28. juni 2018Nr. 89
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi við Svalbard í 2018
(Hækking av útlutaðu fiskidøgunum eftir rækjum)
§ 1
Í kunngerð nr. 185 frá 29. desember 2017 um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi við Svalbard í 2018 verður í § 5, stk. 3, 1. pkt. “Av fiskidøgunum, sambært stk. 1, verða 508 fiskidagar” broytt til: “Fiskidagarnir, sambært stk. 1, verða”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 28. juni 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Jens Helgi Toftum (sign.)