Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2018Nr. 71
Kunngerð um fiskiskapin eftir botnfiski, rækjum og krabba við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2018
Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 3, stk. 2, nr. 2 og 10 og stk. 3, § 49, stk. 2 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski, rækjum og krabba í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi í 2018 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland og fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið.
Toskur, svartkalvi og brosma í Eysturgrønlandi
§ 2. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2018 fiska 350 tons av toski, 325 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu í Eysturgrønlandi. Fiskiskapurin kann vera við línu ella troli. Í mesta lagi trý skip kunnu vera til fiskiskap í senn. Beinleiðis veiða eftir toski er bert loyvd frá 1. juni 2018.
Stk. 2. Av kvotunum í stk. 1 verða 345 tons av toski, 8 tons av svartkalva og 100 tons av brosmu sett av til veiðu við línu, og 5 tons av toski og 317 tons av svartkalva sett av til veiðu við troli. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 3. Fiskiloyvi at fiska av kvotunum sambært stk. 1 og 2 verða latin teimum trimum rættindahavarum, sum, í tíðarskeiðinum 2013-2017 við fiskifari undir føroyskum flaggi, hava fiskað mest av kvoturættindunum í Eysturgrønlandi, ið eru fevnd av hesi grein. Treyt fyri at fáa fiskiloyvi er, at rættindahavari í 2018 eisini hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 2 ella 3 sambært § 74, stk. 1, nr. 1 ella 2 í løgtingslógini. Fiskiloyvi verður latið til veiðu við tí reiðskapi, sum roynt hevur verið við í tíðarskeiðinum 2013-2017.
Stk. 4. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 og 2 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2018, lata øðrum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá avmarkingunum um veiðihátt í stk. 2 og treytunum í stk. 3, og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, herundir, at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2018.
Stk. 5. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 4.
Toskur og brosma í Eysturgrønlandi
§ 3. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2018 fiska 1.075 tons av toski og 375 tons av brosmu í Eysturgrønlandi. Fiskiskapurin er avmarkaður til veiðu við línu. Beinleiðis veiða eftir toski er bert loyvd frá 1. juni 2018. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 2. Fiskiloyvi at fiska av kvotunum sambært stk. 1 verður latið persóni ella felag, sum í 2018 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Skrivlig umsókn um fiskiloyvi skal vera Vørn í hendi í seinasta lagi 22. mai 2018, klokkan 12.00. Í umsóknini skal tilskilast, hvørjum skipi ætlanin er at royna við, og hvat fyri tíðarskeið, sambært stk. 3, skipið ynskir at fara til fiskiskap. Hvør rættindahavari kann fáa fiskiloyvi svarandi til talið av skipum, ið viðkomandi hevur fingið útskrivað fiskiloyvi til fiskiskap í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Treyt fyri at fáa fiskiloyvi er, at skipið hevur galdandi siglingarloyvi fyri fiskifør.
Stk. 3. Í mesta lagi 6 skip kunnu vera til fiskiskap í senn sambært stk. 1. Um fleiri enn 6 umsóknir eru til kvoturnar sambært stk. 1, verður fiskiskapurin skipaður í tíðarskeiðum á 3 vikur við í mesta lagi 6 skipum í hvørjum tíðarskeiði. Fyrsta tíðarskeiðið byrjar 4. juni 2018.
Stk. 4. Eru fleiri enn seks umsóknir, ið ætla til fiskiskap sama tíðarskeið, verður lutakast um, hvør sleppur til fiskiskap hetta tíðarskeiðið. Umsøkjari, sum ikki fær lut, verður fluttur til tíðarskeið, har pláss er. Eru fleiri umsøkjarar til sama tíðarskeið, ið ikki fáa lut, og sum ynskja annað tíðarskeið, har pláss er, verður aftur lutakast um, hvør umsøkjari fær atgongd til tíðarskeiðið, um tað ikki eru nóg nógv pláss tøk.
Stk. 5. Felagskvotan fyri hvørt tíðarskeið, sambært stk. 3, verður ásett sum kvoturnar sambært stk. 1 falda við einum brotparti, har teljarin er tal av umsóknum til hetta tíðarskeið, tó í mesta lagi 6, og nevnarin ásettur sum samlaða talið av umsóknum sambært stk. 3. Møguligt avlop, ella ov nógv fiskað í fyrra tíðarskeiði, verður lagt afturat ella drigið frá felags kvotunum.
Stk. 6. Eftir umsókn kann Vørn játta eigara av fiskifari, sum hevur tilsøgn um at fáa fiskiloyvi ávíst tíðarskeið sambært stk. 3, at byrja fiskiskap í øðrum tíðarskeiði, treytað av, at eigarar av fiskifari, sum eisini hava tilsøgn um at byrja í upprunaliga tíðarskeiðinum, loyva hesum, og at talið av fiskiførum í øðrum tíðarskeiði ikki fer upp um 6. Fiskifarið kann í mesta lagi vera til fiskiskap í 3 vikur, roknað frá tí, at farið verður til fiskiskap.
