Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. januar 2017Nr. 8
Kunngerð um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á vinnuskúlum og miðnámsskúlum
(Námsfrøðikunngerðin)
Við heimild í § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið, § 17, stk. 5 í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni, § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø., § 13, stk. 2 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar og § 17, stk. 6 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar miðnámsútbúgvingar, verður ásett:
Kapittul 1
Endamál og bygnaður
§ 1. Endamálið við námsfrøðiligu útbúgvingini er, at námsluttakarin, sum er lærari á vinnuútbúgving ella miðnámsútbúgving, fær ástøðiligt og verkligt grundarlag undir arbeiðinum sum lærari á vinnuútbúgvingunum og miðnámsútbúgvingunum.
Stk. 2. Útbúgvingin skal gera námsluttakaran føran fyri at ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísing sína við atliti at einstaka næminginum og serligu møguleikum hansara, vísa næminginum á menningarmøguleikar og útbúgvingarmøguleikar og stuðla samleikamenning hansara, síggja lærugreinirnar í breiðum undirvísingarhøpi innan ymsar útbúgvingar, fremja og menna ymiskar samstarvshættir við hinar lærararnar á setanarskúlanum, nýta KT í námsfrøðiligum høpi, menna og útbyggja samstarv millum ymsar útbúgvingar og taka lut í fakligum og námsfrøðiligum menningarvirksemi.
Stk. 3. Námsfrøðiliga útbúgvingin gevur saman við fakliga førleikanum undirvísingarførleika innan ávísar vinnuútbúgvingar og miðnámsútbúgvingar samsvarandi førleikakunngerð fyri tær ávísu útbúgvingarnar.
§ 2. Útbúgvingin er sett saman av einum ástøðiligum og einum verkligum parti.
Stk. 2. Ástøðiligi parturin verður lagdur soleiðis til rættis, at hann í mestan mun er felags fyri allar vinnuútbúgvingarnar og miðnámsútbúgvingarnar, men skal tó eisini taka fyrilit fyri einstøku útbúgvingunum. Verkligi parturin verður lagdur serliga til rættis við støði í teimum einstøku útbúgvingunum og krøvum teirra.
Stk. 3. Verkligi parturin fer fram í teimum lærugreinum, sum námsluttakarin hevur fakligan førleika í sambært galdandi ásetingum um undirvísingarførleika.
Stk. 4. Námsluttakari, sum, eftir lokna námsfrøðiliga útbúgving, hevur fingið fakligan førleika í einari lærugrein afturat, kann fáa undirvísingarførleika í hesi lærugrein við at taka ískoytisútbúgving, sbr. kapittul 5.
§ 3. Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av útbúgvingini og leggur hana til rættis.
Kapittul 2
Upptøka til námsfrøðiligu útbúgvingina
§ 4. Upptøka til námsfrøðiligu útbúgvingina er treytað av, at umsøkjarin í lærugreinini/lærugreinunum, sum hann skal undirvísa í, hevur tær neyðugu fakligu fortreytirnar sambært galdandi ásetingum um fakligan førleika fyri tær ávísu útbúgvingarnar.
Stk. 2. Umsókn um upptøku í útbúgvingina fer fram í seinasta lagi 15. juni fyri upptøku í fylgjandi skúlaári.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger oyðublað, sum skal nýtast, tá ið søkt verður um upptøku. Saman við umsóknarblaðnum verður sent landsstýrismanninum váttað avrit av øllum prógvinum fyri fakligu útbúgvingina.
Stk. 4. Eingin kann byrja verkliga partin í somu lærugrein fleiri enn tvær ferðir.
Stk. 5. Fyri tann, sum vegna sjúku noyðist at slíta verkliga partin av útbúgvingini, og har læknaváttan er skrivað, er stk. 4 ikki galdandi. Lækni skal undirskriva læknaváttanina, tá ið slitið vegna sjúku er farið fram.
