Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fiskimálaráðið
  • Útgávudagur: 29-06-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 87 frá 28. juni 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

28. juni 2018Nr. 87

Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018

(Minni uppboðssølukvota og størri menningarkvota)

§ 1

Í kunngerð nr. 194 frá 29. desember 2017 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 28. mars 2018 og kunngerð nr. 34 frá 20. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1.    Í § 5, stk. 1, 1. pkt. verður “97.627 tons” broytt til: “89.169 tons”.

 

2.    Í § 6, 1. pkt. verður “33.454 tons” broytt til: “41.912 tons”.

§ 2

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Fiskimálaráðið, 28. juni 2018

 

Høgni Hoydal (sign.)

landsstýrismaður

/ Jens Helgi Toftum (sign.)