Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juli 2016Nr. 80
Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um arbeiðsumhvørvi umborð á skipum 1) 2) 3)
(Fráboðan A)
Við heimild í § 2, stk. 2, § 8, § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014 verður ásett:
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri alt vinnuligt arbeiði, ið verður útint umborð á nýggjum og verandi føroyskum skipum.
§ 2. Skyldurnar sambært hesi kunngerð áliggja reiðarum, skipsførarum, arbeiðsformonnum, umframt øðrum persónum, sum arbeiða umborð. Um annar enn reiðarin er arbeiðsgevari, áliggja skyldurnar, sum í hesi kunngerð eru álagdar reiðaranum, eisini arbeiðsgevaranum.
Stk. 2. Er samsvarsskjal sambært koduni um tryggan skiparakstur latið øðrum felagi ella persóni, áliggja skyldurnar, sum í hesi kunngerð eru álagdar reiðaranum, eisini avvarðandi felagi ella persóni.
Stk. 3. Er loyvisbræv sambært altjóða sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki, MLC latið øðrum felagi ella persóni, áliggja skyldurnar, sum í hesi kunngerð eru álagdar reiðaranum, eisini avvarðandi felagi ella persóni.
§ 3. Reiðarin og skiparin skulu syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingarnar í hesi kunngerð, sum hava týdning fyri arbeiðsumhvørvi hjá viðkomandi umborð á skipinum.
Stk. 2. Eitt eintak av hesi kunngerð skal vera umborð á handilsskipum við eini manning uppá 4 ella fleiri, skiparin íroknaður, umframt fiskiskipum 45 metrar og longri. Elektronisk atgongd til kunngerðina verður eisini góðtikin undir teirri fortreyt, at kunngerðin kann lesast umborð.
§ 4. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við bót ella fongsul í upp til 2 ár.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini, sí tó stk. 3.
Stk. 3. Ein løgfrøðiligur persónur, ið hevur gjørt alt sum er neyðugt til tess at tryggja eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi umborð, kann tó ikki verða revsaður, um ein arbeiðstakari brýtur reglurnar í hesi kunngerð um persónliga trygdarútgerð o.a., sum bara hava til endamáls at verja viðkomandi sjálvan.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. august 2016.
Stk. 2. Samstundis verður sett úr gildi Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum nr. 3 frá 6. desember 2012 um larm umborð á skipum.
Sjóvinnustýrið 15. juli 2016
Hans Johannes á Brúgv (sign.)
/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)
1) Skjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo
2) Broytt við kunngerð nr. 81 frá 19. juli 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. august 2016.”
3) Broytt við kunngerð nr. 97 frá 6. juli 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 15. juli 2018.”