Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. oktober 2012Nr. 97
Kunngerð um grannskoðanarbólk í virkjum og samtøkum, ið eru undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum
Við heimild í § 29, stk. 8 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 11. mai 2009 um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 26. mars 2012, verður ásett:
Nýtsluøki
§ 1. Hendan kunngerð er galdandi fyri:
1) fíggjarfyritøkur, sbr. § 5, stk. 1, nr. 1 í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed og § 5, stk. 1, nr. 10 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi,
2) tvørgangandi eftirlønargrunnar, sbr. § 182 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, sbr. tó stk. 2,
3) lívstryggingarpartafeløg tengd at arbeiðsmarknaðinum, sbr. § 189, stk. 1 í løgtingslóg um tryggingarvirksemi, sbr. tó stk. 2,
4) tann sum gevur út elektroniskar pengar, sbr. § 308 stk. 1 í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed,
5) sparifyritøkur, sbr. § 334, stk. 1 í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed,
6) hedgefeløg, sbr. § 114 a, stk. 1, í kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger v.m. og
7) fyriskiparar av skipaðum marknaði, greiðslujavningarmiðstøð, virðisbrævamiðstøð, sbr. § 7, stk. 1 í kongelig anordning om ikrafftræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel.
Stk. 2. Kunngerðin er tó ikki galdandi fyri virkir, ið eru ella upprunaliga eru stovnað sum lívstryggingarpartafeløg tengd at arbeiðsmarknaðinum ella eru tvørgangandi eftirlønargrunnar, og har tann samlaða nevndin, tó undantikið starvsfólkaumboð vald millum starvsfólkini í virkinum sambært § 140 í løgtingslógini um parta- og smápartafeløg, hevur eitt javnt tal av persónum, harav arbeiðsgevarar hava valt nágreiniliga helvtina og løntakarar hava valt hina helvtina, og har hetta gongur fram av viðtøkunum v.m.
Setan av grannskoðanarbólki
§ 2. Nevndin í virkjum, ið eru undir eftirliti av Fíggjareftirlinum ella Tryggingareftirlitnum, sbr. § 1, skal í minsta lagi einaferð árliga taka støðu til, mett útfrá millum annað fjøltætti hjá virkinum, hvørt tað er tørvur á at seta ein grannskoðanarbólk. Avgerðin skal síggjast í gerðabókini hjá nevndini.
Stk. 2. Virkir, sbr. § 1, ið hava virðisbrøv, sum verða handlað á einum skipaðum marknaði í einum ES/EBS-landi, skulu seta ein grannskoðanarbólk.
Stk. 3. Virkir, sbr. § 1, ið ikki hava virðisbrøv, sum verða handlað á einum skipaðum marknaði í einum ES/EBS-landi, og sum hava ein javna á 500 mió. kr. ella meira í tveimum fylgjandi roknskaparárum, skulu seta ein grannskoðanarbólk.
Stk. 4. Samtøk við fleiri virki, ið hava skyldu til at seta ein grannskoðanarbólk sambært hesi kunngerð, kunnu ístaðin fyri at seta ein grannskoðanarbólk fyri hvørt einstakt virki, seta ein felags grannskoðanarbólk fyri virkini í samtakinum ella partar av hesum. Fyriskipanarliga innskipanin av felags grannskoðanarbólkinum skal fara fram í einum virki, ið er undir eftirlit av Fíggjareftirlitinum ella Tryggingareftirlitinum, tó undantikið fíggjarlig holdingfeløg, og skal skipast í einum virki, sum er móðurfelag fyri hini virkini, ið bólkurin er settur fyri.
Uppgávur og samanseting av grannskoðanarbólkinum
§ 3. Uppgávurnar hjá grannskoðanarbólkinum skulu í minsta lagi fevna um:
1) at hava eftirlit við mannagongdini fyri roknskapargreiðslu,
2) at hava eftirlit við innanhýsis eftirlitsskipanini hjá virkinum, møguligari innanhýsis grannskoðan og við, at skipanir fyri váðastýring virka á fullgóðan hátt,
3) at hava eftirlit við lógbodnu grannskoðanini av ársroknskapinum, konsolideraða roknskapinum v.m. og
4) at hava eftirlit við og kanna óheftni hjá grannskoðaranum, sbr. § 22 í løgtingslóg um góðkendar grannskoðarar og grannskoðanarvirkir, heruppií serliga veitan av øðrum tænastuveitingum til virkið.
Stk. 2. Í virkjum, sum hava sett ein grannskoðanarbólk, skal uppskotið hjá nevndini um val av grannskoðara vera grundað á eitt tilmæli frá grannskoðanarbólkinum.
Stk. 3. Grannskoðanarbólkur, ið er settur sambært § 2, stk. 4, hevur afturat tí, sum fylgir av stk. 1 og 2, ábyrgdina av:
1) at hava eftirlit við, um atlit verða tikin til viðurskifti, ið eru týðandi fyri tað einstaka virkið, uttan mun til um tað er týðandi fyri samtakið,
2) at leggja fram viðurskifti av týdningi fyri einstaka virkið fyri nevndina í virkinum, og
3) at hvørt virki, ið er fevnt av felags grannskoðanarbólkinum, verður viðgjørt fyri seg í sambandi við tær í stk. 1 og 2 nevndu uppgávur.
