22. juni 2017Nr. 97
Kunngerð um at seta í gildi kapittul 2 í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð
Við heimild í § 27, stk. 3 í løgtingslóg nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð verður ásett:
§ 1. Kapittul 2 í løgtingslóg nr. 116 frá 24. november 2016 um Landsbanka Føroya og Føroya váðaráð verður settur í gildi.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2017.
Fíggjarmálaráðið, 22. juni 2017
Kristina Háfoss (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)