§ 5. Landsstýrismaðurin ásetur á hvørjum ári talið á námsluttakarum, sum kunnu taka útbúgvingina fylgjandi skúlaár. Talið á námsluttakarum verður ásett í samráð við skúlarnar og við støði í læraratørvinum í teimum einstøku lærugreinunum.
Stk. 2. Umsøkjarar, sum ikki verða tiknir upp til útbúgvingina, kunnu søkja um upptøku av nýggjum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri víkja frá ásetingini í § 5, stk. 1 og 2.
§ 6. Landsstýrismaðurin tekur endaliga avgerð um upptøku av námsluttakarum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin hevur heimild at gera avtalu við myndugleikar í øðrum londum um verkliga partin.
§ 7. Meðan námsluttakarin tekur undirvísingarvenjingarpartin sambært § 8, stk. 2, 2. pkt. 2. lið, fær hann løn sambært avtalu millum Mentamálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Kapittul 3
Verkligi parturin
§ 8. Endamálið við verkliga partinum er, at námsluttakarin við venjing skal fáa fimi og innlit í at ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísing sína. Námsluttakarin skal duga at nýta sína fakligu vitan á ein hátt, sum er týðandi fyri samlaðu undirvísingina og fyri einstøku undirvísingargongdirnar.
Stk. 2. Verkligi parturin er býttur í tveir høvuðstættir. Fyrri høvuðstáttur er eygleidd undirvísing (í minsta lagi 40 tímar), meðan seinni høvuðstáttur er undirvísingarvenjing (í minsta lagi 100 tímar).
Stk. 3. Fyrri høvuðstáttur fer vanliga fram í tíðarskeiðnum frá august til ársskiftið í tí árinum, námsluttakarin byrjar ástøðiligu-námsfrøðiligu útbúgvingina. Seinni høvuðstáttur fer fram sambært ætlan, ið landsstýrismaðurin ger í samstarvi við setanarskúlan hjá námsluttakaranum. Seinni høvuðstáttur fer fram skjótast gjørligt, eftir at námsluttakarin hevur staðið ta ástøðiligu námsfrøðiligu útbúgvingina.
§ 9. Í fyrra høvuðstátti skal námsluttakarin eygleiða undirvísing í egnum eins og í øðrum lærugreinum innan í minsta lagi 3 ymiskar útbúgvingar/breytir. Hetta fer fram undir vegleiðing av einum námsstuðli, ið er knýttur at hvørjum námsluttakara. Námsstuðulin skal tryggja, at námsluttakarin sær samanhang millum undirvísing og námsfrøðiligt ástøði í ymiskum útbúgvingum. Í hesum sambandi undirvísir námsluttakarin nakrar tímar, eygleiddur av øðrum lærara ella námsluttakarum.
Stk. 2. Hvør námsluttakari førir loggbók, ið landsstýrismaðurin ger. Í loggbókina lýsir einstaki námsluttakarin í stuttum námsfrøðiliga innihaldið av hvørjum av teimum 40 eygleiðingartímunum. Tá ið kravdu eygleiðingartímarnir sambært § 8, stk. 2, eru loknir, undirskriva námsluttakarin og námsstuðulin, ið er knýttur at námsluttakaranum, loggbókina. Námsstuðulin sendir landsstýrismanninum lóggbókina beinanvegin.
Stk. 3. Stjórin/rektarin í setanarskúla námsluttakarans tilnevnir í samráð við landsstýrismannin ein ella fleiri námsstuðlar. Námsstuðulin skal vera námsluttakaranum til hjálpar í námsfrøðiligum spurningum, frá hann er tikin inn á útbúgvingina, til hann fer undir seinna høvuðstátt í verkliga partinum.
Stk. 4. Námsstuðulin skal um neyðugt kunna skúlan, har námsluttakarin tekur seinna høvuðstátt í verkliga partinum um tættir í eygleiðingini.
Stk. 5. Tað er ein fortreyt fyri at virka sum námsstuðul, at hesin hevur lokið námsstuðlaskeið, ið landsstýrismaðurin stílar fyri.
