Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. januar 2011Nr. 8000
Vegleiðing um samverurætt og duldan bústað
(Vegleiðing til § 22 í barnaverndarlógini)
Henda vegleiðing greiðir nærri frá ásetingunum í § 22 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, við seinni broytingum (barnaverndarlógini), umframt markamótinum mótvegis lov om forældremyndighed og samvær (foreldramyndugleikalógini). Vegleiðingin sigur annars einki um, hvussu ásetingarnar um samveru eftir foreldramyndugleikalógini verða umsitnar.
Vegleiðingin er gjørd í samstarvi við Ríkisumboðsmannin í Føroyum (Ríkisumboðið).
Barnaverndarlógin
§ 22. Í hesi lóg hava børn og foreldur samverurætt í tann mun, samverurætturin ikki er skerdur sambært myndugleikalógini. Stk. 2. Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur støðu til, hvussu samvera skal skipast í málum viðvíkjandi yvirtøku av umsorgan. Stk. 3. Ein avtala ella avgerð um samveru sambært myndugleikalógini er galdandi, um Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki avger annað. Stk. 4. Tá ið tað er neyðugt fyri heilsu og menning hjá barninum, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin seta treyt um, at umboð fyri barnaverndartænastuna skal vera hjástatt undir samveru ímillum barn og foreldur. Stk. 5. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann nokta foreldrunum samverurætt, um tað verður mett at vera best fyri barnið. Stk. 6. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann í serligum førum nokta foreldrunum at vita, hvar barnið býr. Stk. 7. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann geva øðrum enn foreldrunum loyvi til samveru við barnið. |
1. Alment
Ásetingar um samveru eru bæði í barnaverndarlógini og í lov om forældremyndighed og samvær, ið er sett í gildi í Føroyum við anordning nr. 228 frá 15. mars 2007 (fyrr myndugleikalógin – nú foreldramyndugleikalógin). Tað er tó hvør sín myndugleiki, ið hevur heimild til at kanna mál og taka avgerð eftir lógunum.
1.1. Samvera eftir barnaverndarlógini
§ 22 um samverurætt og duldan bústað er bert galdandi fyri mál, ið eru fevnd av barnaverndarlógini. Greinin hevur týdning í málum, har eitt barn er umsorganaryvirtikið (sett heiman).
Endamálið við samveru eftir barnaverndarlógini er at varðveita eitt ávíst samband millum barnið og foreldrini, meðan barnið er sett heiman, tí tað í flestu førum verður arbeitt fram ímóti, at barnið skal heim aftur at búgva.
Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur avgerð í málum um samveru eftir barnaverndarlógini. Harafturímóti hevur Høvuðsbarnaverndarnevndin ongar heimildir eftir foreldra-myndugleikalógini.
1.2. Samvera eftir foreldramyndugleikalógini
Familjurættarlig mál um samveru eru fevnd av lov om forældremyndighed og samvær (foreldramyndugleikalógin). Ásetingarnar í foreldramyndugleikalógini hava týdning í sambandi við, at foreldur fara frá hvørjum øðrum ella skiljast, og hjá foreldrum, ið ynskja at fáa samband við eitt barn. Tað er sostatt ikki eitt krav, at foreldrini hava búð saman.
Endamálið við ásetingunum er at tryggja, at barnið framhaldandi hevur samband við bæði síni foreldur, ella at samband verður fingið í lag við tað av foreldrunum, ið barnið ikki hevur havt samband við. Hetta gerst við at geva tí av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi, rætt til samveru. Tað er sostatt tað av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi, ið kann fáa samveru ásetta eftir foreldramyndugleikalógini.
Hesi mál verða umsitin av Ríkisumboðnum, ið tekur avgerð í málum um samveru eftir foreldramyndugleikalógini. Ríkisumboðið hevur ongar heimildir eftir barnaverndarlógini.
2. Samvera við foreldrini
Við foreldrini, í § 22 í barnaverndarlógini, er at skilja bæði foreldrini, og ikki bert tað av foreldrunum, ið hevur foreldramyndugleikan.
