28. juni 2016Nr. 76
Kunngerð um broyting í kunngerð um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur
(Bygging til leasing og sáttmáli millum nærstandandi partar)
§ 1
Í kunngerð nr. 61 frá 23. mai 2002 um at umsita lóg um studning til skipasmiðjur verður aftan á § 1 sett:
“§ 1 a. Ger skipasmiðjan leasingsáttmála, ella er talan um sáttmála við nærstandandi part, skal við sáttmálaprísin eftir hesi kunngerð skiljast mett virði á flótandi eindini í vanligum handli.
Stk. 2. Metingin eftir stk. 1 skal verða gjørd av óheftum skipakønum persóni, sum Vinnuframagrunnurin hevur góðkent. Sátmálapartur skipasmiðjunnar rindar kostnaðin av metingini.
Stk. 3. Ein partur er nærstandandi, um viðurskiftini millum skipasmiðju og hin sáttmálapartin eru sum viðurskiftini millum móður- og dótturfyritøku eftir § 6 og § 7 í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg.”
§ 2
Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 28. juni 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)