Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. juni 2017Nr. 88
Kunngerð um tíðaravmarkaða veiðu eftir botnfiski á Føroya Banka í 2017
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, § 9 b, stk. 5, § 29, stk. 2, § 36, stk. 2 og § 40, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1996, løgtingslóg nr. 69 frá 18. august 1998, løgtingslóg nr. 58 frá 27. apríl 2001 og løgtingslóg nr. 106 frá 17. august 2009, verður ásett:
§ 1. Eftir umsókn, og við fiskiloyvi frá Vørn, er loyvt bátum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 5, sambært § 28, stk. 1 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroya Banka til og við 31. august 2017.
Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi, sambært stk. 1, kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 50 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.
§ 2. Eftir umsókn, og við fiskiloyvi frá Vørn, er loyvt bátum, sum hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 A og bólki 4 B, sambært § 29, stk. 1 í løgtingslógini, at royna við snellu, snøri ella tráðu á Føroya Banka til og við 31. august 2017 innan fyri linjur drignar millum hesi støð:
1) 60°50'00"N - 07°57'00"V
2) 60°57'20"N - 07°57'00"V
3) 60°45'40"N - 08°37'00"V
4) 60°36'30"N - 08°45'00"V
5) 60°26'00"N - 09°08'25"V
6) 60°24'00"N - 09°07'00"V
7) 60°50'00"N - 07°57'00"V
Stk. 2. Bátar við fiskiloyvi, sambært stk. 1, kunnu fiska innan fyri eitt samlað dagatal upp á 30 fiskidagar. Fiskiskapurin skal steðga, tá hesir dagar eru brúktir.
§ 3. Fyri bátar við fiskiloyvi sambært § 1 telur hvør túrur ein fiskidag, sambært § 5, stk. 5 í løgtingslógini, hóast túrurin er meira enn 24 tímar.
§ 4. Skipari ella formaður á báti við fiskiloyvi sambært §§ 1 og 2, sum fer á Føroya Banka, skal boða Vørn frá á telefon 316913, tá farið verður úr havn, og tá komið er aftur í havn.
§ 5. Bátur við fiskiloyvi sambært § 1, sum á sama túri roynir aðrastaðni enn á Føroya Banka, skal, tá ið avreitt verður, tilskilað, hvussu nógv av veiðuni er fingin á Føroya Banka, flokkað eftir fiskasløgum.
§ 6. Bátar við fiskiloyvi sambært § 1 skulu hava fylgisveinaútgerð umborð, sum er góðkend av Vørn, og sum til eina og hvørja tíð kann upplýsa um knattstøðuna hjá bátinum. Farið verður fram eftir somu treytum og mannagongdum, sum eru ásettar í kunngerð um eftirlit við fiskiførum um fylgisvein.
§ 7. Brot á §§ 4-6 verða revsað við sekt.
Stk. 2. Er brot framt av partafelag, smápartafelag, lutafelag ella líknandi, kann felagið sum slíkt verða revsað við sekt.
Stk. 3. Sambært § 45, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka inn fiskiloyvið, um skiparin á fiskifarinum er skuldsettur fyri brot á reglurnar í hesi kunngerð, um fiskifarið hevur fiskað meir enn tí er loyvt sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifarið ikki hevur hildið seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum latið sambært §§ 1 og 2 í hesi kunngerð. Fiskiloyvið kann verða tikið aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. august 2017.
Fiskimálaráðið, 5. juni 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)