Foreldrini og barnið hava rætt til samveru, meðan barnið er umsorganaryvirtikið, um ikki annað er avgjørt av Ríkisumboðnum ella Høvuðsbarnaverndarnevndini.
Tað er Høvuðsbarnaverndarnevndin, ið hevur heimild at taka avgerð um samveru eftir barnaverndarlógini, her í millum hvussu ofta og hvar samveran skal vera, eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini. Sí kap. 7 niðanfyri. Høvuðsbarnaverndarnevndin er tó í ávísan mun bundin av eini avtalu ella avgerð sambært foreldramyndugleikalógini. Sí kap. 2.2.1. niðanfyri.
Avgerð um samveru skal takast í sambandi við, at avgerð verður tikin um, at eitt barn skal umsorganaryvirtakast. Broytast umstøðurnar meðan barnið er umsorganaryvirtikið, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin broyta eina avgerð um samveru, við at taka eina nýggja avgerð. Sí kap. 7.3 niðanfyri.
Tað ber ikki til at áseta ein karm fyri, hvussu nógvar tímar ella dagar samveran skal vera, fyri at sambandi verður varðveitt. Ein ítøkilig meting má gerast um hetta í hvørjum einstøkum máli. Havast skal tó í huga, at samvera skal vera ásett so ofta, at samveran ikki kann metast sum slitin.
Tað verður mett at hava stóran týdning fyri barnið, at tað hevur samband við bæði foreldrini, meðan tað hevur uppihald uttanfyri heimið. Tískil eigur barnaverndartænastan at stuðla foreldrunum í at hava samband við barnið, meðan tað er sett heiman. Í hesum sambandi hevur barnaverndartænastan møguleika fyri at seta fyriskipan í verk eftir § 15, meðan barnið er umsorganaryvirtikið, m.a. við tí endamáli at styrkja sambandi millum foreldur og barn.
Hóast talan er um varandi yvirtøku av umsorganini av einum barni eftir § 23 í barnaverndarlógini, eigur samvera í størstan mun at halda fram, fyri at tryggja, at barnið kennir sín uppruna.
2.1. Tá barnið býr saman við báðum foreldrunum
Býr barnið saman við báðum foreldrunum tá tað verður umsorganaryvirtikið, er tað Høvuðsbarnaverndarnevndin, sum tekur avgerð í mun til bæði foreldrini.
Orsakað av at foreldrini búgva saman, er eingin avtala ella avgerð eftir foreldramyndugleikalógini at taka hædd fyri.
Flyta foreldrini frá hvørjum øðrum, meðan barnið er umsorganaryvirtikið, hevur tað av foreldrunum, sum barnið ikki má metast at skula búgva hjá, rætt til at fáa samveru ásetta eftir foreldramyndugleikalógini, hóast samvera er ásett eftir barnaverndarlógini. Sí kap. 2.2.2.
2.2. Tá barnið býr hjá øðrum av foreldrunum
Um barnið býr hjá øðrum av foreldrunum, tá tað verður umsorganaryvirtikið, er neyðugt at kanna, um nøkur avtala ella avgerð um samveru fyriliggur sambært foreldramyndugleikalógini, í mun til tað av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi. Hetta tí at Høvuðsbarnaverndarnevndin í ávísan mun er bundin av eini avtalu ella avgerð sambært foreldramyndugleikalógini.
2.2.1.Tá avtala ella avgerð um samveru fyriliggur sambært foreldramyndugleikalógini
Ein avtala ella avgerð sambært foreldramyndugleikalógini um samveru millum barnið og tað av foreldrunum, ið ikki hevur barnið búgvandi, eigur sum meginregla at verða vird. Í ávísum førum kann Høvuðsbarnaverndarnevndin tó broyta henda samverurætt.
Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur ikki heimild til at víðka ein samverurætt ella linka møguligar treytir, t.d. um samveru undir umsjón, sum er ásett sambært foreldra-myndugleikalógini. Hinvegin kann Høvuðsbarnaverndarnevndin skerja samverurættin, um tað er neyðugt vegna heilsu og menning hjá barninum. Ein slík avgerð eigur tó bert at takast fyri eitt ávíst tíðarskeið. Sí eisini kap. 3, 4 og 5 niðanfyri.
Hóast Høvuðsbarnaverndarnevndin skal virða eina avtalu ella avgerð sambært foreldra-myndugleikalógini, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin leggja samveruna til rættis innanfyri teir karmar, ið eru ásettir eftir foreldramyndugleikalógini, t.d. at deila samveruna yvir 2 dagar.
2.2.2. Tá eingin avtala ella avgerð um samveru fyriliggur sambært foreldra-myndugleikalógini
Fyriliggur eingin avtala ella avgerð eftir foreldramyndugleikalógini, tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð um samveru í mun til bæði foreldrini. Neyðugt er ikki hjá barnaverndartænastuni ella Høvuðsbarnaverndarnevndini at venda sær til Ríkisumboðið, at fáa samverurættin ásettan í mun til tað av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi.
Um tað av foreldrunum, sum ikki hevur barnið búgvandi, vendir sær til Ríkisumboðið um at fáa samverurætt ásettan sambært foreldramyndugleikalógini, viðgerð Ríkisumboðið umbønina eftir reglunum í foreldramyndugleikalógini. Í slíkum málum er umráðandi, at barnaverndartænasturnar og Ríkisumboðið samarbeiða um eina loysn, sum er til barnsins besta.
Viðmerkjast skal, at hóast Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur tikið avgerð um samveru eftir barnaverndarlógini, kann eitt samveruforeldur altíð søkja Ríkisumboðið um at fáa ásett samveru eftir foreldramyndugleikalógini. Avgerðin hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini hevur tó forrættindi, so leingi hon er galdandi.
2.3. Útreiðslur
Útreiðslur í sambandi við samveru eftir barnaverndarlógini, t.e. ferðaútreiðslur o.l., heldur barnaverndartænastan, um foreldrini ikki sjálv megna at halda hesar útreiðslur.
Viðmerkjast skal, at barnaverndartænastan skal ikki halda útreiðslur í sambandi við samveru eftir foreldramyndugleikalógini.
Sí eisini kap. 3.2. um útreiðslur í sambandi við samveru undir umsjón.
3. Treytir við samveruni
Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur heimild at taka avgerð um at áseta treytir við samveruni, um treytirnar í ásetingunum eru uppfyltar. Høvuðsbarnaverndarnevndin kann sostatt m.a. taka avgerð um, at foreldrini ikki skulu vera ávirkað av rúsevni, tá ið tey síggja barnið, at samveran skal vera á einum ávísum staði, ella at samveran skal vera undir umsjón. Sí eisini kap. 4 og 5 niðanfyri.
Treytir við samveruni eiga tó bert at verða ásettar, um hetta verður mett at verða best fyri barnið og endamálið við umsorganaryvirtøkuni.
Heimildin hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini at taka slíka avgerð fevnir um bæði foreldrini, óansæð um ein avtala ella avgerð fyriliggur sambært foreldramyndugleikalógini. Tó kann Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki linka eina treyt, ella víðka ein samverurætt, ið Ríkisumboðið hevur ásett. Hetta hevur við sær, at Høvuðsbarnaverndarnevndin ikki kann áseta samveru í mun til eitt foreldur, sum Ríkisumboðið hevur givið avslag um at áseta samveru, ella hevur tikið avgerð um at ógilda ein samverurætt.
Í málum, har Ríkisumboðið hevur givið avslag um at áseta samveru, ella hevur tikið avgerð um at ógilda ein samverurætt, kann barnaverndartænastan vegleiða hetta av foreldrunum um, at viðkomandi kann søkja Ríkisumboðið um at fáa málið viðgjørt av nýggjum.