§ 10. Undirvísingarvenjingin í verkliga partinum fer fram í nøkrum flokkum ella valbólkum, sum námsluttakarin verður knýttur at. Faklærarar í flokkunum/- valbólkunum virka sum vegleiðarar. Undirvísingarvenjingin verður býtt javnt millum lærugreinirnar, sum námsluttakarin hevur fakligan førleika í.
Stk. 2. Vanligar námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum eru partar av seinna høvuðstátti.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins, tilnevnir ein námsleiðara, ið kunnar námsluttakaran um verkligu viðurskiftini og leggur námsfrøðiligu gongdina hjá námsluttakaranum til rættis, her í millum tímabýti, virksemisætlan og eftirmetingar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein uttanhýsis metara, sum hevur eftirlit við undirvísingarvenjingini hjá námsluttakaranum.
§ 11. Námsleiðarin skal tryggja, at námsluttakarin í samráð við vegleiðara og næmingar fær møguleika fyri at velja, leggja til rættis, fremja og eftirmeta styttri og longri undirvísingargongdir í sínum lærugreinum. Námsleiðarin skal javnan tosa við námsluttakaran við tí fyri eyga at umhugsa menning og framtak í undirvísingini.
Stk. 2. Vegleiðarin skal vísa á og røða um egna undirvísing, og námsluttakarin skal undir allari gongdini harafturat hava eygleiðingartímar í teimum flokkum, har hann undirvísir, eins og í øðrum flokkum/valbólkum og lærugreinum. Hesir eygleiðingartímar verða ikki taldir uppí teir 100 tímarnar í undirvísingarvenjing sambært § 8, stk. 2.
Stk. 3. Námsleiðarin skal í fyrstu vikuni av verkligu útbúgvingini geva námsluttakaranum eina almenna kunning um einstøku partarnar og gongdina í námsfrøðiligu útbúgvingini, her í millum um innihald og snið í ummælinum. Herafturat verður kunnað um tær mest umráðandi ásetingarnar í tí útbúgvingini, har námsluttakarin tekur verkligan part.
Stk. 4. Námsluttakarin skal hava leiðbeining í døming av støði næminganna, eins og í áseting av metum og próvtølum. Í lærugreinum við skrivligum arbeiði skal námsluttakarin hava høvi at evna til skrivligar uppgávur, rætta hesar, luttaka í eftirmeting vegleiðarans og sjálvstøðugt eftirmeta skrivligu avrikini.
Stk. 5. Námsleiðarin sær til, at arbeiðsbyrðan hjá námsluttakaranum í sambandi við fyrireiking av undirvísing og eftirmeting av skrivligum avrikum verður javnt býtt yvir alt útbúgvingarskeiðið. Námsleiðarin skal javnan kunna seg um støðuna og um námsfrøðiligu gongdina hjá námsluttakaranum, millum annað við at vera hjástaddur í undirvísingartímum hjá honum. Námsleiðarin skal kunna námsluttakaran um námsfrøðiligu støðuna hjá honum í góðari tíð fyri endaligu royndina.
Stk. 6. Í minsta lagi 1 ferð í undirvísingarvenjingini eru umboð fyri landsstýrismannin (uttanhýsismetari), námsleiðarin og allir vegleiðararnir hjástaddir í minsta lagi 2 undirvísingartímar í hvørjari av lærugreinunum hjá námsluttakaranum. Síðani hava tey eina samtalu við námsluttakaran um námsgongdina og námsfrøðiligu støðuna sum heild. Samtalan skal geva grundarlag fyri at leggja restina av gongdini til rættis.
§ 12. Undirvísingarvenjingin í verkliga partinum endar við, at námsluttakarin undirvísir í sínum flokkum í minsta lagi 1 tíma í hvørjari av sínum lærugreinum. Námsluttakari við einari lærugrein undirvísir í minsta lagi 2 tímar. Vegleiðarar, námsleiðari og uttanhýsismetari eru hjástaddir.
