Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. september 2016Nr. 98
Kunngerð um framleiðslu av føroyskum matvørum frá tilfeingisvinnuni, ætlað til sølu til heilsølur, smásølur, matstovur o.a.
(Heimaframleiðslukunngerðin)
Við heimild í § 3, stk. 1, § 14, § 15, § 17, § 26, stk. 3, § 32, stk. 2 og 3, § 48 og § 58, stk. 4-6 í løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2010 um matvørur v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 6. mai 2016, verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin fevnir um framleiðslu frá føroysku tilfeingisvinnuni í fyrsta liði, undir hesum landbúnaði og veiði, ætlað til sølu til heilsølur, smásølur, matstovur o.a. í Føroyum.
Stk. 2. Hesar vørur eru fevndar av kunngerðini:
1) Seyðakjøt og neytakjøt, undir hesum eisini avroð o.a.,
2) hara og
3) villini fuglur.
Stk. 3. Beinleiðis søla frá framleiðara í tilfeingisvinnu av nevndu vørum til endabrúkara er ikki fevnd av kunngerðini, sbr. § 12 í kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.
Allýsingar
§ 2. Eftir hesi kunngerð merkir:
1) Framleiðari: Framleiðari í tilfeingisvinnu, sbr. § 1, stk. 1, sum framleiðir, hagreiðir, tilvirkar, marknaðarførir og selur matvørur, ið eru fevndar av § 1, stk. 2, og sum eru ætlaðar til sølu til framleiðara í øðrum liði, og har framleiðarin eftir reglunum í hesi kunngerð er undantikin kravinum um løggilding og skráseting, sbr. § 3 og 4.
2) Framleiðari í øðrum liði: Heilsøla, smásøla, torg, har matvørur, sbr. § 1, stk. 2, verða marknaðarførdar og seldar, og matstovur, sum viðgera, tilvirka, marknaðarføra og selja matvørur, sbr. § 1, stk. 2.
Undantøka frá løggilding og skráseting
§ 3. Framleiðari sambært § 2, nr. 1 er ikki fevndur av kravinum um løggilding og skráseting sambært kunngerð um løggilding og skráseting av matvøruvirkjum.
Skráseting sum heimaframleiðari
§ 4. Framleiðarar skulu melda til eina skrá yvir heimaframleiðarar hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni við navni, annaðhvørt á persóni ella felagi, ávíkavist p-tali ella v-tali, og bústaði framleiðarans. Upplýsingarnar verða latnar á serligt oyðublað, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan útflýggjar.
Stk. 2. Treytin fyri skráseting er, at matvøran er framleidd, hagreidd og tilvirkað á ogn framleiðarans, og at samlaði árligi umsetningurin er minni enn kr. 1.000.000 í heimaframleiðslu. Framleiðarin skal í sambandi við skrásetingina vátta, at hann beinanvegin boðar Heilsufrøðiligu starvsstovuni frá, tá hann verður varugur við, at árligi umsetningurin kemur upp á ta í 1. pkt. nevndu upphædd.
Stk. 3. Framleiðarar verða skrásettir við einum skrásetingarnummari í skránni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Handfaring o.a. í sambandi við framleiðslu
§ 5. Framleiðslan skal leggjast til rættis soleiðis, at matvøran verður handfarin, tilgjørd, pakkað, goymd og flutt soleiðis, at matvøran ikki spillist ella oyðilegst, ella at góðskan versnar munandi. Framleiðarin hevur ábyrgdina av, at matvøran støðugt lýkur ásetingina í § 4 í løgtingslógini.
Stk. 2. Framleiðari í øðrum liði hevur ábyrgdina av, at matvøran, meðan hann hevur ræði á henni, verður handfarin, tilgjørd, pakkað, goymd og flutt soleiðis, at matvøran ikki spillist ella oyðilegst, ella at góðskan versnar munandi. Framleiðari í øðrum liði hevur ábyrgdina av, at matvøran, meðan hann hevur ræði á henni, støðugt lýkur ásetingina í § 4 í løgtingslógini.
Víðaritilvirking o.a.