3.1. Samvera undir umsjón
Um tað er neyðugt fyri heilsu og menning hjá barninum, kann Høvuðsbarnaverndarnevndin seta sum treyt fyri samveru, at eitt umboð fyri barnaverndartænastuna skal vera hjástatt undir samveruni millum barn og foreldur. Eitt umboð fyri barnaverndartænastuna er at skilja sum ein persónur, ið barnaverndartænastan hevur útnevnt.
Ein avgerð um samveru undir umsjón, eigur bert at verða tikin, um endamálið ikki kann røkkast við eini treyt, ið ikki er líka víðfevnd, t.d. at samveran skal vera á ávísum staði, eitt nú á uppihaldsstaðnum.
Avgerð um samveru undir umsjón kann bert takast fyri eitt ávíst tíðarskeið í senn.
Sí um ókeypis umboðan í kap. 10.
2.3. Útreiðslur
Útreiðslur, ið standast av, at treytir eru settar í sambandi við samveru, verða hildnar av tí myndugleika, sum ásetur treytirnar. Hetta merkir, at um Høvuðsbarnaverndarnevndin ásetur treytir fyri samveruni, eftir tilmæli frá barnaverndarnevndini, eitt nú at samvera skal vera undir umsjón, so er tað avvarðandi barnaverndartænasta, sum heldur møguligar útreiðslur, ið standast av hesum. Er tað hinvegin Ríkisumboðið, sum ásetur treytirnar, er tað Ríkisumboðið, sum heldur útreiðslurnar.
4. Nokta samveru
Høvuðsbarnaverndarnevndin kann taka avgerð um, at foreldrini ikki skulu hava samverurætt við barnið. Ein slík avgerð kann tó bert takast, um hetta verður mett at vera best fyri barnið.
Samverurætturin eigur bert at verða noktaður, um endamálið ikki kann røkkast við aðrari fyriskipan, ið ikki er so víðfevnd. Harafturat eigur ein slík avgerð bert at verða tikin fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Heimildin hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini at taka slíka avgerð, fevnir um bæði foreldrini, óansæð um ein avtala ella avgerð fyriliggur sambært foreldramyndugleikalógini.
Sí um ókeypis umboðan í kap. 10.
4.1. Uppihaldsstaðið kann forða samveru
Vísandi til virksemið og endamálið hjá uppihaldsstaðnum, kann uppihaldsstaðið í einstøkum førum, og bert um tað er neyðugt vísandi til skil og tryggleika, forða fyri samveru millum foreldur og barn, og biðja foreldrini koma aftur eina aðra ferð.
Uppihaldsstaðið kann soleiðis avvísa eitt foreldur, ið t.d. kemur at vitja barn sítt seint um kvøldið aftaná barnsins songartíð, ella um foreldrið kemur sjónliga ávirkað av rúsevnum. Uppihaldsstaðið kann í hesum sambandi ávikavist boða frá, at vitjanin eigur at vera innan eina ávísa tíð á degnum og biðja foreldrið koma aftur, tá tað ikki er ávirkað.
Um uppihaldsstaðið kemur út fyri, at neyðugt er at forða samveru, er tað umráðandi, at uppihaldsstaðið boðar barnaverndartænastuni frá hesum. Barnaverndartænastan viðger fráboðanina, og um neyðugt, leggur málið fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina at taka støðu til, hvussu samveran í framtíðini skal skipast, her í millum um tað skulu setast treytir fyri samveruni.
5. Duldan bústað
Høvuðsbarnaverndarnevndin kann taka avgerð um, at foreldrini ikki skulu vita, hvar barnið býr. Ein slík avgerð kann tó bert takast, um hetta verður mett at vera best fyri barnið.
Henda heimild eigur bert at verða brúkt í serligum førum, og bert um endamálið ikki kann røkkast við aðrari fyriskipan, ið ikki er líka víðfevnd. Harafturat eigur ein slík avgerð bert at verða tikin fyri eitt ávíst tíðarskeið.
Heimildin hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini at taka slíka avgerð fevnir um bæði foreldrini, óansæð um ein avtala ella avgerð fyriliggur sambært foreldramyndugleikalógini.
