Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. apríl 2002Nr. 8000
Leiðbeining um vard størv
(Til Almannastovuna)
Endamál
Endamálið við at stovna vard størv er at menna ein rúmligan arbeiðsmarknað, har tað eisini er pláss fyri fólki, sum ikki hava fullan arbeiðsførleika, men sum eru før fyri at arbeiða undir tillagaðum viðurskiftum.
Vard størv hava til endamáls at geva arbeiðstilboð til fólk, sum orsakað av avlamni ella øðrum varandi arbeiðsforðingum ikki kunnu fáa ella halda fast við arbeiði undir vanligu treytum. Aðalsjónarmiðið er, at fólk við skerdum arbeiðsføri, í staðin fyri óvirkin at taka ímóti almannaveiting, skulu hava møguleika fyri at vera virkin í arbeiðslívinum og at nýta teirra restarbeiðsevni.
Henda leiðbeining snýr seg einans um vard størv, ið kunnu verða upprættað á arbeiðsplássum, almennum sum privatum.
Vard størv undir Serforsorgini
Vard størv kunnu eisini útvegast á vardu verkstøðunum kring landið undir Serforsorgini. Henda leiðbeining fevnir ikki um hesi størv, tey hava sína egnu skipan.
Treytir
Ein objektiv staðfest grund skal vera til arbeiðsforðingina, antin sum ein likamlig – sálarlig sjúka, brek ella sum serliga sosialt tyngjandi viðurskifti.
Í førum, har tað ikki hevur verið møguligt við endurbúgvingarstuðli, hjálpartólum og øðrum hjálparfyriskipanum at skapa eina rímiliga vanliga arbeiðsstøðu, er møguleiki fyri, at útvega viðkomandi eitt vart starv.
Fyritreytin fyri at veita fólki stuðul til vard størv er sostatt, at viðkomandi ikki við viðgerð, hjálpartólum, hjálp til arbeiðsplasering ella endurbúgving metist varandi at kunna betra sín arbeiðsførleika so mikið, at viðkomandi gerst førur fyri at klára seg í einum arbeiði undir vanligum lønar- og arbeiðstreytum.
Ein váttan frá læknaráðgevaranum, saman við eini váttan frá arbeiðsgevara, áseta arbeiðsførleikan hjá viðkomandi.
Ein fyriskipan sum vart starv er ”subsidier” í mun til aðrar møguleikar fyri arbeiði. Hetta inniber, at allir aðrir møguleikar eru mettir ella royndir og uttan úrslit, áðrenn setan í vart starv.
Vard arbeiðspláss kunnu vera innrættað soleiðis, at neyðugt atlit, í mest møguligan mun, eru tikin til serligu trupulleikarnar hjá tí starvandi. Og eisini at hjálpartól og innrætting og gera tað møguligt at fullnýta restarbeiðsevnini so nógv sum gjørligt.
Arbeiðið kann vera av likamligum sum andaligum slagi, innandura sum uttandura.
Útgangsstøðið fyri valinum av vardum starvi er ynski og evni hjá umsøkjaranum. Vard størv eru setanir í eitt ávíst arbeiði við tillagaðum arbeiðsuppgávum, har tryggjað verður, at varandi niðursetta arbeiðsførið verður fullnýtt.
Vard størv/arbeiðspláss skulu takast upp til metingar einaferð um árið.
Vard størv/arbeiðspláss
Almannastovan hevur skyldu til, í mest møguligan mun, at bjóða vart starv fulla tíð. Møguleiki er tó eisini fyri vardum starvi niðursetta tíð.
Lønar- og setunarviðurskifti
Í sambandi við at vard størv verða sett á stovn, verða lønar- og onnur setanarviðurskifti so sum arbeiðstíð, eftirlønargjald v.m. avtalað. Útgangsstøðið eru sáttmálarnir á viðkomandi øki á arbeiðsmarknaðinum t.d. verða vard størv á økinum hjá Starvsmannafelagnum lønt eftir starvsmannafelagssáttmálanum.
Í førum har eingin sáttmáli er, verða løn og onnur arbeiðsviðurskifti avtalað sambært sáttmálanum fyri líknandi økir. Er talan um vart starv innan handverkaraøkið, verður handverkarasáttmálin nýttur.
Arbeiðsgevarin rindar lønina, men fær eitt lønarískoyti uppá 1/3, 1/2 ella 2/3 av lønini tryetað av arbeiðsførleikanum hjá løntakaranum. Lønarískoytið verður endurrindað av Almannastovuni.
Skiftisreglur
Tey sum eru í vardum starvi tá hetta umfarsskriv verður sett í gildi, halda fram eftir tí skipan tey eru í.
Vard størv til fyritíðarpensjónistar
Fyritíðarpensjónistar kunnu fáa vart starv. Treytin fyri at fáa vart starv er, at viðkomandi ikki kann fáa ella halda fast við arbeiði undir vanligum treytum á arbeiðsmarknaðinum. Vart starv til fyritíðarpensjónistar kunnu vera bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Lønar- og arbeiðsviðurskifti verða avtalað millum arbeiðsgevaran, arbeiðstakaran og viðkomandi fakfelag.
Arbeiðsgevarin rindar lønina, og fær eitt lønarískoyti sum er 1/3 av tí løn hann rindar av tí sáttmálabundnu mánaðarlønini á økinum, íroknað øll arbeiðsmarknaðargjøld. Almannastovan endurrindar lønarískoytið.
Møguleiki er fyri, at Almannastovan kann játta arbeiðsklæðir, arbeiðsamboð og styttri viðkomandi skeið fyri varda starvið.
Fyritíðarpensjónisturin fær framvegis sína fyritíðarspnsjón, og eru vanligu reglurnar í § 19 í lógini um almannapensjónir galdandi í mun til inntøkuna frá tí varda starvinum.
Almanna- og heilsumálastýrið, 29. apríl 2002
Sámal Petur í Grund (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)