesir frekvensir kunnu verða nýttir til meira enn eitt endamál. Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar tænastur, sum eisini nýta hesar frekvensir.

 

33.2 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 025.

 

 

33.3 Avmarkingar í nýtsluni:

 

1.   Radiofrekvensir í frekvensbandinum 169,4000-169,5875 MHz  og 169,8250 MHz upp til og við 222,5000 MHz skal bert nýtast til radioútbúnað til hoyriveik.

 

2.   Radiofrekvensir  í frekvensbandinum 470-790 MHz skulu einans nýtast til tráðleysan PMSE-ljóðútbúnað, tá fylgjandi treytir eru uppfyltar:

 

a)   Nýtslan av radiofrekvensum, sum liggja innanfyri eina sjónvarpsrás (8 MHz bandarbreidd) og 1 MHz á hvørjari síðu av rásini, mugu ikki koma tættari enn 25 km frá  allotment-umráðnum hjá sjónvarpsrásini til talgilda sjónvarpið.

b)   Nýtslan av radiofrekvensum, sum liggja innanfyri eina sjónvarpsrás (8 MHz bandarbreidd) og 1 MHz á hvørjari síðu av rásini, mugu ikki koma tættari enn 25 km frá  hjálparsendarinum við sjálvstøðugum sendifrekvensum (umsetarar) til talgilt sjónvarp og sjónvarpssendarir til lokal-sjónvarps-endamál.

c)   Nýtslan av radiofrekvensum, sum liggja innanfyri eina sjónvarpsrás (8 MHz bandarbreidd) og 1 MHz á hvørjari síðu av rásini, mugu ikki koma tættari enn 10 km frá sjónvarps-sendarinum til tíðarásett endamál, eitt nú festival-sjónvarp.

 

3)    Radiofrekvenser í frekvensbandinum 470-790 MHz kann nýtast til tráðleysan PMSE-ljóðútbúnað í tráð við yvirstandandi til 3. apríl 2020.

 

 

34. Tráðleysar  telefonir  (DECT)

 

34.1. Radiofrekvensir:

1880-1900 MHz

 

 

 

35. UWB (Ultra Wide Band) sum heild

 

Nýtslan av frekvensum er ikki vard í mun til aðrar radiotænastur.

 

 

35.1 Radiomarkamót:

 

Nr. 00 056

 

36.UWB (Ultra Wide Band) til stigmátingar (LPR – Level Probing Radar)

Nýtslan av radiofrekvensum eru ikki vardir í mun til aðrar radiotænastur standandi.

 

36.1. Radiomarkamót:

Nr. 00 070

 

Fylgiskjal 6

 

 

Próvroyndir fyri áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastur, sambært § 13, stk. 1 og 3

 

Fyri at fáa prógv til próvbólkarnar A, B ella D skulu lúkast fylgjandi stakroyndir:

 

Bólkur A: Vanlig teknisk roynd, avmarkað teknisk roynd og ikki-teknisk roynd.

 

Bólkur B: Avmarkað teknisk roynd og ikki-teknisk roynd.

 

Bólkur D: Ikki-teknisk roynd.

 

Innihaldið í royndunum eru hetta:

 

1.  Ikki-teknisk roynd

 

1.1.  Krøv til at standa royndina.

 

Umsøkjarin skal svara 20 spurningum. Fyri at standa royndina krevjast 15 røtt svar av teimum 20 settu spurningunum.

 

1.2.  Hjálpiamboð

 

Tað kunnu bert nýtast logaritmutabel, roknistokkur og roknimaskina, ið ikki kann forritast.

 

1.3.  Pensum

 

Royndin er avmarkað til øki av regulatoriskum og praktiskum innihaldi, sum eru vanlig fyri ein áhugavarpara innan royndir við radioútbúnaði til nýtslu í áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastum.

 

Útgreinaður pensumlisti kann fáast við at venda sær til Fjarskiftiseftirlitið.