Stk. 2. Vegleiðarar, námsleiðari og uttanhýsismetari gera í felag av, tó serskilt í hvørjari lærugrein, um námsluttakarin hevur staðið undirvísingarvenjingina. Grundarlagið fyri avgerðini er ein meting av fakligu og námsfrøðiligu støðuni við útbúgvingarlok og av undirvísingini í teimum endaligu tímunum sambært stk. 1. Í avgerðini verða øll viðurskifti vigað og mett, sum eru av týdningi fyri undirvísingina hjá námsluttakaranum, her í millum evni at ráðleggja, fremja og eftirmeta egna undirvísing. Er ósemja um, um námsluttakarin hevur staðið, hevur uttanhýsismetarin endaligu avgerðina. Námsluttakarin verður kunnaður skrivliga um avgerðina, so skjótt hon er tikin.
Stk. 3. Stendur námsluttakarin undirvísingarvenjingina í einari lærugrein, orða vegleiðarar, námsleiðari og uttanhýsismetari eitt skrivligt ummæli av námsfrøðiligu støðuni. Ummælið verður evnað til við støði í einum uppkasti, ið vegleiðararnir hava gjørt. Ummælið skal geva eina samlaða lýsing og meting av undirvísingini hjá námsluttakaranum í hvørjari lærugrein við útbúgvingarlok og av undirvísingini í teimum endaligu tímunum. Ummælið skal fevna um tey viðurskifti, sum dentur er lagdur á sambært stk. 2. Ummælið skal gjølla viðgera evnini at ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísingina.
Stk. 4. Námsleiðarin sendir ummælið, sum hann undirskrivar saman við vegleiðarunum og uttanhýsismetaranum, til landsstýrismannin. Námsluttakarin fær eitt avrit. Samstundis verður sagt frá, at ummælið ikki er endaligt, fyrr enn landsstýrismaðurin hevur góðtikið tað.
Stk. 5. Stendur námsluttakarin ikki undirvísingarvenjingina í eini lærugrein, orða vegleiðarar, námsleiðari og uttanhýsismetari eina frágreiðing til landsstýrismanin. Frágreiðingin verður orðað á sama grundarlagi sum eitt ummæli sambært stk. 3. Námsluttakarin fær avrit av frágreiðingini.
Kapittul 4
Ástøðiligi parturin
§ 13. Endamálið við ástøðiliga partinum er at geva námsluttakaranum neyðugt námsfrøðiligt, eins og fakligt námsfrøðiligt grundarlag fyri at arbeiða sum lærari í vinnuútbúgvingunum og miðnámsútbúgvingunum, umframt grundarlag undir framhaldandi at halda seg dagførdan um tey námsfrøðiligu ástøði, sum eru av týdningi fyri hesum arbeiði.
Stk. 2. Ástøðiligi parturin skal gera námsluttakaran føran fyri sjálvstøðugt at greina, orða og viðgera ítøkilig námsfrøðilig greiðsluevni í undirvísingini.
§ 14. Almenni parturin fevnir vanliga um 2 langskeið, umframt 3 stutt evnisskeið.
Stk. 2. Innihaldið av skeiðunum er lýst í skjali 2.
§ 15. Fakligt námsfrøðiligt skeið í einari lærugrein fevnir vanliga um eitt skeið, ið varir umleið 20 tímar. Faklig námsfrøðilig skeið verða hildin eftir tørvi, og í tann mun tey eru til í teimum einstøku útbúgvingunum.
Stk. 2. Innihaldið av fakligum-námsfrøðiligum skeiði er lýst í skjali 3.
§ 16. Ástøðiligi parturin endar við próvtøku, har námsluttakarin skrivar eina uppgávu. Vanliga er tað ein fortreyt fyri at skriva seg inn til próvtøku, at námsluttakarin hevur fylgt almenna partinum sambært § 14, stk. 1.
Stk. 2. Í skrivligu uppgávuni skal námsluttakarin vísa, at hann dugir at nýta námsfrøðilig ástøði við atliti at egnari undirvísing.
Stk. 3. Pensum til skrivligu próvtøkuna fevnir um umleið 1100 síður, og verður hetta ásett av landsstýrismanninum. Pensum fevnir um tilfar frá ástøðiligu skeiðunum, sbr. skjal 2.
