Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. juni 2017Nr. 96
Kunngerð um sjálvbodna trygging sambært dagpeningalógini
Við heimild í § 15, stk. 2 og § 21, stk. 3 í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 29. mai 2017, verður ásett:
§ 1. Sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar í egnum feløgum sambært § 14 a í løgtingslógini kunnu tekna sjálvbodna trygging, ið gevur rætt til dagpening og skyldu at rinda tryggingargjald sambært ásetingunum í lógini og hesi kunngerð.
Stk. 2. Við sjálvstøðug vinnurekandi og stjórar er at skilja, at viðkomandi virka sum sjálvstøðug ella stjórar í egnum feløgum í so stóran mun, at eitt møguligt vanligt løntakaraarbeiði við síðuna av bert er at meta sum viðfáningur.
Gjald og tíðarskeið
§ 2. Tryggingargjaldið verður goldið tvær ferðir um árið.
Stk. 2. Tryggingargjaldið verður goldið frammanundan fyri hvørt hálvárið í álmannakkaárinum.
Stk. 3. Krøv verða send út ávikavist innan 1. juni og 1. desember. Er kravda tryggingargjaldið ikki goldið ávikavist í seinasta lagi 1. august ella 1. februar, fellur tryggingin burtur.
Stk. 4. Almannaverkið sendir út áminningarskriv áðrenn, tryggingin fellur burtur sambært stk. 3.
§ 3. Tá tryggingartakari hevur meldað seg í tryggingarskipanina, verður kravt tryggingargjald fyri tíðarskeiðið frá degnum, viðkomandi fær rætt til dagpening, og til ávikavist tann komandi 30. juni ella 30. desember.
Stk. 2. Fyrsta kravið eftir upptøku verður sent saman við einum váttanarbrævi og skal vera goldið innan 4 vikur eftir dagfestingina á váttanarbrævinum. Annars fellur tryggingin burtur.
Burturfall og útmelding
§ 4. Tá ið tryggingartakari meldar seg úr tryggingarskipanini ella verður útihýstur sambært § 18 í løgtingslógini, fellur rætturin til dagpening sambært tryggingini burtur við virknaði frá tí 1. í næstkomandi mánaði.
Stk. 2. Meldar tryggingartakari seg úr tryggingarskipanini, verður ov nógv goldið tryggingargjald afturrindað.
Uppafturtøka
§ 5. Ynskir tryggingartakari at verða uppafturtikin í tryggingarskipanina, skal hann senda inn nýggja umsókn um upptøku.
Tryggingargjaldið
§ 6. Tryggingargjaldið til sjálvbodnu tryggingina er 3.000 kr. fyri hálvárið fyri hvønn tryggjaðan.
Stk. 2. Tryggingargjaldið verður javnað sambært § 21, stk. 2 í løgtingslógini tann 1. januar á hvørjum ári.
Stk. 3. Almannaverkið kunnger javnaða tryggingargjaldið sambært stk. 2 í seinasta lagi 15. November.
Gildiskoma
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2017.
Stk. 2. Teknaðar tryggingar, sum eru goldnar fyri tíðarskeiðið fram til og við 31. mai 2017, eru galdandi fyri tíðarskeiðið fram til og við 30. juni 2017.
Almannamálaráðið, 15. juni 2017
Eyðgunn Samuelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)