§ 4. Limirnir í grannskoðanarbólkinum skulu vera limir í tí nevndini, ið setur bólkin.
Stk. 2. Nevndin kann taka avgerð um at velja at lata samlaðu nevndina útinna uppgávurnar hjá grannskoðanarbólkinum. Í slíkum føri eru ásetingarnar um grannskoðanarbólkin galdandi fyri nevndina sum heild.
Stk. 3. Grannskoðanarbólkur, ið er settur sambært § 2, stk. 4, skal vera mannaður við nevndarlimum í tí virkinum, har bólkurin er settur.
§ 5. Í minsta lagi ein limur í grannskoðanarbólkinum skal vera óheftur av virkinum og hava førleikar innan roknskap ella grannskoðan. Tað áliggur nevndini at tryggja, at 1. pkt. verður lokið. Um hetta ikki er so, skal nevndin alt fyri eitt innkalla til aðalfund til tess at tryggja, at 1. pkt. verður lokið. Ábyrgdin fyri og metingin av, hvørt í minsta lagi ein nevndarlimur er óheftur og hevur nøktandi førleikar, liggur hjá samlaðu nevndini.
Stk. 2. Ein óheftur limur í grannskoðanarbólkinum í einari fíggjarligari móðurfyritøku, kann eisini vera óheftur limur í grannskoðanarbólkinum í fíggjarligum dótturfyritøkum hjá virkinum. Hetta er tó treytað av, at limurin eisini er nevndarlimur í tí ella teimum viðkomandi dótturfeløgunum.
Stk. 3. Førleikarnir hjá einum óheftum limi í grannskoðanarbólkinum eru nøktandi, um viðkomandi kann gera eina sjálvstøðuga meting av, um roknskapargreiðslan hjá virkinum, innanhýsis eftirlitsskipanin, váðastýringin og lógbodna grannskoðanin eru skipað og framd á ein hóskandi hátt í mun til støddina á virkinum, og møguliga støddina á samtakinum og fjøltætti. Krøvini til førleikarnar hjá óhefta nevndarliminum skulu metast í mun til støddina á virkinum og fjøltætti. Førleikarnar kann viðkomandi hava fingið við einari ella fleiri av fylgjandi útbúgvingum ella størvum í virkjum, ið leggja fram roknskap sambært kongelig anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed, IFRS ella løgtingslóg um tryggingarvirksemi:
1) góðkenning til at grannskoða roknskapir (løggildur ella skrásettur grannskoðari), ella aðrar samsvarandi førleikar,
2) leiðsluábyrgd í sambandi við at leggja fram ársroknskap, ið er fingin sum fíggjarstjóri,
3) ábyrgd fyri leiðslu av innanhýsis grannskoðanarvirksemi,
4) royndir sum limur í grannskoðanarbólki,
5) aðrar royndir frá eftirliti við roknskapargreiðslu og grannskoðan av roknskapum,
6) viðkomandi royndir fingnar í sambandi við ábyrgd fyri vanligari váðastýring, ella
7) aðrar samsvarandi viðkomandi royndir.
Stk. 4. Tær í stk. 3 nevndu royndirnar skulu í minsta lagi hava fevnt um eitt roknskaparár.
§ 6. Nevndin skal í sambandi við setan av grannskoðanarbólkinum senda fráboðan til Fíggjareftirlitið ávíkavist Tryggingareftirlitið um, hvønn nevndin metir vera óheftur limur við førleikum innan roknskap og/ella grannskoðan, við upplýsingum um á hvørjum grundarlagi metingin er gjørd, sbr. § 5, stk. 2 til 4. Um hesin persónurin verður skiftur út, skal tað eisini sendast ein fráboðan um hetta til Fíggjareftirlitið ávikavist Tryggingareftirlitið. Fráboðanin kann sendast sum liður í, at nýggju nevndarlimirnir lata inn upplýsingar til Fíggjareftirlitið ávíkavist Tryggingareftirlitið, sbr. § 5, stk. 2 til 4, um førleikar og heiðursemi (fit & proper) saman við upplýsingum um á hvørjum grundarlagi metingin er gjørd.
Stk. 2. Tær í stk. 1 nevndu upplýsingar um, hvør er óhefti nevndarlimurin við førleikum, og grundarlagið fyri metingina, skulu altíð síggjast í ársfrágreiðingini og á heimasíðuni hjá virkinum, um virkið hevur eina heimasíðu.
Revsireglur
§ 7. Brot á § 2 og § 6 verður revsað við bót.
Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu áleggjast revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 8. Hendan kunngerð kemur í gildi tann 1. mai 2013.
Vinnumálaráðið, 3. oktober 2012
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Gunnleyg Árnafjall (sign.)