§ 17. Námsluttakarin ger í seinasta lagi 1. apríl uppskot, sum í vavi fevnir um 1-2 vanlig A4 ørk, til greiðsluevni, samandrátt og uppskot til uppgávuheiti, ið uppgávunevnd, sum landsstýrismaðurin setir, skal góðkenna.
Stk. 2. Uppgávunevndin viðger uppskotið hjá námsluttakaranum og hevur heimild at gera smærri broytingar í uppskotinum við atliti at neyvari lýsing av námsfrøðiligum spurningum.
Stk. 3. Um uppgávunevndin ikki kann góðtaka uppskot til greiðsluevni, samandrátt og uppskot til uppgávuheiti, setur uppgávunevndin seg í samband við vegleiðara og námsluttakara við atliti at tillagingum.
Stk. 4. Í seinasta lagi 15. apríl fær námsluttakarin boð um, hvørt uppgávunevndin hevur góðtikið uppskot til greiðsluevni, samandrátt og uppskot til uppgávuheiti, ella um uppgávunevndin hevur gjørt broytingar í uppskotinum til uppgávuheiti.
Stk. 5. Fyrst í mai mánaði fær námsluttakarin endaliga uppgávuheitið sendandi, og námsluttakarin hevur síðan 4 vikur frá tí, hann skrivliga hevur fingið endaliga uppgávuheitið, til uppgávan skal latast inn.
§ 18. Uppgávan kann svarast einsæris ella í bólkum, har í mesta lagi 3 námsluttakarar skriva í felag. Um uppgávan verður svarað í bólki, skal tað greitt síggjast aftur, hvat hvør einstakur hevur ábyrgd av.
Stk. 2. Uppgávan verður skrivað í mai - juni mánaði eftir nærri ásetingum hjá landsstýrismanninum sambært § 17, stk. 5. Uppgávusvarið skal í vavi fevna um 15-20 vanligar maskinskrivaðar A4 síður fyri hvønn námsluttakara, og uppgávusvarið svarar í arbeiðsbyrðu til umleið 40 tímar. Uppgávusvarið verður sent landsstýrismanninum í teldutøkari útgávu sambært teirri tíðarfreist, ið er ásett í § 17, stk. 5.
Stk. 3. Lærari, ið hevur undirvíst í ástøðiliga partinum, og próvdómari, sum er tilnevndur av landsstýrismanninum, døma uppgávusvarið.
Stk. 4. Próvtøkan fevnir um eina einsæris munnliga próvhoyring við støði í skrivliga uppgávusvarinum, sum námsluttakarin hevur latið inn, eins og í uppgivnum pensum. Próvhoyringin av hvørjum námsluttakara varir umleið 45 minuttir, íroknað próvtalsgeving.
Stk. 5. Fyri skrivliga uppgávusvarið og fyri munnligu próvhoyringina verður givið eitt samlað próvtal. Í dømingini verður høvuðsdenturin lagdur á skrivliga uppgávusvarið. Dømt verður eftir próvtalsstiganum sambært kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2013 um próvtalsstiga og døming í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.
Stk. 6. Fyri at standa ástøðiliga partin skal námsluttakarin hava fingið í minsta lagi próvtalið 02.
§ 19. Lærari og próvdómari vátta við undirskriftum sínum próvtølini á einum próvtalslista. Próvtalslistin verður sendur Mentamálaráðnum.
Kapittul 5
Verkligt námsfrøðiligt ískoytisskeið
§ 20. Námsluttakari, sum frammanundan hevur staðið samlaðu námsfrøðiligu útbúgvingina (verkliga og ástøðiliga partin), og sum seinni hevur tikið fakliga førleikagevandi ískoytisútbúgving, skal, fyri at fáa undirvísingarførleika í nýggju lærugreinini/unum, taka verkligt-námsfrøðiligt ískoytisskeið í hesi ella hesum lærugreinum.