 

Royndin inniheldur týðandi spurningar innan fyri fylgjandi øki:

 

1)  Leiðingsevni

2)  Sinusformað signal

3)  Streymforsýning

4)  Antennusløg/typur

5)  Útbreiðsluviðurskiftir

6)  Mátingar

7)  Mátitól

8)  Órógv í elektriskum tólum

9)  Fonetiska stavraðið

10)  Q-kotir

11)  Operationellar styttingar og nýtslu av hesum í áhugavarparasamskifti

12)  Altjóða neyðsignalir, áhugavarparaneyðsamskifti og samskifti í samband við katastrofur

13)  Kallitekin

14)  IARU-bandætlan

15)  Nýtsla av útgerð

16)  ITU ásetingar

17)  CEPT ásetingar

18)  Føroysk lógarásetingar á økinum

 

 

2.  Avmarkað teknisk roynd

 

2.1.  Krøv til at standa royndina.

 

Umsøkjarin skal svara 16 spurningum. Fyri at standa royndina skulu 12 av teimum 16 settu spurningunum svarast rætt.

 

Umsøkjarin skal hava staðið ikki-teknisku royndina í seinasta lagi samtíðis við ta avmarkaðu teknisku royndina.

 

2.2.  Hjálpiamboð

 

Tað kann bert nýtast logaritmutabel, roknistokkur og roknimaskina, ið ikki kann forritast.

 

2.3.  Pensum

 

Royndin er avmarkað til øki við regulatoriskum og praktiskum innihaldi, sum eru vanlig fyri ein áhugavarpara innan royndir við radioútbúnaði til nýtslu í áhugavarpara- og áhugavarparafylgisveinatænastum.

 

Útgreinaður pensumlisti kann fáast við at venda sær til Fjarskiftiseftirlitið.

 

Royndin inniheldur týðandi spurningar innan fyri fylgjandi øki:

 

1)  Ravmagns-, magnetismu- og geislaástøði (radioteori).

2)  Tilfarsdeilir.

3)  Ringrásir (kredsløb).

4)  Móttakarar, eins og mannagongd við uppkalli.

5)  Sendarar, eins og mannagongd við uppkalli.

6)  Antennur og yvirføringslinjur.

7)  Útbreiðsluviðurskiftir.

8)  Mátingar.

9)  Órógv og órin (óárin).

10) Ásetingum hjá ITU

11) Á setingum hjá CEPT

12) Føroyskum og donskum lógum og ásetingum á økinum

 

Harafturat skal umsøkjarin sambært pensumlistanum kenna fylgjandi støddfrøðiligum hugtøk og tiltøk:

 

1) Leggja saman, trekkja frá, falda og býta (addition,subtraction, multiplication og division).

2) Talbrot (brøkur).

3) Potensi av 10, eksponentar.

4) Kvadrering.

5) Kvadratrøtur.

6) Øvugt talvirðið (reciprokke værdier).

7) Týðing av rættlinjaðum og ikki rættlinjaðum grafum (fortolkning af lineære og ikke-liniære grafer).

 

Umsøkjararnir skulu harafturat kenna frymlarnar í pensumyvirlitinum og duga at umskriva teir.

 

3.  Vanlig teknisk roynd

 

3.1.  Krøv til at standa royndina.

 

Umsøkjarin skal svara 14 spurningum. Fyri at standaroyndina skulu 10 av teimum 14 settu spurningunum svarast rætt.

 

Umsøkjarin skal hava staðið ikki-teknisku royndina og tí avmarkaðu teknisku royndina í seinasta lagi samtíðis sum ta vanligu teknisku royndina.

 

3.2.  Hjálpiamboð

 

Tað kann bert nýtast logaritmutabel, roknistokkur og roknimaskina, ið ikki kann forritast.

 

3.3.  Pensum

 

Pensum til royndina er tað sama, sum er til ta avmarkaðu teknisku royndina sambært broti  2.3., tó eru spurningarnir á einum hægri torleikastøðið.

 

 



1) Broytt við kunngerð nr. 109 frá 26. oktober 2016.