Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. september 2007Nr. 85
Kunngerð um uppalingarískoyti
Við heimild í § 70, stk. 4 og § 71, stk. 3 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2007, verður ásett:
Kapittul 1
Alment
§ 1. Tá eitt barn verður sett heiman, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin avgera, at uppalingarískoyti skal rindast.
Stk. 2. Barnaverndarnevndin leggur tilmæli um ásetan av uppalingarískoyti fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina.
§ 2. Uppalingarískoyti er eitt gjald, ið skal rinda ein part av uppihaldinum fyri barnið, meðan tað er sett heiman.
§ 3. Uppalingarískoyti kann áleggjast persóni, ið hevur uppihaldsskyldu mótvegis einum barni, ið er sett heiman, eftir reglunum í kap. 2.
Stk. 2. Uppalingarískoyti kann harafturat áleggjast barni, ið er sett heiman, eftir reglunum í kap. 3.
§ 4. Rættin til uppalingarískoyti hevur tann myndugleiki, ið ber útreiðslurnar av barninum, meðan tað er sett heiman.
Stk. 2. Er barnið sett á stovn hjá landinum, er tað landið, ið hevur rættin til uppalingarískoyti.
§ 5. Í avgerðini hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini skal tilskilast, hvagar uppalingarískoytið skal rindast.
Kapittul 2
Gjald uppihaldsskylduga
§ 6. Tann ella tey, ið hava uppihaldsskyldu, skulu hvør rinda eitt gjald, ið til eina og hvørja tíð svarar til helvtina av tí vanliga barnagjaldinum, ásett sambært lóggávuni um rættarstøðu barnanna.
Stk. 2. Er inntøkugrundarlagið, sambært § 7, hjá uppihaldsskylduga ikki hægri enn hægsti sjúkradagpeningur, skal uppalingarískoyti ikki gjaldast. Er inntøkugrundarlagið hægri, skal uppalingarískoyti gjaldast.
Stk. 3. Eru tey, ið hava uppihaldsskyldu, sambúgvandi, og samlaða inntøkugrundarlagið, sambært § 7, hægri enn tvær ferð hægsti sjúkradagpeningur, skula bæði gjalda uppalingarískoyti. Er samlaða inntøkugrundarlagið hægri enn eina ferð hægsti sjúkradagpeningur, men ikki hægri enn tvær ferð hægsti sjúkradagpeningur, skal bert annað gjalda uppalingarískoyti.
Stk. 4. Er tann av foreldrunum, sum ikki hevur foreldramyndugleika yvir barninum, álagdur at gjalda barnagjald sambært lóggávuni um rættarstøðu barnanna, fær avvarðandi myndugleiki rættin til helvtina av barnagjaldinum og landið hina helvtina.
§ 7. Inntøkugrundarlagið sambært § 6, stk. 2 er:
1) inntøka, ið er skattskyldug sambært skattalógini,
2) nettovinningur, ið er skattskyldugur sambært kapitalvinningsskattalógini,
3) lestrarstuðul,
4) framhaldandi uppihaldsveiting sambært forsorgarlógini og
5) bruttoinntøka, ið liggur til grund fyri framhaldandi útgoldnum endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku sambært forsorgarlógini.
Stk. 2. Sum skjalprógv fyri inntøkur sambært stk. 1 verða nýttar uppgjørdar sjálvuppgávur ella endauppgerðir frá Toll & Skattstovu Føroya, yvirlit yvir lestrarstuðulsgjøld frá Stuðulsstovninum og upplýsingar frá fyribilsskattaskránni og Almannastovuni um útgoldnar uppihaldsveitingar og inntøkugrundarlag undir útgoldnum endurgjaldi fyri inntøkumiss. Støði verður tikið í inntøkunum frá síðst lokna inntøkuárið.
Stk. 3. Er inntøkan, tá uppalingarískoyti verður ásett, munandi broytt í mun til inntøkugrundarlagið sambært stk. 1, verða broyttu fíggjarviðurskiftini løgd til grund fyri ásetan av uppalingarískoyti.
§ 8. Uppihaldsskyldugi hevur skyldu at boða Barnaverndartænastuni frá broytingum í fíggjarligu og persónligu viðurskiftum sínum.
Stk. 2. Um broytingar kunnu væntast at ávirka gjaldið, leggur Barnaverndarnevndin tilmæli um broytingar av uppalingarískoyti fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina.