Sí um ókeypis umboðan í kap. 10.
6. Samvera við onnur enn foreldrini
Høvuðsbarnaverndarnevndin kann taka avgerð um, at onnur enn foreldrini skulu hava samverurætt við barnið.
Mett verður, at tað í fleiri førum er týdningarmikið fyri barnið, at tað varðveitir sambandið við onnur, ið standa barninum nær, eitt nú systkin, ommur og abbar.
Talan kann eisini vera um persónar uttanfyri familjuna, sum barnið er knýtt at og hevur álit á ella vinir hjá barninum.
Tá støða verður tikin til samveru við onnur enn foreldrini, eigur dentur at verða lagdur á, um tað gagnar barninum framhaldandi at hava samband við persónarnar, eisini sæð í mun til tá umsorganaryvirtøkan endar.
Bert foreldur hava ein lógar ásettan rætt til samveru. Persónar fevndir av § 22, stk. 7 hava sostatt ikki ein lógar ásettan rætt til samveru.
7. Mannagongdir
Barnaverndarnevndin leggur tilmæli um samveru fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til avgerðar eftir kap. 8 í barnaverndarlógini, her í millum hvussu samveran skal skipast og møguligar treytir við samveruni.
7.1. Kanning av málinum
Barnaverndartænastan fyrireikar málið, her í millum kannar málið sambært § 45, eisini við atliti til samveru. Tað er tó umráðandi at hava í huga, at ein kanning av einum máli ongantíð má gerast meiri víðfevnd enn neyðugt.
Um neyðugt, má barnaverndartænastan sum ein partur av kanningini, fáa frágreiðing til vega frá einum barnaserkønum, at brúka sum grundarlag fyri tí tilmæltu samveruni.
Búgva foreldrini ikki saman, eigur barnaverndartænastan altíð at venda sær til Ríkisumboðið at vita, um nøkur avtala ella avgerð fyriliggur sambært foreldramyndugleikalógini.
Barnaverndartænastan kann biðja um innlit í viðkomandi mál hjá Ríkisumboðnum, um Ríkisumboðið hevur viðgjørt eitt mál eftir foreldramyndugleikalógini. Barnaverndartænastan kann tó ikki áleggja Ríkisumboðnum at fremja eina barnaserkøna kanning í einum barnaverndarmáli. Sí kap. 7.2.
Um eitt mál verður viðgjørt hjá Ríkisumboðnum eftir foreldramyndugleikalógini, og avgerð ikki er tikin, kann barnaverndartænastan heita á Ríkisumboðið um at verða hoyrd, áðrenn Ríkisumboðið tekur avgerð í málinum. Hetta kann vera viðkomandi, um barnaverndartænastan hevur upplýsingar, sum mettar verða at hava týdning fyri avgerðina hjá Ríkisumboðnum, og endamálið við at lata Ríkisumboðnum upplýsingarnar er at verja barnsins tørv. Her skal tó havast í huga, at bert upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at lýsa málið, verða latnar.
7.2. Heimild at kanna viðurskiftini hjá foreldrunum
Barnaverndartænastan hevur heimild til at kanna viðurskiftini í heiminum har barnið býr, umframt viðurskiftini har barnið annars uppiheldur seg. Barnaverndartænastan kann sostatt kanna viðurskiftini hjá foreldrunum ella øðrum, sum barnið býr hjá.
Um barnið bert býr saman við øðrum av foreldrunum, hevur barnaverndartænastan avmarkaða heimild at kanna viðurskiftini hjá tí av foreldrunum, sum barnið ikki býr hjá, uttan samtykki frá viðkomandi. Um samtykki ikki fyriliggur, hevur barnaverndartænastan bert heimild at kanna viðurskiftini hjá tí av foreldrunum, sum barnið ikki býr hjá, um ein ítøkilig grundgeving er fyri hesum. Sí í hesum sambandi avgerð nr. 07-01-144-3 hjá Kærunevndini í almanna- og heilsumálum.
