Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 30-01-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 7 frá 29. januar 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

29. januar 2018Nr. 7

Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum

§ 1

Í kunngerð nr. 137 frá 23. september 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 33 frá 24. mars 1998 verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Inngangurin verður orðaður soleiðis:

“Við heimild í § 8 a í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Løgtingið, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 13. mai 1992 og løgtingslóg nr. 47 frá 11. mai 2009, verður ásett:”

 

2.    Skjalið til kunngerð nr. 137 frá 23. september 1992 um upptøku á vallista av persónum, ið hava valrætt, hóast teir ikki hava tilhald í Føroyum verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 29. januar 2018

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)

 

 

 

Skjal

 

Skjal 1

 

Umsókn um upptøku á vallista fyri føroyingar, ið búgva uttanlands

 

NB. Umsóknir, sendar inn ov stutta tíð áðrenn valdagin, kunnu ikki roknast avgreiddar til valið.

 

Sendast til:

Fólkayvirlitið í seinastu

Bústaðarkommununi

At útfylla av fólkayvirlitinum

 

 

Valrættardagur

Stempul

Dagur

Sign.

 

1. Umsøkjarin, ið hevur fyribils tilhald uttan fyri Føroyar, søkir um upptøku á vallistan

Øll fornøvn og millumnøvn:

Føðingardagur:

Eftirnavn:

 

Bústaður uttanlands:

Seinasti bústaður í Føroyum:

Fardagur:

 

2. Útbúgvingin uttanlands

Heiti á útbúgvingini og útbúgvingarstaðnum

 

 

 

 

3. Aðrar upplýsingar

 

 

4. Undirskrift

Skeiv skrivlig váttan kann eftir § 162 í revsilógini revsast við bót ella fongsul í upp til 4 mánaðir

 

____________

Dagur

 

 __________________________

Undirskrift