§ 9. Sjálvt um tann ella tey, ið hava uppihaldsskyldu, hava fíggjarligar umstøður til tess, kann gjaldið fella heilt ella lutvíst burtur:
1) um uppihaldið hevur eitt eygleiðingarendamál ella,
2) um barnið yvir 15 ár hevur verið við til at uppihildið sær sjálvum, áðrenn tað var sett heiman.
Kapittul 3
Gjald barnsins
§ 10. Eitt barn, sum hevur fylt 15 ár, kann áleggjast at gjalda eitt uppalingarískoyti, ímeðan tað er sett heiman.
Stk. 2. Uppalingarískoyti kann bert áleggjast, um mett verður, at hetta er við til at menna barnið, eitt nú økja ábyrgdarkensluna hjá barninum.
§ 11. Uppalingarískoyti kann bert krevjast, um barnið hevur vunnið sær pening av egnum arbeiði.
Stk. 2. Uppalingarískoyti kann bert krevjast av tí, sum loypur av arbeiðsinntøku barnsins, tá ið vanligar útreiðslur hjá viðkomandi aldursbólki til lummapening og klæðir, ásettar sambært kunngerð um samsýning til fosturforeldur, eru drignar frá.
Stk. 3. Upphæddin, ið verður áløgd barninum at gjalda í uppalingarískoyti, kann í mesta lagi verða gjald uppihaldsskylduga sambært § 6, stk. 1.
§ 12. Verður uppalingarískoyti álagt einum barni, skal Barnaverndartænastan við jøvnum millumbilum kanna, um treytirnar fyri at áleggja barninum uppalingarískoyti framvegis eru til staðar.
Stk. 2. Um treytirnar ikki eru til staðar, skal Barnaverndartænastan beinanvegin leggja nýtt tilmæli fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina, ið kann taka nýggja avgerð.
Kapittul 4
Kunning
§ 13. Barnaverndartænastan hevur ábyrgdina av at kunna tann ella tey, ið hava uppihaldsskyldu, um inntøkugrundarlagið, ið er grundarlagið undir, at uppalingarískoytið verður álagt, og um reglurnar í hesi kunngerð, áðrenn uppihaldið hjá barninum byrjar.
Stk. 2. Er talan um eina bráðfeingis avgerð, skal Barnaverndartænastan innan tveir yrkadagar eftir, at hon av Høvuðsbarnaverndarnevndini er kunnað um, at bráfeingisavgerðin er góðtikin, kunna uppihaldsskylduga sambært stk. 1.
§ 14. Seinast tveir yrkadagar eftir, at Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur kunnað Barnaverndartænastuna um avgerðina at áleggja uppalingarískoyti, eigur Barnaverndartænastan at kunna barnið um orsøkina til, at uppalingarískoytið verður álagt og um útrokningarstøðið, ið er grundarlagið undir, at uppalingarískoytið verður álagt.
§ 15. Barnaverndartænastan boðar Almannastovuni frá, tá barn verður sett heiman.
Kapittul 5
Gjaldsskylda og innkrevjing
§ 16. Gjaldsskyldan er at rokna frá fyrsta uppihaldsdegi. Fyrsti gjaldsdagur verður ásettur við hóskandi freist. Goldið verður mánaðarliga frammanundan.
Stk. 2. Fyri børn, ið hava verið sett heiman eina tíð, áðrenn tey verða áløgd at gjalda uppalingarískoyti, er gjaldsskyldan tó at rokna frá tí degi, tey verða kunnað um avgerðina.
§ 17. Almannastovan krevur inn gjaldið.
Stk. 2. Almannastovan rindar uppalingarískoyti, ið er kravt inn sambært kap. 2 og 3, til tann myndugleika, ið hevur rætt til gjaldið sambært § 4, um Búskaparskipan landsins eftir nærri áseting frá Føroya Gjaldstovu.
Stk. 3. Avroknað verður yvir debitorskipanina hjá Føroya Gjaldstovu.
Kapittul 6
Kærumøguleiki og gildiskoma
§ 18. Tær avgerðir, ið verða tiknar sambært hesi kunngerð, kunnu innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Kærunevndina í almannamálum.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá hesi freist, um serlig orsøk er til tað.
§ 19. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Er barn sett heiman, tá kunngerðin kemur í gildi, hevur kunngerðin tó ikki virknað fyrr enn næstu ferð, málið verður eftirmett sambært § 24 í barnaverndarlógini.
Almanna- og heilsumálaráðið, 7. september 2007
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)