Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. juni 2018Nr. 80
Kunngerð um upptøku í ognarmeklaraskránni
Við heimild í § 25, stk. 2, nr. 6 og 7 og stk. 7 í løgtingslóg nr. 136 frá 6. oktober 2011 um keyp og sølu av fastogn o.a. verður ásett:
§ 1. Skráseting Føroya førir eina almenna skrá yvir ognarmeklarar.
Stk. 2. Til tess at verða tikin upp í ta í stk. 1 nevndu skrá, skal umsøkjari, umframt at lúka krøvini í § 25, stk. 2, nr. 1-4 og 8-10 í løgtingslógini,
1) prógva at hava verið í fulltíðarstarvi í minst 2 ár í einari ognarmiðlanarfyritøku og við hesum hava fingið aktuella praktiska vitan um ognarmiðlan ella gjøgnum annað starv hava fingið samsvarandi praktiska vitan um ognarmiðlan,
2) leggja fram prógv um at hava staðið ognarmeklaraútbúgving og á tann hátt at hava ognað sær ástøðiligt innlit í ognarmiðlan, og
3) rinda eitt gjald upp á 1.000 kr.
Stk. 3. Skráseting Føroya lýsir nærri ta kravdu praktisku vitanina um og ástøðiliga innlitið í ognarmiðlan, nevnt í stk. 2, nr. 1 og 2.
§ 2. Skráseting Føroya viðger umsóknir um upptøku í ognarmeklaraskránni.
Stk. 2. Søkt verður um at verða tikin upp í ognarmeklaraskránni við at lata inn umsókn til Skráseting Føroya.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. juni 2018
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)