§ 6. Matvøran kann ikki tilvirkast víðari hjá einum øðrum framleiðara enn framleiðaranum sambært § 2, nr. 1, ella verða pakkað á løggildari eind ella á annan hátt koma í samband við løggilda vøru.
Stk. 2. Vøran skal haldast atskild frá løggildari vøru í øllum liðum, herundir í sambandi við flutning, goymslu, tilvirking og sølu, sbr. § 7, stk. 2 og 3.
Stk. 3. Stk. 1 er ikki galdandi fyri matstovur.
Marknaðarføring
§ 7. Matvøran skal í sambandi við marknaðarføring merkjast soleiðis, at tað greitt gongur fram av merkingini, at talan er um vøru, sum ikki er løggild, sbr. § 8, stk. 1, nr. 2.
Stk. 2. Matvøran skal bjóðast til sølu fyri seg, t.d. í einum kølidiski, har eingin onnur matvøra er.
Stk. 3. Framleiðari í øðrum liði skal gera keyparanum greitt, at talan er um vøru, ið ikki er løggild. Er talan um marknaðarføring á eini matstovu, skal tað vera tilskilað í matskránni, at talan er um ikki løggilda vøru.
Merking
§ 8. Merkingin, nevnd í § 7, stk. 1, skal hava upplýsingar um:
1) Navn á framleiðara og skrásetingarnummar, sbr. § 4, stk. 1 og 3.
2) “Óløggild vøra” og “Unauthorized” við týðiligum teksti.
3) Vørulýsing, undir hesum eisini haldføri, møgulig útílatingarevni og andevni.
4) Framleiðsludagur, t.e. tann dagin, vøran er framleidd.
5) Ásetingar um rætta goymslu, t.d. at vøran eigur at goymast kalt o.tíl.
6) Ásetingar um møguliga tilgerð, t.d. at vøran skal hitaviðgerast.
Stk. 2. Vøran skal merkjast soleiðis, at upplýsingarnar, nevndar í nr. 1-6, eru sjónligar og lættar at lesa. Teksturin skal vera á føroyskum, sbr. tó stk. 1, nr. 2.
Eftirlit og latan av upplýsingum
§ 9. Í samband við, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar, hvørt ein matvøra líkur ásetingina í § 4 í løgtingslógini, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan sambært § 52, stk. 3 í løgtingslógini krevja, at framleiðarin og framleiðarin í øðrum liði geva allar upplýsingar, sum hava týdning fyri fremjan av eftirlitinum, undir hesum at royndir verða tiknar av matvørunum o.ø.
Stk. 2. Í sambandi við, at Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar, hvørt ein framleiðari lýkur treytirnar sambært § 4, stk. 2, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan sambært § 52, stk. 1 í løgtingslógini krevja allar upplýsingar, eitt nú um fíggjarlig og roknskaparlig viðurskifti hjá framleiðarunum.
Boð og forboð
§ 10. Lýkur ein matvøra, fevnd av hesi kunngerð, ikki krøvini í § 4 í løgtingslógini, kann Heilsufrøðiliga starvsstovan geva boð ella seta forboð fyri framhaldandi framleiðslu, tilvirking, marknaðarføring og sølu av matvøruni.
Striking o.a.
§ 11. Heilsufrøðiliga starvsstovan kann strika ein framleiðara, um so er, at:
1) framleiðslan ikki longur lýkur krøvini í hesi kunngerð, ella
2) eini boð ella forboð frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni sambært § 10 ikki verða fylgd.
Stk. 2. Avgerð um striking hevur virknað frá tí degi, at avgerðin er fráboðað framleiðaranum, um ikki annað er ásett í aðrari lóggávu ella í avgerðini.
Kæra
§ 12. Avgerðir, tiknar av Heilsufrøðiligu starvsstovuni eftir hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina innan 4 vikur eftir, at tann, sum avgerðin viðvíkur, hevur móttikið avgerðina.
Revsing
§ 13. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður hann revsaður við bót, sum fremur brot á §§ 4-8, ella ikki letur upplýsingar, ella letur skeivar upplýsingar eftir § 9, ella ikki ger eftir boðum eftir § 10.
Stk. 2. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Gildiskoma
§ 14. Henda kunngerð kemur í gildi 2. oktober 2016.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 28. september 2016
Poul Michelsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)