Stk. 2. Fakliga námsfrøðiliga ískoytisskeiðið fevnir um eina undirvísingarvenjing uppá í minsta lagi 35 tímar, umframt um fakligt námsfrøðiligt skeið, um hetta er til í viðkomandi lærugrein.
Kapittul 6
Prógv
§ 21. Mentamálaráðið skrivar út skjalváttan fyri verkligan part, sum er staðin sambært § 12, skjalváttan fyri ástøðiligan part, sum er staðin sambært §§ 18 og 19, og skjalváttan fyri luttøku í møguligum fakligum námsfrøðiligum skeiði.
Stk. 2. Skjalváttan fyri verkligt námsfrøðiligt ískoytisskeið verður skrivað, tá ið námsluttakarin hevur staðið undirvísingarvenjingina og tikið fakligt-námsfrøðiligt skeið í lærugreinini, um hetta er til.
Kapittul 7
Ymiskar ásetingar
§ 22. Um námsluttakari slítur ella ikki stendur útbúgvingina, ger landsstýrismaðurin av, við støði í einari ítøkiligari meting, um hann kann verða tikin upp av nýggjum, og um so er, eftir hvørjum treytum hann verður tikin upp. Um námsluttakari slítur námsfrøðiligu útbúgvingina, skal námsleiðarin alt fyri eitt boða landsstýrismanninum og setanarskúlanum hjá námsluttakaranum frá hesum.
§ 23. Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at onnur námsfrøðilig útbúgving heilt ella partvís kann verða góðtikin í staðin fyri útbúgvingina, ið er nevnd í hesi kunngerð.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann sum part av royndarvirksemi og í heilt serligum føri gera frávik frá ásetingunum í hesi kunngerð.
Kapittul 8
Gildiskoma o.a.
§ 24. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. august 2015.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 90 frá 20. november 2002 um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á vinnu- og miðnámsskúlunum úr gildi.
Mentamálaráðið, 19. januar 2017
Rigmor Dam (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
Ástøðiligi parturin
Endamál
1. Endamálið við ástøðiliga partinum er, at námsluttakarin
fær vitan um grundleggjandi námsfrøðiligar spurningar og samband teirra við heimspekilig, sálarfrøðilig og sosiologisk ástøði,
fær innlit í og vitan um ástøði og háttaløg fyri læring og undirvísing,
fær innlit í tey fyribrigdi, ið eyðkenna læraraarbeiðið og leiklutin hjá einum lærara, her í millum ymsar samstarvshættir,
fær vitan um menningararbeiði og skúlamenning,
mennir skil fyri og tilvitsku um teir sálarfrøðiligu og sosialsálarfrøðiligu atburðir, ið ávirka undirvísingina,
fær vitan um ymisk samfelagslig sjónarmið, og hvussu tey ávirka fatanina av undirvísing, og
fær vitan um tað virðisgrundarlag og teir námsfrøðiligar arbeiðshættir, ið eru grundarlag undir undirvísingini í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum.
Innihald
2.1. Mentamálaráðið ásetur innihaldið í undirvísingini. Áðrenn undirvísingin byrjar, sendir Mentamálaráðið út ein pensumlista og eitt tilfarssavn.
Í pensumlistanum verður tilskilað, hvørjir partar av tilfarinum skulu lesast til tær einstøku eindirnar.