Ríkisumboðið hevur bert heimild at kanna viðurskiftini hjá tí av foreldrunum, sum ynskir samveru við barnið (samveruforeldrið). Ríkisumboðið hevur ikki heimild at kanna viðurskiftini hjá tí av foreldrunum, sum barnið býr hjá (bústaðarforeldrið). Í hesum sambandi skal havast í huga, at Ríkisumboðið bert tekur eitt mál upp til viðgerðar, um eitt foreldur við samverurætti søkir um samveru.
7.3. Skipanin av samveruni
Tað er barnaverndartænastan, ið hevur ábyrgd av at skipa samveruna innanfyri karmarnar, sum Høvuðsbarnaverndarnevndin ásetur.
Fyri at tað skal verða greitt fyri øllum pørtum, nær samvera skal vera, eigur barnaverndartænastan at fáa í lag eina avtalu um samveru. Til tess at samveran kann verða so jalig sum til ber, eigur avtalan í størst møguligan mun at gerast í samráð við avvarðandi partar, t.e. barnið, uppihaldsstaðið hjá barninum og foreldrini, soleiðis at samveran verður skipað, so hon passar øllum pørtum.
Um umstøðurnar broytast meðan barnið er umsorganaryvirtikið, soleiðis at samvera ikki kann skipast sum upprunaliga ætlað, kann barnaverndartænastan, í samráð við avvarðandi partar, gera nýggja avtalu um samveru, innanfyri karmarnar, sum Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur ásett. Kann samvera ikki skipast innanfyri karmarnar, sum Høvuðsbarnaverndarnevndin hevur ásett, skal barnaverndarnevndin leggja nýtt tilmæli fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina til avgerðar.
7.4.Samskifti millum partarnar
Tá eitt barn verður umsorganaryvirtikið, eigur avtala at gerast um samskiftið millum partarnar, t.e. uppihaldsstaðið hjá barninum, barnaverndartænastuna og foreldrini. Í hesum sambandi kann Barnaverndarnevndin taka avgerð um, at nevndin (ella umsitingin) hevur alt samskiftið við foreldrini ella tann, sum hevur foreldramyndugleikan, sbr. viðmerkingunum til § 21 í barnaverndarlógini.
Sambært § 18, stk. 1 í foreldramyndugleikalógini, hevur tað av foreldrunum, sum ikki hevur foreldramyndugleika, rætt til, eftir áheitan, at fáa kunning um barnsins viðurskifti frá m.a. stovni (uppihaldsstaði) og sosialum myndugleikum. Ríkisumboðið kann sambært § 18, stk. 2 tó í serligum førum taka rættin til kunning frá øðrum av foreldrunum. Harafturat kann ein stovnur ella myndugleiki nokta at lata upplýsingar, um tað er til skaða fyri barnið. Persónligar upplýsingar um viðurskiftini hjá foreldramyndugleikainnihavaranum, mugu ikki latast.
Barnaverndarnevndin eigur at boða uppihaldsstaðnum frá, um foreldur hava mist rættin til kunning sambært § 18, stk. 2 í foreldramyndugleikalógini.
7.5. Innheintan og útflýggjan av upplýsingum
Tað er umráðandi, m.a. í sambandi við kanning av einum máli, at ásetingarnar í barnaverndarlógini og fyrisitingarlógini um at innheinta og útflýggja upplýsingar verða hildnar. Ásetingarnar eru eisini galdandi í mun til samskiftið millum barnaverndartænasturnar og Ríkisumboðið.
Um Ríkisumboðið vendir sær til eina barnaverndartænastu við fyrispurningi um eitt barn, eigur barnaverndartænastan at svara, tó bert teimum ítøkiligu spurningunum, og bert við upplýsingum, sum eru neyðugar fyri at upplýsa málið hjá Ríkisumboðnum. Barnaverndartænastan skal sostatt ikki koma við uppskoti um, hvussu samveran skal skipast o.l. Her skal havast í huga, at heimildin at áseta samveru eftir foreldramyndugleikalógini, her í millum hvussu samveran skal skipast, er hjá Ríkisumboðnum, og at Ríkisumboðið tískil ikki hevur skyldu at fylgja møguligum uppskoti frá barnaverndartænastuni. Sí tó kap. 2.2.
8. Umsorganaryvirtøka endar
Ein avgerð hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini um samveru stendur bert við, so leingi barnið er umsorganaryvirtikið. Sostatt er avgerðin um samveru ikki galdandi longur, tá barnið fer heim aftur at búgva.
Býr barnið hjá øðrum av foreldrunum, kann avgerð um samveru verða tikin bæði sambært foreldramyndugleikalógini og barnaverndarlógini, í sambandi við umsorganaryvirtøkuna. Í slíkum málum fellur avgerð hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini burtur, tá barnið flytur heim at búgva, meðan avgerðin hjá Ríkisumboðnum stendur við.
Í ávísum førum flytur eitt barn frá øðrum av foreldrunum (bústaðarforeldrið) til hitt (samveruforeldrið) at búgva. Barnið kann hava verið umsorganaryvirtikið, áðrenn tað flytur til samveruforeldrið. Tá barnið flytur til samveruforeldrið at búgva, er ikki longur talan um umsorganaryvirtøku sambært barnaverndarlógini. Harafturímóti er talan um eitt familjurættarligt mál, sum er fevnt av foreldramyndugleikalógini – foreldrini hava bert skift “rollu”. Tískil er tað Ríkisumboðið, sum hevur heimild at taka avgerð um samveru í mun til tað av foreldrunum, sum fyrr var bústaðarforeldur, men sum nú er samveruforeldur.
9. Umlætting
Møguleiki er í § 15 í barnaverndarlógini at taka avgerð um, at eitt barn skal til umlætting. Býr barnið bert saman við øðrum av foreldrunum, er umráðandi at hugsað verður um, at samvera kann verða ásett sambært foreldramyndugleikalógini í mun til hitt av foreldrunum.
Er samvera ásett sambært foreldramyndugleikalógini, skal barnaverndartænastan hava virðing fyri hesi avgerð hjá Ríkisumboðnum. Møguligt er ikki sambært barnaverndarlógini at skerja samverurættin, tí eingin heimild er í lógini at taka avgerð um samveru, tá talan ikki er um umsorganaryvirtøku.
Í slíkum málum eiga barnaverndartænastan og Ríkisumboðið at samstarva, soleiðis at umlættingin og samveran kann skipast til barnsins besta.
10. Ókeypis umboðan
Ein avgerð um, at samvera skal vera undir umsjón, at samvera verður noktað, eins og at bústaðurin skal vera duldur, má metast sum eitt víðfevnt inntriv í rættin hjá foreldrunum.
Er samtykki ikki fingið frá tí ella teimum, sum hava foreldramyndugleikan, til at samveran skal vera undir umsjón, at eingin samvera skal vera, ella at barnið skal hava duldan bústað, er talan um tvingsul og hava hesi (foreldramyndugleikin) tískil rætt til ókeypis umboðan eftir § 57 í barnaverndarlógini.
Sambært § 54, stk. 3, eru bæði foreldrini, t.v.s. óansæð um viðkomandi hevur foreldramyndugleika ella ikki, partar í einum máli um samverurætt. Tískil verður § 57, í málum eftir § 22, stk. 2 – 7, brúkt samsvarandi (analogt) í mun til foreldur, sum ikki hava foreldramyndugleika.
11. Revsing
Kapittul 13 í barnaverndarlógini hevur ymiskar ásetingar um revsing.
Í sambandi við avgerð og avtalu um samveru er umráðandi, at barnaverndartænastan kunnar foreldur um viðkomandi ásetingar um revsing, t.d. § 74, stk. 2 og § 75, stk. 1, soleiðis at foreldrini kenna avleiðingarnar, ið kunnu standast av, ikki at halda avgerðirnar.
Almannamálaráðið, tann 21. januar 2011
Eyðun Mohr Hansen (sign.)
aðalstjóri