30. juni 2017Nr. 99
Kunngerð um broyting í kunngerð um talgildan roknskap
(Freistin longd fyri at lata upplýsingar í XBRL-sniði)
§ 1
Í kunngerð nr. 146 frá 18. desember 2015 um talgildan roknskap verður § 1, stk. 1, 2. pkt. orðað soleiðis:
“Feløg, ið eru fevnd av roknskaparklassa B og C í ársroknskaparlógini, skulu harumframt í seinasta lagi innan 1. januar 2018 lata upplýsingarnar í XBRL-sniði.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016.
Fíggjarmálaráðið, 30. juni 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Jan Mortensen (sign.)