Stk. 7. Veiðan hjá fiskifari, sum sambært stk. 6 fer til fiskiskap annað tíðarskeið enn upprunaliga tillutað, verður roknað av kvotuni, sum er sett av til tíðarskeiðið, sum fiskifarið upprunaliga fekk tilsøgn um at fara til fiskiskap í.
Stk. 8. Eru útlit fyri, at felagskvoturnar í stk. 1 ikki verða fullnýttar, kann Vørn, eftir 1. september 2018, gera undantak frá treytum og mannagongdini í stk. 4-7, og lata nýggj fiskiloyvi eftir treytini og avmarkingini í stk. 1, 1. pkt. at fiska av felagskvotunum. Vørn skal alment boða frá hesi avgerð, og tá søkjast kann um fiskiloyvi. Eru fleiri enn seks umsóknir, verður avgerð tikin við lutakasti um, hvørji skip kunnu sleppa til fiskiskap.
Svartkalvi í Vesturgrønlandi
§ 4. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2018 fiska 100 tons av svartkalva í Vesturgrønlandi.
Stk. 2. Loyvi at fiska av kvotuni sambært stk. 1 verður latið tí felag ella persóni, sum við fiskifari undir føroyskum flaggi hevur fiskað mest av svartkalva í Vesturgrønlandi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland í tíðarskeiðinum 2013-2017. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 3. Eru útlit fyri, at rættindini sambært stk. 1 ikki verða fullnýtt, kann Vørn, eftir 1. september 2018, lata øðrum fiskiloyvi. Tá avgerð verður tikin um hetta, kann Vørn gera undantak frá treytunum í stk. 2, og skal í viðgerðini leggja dent á, at føroysku rættindini sambært stk. 1 mest møguligt verða gagnnýtt, herundir, at útlit eru fyri, at umsøkjari fer til fiskiskap í Grønlandi í 2018.
Stk. 4. Vørn skal alment boða frá, tá søkjast kann um fiskiloyvi sambært stk. 3.
Svartkalvi í Eysturgrønlandi
§ 5. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2018 fiska 110 tons av svartkalva í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Loyvi til at fiska av kvotu, sambært stk. 1, verður latið teimum, sum í 2017 høvdu rætt at fiska av kvotuni. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Rækjur
§ 6. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2018 fiska 1.200 tons av rækjum í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Rættindi at fiska rækjur, sambært stk. 1, verða latin teimum, sum í 2017 høvdu rætt til fiskiloyvi við egnari árskvotu at veiða rækjur við fiskifari undir føroyskum flaggi. Fiskiskapurin í 2018 verður skipaður við egnari árskvotu.
Krabbi
§ 7. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Grønland kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2018 royndarfiska eftir krabba í Eysturgrønlandi. Samlaða veiðan av krabba kann í mesta lagi vera 500 tons.
Stk. 2. Loyvi at royndarfiska, sambært stk. 1, verður eftir umsókn til Fiskimálaráðið latið persóni ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini. Treyt fyri at fáa fiskiloyvi er, at umsøkjari í umsóknini kann vísa á fiskifar, ið er útgjørt at fiska, hagreiða og frysta veiðuna.
Fiskileiðir fyri tosk
§ 8. Toskakvoturnar, sambært § 2, stk. 2 og § 3, stk. 2, kunnu fiskast á hesum leiðum í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi:
1) NAFO 1F og ICES XIV, t.e. vestan fyri 44°00’V og sunnan fyri 60°45’N, og eystan fyri 44°00’V og sunnan fyri 62°30’N.
2) ICES XIV, t.e. norðan fyri 62°30’N.
Treytir um landing
§ 9. Øll veiða, sambært §§ 2-5, skal landast um bryggjukant í Føroyum.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann veiða, sambært §§ 2-5, verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.
Fiskiloyvi
§ 10. Fiskiskapur í grønlendskum sjógvi, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í grønlendskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir føroysk fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki.
§ 11. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í grønlendskum sjógvi.
Sýni
§ 12. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 13. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 14. Fiskifør, sum veiða í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Veiðifráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Stk. 2. Fiskifør skulu somuleiðis senda grønlendskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi.
Revsing
§ 15. Brot á § 10, stk. 1 og 3 og § 14 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 12 ella 13.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 10, stk. 1 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2018.
Fiskimálaráðið, 7. mai 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Komutíð til eftirlitsstað | PT | Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur, og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit and control report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Komutíð til eftirlitsstað | PT | Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |