Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. juni 2018Nr. 86
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018
(Flutt kvota frá 2017, størri menningarkvota, størri kvota til vinnuligar fiskiroyndir, nýggj kvota til hjáveiðu og longd freist fyri at lata inn umsóknir til vinnuligar fiskiroyndir)
§ 1
Í kunngerð nr. 1 frá 2. januar 2018 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 4.200 tons av makreli, ið ikki vórðu fiskað í 2017, flutt til 2018.”
2. Í § 3, stk. 1 verður “82.045 tons” broytt til: “86.245 tons”.
3. Í § 12, stk. 1 verður “500 tons” broytt til: “1.925 tons”.
4. Í § 14, 1. pkt. verður “6.974 tons” broytt til: “8.749 tons”.
5. Í § 14, 3. pkt. verður “6.974 tonsunum” broytt til: “8.749 tonsunum”.
6. Aftan á § 14 verður sett:
“§ 14 a. Av kvotuni, sambært § 3, stk. 1, verða 1.000 tons sett av til at nýta sum hjáveiða í fiskiskapi eftir uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi.”
7. Í § 15, stk. 3 verður “sambært §§ 11, 12 og 14” broytt til: “sambært §§ 11, 12, 14 og 14 a”.
8. Í § 21, stk. 2 verður “1. juni 2018, kl. 12.00” broytt til: “10. august 2018, kl. 12.00”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. juni 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Jens Helgi Toftum (sign.)