2.2. Lærarar, sum Mentamálaráðið tilnevnir, stíla fyri undirvísingini. Undirvísingin fevnir um hesi evni:
Endamál og høvuðsinnihald í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum
føroyska útbúgvingarkervið við høvuðsdenti á vinnu- og miðnámsútbúgvingarnar
høvuðstættir í føroysku skúlasøguni
søguliga menningin av vinnu- og miðnámsútbúgvingunum
føroyska undirvísingarkervið í norðurlendskum høpi
undirvísingin í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum, har í millum lærugreinarøðirnar og tann almenni og fakligi førleikin, sum einstaka útbúgvingin gevur
virðisgrundarlagið í útbúgvingunum
Undirvísingin og lærarin
næmingarnir, teirra bakstøði og fortreytir
ungdóms- og vaksnamannanámsfrøði
lærarin sum persónur, og leikluturin hjá læraranum í undirvísingini
Almenn undirvísingarfrøði og háttalagsfrøði
frambering og samskifti í flokshølinum
stimbran, lærugongd og undirvísingarmeginreglur
fyrilit fyri einstaka flokkinum og einstaka næminginum
undirvísingarlæra, her í millum at leggja tann einstaka tíman til rættis og nýta ymsar arbeiðshættir
ráðlegging av longri undirvísingargongdum, her í millum framtak og flokkanarfrøði (taxonomi)
verkligar undirvísingargongdir
nýggir undirvísingarhættir
nýtslu av AV, KT og aðrari viðkomandi tøkni í undirvísingini
innanhýsis og uttanhýsis eftirmeting
Námsfrøði og hugsjónir
námsfrøðilig ástøði og samband teirra við útbúgvingarheimspekilig, sálarfrøðilig og sosiologisk ástøði.
2.3. Í øllum pørtum av undirvísingini skulu undirvísingarfrøðilig, sálarfrøðilig, heimspekilig og sosiologisk sjónarmið takast uppí á ein hátt, sum hevur fyrilit fyri arbeiðsuppgávum og námsfrøðiligum royndum hjá námsluttakaranum.
Skeiðsbýti
3.1. Ástøðiligi parturin er býttur í 2 høvuðstættir: Fyrri høvuðstátturin fevnir um 2 longskeið á umleið 40 tímar hvør, meðan seinni høvuðstátturin fevnir um 3 evnisskeið, sum til samans fevnir um umleið 40 tímar. Evnisskeiðini verða løgd til rættis við atliti at tørvi námsluttakaranna.
3.2. Ástøðiligi parturin verður lagdur soleiðis til rættis, at so tætt samspæl sum gjørligt verður millum hann og verkliga arbeiðið hjá námsluttakarunum.
3.3. Skift verður ímillum ástøði og verkligar venjingar, og dentur verður lagdur á sjálvstøðuga arbeiðið hjá námsluttakaranum við almennum-námsfrøðiligum greiðsluevnum.
Skjal 2
Verkligi parturin
Endamál
1. Endamálið við verkliga partinum er, at námsluttakarin
sjálvstøðugt lærir at ráðleggja, fremja og eftirmeta undirvísing sína,
fær gjølligan kunnleika til útbúgvingina, hann skal undirvísa í,
fær gjølliga vitan um undirvísingarligar uppgávur, ið koma fyri í einum skúla í skúlaárinum,
lærir um ymsar samstarvshættir millum starvsfelagar í einum skúla,
dugir at nýta AV og KT sum námsfrøðiligar hjálparmiðlar í undirvísingini og
kunnleika um bygnað og innihald í øðrum útbúgvingum.
Innihald
2.1. Fyrri verkligi høvuðstáttur fevnir um nakrar undirtættir, ið eru grundaðir á eina ætlan, sum námsstuðulin leggur til rættis í samstarvi við námsluttakaranum.
2.2. Námsluttakarin skal í fyrra høvuðstátti m.a.
síggja undirvísing hjá øðrum námsluttakarum,
síggja undirvísing hjá øðrum lærarum í øðrum lærugreinum og
síggja undirvísing í ymiskum lærugreinum eins og í egnum lærugreinum í øðrum útbúgvingum.
2.3. Námsluttakarin førir sambært nærri reglum, sum Mentamálaráðið ásetir, loggbók yvir tímarnar og evnini,
sum verða eygleitt, ella sum undirvíst verður í.
3.1. Seinni verkligi høvuðstáttur fevnir um fleiri undirtættir, ið eru grundaðir á eina ætlan, sum vegleiðararnir í samstarvi við námsluttakaranum leggja til rættis.
3.2. Námsleiðarin kunnar námsluttakaran um skúlaskipanina og um, at útbúgvingin bæði fevnir um undirvísingarvenjing og um eygleiðaratímar í øðrum flokkum/bólkum enn teimum hjá vegleiðarunum.
