Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
8. juni 2018Nr. 82
Kunngerð um broyting í kunngerð um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar
(Hjáveiða av toski og hýsu)
§ 1
Í kunngerð nr. 65 frá 3. juni 2010 um trolveiði innan fyri 12 fjórðingar, sum broytt við kunngerð nr. 43 frá 24. mai 2011, kunngerð nr. 70 frá 30. mai 2013, kunngerð nr. 104 frá 2. august 2013, kunngerð nr. 24 frá 9. apríl 2014 og kunngerð nr. 119 frá 10. august 2017, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 28, stk. 1, § 39, stk. 1, nr. 1, 3 og 4, stk. 2, nr. 1 og 2, § 44, stk. 1 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, verður ásett:”
2. § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kann hjáveiðan av toski og hýsu fyri hvønn túr í tíðarskeiðinum fram til 8. juli 2018 vera upp til 50% tilsamans av vektini av veiðinøgdini av samlaðu veiðuni.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 8. juni 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)