Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. januar 2012Nr. 8001
Vegleiðing til skattaavseting fyri kommunur
Kommunur skulu sambært kontuskipanini avseta fyri skatt, ið ikki er goldin. Hetta skrivið er vegleiðing í, hvussu funnið verður fram til tølini, ið avsett skulu vera.
Hvussu verður avsett?
Kommunur skulu avseta hvørt ár við ársenda við at brúka STRKT 6191 og STRKT 0339. Hesar báðar konturnar skulu tí altíð javnviga. Kommunur avskriva ikki í sínum bókhaldi, tí TAKS fremur avskrivingina samsvarandi skattalógini.
Kommunur avseta í sínum bókhaldi soleiðis:
Inniverandi roknskaparár: 0 % av saldo hetta árið
1. ár undan inniverandi roknskaparári: 20 % av saldo á ávikavist 0330 og 0331
2. ár undan inniverandi roknskaparári: 40 % av saldo á ávikavist 0330 og 0331
3. ár undan inniverandi roknskaparári: 60 % av saldo á ávikavist 0330 og 0331
4. ár undan inniverandi roknskaparári: 80 % av saldo á ávikavist 0330 og 0331
5. ár og meira undan inniverandi roknskaparári: 100% av saldo á ávikavist 0330 og 0331
Prinsippið verður brúkt fyri bæði persónsskatt og felagsskatt.
Bókað verður við at útreiðsluføra á STRKT 6191 Avseting móti tapi og skuldarføra á STRKT 0339 Avsetingar móti tapi.
Avsetingin STRK 6191 verður gjørt á rakstrarstaðnum fyri ávíkavist kommunuskatt og felagsskatt.
Saldan fyri einstøku skattaárini kann finnast í leiðslukunningarskipanini (sí vegleiðing
niðanfyri).
Dømi fyri avseting
Eitt dømi fyri avseting verður her gjøgnumgingið:
Við ársenda 2010 sóu saldurnar á 0330 og 0331 soleiðis út býttar á skattaár:
Skattaár | Upphædd |
2010 | 1.100 |
2009 | 900 |
2008 | 700 |
2007 | 500 |
2006 | 300 |
2005 og eldri | 200 |
Tilsamans: | 3.700 |
Avsetast skal tí ultimo 2010: (1.100*0 + 900*0,2 + 700*0,4 + 500*0,6 + 300*0,8 + 200*1) = 1.020.
Ultimi árið skal bara bókast munur millum tað, ð var avsett primo og avsetingina ultimo. Um vit siga, at avsetingin primo var 780, skal skattaavsetingin tí vaksa 1.020 – 780 = 240. Hetta verður bókað sum útreiðsla soleiðis:
D:6191 (bókast á høvuðskontur fyri kommunuskatt og felagsskatt alt eftir býti)
K:0339
Upphædd: 240
Skal ávíst tíðarskeið brúkast?
Skattaavsetingin skal vanliga verða gjørd í tíðarskeið 13 í roknskaparárinum. Til ber tó eisini at nýta tíðarskeið 12 ella tíðarskeið 14.
Hvussu finni eg tølini?
Í leiðslukunningini kunnu finnast tølini fyri álíknaðan skatt og goldnan skatt ár fyri ár, og við at rokna munin millum hesi bæði, ber til at finna skattaeftirstøðuna fyri hvørt árið.
Í leiðslukunningini verður farið inn á kommunuavrokningina fyri tína kommunu (her verður Fuglafjarðar kommuna brúkt sum dømi):