Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 29-05-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 77 frá 24. mai 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

24. mai 2018Nr. 77

Kunngerð um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág

Við heimild í § 18, stk. 6 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 25. september 2013, verður ásett:

§ 1. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár minni enn 513 kr., verður einki tilskot veitt.

§ 2. Eru útreiðslurnar innan fyri eitt ár 513 kr. ella størri, er tilskotið:

1)   40% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 513 kr. ella størri, men minni enn 1.025 kr.,

2)   60% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 1.025 kr. ella størri, men minni enn 2.050 kr.,

3)   75% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 2.050 kr. ella størri, men minni enn 5.434 kr.,

4)   100% av tí partinum av útreiðslunum, sum er 5.434 kr. ella størri, og

5)   100% av tí partinum sum er 2.440 kr. ella størri hjá persónum, sum eru fyltir 67 ár og hjá fyri­tíðarpensjónistum.

§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 144 frá 21. desember 2015 um prístalsviðgerð av tilskoti til tilskotsheimilaðan heilivág.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 24. mai 2018

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)