3.3. Vegleiðarin skal seta námsluttakaran inn í endamál, didaktikk og háttaløg í lærugreinini/unum, sum námsluttakarin undirvísir í, so hann verður førur fyri at leggja sína undirvísing til rættis við atliti at endamálinum í útbúgvingini og í lærugreinini/unum.
3.4. Vegleiðarin og námsluttakarin umrøða javnan sambandið millum undirvísingina og námsfrøðiliga ástøðið.
3.5. Fyrra tíðarskeiðið, t.e. tíðarskeiðið fram til fyrru vitjanina, varir umleið 4 vikur og fevnir m.a. um at ráðleggja og fremja undirvísing í teimum einstøku tímunum og at leggja smærri undirvísingargongdir til rættis.
Dentur verður serliga lagdur á flokkanarfrøði (taxonomi), framtak (progressión) og innanhýsis eftirmeting.
3.6. Seinna tíðarskeiðið, t.e. tíðarskeiðið fram til seinnu vitjanina, fevnir m.a. um at ráðleggja og fremja longri undirvísingargongdir, har serligur dentur verður lagdur á leiklutin hjá lærara og
næmingum, samvirkanarmynstur í flokshølinum, umframt uttanhýsis eftirmeting og at geva námsluttakaranum møguleika fyri at gera sær egnar metingar av undirvísingini í sínari heild.
Skjal 3
Faklig-námsfrøðilig skeið
Endamál
1. Endamálið við fakligu-námsfrøðiligu skeiðunum er, at námsluttakarin,
fær innlit í endamál, innhald og eftirmetingarhættir í teimum einstøku lærugreinunum og
fær innlit í siðvenju, málnýtslu og tann undirvísingarhátt, sum sermerkir einstøku lærugreinina, og dugir at
síggja tað sum ein part av almennum-námsfrøðiligum greiðsluevnum.
Innihald
2.1. Endamál við lærugreinini
í útbúgvingarsøguligum høpi,
við atliti at týdninginum fyri einstaklingin og samfelagið, út frá bæði almennandi, vinnufyrireikandi og lestrarfyrireikandi
sjónarmiði,
í samlaða útbúgvingarkervinum,
í mun til aðrar lærugreinir í vinnu- og miðnámsútbúgvingunum og
í mun til faklig tíðarrit og faklig umhvørvi, í Føroyum og í altjóða høpi.
2.2. Innihaldið í lærugreinini, har í millum
viðgerð av innihaldinum av lærugreinafylgiskjølunum og undirvísingarleiðbeiningunum,ítøkilig dømi um skipan av nøkrum einstøkum tímum við atliti at innihaldi, eins og av longri undirvísingargongdum,
hvussu - við støði í ítøkiligum dømum – eitt samlað pensum í einari vinnu- ella miðnámsútbúgving verður skipað,
hvussu munnligi og skrivligi parturin í lærugreinini verður vektaður og skipaður og eftirmetingarhættir.
2.3. Arbeiðshættir og siðvenja í lærugreinini, har í millum undirvísingarfrøðin í lærugreinini, í samanspæli við námsfrøðilig greiðsluevni, fortreytir hjá næmingunum í lærugreinini og hugburður teirra mótvegis lærugreinini,
hvussu sett verður á undirvísingina í lærugreinini,
hvussu undirvísingin kann skipast við atliti at einstaka flokkinum og einstaka næminginum,
framtøka í samlaðu undirvísingargongdini,
tilfar, sum kann nýtast í undirvísingini, her í millum kunningartøkni,
ymiskir arbeiðshættir, herundir verkætlanir og eftirmeting, bæði av dagliga arbeiðnum og í sambandi við próvtøku.
Tíðarkarmar
3. Faklig-námsfrøðilig skeið verða - í tann mun tað er gjørligt - løgd samstundis, sum námsluttakarin tekur ástøðiliga ella verkliga partin av útbúgvingini. Námsluttakarin avtalar við Mentamálaráðið í hvørjum einstøkum føri nærri um luttøku í fakligum-námsfrøðiligum skeiðum.