Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 04-07-2018
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2018 A - Kunngerð 93 frá 3. juli 2018
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

3. juli 2018Nr. 93

Kunngerð um gjald fyri serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri

Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:

§ 1. Heilsutrygd kann rinda útreiðslur til serlæknaviðgerð hjá serlækna undir hesum treytum:

1)   Viðkomandi serlækni skal virka sum serlækni innan ta serlæknagrein, ið er nevnd í skjali 1 í hesi kunngerð,

2)   er fevndur av Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende anden speciallægehjælp end øjen- og ørelægehjælp ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya vedrørende øjenlægehjælp på Færøerne ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende ørelægehjælp på Færøerne, og

3)   umsóknin sambært § 4 er gingin á møti.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger skjal 1 út frá eini heildarmeting av tørvinum á serlæknaviðgerð við atliti til m.a. sjúklingar, serlæknamanning, játtan og ætlanir innan heilsuverkið.

Ávísing til serlækna

§ 2. Treytin fyri, at Heilsutrygd kann gjalda fyri serlæknaviðgerð er, at ein kommunulækni skrivliga hevur ávíst sjúkling til serlæknaviðgerð, áðrenn henda er byrjað.

§ 3. Ávísingin til serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, er bert galdandi, um serlæknin móttekur hana í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hon varð útflýggjað sjúklinginum.

Treytir fyri at virka undir skipanini

§ 4. Serlækni, ið vil útinna serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, skal senda eina umsókn hesum viðvíkjandi til Heilsutrygd. Umsóknin verður skrivað á serstakt oyðublað hjá Heilsutrygd.

§ 5. Loyvið at útinna serlæknaviðgerð, sum Heilsutrygd rindar fyri, kann í mesta lagi latast fyri tvey ár í senn.

Stk. 2. Broytast setanarviðurskiftini hjá serlæknanum, eftir at viðkomandi hevur fingið loyvi at útinna serlæknavirksemi, sum Heilsutrygd rindar fyri, skal nýggj umsókn sendast Heilsutrygd.

Stk. 3. Heilsutrygd kann taka aftur loyvi at útinna serlæknavirksemi, sum Heilsutrygd rindar fyri, um so er,

1)   at broytingar eru í skjali 1,

2)   at serlækni ikki heldur ásetingarnar í hesi kunngerð, ella

3)   at serlækni ikki heldur ásetingarnar í sáttmála partanna millum, t.e. Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende anden speciallægehjælp end øjen- og ørelægehjælp ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya vedrørende øjenlægehjælp på Færøerne ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende ørelægehjælp på Færøerne.

§ 6. Treytin fyri at virka undir skipanini er, at serlækni hevur autorisatión og lýkur § 1, stk. 1.

Stk. 2. Heilsutrygd kannar, um serlæknin lýkur treytirnar í § 6, stk. 1.

Stk. 3. Heilsutrygd sendir serlæknanum fráboðan um avgerðina.

§ 7. Serlækni kann boða frá, at viðkomandi tekur seg úr arbeiðinum.

Stk. 2. Fráboðanin skal vera skrivlig og skal sendast til Heilsutrygd.

§ 8. Nærri ásetingar um treytir, skyldur og avmarkingar í t.d. talinum og sløgunum av vitjanum, viðtalum ella viðgerðum, eru ásettar í Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende anden speciallægehjælp end øjen- og ørelægehjælp ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya vedrørende øjenlægehjælp på Færøerne ella Overenskomst mellem Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Foreningen af Speciallæger vedrørende ørelægehjælp på Færøerne.

Skráseta sjúklingaviðgerð

§ 9. Allar serlæknaviðgerðir ella kanningar, sum Heilsutrygd rindar fyri skulu skrásetast í talgildu heilsuskipanini nevnd THS.

Gildiskoma

§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2018.

Stk. 2. Teir sjúklingar, ið hava fingið eina tíð til serlæknaviðtalu áðrenn 1. august 2018, varðveita rættin til hesa serlæknaviðtalu.

 

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 3. juli 2018

 

Sirið Stenberg (sign.)

landsstýrismaður

/ Turid Arge (sign.)

 

 

 

 

Skjal 1

 

Serlæknagreinar

 

 

Heilsutrygd kann rinda fyri serlæknaviðgerð innan niðanfyrinevndu serlæknagreinar:

 

1)   Plastikkirugi.